leygardagur 18. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
5
4
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
STJÓRNMÁLAFRØÐI
Hans Kárason Mikkelsen
mikkels@fas.harvard.edu
Nakrar dagar, áðrenn Løgtingið
varð sett á ólavsøku í summar,
var uppskot til nýggja traktat um
evropiska stýrisskipanarlóg latin
Evroparáðnum. Tað er Evropiska
Konventið, sum eftir drúgt kjak
hevur latið úr hondum eina
stýrisskipanarlóg, sum eftir teirra
ætlan skal setast í verk skjótast
gjørligt.
Tað er Valéry Giscard
d´Estaing, formaður fyri Evrop-
iska Konventið og fyrrverandi
forseti í Frankaríki, sum hevur
lagt upp til hesa ætlanina.
Giscard d´Estaing sigur, at henda
stýrisskipanarlógin er endaliga
stigið móti einum politiskum
samveldi.
Giscard d´Estaing vitjaði
Harvard fyri nøkrum døgum
síðani, og hann grundgav dúgliga
fyri næmingum, hví politiska
samstarvið í Evropiska Samveld-
inum skal víðkast.
Eitt politiskt samveldi í
Evropa merkir, at borgararnir í
londunum eru sameindir, og at
londini í Evropa eru sameind í
einum samveldi. Tað vil siga, at
londini í Evropiska Samveldin-
um (ES) staðfesta heilt ítøkiligt,
hvørjar uppgávur skulu røkjast
av ES, og hvørjar uppgávur ikki
skulu røkjast av samveldinum,
men av einstøku londunum í
samveldinum.
Nógv betri enn
amerikanska skipanin
Nýggja uppskotið til eina stýris-
skipanarlóg leggur upp til, at tað
nýggja Evropa skal taka sær av
nógvum týdningarmiklum upp-
gávum. Til dømis hugsar Giscard
d´Estaing sær, at ES so við og
við fær ein felags uttanríkis- og
verjupolitikk við einum ES-
uttanríkisráðharra.
Nýggja stýrisskipanarlógin
tryggjar, at limalondini so við og
við kunnu, um tey vilja, lata
fleiri og sterkari heimildir til ES,
so sum ein felags uttanríkispoli-
tikk.
Giscard d´Estaing er ikki í iva
um, at hansara uppskot til nýggja
stýrisskipanarlóg er eitt serstak-
liga væleydnað uppskot.
- Amerikanska stýrisskipanar-
lógin er nógv greiðari, men
(nýggja) stýrisskipanarlógin hjá
ES er nógv betri, sigur Giscard
d´Estaing smáskemtandi við
fjøldina á Harvard.
Onkur hjástaddur amerikanari
henda dagin heldur tað vera
stuttligt, at Evropa verður sam-
mett við USA í hesum sambandi,
tí USA er eitt sameint land, með-
an Evropa er ein flokkur av
londum.
Munirnir eru eisini týðuligir
millum USA og Evropa. Ameri-
kanska stýrisskipanarlógin varð
sett í gildi í 1789, og talan var
bert um eini tríggjar milliónir
fólk, sum ikki høvdu nakra
felagsstjórn, og sum tóku seg
saman og gjørdu eina stýris-
skipanarlóg upp á tríggjar mán-
aðir. Evropa, hinvegin, hevur
umleið 450 milliónir fólk, sum
tosa meira enn 20 ymisk tungu-
mál, og sum øll frammanundan
hava eina stjórn, tí tey hoyra til
eitt ávíst land.
- Okkara skipan kann ikki vera
so einføld sum tykkara (í USA),
tí samveldið er bygt á tvær eind-
ir: Ein sameining av borgarum
og av (fullveldis) statum, sigur
Giscard d´Estaing við næming-
arnar á Harvard, sum eru møttir
upp henda dagin.
Ein annar avgerandi munur
millum ES og USA er, at stýris-
skipanarlógin hjá USA hevur
virkað í meira enn 200 ár, meðan
nýggja stýrisskipanarlógin hjá
Giscard d´Estaing ikki er sett í
gildi í ES-londunum.
Tískil er tað ógvuliga trupult
at samanbera ES við USA, tí tað
eru aðrir trupulleikar, sum skulu
loysast innanfyri ES, enn tað
vórðu í USA síðst í 18.øld.
Giscard d´Estaing sigur, at
tann truplasta uppgávan er at
finna eina javnvág millum heim-
ildirnar hjá ES og hjá limalond-
unum. Tað er ongin loyna, at um
hugsjónin hjá Giscard d´Estaing
um eitt meira umfatandi ES skal
gerast veruleiki, so mugu lima-
londini geva ES fleiri heimildir.
Og tað er júst tað, sum nýggja
stýrisskipanarlógin leggur upp
til. Til dømis fer ES undir nýggju
stýrisskipanarlógini at hava eitt
parlament, sum hevur fleiri
heimildir, enn tað hevur nú. Tað
merkir í stuttum, at ES kann lóg-
geva breiðari enn fyrr, og tískil
er betri møguleiki fyri einum
felagspolitikki á fleiri økjum.
Men eygleiðarar vilja vera við,
at nýggja stýrisskipanarlógin er
alt ov klossut, tí hon fevnir um
ikki minni enn 400 greinar.
Giscard d´Estaing svarar
kritikarum og sigur, at umstøð-
urnar í Evropa tala fyri slíkari
stødd.
- Tað hevur tikið okkum longri
tíð [enn hjá amerikumonnum],
og vit hava vent hvørjum steini,
sigur Giscard d´Estaing um
arbeiðið í Evropiska Konventin-
um, har hann altso er formaður.
At tað hevur tikið langa tíð, og
at tað hevur verið trupult hjá
Giscard d´Estaing og hansara
fólki, tað er tað ongin, sum ivast
í. Tað tók amerikumonnum
tríggjar mánaðir at smíða eina
stýrisskipanarlóg fyri tríggjar
milliónir fólk, meðan tað tók
Giscard d´Estaing og Evropiska
Konventinum 17 mánaðir at
tillaga eina stýrisskipanarlóg til
450 milliónir fólk.
Spurningurin er nú, hvussu
langa tíð tað fer at taka lima-
londunum at seta stýrisskipanar-
lógina í gildi. Tað tók ameriku-
monnum umleið tvey frá tí, at
nýggja stýrisskipanarlógin varð
framløgd 1787, til hon varð sett í
gildi í 1789 av øllum statunum.
Tískil kunnu vit vænta, at tað fer
at taka rúma tíð, áðrenn øll lond-
ini í Evropa góðkenna nýggju
skipanina hjá Giscard d´Estaing.
Giscard d´Estaing vónar, at
stýrisskipanarlógin kann undir-
skrivast í mai 2004, sum er beint
áðrenn valið til Evropa Parla-
mentið (at undirskriva er ikki tað
sama sum at seta í gildi). Um
hetta eydnast, so fer valið í juni
2004 at geva eina ábending um,
hvussu undirtøkan er millum
evropiska fólkið. Til næsta val
verða heili 25 lond við í ES, og
vónin hjá Giscard d´Estaing er,
at øll hesi londini seta stýris-
skipanarlógina í gildi.
Allir fyri ein?
Men kanska er spurningurin
heldur, um øll limalondini yvir-
høvur fara at góðkenna nýggju
stýrisskipanarlógina. Tað er
nevniliga ikki heilt greitt, um eitt
nú Bretland fer at seta nýggju
skipanina í gildi.
Til hesa ítøkuliga atfinningina
viðvíkjandi Bretlandi sigur
Giscard d´Estaing, at tað er onki
í nýggju stýrisskipanarlógini,
sum ES-viðhaldsfólk í Bretlandi
ikki kunnu góðtaka.
- Evropa hevði verið sterkari
við eini sterkari bretskari
undirtøku, sigur Giscard
d´Estaing um bretar, sum eins og
Danmark ikki nýta evruna sum
gjaldoyra.
Tískil kann tað tykjast, sum
málið og dreymurin hjá Giscard
d´Estaing fer at vera trupult at
røkka. Men Giscard d´Estaing er
bjartskygdur, og hann sigur seg
vænta, at Evroparáðið klárar at
liva upp til ábyrgdina, sum nú
liggur á teirra herðum.
Formaðurin fyri Evroparáðið
er í løtuni navnframi Silvio
Berlusconi úr Italiu. Giscard
d´Estaing sigur seg hava tosað
við Berlusconi persónliga, og at
hann hevur mælt Berlusconi til
onga broyting yvirhøvur at gera í
tekstinum.
- Um okkurt verður broytt í
stýrisskipanarlógini, sjálvt bert
partar av henni, gevur tað eitt
vánaligt úrslit, sigur Giscard
d´Estaing, púra vísur í, at stýris-
skipanarlógin er eitt vælaarbeiði.
Meiningin er, at nýggja ES-
stýrisskipanarlógin skal koma
ístaðin fyri allar ES-sáttmálar,
sum eru gjørdir millum ár og
dag. „Allir fyri ein og ein fyri
allar" tykist vera slagorðið, júst
sum hjá teimum trimum musku-
terunum hjá franska rithøvund-
anum Alexandre Dumas, har teir
skuldu taka sær av franska
konginum.
So er spurningurin bert, um
hetta slagorðið fer at vera gald-
andi fyri Evropa og Evropiska
Samveldið. Ella um tað kanska
bert verða „nakrir fyri nakrar" tí
teir eru ósamdir um, hvønn kong
teir skulu verja.
Giscard d´Estaing tóktist sjálv-
sikkur, tá hann tók í hondina á
okkum aftaná røðuna. Tað er
ongin ivi um, at 77-ára gamli
fyrrverandi statsmaðurin við
sínum sjálvsáliti og ES-hugsjón
fer at vera ógvuliga sjónligur í
Evropa komandi mánaðirnar, nú
tær stóru avgerðirnar skulu tak-
ast. Evropa er hansara leikvøllur.
Franskur forseti á Harvard:
– Stýrisskipanin hjá ES er nógv betri enn tann amerikanska
Í vikuni, sum fór, vitjaði Valéry
Giscard d´Estaing lærda háskúlan
Harvard. Giscard d´Estaing varð
forseti í Fraklandi frá 1974 til
1981, og hann telist millum
heitastu talsmenninar fyri einum
sterkum og sameindum Evropa
Føddur 2. februar 1926 í
Koblenz, Týsklandi.
Forseti í Frankaríki frá
1974 til 1981
Foreldrini eru Edmond
Giscard d´Estaing og
May Bardoux
Konan er Anne-Aymone
Sauvage de Brantes
Hevur fýra børn: Valerie-
Anne, Henri, Louis and
Jacinte
Útbúgvin frá École
Polytechnique og tí
kenda École nationale
d‚administration
Fakta
»Amerikanska stýris-
skipanarlógin er nógv
greiðari, men (nýggja)
stýrisskipanarlógin hjá
ES er nógv betri«
-Valéry Giscard d´Estaing
»Evropa hevði verið
sterkari við eini sterkari
bretskari undirtøku«
-Valéry Giscard d´Estaing
Evropa Parlamentið fer at fáa fleiri heimildir, skuldi tað hent seg, at nýggja stýrisskipanarlógin, sum Valéry Giscard d´Estaing hevur evnað, verður sett í
gildi
Foto: European Parliament
Valéry Giscard d´Estaing er formaður fyri Evropiska Konventið og fyrrver-
andi forseti í Frankaríki. Hann hevur seinnu árini verið ein rættiligur
tungvektari í kjakinum um framtíðina hjá ES, og hann er ein høgt virdur
maður innanfyri ES
Foto: Gloria B. Ho
Tað er upp til tey einstøku londini, hvussu tey velja at seta nýggju ES stýrisskipanarlógina í gildi, sigur Giscard
d´Estaing. Hann sigur eisini, at summi lond fara at hava fólkaatkvøðu, men onnur lond kanska velja aðrar leiðir
Foto: Gloria B. Ho
C
M
Y
K
27
26