Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 18. oktober 2003 33 10 Sosialurin Nr. 198 - 18. oktober 2003 Tann næsti tankin, sum kom til mín 11. september 2001 eftir at Kim segði mær um álopið á World Trade Center og Pentagon, var optimistisk- ur. (Tann fyrsti var, at nógv fólk vóru deyð.) Hetta var áðrenn eg hevði sæð myndir- nar í sjónvarpinum. Áðrenn eg hevði hoyrt nakrar reak- sjónir uppá álopini. Eg hugs- aði, at nú fóru amerikanar- arnir kanska at loysa trupul- leikan Miðeystur einaferð med alla. Tað er nú beint yvir eitt ár síð- ani, at Bush forseti fekk heim- ild frá Kongressini at brúka hermegi at avvápna Saddam Hussein. Hópoyðingarvápn vórðu brúkt sum umbering, hóast øll prógv bendu á, at eingi slík vápn vóru í Irak. (Hetta skrivaði eg um fyri ein- um ári síðani.) Eg skilji ikki, at fólk, sum ikki kravdu at síggja prógv fyri hópoyðingar- vápnum undan krígnum, nú eru ill, tí tey vórðu villleidd. Sjálvandi var tað ein onnur ætlan við at fella Saddam Hussein: Irak var rætta staðið at byrja, skuldi man tvinga fólkaræði til Miðeysturs. Man visti tá heldur ikki rættiliga, hvat annað man skuldi gera í bardaganum ímóti yvirgangi, so at leypa á Irak var hóskandi uppgáva. Mong ávaraðu um, at vit vita so lítið um Miðeystur og søgdu, at tað var vónleyst at fáa fólkaræði í einum landi í Miðeystri, tí tað er ikki møgu- ligt í teirra mentan. Hesum loyvi eg mær at ivast í, í hvussu er tann partin, ið er at atkvøða, duga fólk í Miðeystri: Sangkappingin "Idols", sum føroyska Ása var við í Dan- mark til hon var blakað úr, hevur eisini verið í Miðeystri, har kappingin varð nevnd "Superstar" og fevndi um fleiri lond. Í finaluni, sum var um miðjan august, vóru tvey ung talent úr Jordan og Sýria, og gentan úr Jordan vann við 52% av atkvøðunum hjá hyggjarunum ímóti 48% til tann frá Sýria. Hálv fimta miljón fólk úr øllum Miðeystri atkvøddu gjøgnum Internet. (AP-Beirut og New York Times). Tað áhugaverda og nýggja er ikki, at tey hava sangkappingar, men at fólkið slapp at velja vinnaran, og tí var sigurin eisini so tepur! Gallup International spurdi um mánaðarskiftið apríl-mai 25.000 fólk í meira enn 30 londum um teirra støðu til kríggið í Irak. Hetta var tá undirtøkan fyri krígnum var størst í USA, tað var jú 1. mai Bush fráboðaði at kríggið var av. Tað var rættiliga áhugavert, at mest positivu metingar um avleiðingarnar av krígnum komu úr Kosovo, har undir- tøkan fyri krígnum var størri enn í USA. (Gallup Internatio- nal /Berlingske Tidende, mai 2003) Í Kosovo hava tey fyri ikki langari tíð síðani kent ágóðan av altjóða uppílegging og amerikanskari hermegi. Teirra hugsan í dag boðar kanska frá góðum um vánirnar fyri at vinna í Irak sum frálíður. Størsti vandin fyri heimsfriðin og –stabilitetin er ikki hópoyð- ingarvápn, men ungir arabarar, sum eru illir um støðuna, sum er úrslit av religiøsara kúgan, geva Vesturheiminum skyld- ina, og gerast amboð hjá ekstremistunum. Tí má stríðið í Irak vinnast. Hetta vita ekstremistisku átrúnaðarligu leiðararnir, sum kunnu missa valdið. Bardagin millum fólkaræði og religiøsa kúgan stendur tí nú í Irak. Og harða og varandi mótstøðan í Irak er ikki tekin um at ameri- kanarar eru við at tapa, men tekin um, at muslimskir átrún- aðarligir leiðarar óttast at missa sítt vald. Muslimsku londini hava júst samtykt ikki at stuðla ameri- kansku hersetingini, og í staðin at heita á amerikanarar um at fara úr Irak. Hesar stjórnir fara harvið í part við átrúnaðar- ligari kúgan, men teirra grund- arlag er partvís sama kúgan. Hesar stjórnir hava eisini stuðlað Saddam Hussein og hava tí svikið irakiska fólkið. Yndissamanberingin hjá mongum, sum stuðla krígnum í Irak, eru Týskland og Japan í 1945. Tá eydnaðist væl at endurbyggja londini sum fólkaræðislig samfeløg. Men ein munur er á støðuni í Irak nú og støðuni í Týsklandi og Japan í 1945: Mótstøðan móti amerikanarum í Irak fær aktivan stuðul úr fleiri londum. Verður einki gjørt við hetta, minnir Irak meira um Afghan- istan hjá russum í 80-unum og Vietnam hjá amerikanarum í 60- og 70-unum. Hvat fer Irak at enda við? TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@oek.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Havgrímur Johannesen, stjóri á Platform Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Ja, ein guitar hevur alla mína tíð staðið í stovuni, og hann royndi eg meg ofta at spæla á. Nú havi eg arvað hann, og tað eri eg sera fegin um. Spælir tú nakað ljóðføri? - Annars havi eg "roynt" at spæla kornett, bariton, tuba, guitar, og eg havi eisini átt eitt trummusett (hvat ger man ikki, tá ein er ungur). Syngur tú undir brúsuni? - Ja, tað er hent meir enn einaferð. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? - Ja!! Hvør hevur ikki tað. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? - ALT. Eg havi livað av honum í fleiri ár. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? - Havi verið DJ síðani eg var 17 ár og havi arvað eina stóra plátusamling, so har er nokk til. Hvat er tín yndisfløga? - George Michael - Songs From The Last Century. Hon er super. Tað eru sooo nógvar, ja, einaferð var tað enn tá Den Gale Pose - Sådan er reglerne... Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? - Alt fyri pengar... hehe Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? - Allir sangir hava okkurt at siga fyri onkran, um ikki annað, so fyri tann, ið hevur skrivað hann. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? - Tað er meir enn ein, men eg tími ikki at sára nakran, tí eg haldi, at onkur føroysk er ímillum tær. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? - Desperado. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? - Frank Sinatra, Dean Martin og George Michael. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? - Helst ongan. Havi hoyrt nokk fríggjakvøld og leygarkvøld. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? - Ofta tann, sum er at hoyra í ÚF sunnudag, minnir meg á timburmenn og annað. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? - Havi eg fingið nokk niður um, eru tað sera nógvir, ið kunna tað. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? - Dire Straits - Walk Of Life. Jólagávan, eg fekk frá gubba mínum. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? - Eri bert á tí eini, haldi hon eitur »Her eru vit eisini«. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? - Veit ikki. Vónandi verði eg ikki við til at avgera tað. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? - Tað eru sera nógvar, rokni næstan við at tað er onkur føroysk. Tá eg eri til "live" framførslur, livi eg meg so nógv inn í tær, at tað er fantastiskt. Men tann, sum liggur fremst í huganum, er við DJ Aligator á Kambsdali 2001. At standa aftast og síggja 1000 fólk flippa út - tá er man nøgdur og heldur at arbeiðið er væl gjørt. Men tað er ikki tann besta tónlistarliga. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? - Tað er ringt at seta navn á. UTTAN ÚR HEIMI Alingin má longri út Norsku umhvørvisfelagsskapirnir krevja nú, at alistøð- irnar verða fluttar longri út á firðirnar og burtur frá áunum. Kravið kemur, eftir at granskarar á lærda háskúlanum í Bergen hava funnið ta herviligu sjúnuna ILA hjá vill- um sílum í norskum áum. Granskararnir siga, at sílini eru smittukelda, og tá alilaksur, sum stendur tættur í ringunum, fær virusið, broytast arvaeginleikarnir við tí úrsliti, at virusið elvir til sjúku og smittar uppaftur verri. Umhvørvisfelagsskapirnir eru ímóti at vaksinera laks ímóti ILA, soleiðis sum eitt nú norskir og føroysk- ir alarar hava mælt til. Felagsskapirnir siga, at vit vita ov lítið um, hvørji hjááring vaksineringin kann hava við sær. Ístaðin mæla teir til at flyta alistøðirnar longri út á firðirnar og burtur frá áunum. Stevna Cessna 70 avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í flogvanlukkuni í Linate-floghavnini í Milano fyri tveimum árum síð- ani, hava nú stevnt amerikonsku flogverksmiðjuni Cessna eftir endurgjaldi. Vanlukka, sum kravdi 118 mannalív, hendi, tá eitt flogfar hjá SAS og eitt týskt Cessna-flogfar stoyttu saman á flogbreytini. Í stevningini stendur, at flogskip- ararnir hjá Cessna, sum vóru í ferð við at vísa einum áhugaðum keypara flogfarið, høvdu ikki fingið ta neyðugu venjingina at flúgva í so vánaligum sýni sum vanlukkudagin. Tey vísa eisini á, at flogskipararnir á Cessna-flogfarinum gjørdu ikki eftir boðunum frá eftirlitstorninum um at nýta eina aðra breyt. Italsku myndugleikarnir hava avdúkað, at radara- skipanin í Linate-floghacnini stóð ikki frá, tá van- lukkan hendi, tí ein nýggj skipan skuldi takast í nýtslu. Sambært italsku myndugleikunum fekk flogskiparin á Cessna-flogfarinum boð um at skifta breyt, men hann varð ikki biðin um at vátta, at hann hevði fingið boðini. Tí er ikki greitt, hvat saksøkjararnir kunnu fáa burtur úr endurgjaldskravinum ímóti Cessna-verksmiðjuni. Nógv fleiri neyðtøkur Talið á neyðtøkum í Troms í Noregi veksur eftir øllum at døma skjótt. Higartil í ár hava 28 kvinnur í økinum boðað frá, at tær hava verið neyðtiknar. Um somu tíð í fjør var talið trettan. Løgreglan í Tromsø dugir ikki at siga, um hetta merkir, at fleiri kvinnur verða neyðtiknar nú enn fyrr, ella um vøksturin kemst av, at kvinnurnar eru skjótari at boða frá neyðtøku. Løgreglan mælir neyðtiknum kvinnum til at gera vart við seg, men hon viðgongur samstundis, at tað kann vera trupult at prógva eina neyðtøku, og at nógvar kærur tí enda í skuffuni á løg- reglustøðini. Læknarnir í Tromsø siga, at teir duga væl at skilja, at kvinnur aftra seg við at boða frá neyðtøku, tí tann neyðuga læknakanningin, sum skal staðfesta møgulig, prógv, er í flestu førum so umfatandi, at kvinnur kanska bera seg undan. Men uttan tílík prógv er næstan ógjørligt at fella neyðtøkumannin, siga læknarnir, og teir mæla tí kvinnunum til at gera vart við seg kortini. Tónleikari særdur Bruce Kulick, sum var guitarleikari í bólkinum Kiss, varð særdur av skotum uttan fyri ein náttklubba í West Hollywodd hósnáttina. Tann 49 ára gamli tónleikarin stóð uttan fyri nátt- klubban, tá ein maður við skammbyrsu brádliga gjørd- ist frá sær sjálvum. Maðurin lat fleiri skot av ímóti fleiri fólkum, sum stóðu og bíðaðu eftir at sleppa inn. Bruce Kulick varð raktur í annan fótin, og ein kúla streyk fram við høvdinum. Hann varð fluttur á sjúkra- hús, men slapp heimaftur í gjár. Bruce Kulick spældi við Kiss frá 1984 til 1995, tá hann fór burtur úr bólkinum. Seinni gav hann eina plátu út við gomlum løgum frá sjeytiárunum. Eru umstøðurnar í lagi, ætlar Shell í Danmark at gera eina sokallaða vindmyllu- lund á sjónum. ORKA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Shell, sum vanliga fæst við olju og gass, ætlar sær nú eisini at royna seg á vind- mylluøkinum. Stjórin í Shell í Danmark, Lars E. Clausen, sigur við Jyllandspostin, at felagið ætlar at liggja framvið at fáa loyvi at byggja eina sokallaða vindmyllulund á sjónum. Fyrimyndin er tann stóra vindmyllulundin úti fyri Esbjerg. Har eru 80 stórar vindmyllur. Donsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja eina vindmyllulund aftur at teirri í Norðsjónum. Hon verður kanska eisini uttan fyri Esbjerg, men onnur støð hava eisini verið nevnd. Oljufelag fer at fáa sær vindmyllur Amerikanarar bera ótta fyri, at tann ætlaða ES-verjan fer at gera enda á NATO. VERJUPOLITIKKUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Ósemjan millum Evropa og USA um kríggið í Irak hevur nú fingið ein annan vígvøll. Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at ætl- anin hjá ES-londunum at skipa sína egnu verju fer at taka grundarlagið undan verjusamgonguni NATO, og at USA verður sett út á síðulinjuna. Mikudagin var fundur í ovasta NATO-ráðnum, og har nýtti USA høvi at gera vart við sína misnøgd. Men franski sendiharrin svaraði bart út, at málið um ES- verjuna er eitt evropeiskt mál. Amerikanska stjórnin verður kunnað um úrslitið, legði hann afturat. Fyri amerikonsku stjórn- ina er tað avgerandi, hvat Bretland ger. Í Irak-krígn- um var Tony Blair hollasti stuðulin hjá amerikonsku stjórnini, men nógv bendir á, at bretski forsætisráð- harrin er í ferð við at hálsa um, skrivar Aftenposten. Fyri trimum vikum síðani hittust Blair, Gerhard Schrøder og Jacques Chirac í Berlin, og amerikanarar- nir hava illgruna um, at tað eydnaðist hinum báðum at ávirka Blair, sjálvt um tals- menn hjá stjórnini í Lond- on hava víst hesum aftur. Tað, sum fekk bikarið í Washington at flóta yvir, var ein fráboðan frá Frak- landi, Týsklandi, Belgia og Luksenburg fyrr í ár um, at ES fer at byggja sína egnu hernaðarligu miðstøð, sum einki skal hava við NATO- høvuðsstøðina í Belgia at gera. Sambært Aftenposten eru Frakland og Týskland sinnað at sleppa hesari ætl- anini og eru farin at tingast við Bretland um eina aðra loysn. Sambært keldum í Bruxelles skal Blair nú velja evropeiskt samstarv ella samstarv um Atlanst- havið, og sambært politisk- um eygleiðarum hellir hann meiri til tað evropeiska. USA stúrir fyri ætlaðu ES-verjuni So hittust teir Undan guvernørvalinum í Kalifornia ráddu ráðgevar- arnir hjá George W. Bush hon Arnold Schwarzenegger, tí tað kundi koma forsetan- um aftur um brekku á for- setavalinum næsta ár. Men nú er vent í holuni. Tá teir hittust fyrradagin, segði Bush, at hann hevði havt ein góðan fund við guvernørin C M Y K 33 32