leygardagur 18. oktober 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
STUTTSØGA
Eftir Zakariyya Tamer
Týtt hevur Jóhan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Í gamlari tíð var ein lítil býur, ið
var bygdur millum grønar
markir, sum ein á, ið gav ríkiliga
nógv av vatni. Fólkini í býnum
gingu øll við lepum av tjúkkum
pappíri í teirra lummum, har á
var skrivað eitt navn av nøvnum.
Fólkið var blandað rík og
fátæk. Og tey ríku vóru mentað
og dámlig. Tey gingu við hvítum
sløri og í skínandi skógvum. Tey
dugdu at dansa og siga fínar
søgur. Tey bukkaðu kurteisliga
og kystu hendurnar hjá kvinnun-
um. Teirra børn róptu tíðum á
teirra mammur í løttum tónalagi:
"Ma-ma!"
Tey fátæku flentu ófantaliga í
lukkuligum løtum. Tey savnaðu
spýttið, og tey trúðu, at tey sum
gestir kundu at seta búgv. Tey
róptu á mammu teirra við eini
hásari og toygdari rødd:
"Maamma!"
Tey ríku og fátæku virdu tann
deyða sera nógv. Tá eitt gravar-
fylgi kom framvið, steðgaðu tey
á, ímeðan sorgin og óttin lýstu í
teirra eygum. Nøkur av teimum
hjálptu til við at bera ókenda
deyða líkið ein ikki so stuttan
tein. Eina løtu lótu tey teirra
munnar upp fyri at gera nyttu av
fyrsta bitanum av teirra mati. Tey
vóru saman um at siga við lýdni:
"Í navni Guds hins náðifulla og
miskunnsama." Og sama tá ið
máltíðin var at enda komin:
"Lovaður verið Gud, harri yvir
heiminum!"
Tá ein genta í býnum gjørdi
eitthvørt skeivt, varð hennara
høvd høgt av hennara kroppi,
uttan blunkan, við einum knívi
við stórum blaði.
Arbeiðararnir arbeiddu átta
tímar um dagin. Og elskararnir
møttust í loyndum í myrkrinum í
biografhølunum, har umfevndust
hendurnar í litinskapi.
Aftur og aftur góvu læknarnir
góð og væl meint ráð: "Haldið
tykkum frá sigarettunum og
víninum."
Teir gomlu ristu høvur teirra
dapurt og í sorg, meðan teir
mutlaðu: "Forfallið spreiðir seg...
Kvinnan gongur í buksum...
Sonurin virðir ikki faðir sín...
Hetta eru tekini, ið boða frá
endanum á lívinum her á jørð."
Vinirnir práta, tá teir møtast
við dagsins byrjan: "Góðan
morgun!"
Og yvir hesum býnum var,
hóast at hann var lítil, ein sól,
sum reis á einari ávísari stund,
síðan setti hon somuleiðis eina
ávísa stund. Og eisini var ein
nátt, ið var fríðkað við fleiri
stjørnum, sum bergtóku, tá tann
hvíti mánin kom fram.
Ein maður, sum hevði eitt ella
annað navn, búði í hesum bý-
num. Andlit hansara var ein
skøltur, á hvørs beinum hekk
bleik og rak húð. Hann hevði eitt
inniligt ynski um at vera ein
blóma ella ein smáfuglur ella eitt
skýggj, sum elskaði at ferðast.
Og sorgin megnaði ikki at sigra
á honum, hóast hann visti, at
hann ikki kundi verða ein blóma
ella ein smáfuglur og ei heldur
eitt skýggj, sum elskaði at ferð-
ast. Men hann var troyttur av at
liva einsamallur í sínum tóma og
friðarliga bústaði. So hann gjørdi
av í eini gráari løtu av løtum at
keypa eina kvinnu. Kvinnan
kundi kanska vera saman við
honum og við hennara rødd
oyðileggja tann kleprandi rustin,
sum festi seg á hansara dagar.
Maðurin gekk beina leið til træl-
kvinnumarknaðin og valdi eina
kvinnu við tveimum stórum
eygum, í hvørs dýpum hann
kundi gráta eina sorg, ið var
blandað við tí gátuføru sterku
8
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
Arabiskt
Arabiski heimurin hevur eitt felagsskriftmál. So, sjálvt um talaða málið skiftir frá landi til lands,
millum býir, bygdir og oyðimarkirnar, eins og t.d. íslendskt, føroyskt og norskt gera, so er
skriftmálið tað sama. Tó, undantikið Algeria og í minni mun Tunesia og Marokko, har franskt
dominerar. Sostatt kann ein irakiskur høvundur verða lisin á jøvnum føti av libanesarum, egyptum
og jemenittum og umvent.
Arabiska málið hoyrir til ta semitisku málsfamiljuna og er eisini málið í muslimsku skriftini í
Koranini. Í miðeystri práta meiri enn 150 milliónir arabiskt, men nógv fleiri skilja skriftmálið, hetta
eru útbúgvin muslimar.
Vár í øskuni
sjarmuni. Maðurin rindaði fyri
hana og hann segði við seg
sjálvan: "Kanska er tað møguligt
hjá henni at drepa tey grátandi
tindasvínini í mínum blóði."
Maðurin segði ikki eitt orð við
konuna meðan tey gingu túr á
gøtuni. Men, tá tey bæði komu
til húsið, spurdi hann hana:
"Hvussu eitur tú?"
So svaraði kvinnan eftir eina
løtu við eini spakari og mildari
skelvandi rødd: "Eg eiti Nada."
Maðurin var sitandi við síðuna
av kvinnuni, tær slitnu hendurnar
lógu á hansara knøum, tær ristust
- vilt blóð brúsaði í æðrunum á
teimum. Í hesi løtu ynskti hann
sær kvinnuna nakna á eini sand-
strond, meðan hon møtti bláa
havinum, í tí at tess heita og
saltaða vatn kýndi hennara bróst.
Hann segði í einum ørkymlaðum
tóna: "Úr hvørjum landi stavar
tú?"
"Eg havi einki land."
Hann stardi eina løtu at henni,
síðan segði hann: "Tú er vøkur."
Hennara muður var merkiliga
dýriskur, lítil og skarlaksreyður.
Fyri hansara eygum var muðurin
tað einasta á gøtuni. Hann knýtti
sínar fingrar saman. Ein harður
skjálvti fór ígjøgnum hana, með-
an hann róliga segði: "Títt navn
er eisini vakurt."
Hon segði, meðan hon smíltist
undarliga: "Mítt navn er veruliga
Shahrasad". So rópti maðurin, í
tí hon tók hann á bóli: "Er tú
Shahrasad?"
Kvinnan segði: "Eg eri
Shahrasad... Deyðin hevur ikki
heystað meg... Shahariár doyði."
Maðurin segði: "Shahariár
doyði ikki... Hann er enn
livandi."
Kvinnan segði: "Áh, mín
harri."
"Mítt kongaríki fall. Áh
Shahrasad!"
"Vit vórðu atskild frá hvørjum
øðrum!"
"Vit viltust yvir alla ta stóru
jørð."
"Eg leitaði eftir tær allastaðni."
"Svongdin noyddi meg at
gráta."
"Eg bleiv fongslað í einum
rúmi, við læstum hurðum."
"Eg bleiv biddari."
"Eg gekk á gøtunum, eg var
ballað inn í einum svørtum
teppi."
"Eg gravaði í jørðini við
neglunum."
"Eg livdi sum einsamøll
kvinna í býum, har bara menn
búðu."
"Tað bleiv spýtt í mítt andlit."
"Menn, ið áttu gull, keyptu
meg."
"Eg eri ein neyðars maður. Hví
fór tú frá mær? Áh Gud!"
"Áh, sum vit eru blivin
revsað!"
"Áh, sum vit eru blivin
revsaði!"
Tey umfevndust fast og grótu
leingi. Maðurin teskaði við eini
skelvandi rødd: "Eg elski teg...
Eg elski teg!"
Hon hugdi at honum við
eygum, ið vóru vát av tárum og
har úr hon skríggjaði. Girndin
spreiddi klórnar í kjøtið, hann
slapp ikki undan henni. Hann
legði seg hjá hennara kroppi við
einum suffi. Skjótt var muður
hansara á hennara munni. Men
so komu skríggj av gøtuni til
hansara oyru: "Fíggindarnir
leypa á... Drepið!.. Drepið!..
Avstað í krígg!".
Trummubankanin gjørdist
harðari og harðari við eini
ræðandi og vreiðari rútmu. Mað-
urin kláraði ikki at láta sum um
hann ikki hoyrdi hana. So hann
fór frá hennara kroppi við einari
álvarsligari rørslu, kvinnan
skríggjaði biðjandi: "Far ikki frá
mær!.. Far ikki í bardaga!.. Ver
við mína lið!"
Maðurin segði: "Tig við tær!..
Smogurnar í býnum... Móðir mín
kallar meg."
Hann tók sítt svørð, sum hekk
á vegginum og kom í gøturnar,
har menninir bardust í kvøldar-
myrkinum.
Hann skundaði sær til miðjuna
á stríðnum. Við svørði sínum
høgdi hann í eina og hvørja
bringu, ið kom fyri hann. Hann
gleddi seg, hvørja ferð tað langa
stálblaðið, við eini ræðuligari
illsintari rørslu, gleið niður í
bleyta kjøtið.
Tá stríðið var av, stóð maðurin
stillur. Kroppurin var vátur av
sveitta og blóði. Ein ógvusligur
ófriður rakti hann, tá hann bleiv
greiðir yvir, at hann var tann
einasti maðurin eftir á lívi. Við-
víkjandi hinum monnunum, so
lógu kroppar teirra spreiddir á
asfaltsvegnum í bunkum av
sundurskræddum kjøti. Hann fall
niður á blóðigu jørðina og græt
sáran, meðan hevði eldurin oytt
húsini og tey falnu í býnum.
Maðurin steðgaði við at gráta
eina løtu, eldurin nærkaðist.
Hann skundaði sær og rýmdi út
úr býnum, til tær fjarlagdu mark-
irnar. Haðani hómaði hann býin,
sum hevði broytt seg til ein stór-
an bunka av brennandi reyðum
eldi í hjartanum á svørtu náttini.
Hann fall niður á grønu jørðina
og gav seg yvir í ein djúpan
dreym. Hann hevði ikki vaknað,
um ikki sólin hjá tí nýggja
degnum reis.
Friðurin var yvir øllum støðum
og býurin var ein stórur svartur
klumpur, har roykurin stóð upp
frá. Maðurin hoyrdi eina spaku-
liga grátandi rødd. Hansara eygu
litu rundanum seg, royndu at
finna okkurt, til tey fullu á eina
unga gentu, sum var dottin á
grøna lendið. Hann gekk yvir til
hana og spurdi hana: "Hví grætir
tú?"
"Býurin er brendur. Øll eru
deyð."
"Íðan so er eingin eftir."
Gentan svaraði ikki og fór
aftur at gráta. So spurdi hann
hana aftur: "Hví grætur tú?"
Hon segði, í tí hon goymdi
andlitið í lógvunum: "Eg eri
svang."
Hann fór frá henni, fyri at leita
eftir onkrum mati. Hann frøddist,
tá hann fann eitt súreplatræ við
tungum greinum, ið høvdu búnar
fruktir. Hann skar nakrar niður
og bar tær til gentuna. Hann
stardi eftir henni, meðan hon
dúgliga át súreplini.
Longsulin eftir at verða ein
blóma ella ein smáfuglur ella eitt
skýggj, ið dámdi at ferðast,
vendi aftur.
Hann segði við seg sjálvan
spyrjandi: "Er hennara navn
Shahrasad?"
Hann turkaði andlitið á gentuni
við einum stykki av hennara
klæðum. Hon stardi at mannin-
um við djúpum takksemi.
Hennara andlit var blítt. Og
hann mintist hansara fyri langari
tíð síðan farnu barndómsdagar.
Hann segði við sorg: "Íðan, so
eru tað bara vit eftir á lívi"
Gentan bleiv við at vera tig-
andi, uttan so mikið sum at
hennara varrar lótu seg eitt lítið
sindur upp. Maðurin sá eina
reyða rósu, hann hentaði hana og
smæðin gav hana henni, sum
síðan tók ímóti við einum smæd-
num smíli. Hon vakti gleðina og
fekk aftur og aftur æðrarnar í
honum at syngja hansara
vakrastu sangir.
Maðurin hjálpti gentuni upp,
síðan gingu tey spakuliga ímóti
deyða svarta býnum.
Brádliga hoyrdu tey ein smá-
fugl syngja. Tey steðgaðu, teirra
eygu møttust í longum eygna-
køstum. Tað var fyri manninum,
sum um hann hoyrdi fjarløgd róp
blandað við barnagráti.
Tey bæði gingu víðari og hildu
hendurnar saman í kærleika og
alski.
Fyri henni var sólin ung og
lýsandi.
Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003
9
Ein arabiskur høvundur:
Zakariyya Tamer
Føddur í 1929 ella 1931 í Damaskus. Fór úr skúlanum, tá hann
var 13 ár og arbeiddi sum smiðjur til 1960. Frá 1960 til 1981
var Tamer í starvi hjá mentanar- og samskiftismálaráðnum í
Damaskus sum stjóri á sýrisku sjónvarps- og dramadeildini.
Samstundis var hann næstformaður í Arabiska Rithøvunda-
felagnum í Damaskus og ritstjóri á ymiskum tíðarritum í
stjórnarregi og uttanfyri. Í 1981 flutti hann til London, har
hann helt fram sum høvundur fyri tíðindabløð. Seinasta verkið
hjá honum kallast Súrar Drúur og kom út í 2000 í Beirut.
Men eftir arbeiðstíð gekk hann í kvøldskúla í bókmentalestri
og byrjaði at skriva stuttsøgur og barnabøkur. Við lítlari og
ongari formellari útbúgving etableraði hann seg við
stuttsøgusøvnum sínum sum ein av best kendu eksponentunum
av stuttsøgu-sjangruni í arabiska bókmentaheiminum og
serliga í sýriskum bókmentahøpi. Hann er munavíst ókendur í
Evropa, sjálvt um nakrar av hansara stuttsøgum eru týddar til
spanskt, italskt, týskt og enskt.
Sum sjálvlærdur høvundur skrivar hann í einum eyðkendum
og litføgrum stíli og hansara søgur eru ofta allegoriskar við
politiskum yvirtónum. Hansara barnabøkur njóta eisini stóra
viðgongd.
Tá ein lesir stuttsøgurnar hjá Tamer eru tvey fyribrigdi sum
skara framúr. Fyrst er hansara málbrúk, ið skiftir frá sera
myndatyngdum máli til heilt orðaknappar vendingar. Tað
seinna er eitt afturvendandi tema: Kúgan. Tað harðrenda, sum
t.d. morð, er eitt afturvendandi fyribrigdi í hansara søgum -
ofta stendur lesarin spyrjandi yvirfyri meiningsloysinum, ið
setir dám á søgugongdina.
Í The Modern Arabic Short Story frá 1997 lýsir bókmenta-
frøðingurin Sabry Hafez verkini hjá Tamer sum: "...lýriskar
royndir í tí narrativu sjangruni, við tí endamáli at samskifta ta
isolering og innatventheit sum Tamirsa ættarlið føldi."
Vár í øskuni er úr savninum við sama navni frá 1963. Tað er
í 1950’unum, at realisman slær ígjøgnum í arabiska bókmenta-
heiminum og sum fleiri og fleiri lond gjørdust sjálvstýrandi, so
vuksu framtíðarvónirnar um eitt vælvirkandi samfelag. Idealið
fyri høvundarnar úr hesum ættarliðnum var samfelagsligur
eldhugi. Men sum frá leið, og úrslitini ikki livdu upp til vón-
irnar um eitt betri samfelag, og samstundis við stóru kúgingina
av vinstravendu politisku mótstandarunum, var samfelagið ein
mótsetningsfylt tilvera at liva í. Hetta er sjónligt í fleiri av
stuttsøgum Tamers.
C
M
Y
K
31
30