leygardagur 18. oktober 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
POLITISK FYRIMYND
Eirikur Lindenskov
– Hon var sera dugnalig, hon var
ein strembari, ein málrættað og
framskygd kvinna og eitt fan-
tastiskt menniskja.
Soleiðis lýsa Eyðólv Dimon
og Kathrina L. Joensen í stuttum
Annu Lindh, svenska uttanríkis-
ráðharran, sum tann 10. sep-
tember varð stungin til deyða í
Stokkhólmi.
Eyðólv Dimon og Kathrina L.
Joensen vóru ávíkavist formaður
og altjóða skrivari hjá SU,
Sosialistiskum Ungmannafelag í
Føroyum, í áttatiárunum, og
komu tey gjøgnum sambandið
millum javnaðarungmannafeløg í
Norðurlondum at kenna Annu
Lindh sera væl – tey vóru per-
sónligir vinir í áttatiárunum.
Anna Lindh hevði eina drúgva
politiska karrieru aftan fyri seg,
hóast hon bert gjørdist 46 ára
gomul. Hon varð longu í 1982
vald í svenska Ríkisdagin, einans
25 ára gomul. Hon gjørdist
seinni forkvinna í SSU, Sveriges
Socialdemokratiske Ungdoms-
forbund. Hetta starv varð virðis-
mett so høgt, at hon segði ríkis-
dagssessin frá sær til tess at
virka sum forkvinna hjá
Anna Lindh var okkara
stóra fyrimynd
Kathrina L. Joensen og Eyðólv Dimon kendu persónliga Annu Lindh, sum
varð myrd í svenska høvuðsstaðnum fyri góðum mánaði síðani.
Kendskapurin spratt gjøgnum norðurlendska samstarvið hjá
javnaðarungdómi, har tey bæði vóru virkin – serliga í áttatiárunum
Anna Lind heldur røðu við døgurða á Hotel Hafnia. Við lið hennara sita løgtingsmenninir Jóannes Dalsgaard og Jørgen Thomsen, sáli
Fremst í myndini Jens Stoltenberg, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum og fyrrverandi
forsætisráðharri. Vit síggja í bakið á Annu Lindh
Tey lurta í Løgtinginum. Høgrumegin sæst Anna Lindh, við lið hennara Mikkjal Helmsdal,
núverandi sjónvarpsstjóri, Henrik Sørensen úr Danmark, ein svii og Eyðólv Dimon
svenskum javnaðarungdómi.
Norðurlendsku javnaðarung-
mannafeløgini hava altíð havt
neyvt samstarv. Formelt varð tað
stovnað í felagsskapinum FNSU,
Foreningen Nordisk Socialdemo-
kratisk Ungdom, í 1963. Fyrsti
formaðurin var eisini svii, tann
seinni so kendi Ingvar Carlsson,
sum gjørdist forsætisráðharri í
Svøríki, tá Olof Palme varð
myrdur í 1986.
Í 1965 fekk SU í Føroyum
limaskap í FNSU, og hevur sam-
bandið verið hildið so nøkulunda
regluliga síðani. Eyðsæð er, at
slíkt arbeiði í Føroyum ofta er
tengt at ávísum persónum, og er
týðum meira regluligt. Eitt sera
virkið tíðarskeið hjá SU vóru
áttatiárini.
– Stjórnarfundir vórðu hildnir
einar fýra ferðir um árið, og tað
gekk upp á skift hjá ymsu lond-
unum at skipa fyri, og í juni í
1986 var tað okkara túrur. Tá
hevði FNSU havt eina slaka
periodu, og SSU í Svøríki skuldi
nú taka við leiðsluni. Á hesum
fundum hittust eini 10-12 fólk úr
leiðslunum í ungmannafeløgun-
um í Norðurlondum, har vit
greiddu frá politisku støðuni og
tosaðu um felags mál, greiðir
Eyðólvur frá.
Fyrsti stjórnarfundurin hjá
nýggju stjórnini í 1986 varð
hildin í Føroyum – og var hetta
fyrsti stjórnarfundurin við Annu
Lindh sum forkvinnu. Tá vóru
nøkur ár liðin, síðani seinasti
stjórnarfundurin hevði verið
hildin í Føroyum, men ta ferðina
var Thorbjørn Jagland, sum
seinni gjørdist forsætisráðharri í
Noreg, formaður í FNSU.
– Tað merktist týðuliga, at nú
var heilt annað flog yvir felags-
skapinum. Vit merktu beinanveg-
in visiónirnar hjá Annu Lindh,
og tú merkti eisini, at hon hevði
áhuga fyri tí, sum hon arbeiddi
við, greiðir Kathrina frá.
– Fyri mær var hon ein fyri-
mynd. Hon dugdi so væl bæði at
vera ein persónligur vinur og
samstundis at náa politiskum
úrslitum - og tú merkti so væl, at
lurtað varð eftir henni. Hon
hevði eitt sermerkt demokratiskt
sinnalag, hon spurdi eisini altíð,
hvussu tað nú gekst við hesum
ella hasum, tá vit hittust aftur á
seinni fundum. Ofta undraðust
vit, hvussu væl hon mintist alt
tað, vit høvdu greitt frá, sigur
Kathrina.
Umhvørvið hevði stóran
áhuga hjá Annu Lindh. Hetta
tosaði hon nógv um á FNSU-
stjórnarfundunum, og Kathrina
minnist serliga væl, at hon fekk
knýtt serligt samband millum
umhvørvisgrasrøturnar í Svøríki
og Javnaðarflokkin.
– Hetta gav umhvørvis-
politikkinum hjá svenska Javnað-
arflokkinum nýtt innihald, og tí
var so upplagt, at Ingvar Carls-
son valdi sær hana til um-
hvørvisráðharra.
Eyðólv greiðir frá, at Anna
Lindh var serliga engagerað í
drúgva kjakinum um Oyrasunds-
brunna, sum ofta var frammi á
FNSU-stjórnafurndum í áttati-
árunum.
Anna Lindh var ímóti hesi
stóru verkætlan, sum hon helt fór
at hava negativa ávirkan á um-
hvørvið. Tað sigst eisini, at hon
bar fram hesi sjónarmið í Ríkis-
degnum, og at Ingvar Carlsson
gav henni ein ordans uppsang.
Kathrina minnist eisini, at
Anna Lindh heldur nýtti kollek-
tivu ferðsluna enn at ferðast í
egnum bili.
– Soleiðis var hon bara, sigur
Kathrina.
Eins og umhvørvið, so lógu
mannarættindi eisini sera
frammarlaga hjá Annu Lindh.
Eyðólvur greiðir frá, at hon sum
forkvinna í FNSU og í SSU
eisini var sera virkin á altjóða
støði.
– Eg minnist væl, at hon var í
Suðuramerika og í Latínamerika
í ymsum herferðum. Eitt nú
bygdu svensku og norsku javn-
aðarungmannafeløgini ein skúla í
Nikaragua. Hon var eisini á
barrikadunum í Miðeystri, hon
meinti í rámasta álvara, at einans
friðurin kundi vinna stríðið móti
heimsins fátækradømi.
Fyri 13 árum síðani trekti
Anna Lindh seg aftur sum ung-
dómspolitikari.
– Hon var tá við barn, og hon
hevði møtt manninum, Bo Holm-
gren, sum eisini var í Ríkisdegin-
um.
Anna Lindh kom kortini aftur
í politikk, fyrst sum kommunal-
politikari í Stokkhólmi, men
seinni hevði Ingvar Carlsson boð
eftir henni til umhvørvisráðharra,
hetta var í 1994, og tá fekk hon
høvi at føra í verki tann um-
hvørvispolitikk, sum hon fekk
gongd á sum SSU forkvinna. Í
1998 vóru boð eftir henni til
uttanríkisráðharra.
Eyðólv Dimon og Kathrina L.
Joensen hava sjálvandi fylgt
Annu Lindh væl hesi árini, hon
hevur verið ovast á politisku
tindunum.
– Vit sóu á henni, at hon
treivst væl í hesum leiklutinum,
men hon var kortini kvinna, hon
læt seg ikki taka av fótum av
hesum mikla valdi, sum hon
hevði fingið. Hon var heldur ikki
ein mótadukka, ið bara fylgdi
rákinum – har var einki fjas, hon
var ein kvinna, sum tú sá upp til,
og hon var okkara stóra fyri-
mynd, halda tey bæði.
Tá Olof Palme varð myrdur í
1986 misti Svøríki ein heims-
politikara, ein politikara, sum
heimsins mætastu politikarar
lurtaðu eftir.
– Tað virkaði nú, sum um
Svøríki aftur hevði fingið ein
slíkan politikara við Annu Lindh,
heldur Kathrina.
Øll lovorðini frá heimsins
leiðandi politikarum, sum komu
í kjalarvørrinum á morðinum,
benda eisini á, at so er. Á mynd-
unum, sum vit aftur og aftur
hava sæð av uttanríkisráðharr-
unum í Evropa, har sæst kvinnan
í reyða kjólanum aftur millum
døkku klædningarnar. Hon var
eisini kvinna fyri sítt orð. Eitt nú
hevur onkur greitt frá, at hon
kallaði George W. Bush fyri
»tann einsamalla reiðmannin«,
og hon gav Silvio Berlusconi turt
uppá, tá hann á ein fjákutan hátt
fortaldi tápuligar vittigheitir.
Meðan allir hinir í klædningun-
um bara flentu býtt og lótu sum
um tað var stuttligt, so segði
Anna Lindh bart út við Berlus-
coni, at hon helt hann vera ein
manchuvunistiskan klovn.
Soleiðis var Anna Lindh bara –
og Eyðólv og Kathrina kunnu
bara smílast, tá tey hoyra slíkt, tí
hatta var akkurát hon, siga tey.
Nógvir av ungdómspolitikar-
unum, sum Eyðólv og Kathrina
hava samstarvað við, eru komin
langt í sínum politiska lívi. Tey,
ið skaraðu fram úr í leiðslunum í
ungmannafeløgunum, eru
vanliga at síggja aftur á politiska
leikpallinum. Av teimum, sum
Kathrina og Eyðólvur sam-
starvaðu við, var Anna Lindh ein
tann, ið kom longst, hóast bæði
Thorbjørn Jagland og Jens Stolt-
enberg hava verið forsætis-
ráðharrar í Noreg. Við sínum
dugnaskapi og síni sjarmu megn-
aði Anna Lindh at teljast millum
heimsins mætastu politikarar –
og hon hevði uttan iva megnað at
lyft arvin og stríðst víðari, so
sum hon lovaði, tá hon í mars
1986 helt røðu við kistuna hjá
Olof Palme. Men hon megnaði
eisini so væl hin leiklutin – at
vera trúgv móti leiklutinum sum
mamma, sigur Kathrina.
Dreingirnir hjá henni, sum hava
mist mammuna, hava sjálvsagt
mist mest.
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
7
Fakta um
Annu Lindh
Fødd 19. juni í 1957, deyð
11. september 2003.
Ríkisdagslimur 1982-1985 og
frá 1998
Forkvinna í Sveriges
Socialdemokratiske
Ungdomsorganisation 1984-
1990
Umhvørvisráðharri 1994-
1998
Uttanríkisráðharri frá 1998-
2003
Útbúgvin løgfrøðingur frá
Lærda háskúlanum í Upsala í
1982.
Giftist í 1991 við Bo
Holmgren, (f. 1942) sum
eisini er politikari í svenska
Javnaðarflokkinum. Hann var
m. a. ríkisdagslimur og er nú
landshøvdningi (nakað tað
sama sum amtráðsformaður)
í Södermanlands len. Tey áttu
tvey børn.
Tað var alment kent, at
Anna Lindh var nátúrligi
avloysarin sum forkvinna í
Svenska Javnaðarflokkinum
og sum næsti forsætisráðharri
í Svøríki. Á privatari vitjan í
stórmagasininum, Nordiska
Kompaniet í Stokkhólmi tann
10. september í ár varð hon
stungin so av einum manni
við knívi, at hon doyði dagin
eftir, 11. september 2003.
Kathrina L. Joensen heiðrar Annu Lindh við blómum uttan fyri svensku sendistovuna í
Keypmannahavn dagin eftir morðið hin 11. september
Uttan fyri løgtingið, tá umboðini fyri FNSU vitjaðu her í 1986. Gudmundur L. Joensen, sum
doyði fyrr í ár, Eyðólv Dimon og Henrik Sørensen, formaður í DSU, sum doyði fyri nøkrum
árum síðani
Við døgurðaborðið á Hafnia í juni 1986: Jørgen Thomsen, sáli, Hallstein Sigurðsson, Eydna
Jørgensen, Jens Stoltenberg, Høgni Rasmussen, Tony Strøm og Tórfinn Smith
C
M
Y
K
29
28