leygardagur 18. oktober 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 198 - 18. oktober 2003
Nr. 198 - 18. oktober 2003
35
Í kurlandinum
sunnanvert í Pólandi
eru undurgerandi
keldur, sum sambært
teimum lokalu hjálpa
móti øllum. Hevur tó
høvuðpínu, mús á
knænum ella eksem,
er bara at drekka nóg
mikið úr tí ella tí
brunninum, so fer at
hjálpa, siga tey
FERÐAFRÁSØGN
2. partur
Orð og myndir
Edvard Joensen
Polanica Zdrój:
Kurhotellini eru mong í
Suðurpólandi. Kend og
minni kend fólk hava
gjøgnum tíðina vitjað. Ein
av teimum meira kendu er
tónasmiðurin
Fryderyk
Chopin, sum bæði hevur
fingið hotel og tónleika-
festival uppkallað eftir sær
á einum av støðunum, vit
fara at vitja. Og felags fyri
alla viðgerð á hesum støð-
unum er, at mineralvatn
klárar flest allar skavankir.
Vit taka okkum út úr
stórbýnum Wroclaw og
koma út á landavegin.
Eingin autostrada er tað, vit
koyra eftir, uttan ein tví-
sporaður veggur, sum vit
kenna hiðani heiman. Buss-
førarin koyrir skjótt. Tykist
ikki leggja nakað í, at hinu-
megin heyggin, sum fyri
framman er, kann ein bilur
koma sendandi. Hann yvir-
hálar sum brent, hvørja ferð
ein bilur er frammanfyri,
sum ikki koyrir oman fyri
100 kmt.
Landslagið er tað sama.
Stórir akrar í annað borðið
og fjall og skógur hinumeg-
in. Soleiðis koyra vit nakað
nógvar kilometrar. Møta
ikki so øgiliga nógvum bil-
um, men leggja emrki til, at
teir, vit møta, eru nýggir,
vesturlendskir bilar.
Vatnskaði
Lendið er lágt, og stórur
vatnskaði hevur fleiri ferðir
verið í økinum, greiðir
ferðaleiðarin frá. Fyri eyst-
an rennur Oder áin, og í
hana fara aðrar smærri áir,
sum, tá illa vil til, kunnu
gerast í so stórar. Tað fekk
millum
annað
býurin
Klodzko, sum liggur her
fyri
framman
í
stóra
Klodzkodalinum, at sanna í
1997.
Vit steðga á í Klodzko.
Hann liggur her í dalinum,
sum umgyrdur er av Kekkia
á trimum síðum. Fyri vest-
an eru Sudetarfjøllini, og
tað fær beinanveg ein at
hugsa
um
hugtakið
sudetartýskarar, sum eru
stóru partur av søguni hjá
hesum landinum.
Býurin er rættiliga gam-
al, frætta vit. Frá tíðliga í
miðøld vita fólk um, at
hann hevur verið til, og víst
verður til eina brúgv í býn-
um, sum verður søgd at
vera í minsta lagi 700 ára
gomul.
Eina aðrastaðni í dalinum
hitta vit eina basilika, sum
er heldur yngri, men kortini
rættiliga gomul. Stórt og
vakur bygningsverk, sum
hevur sína søgu.
Sagt verður um polskan
aðalsmann, sum helst ikki
var av Guðs bestu børnum,
meðan hann var í vælmakt-
ini, at hann fekk samvitsku-
bit á eldri árum, so hann lat
alt, sum hann átti, til at
byggja eitt klostur fyri.
Bygningurin stendur enn í
dag og er væl hildin og
áhugaverdur at vitja.
Kundi ikki lata vera við
at hugsa um Sandavágs
Kirkju, meðan eg gekk
gjøgnum longu gongirnar
og hugdi at teimum 14
málningum, ið myndaðu
pínslusøguna. Eins og í
Sandavágs Kirkju endaði
myndarøðin við niðurtøku
av krossinum og gravlegg-
ing. Tað undraði meg og
ger tað enn, at teir hava valt
uppreisnina frá.
Men tað, sum einamest
verður víst til í Klodzko í
dag, eru merkini eftir vatn-
flóðini í 1997. Tey hava
ikki vaskað bygningarnar
aftur uttan, so skilliga sæst,
hvussu ovalaga vatnið hev-
ur verið. Langt upp um bil-
arnar rakk tað.
Aftur í slíkum førum fer
ein at hugsa um, hvussu
heppið tað er at búgva í
Føroyum. Her rennur vatn
hóast alt undan brekkuni og
fer vanliga til havs.
Í Klodzko verður beinan-
veg farið at hyggja eftir
einumhvørjum handli, har
tað mest neyðuga til per-
sónligu røktina fæst, nú alt
viðførið liggur eftir í Kast-
rup.
Jú, tað er skjótt, at raki-
útgerð, tannbust og pasta,
shampoo og upp í lógvan
av undirbuksum og okkurt
annað smávegis er fingið til
vega. Og prísurin er sum
hýsuprísurin heima í Før-
oyum. Í botni. Verði væl út-
gjørdur fyri knappar 100,-
krónur. Ikki stórt meira,
enn ein dunkur av rakibals-
am kostar í Føroyum. Tað
er um tað lagi, at ein harm-
ast um ikki at hava betri
møguleika at keypa inn
undir seg at taka heim við.
So er tað ein skjúrta, ið
manglar. Jú, hon fæst fyri
góðar 60,- krónur. Við
slipsi. Sig so tað. Og
góðskan man vera tann
sama sum her heima, tí tær
kendu jysku skjúrturnar,
sum fyrr vórðu seymaðar í
Herning, koma nú úr Pól-
andi, so har skuldi ikki ver-
ið nakar munur.
Friðaligt øki
At enda eru vit so í
Polanica Zdrój, sum vit
hava frætt um á leiðini úr
Kastrup og allan vegin suð-
ur úr Wroclaw.
Ein lítil býur - ella bygd
kunnu vit siga- við eina
lítla á, sum lítið vatn er í.
Lítið fólk er at síggja, og
lítið lív av tí sama í mongu
handlunun, sum liggja fram
við høvuðsgøtuni oman við
ánni.
Vit eru komin til eitt kur-
stað, her fólk eru komin til
at slappa av og fáa viðgerð
Vatnið bøtir alt
Reiðiliga upp á hálvar
veggirnar var vatnstøðan
undir stóru vatnflóðini í
Klodzko í 1997. Enn eru
veggirnir ikki vaksaðir uttan,
so ferðafólkini kunnu síggja,
hvussu støðan var
fyri ymiskt, teimum bilar.
Og tá einar tríggjar við-
gerðir hava verið um dagin,
er helst ikki so nógvur
hugur til at fara í býin til
nakað buldraligt náttarlív
aftaná. Eisini er tað at siga,
at her er nógv eldri fók,
sum ivaleyst man hava
runnið hornini av sær.
Men her er vakurt. Reint
og vælhildið. Flottar parkir
og fín hotel. Alt tykist at
vaksa ógvuliga væl, og ein
tann fyrsti tankin er, at iva-
leyst hevði tað verið ein
stuttleiki at fingið onkran
stikling av onkrum av hes-
um fínu trøðunum heim við
at roynt í garðinum har
heima. Hví ikki eina polska
kastanju. Tað hevði so verið
ein roynd vert.
Kurstað er, og hotellið er
eisini skilliga ávrkað av tí.
Her ganga fólk í sandalum
við handkløðum um akslar-
anar og mala eftir gongun-
um. Til og frá ymsu við-
gerðunum. Tað verið seg
vøddamýking,
onkrari
stráling ella einum runu-
baði.
Men eg má viðganga, at
tey síggja einki petti glað
út, hesi fólkini. Sum um
allir heimsins trupulleikar
hanga á teimum. Skjótt er
at sanna, at skalt tú verða
her í einar tríggjar vikur, er
neyðugt at hava nógvan
áhugaverdan lesnað við.
Men so leingi steðga vit
kortini ikki.
Ymsar viðgerðir
Ferðaleiðarin sigur mær, at
fleiri og fleiri føroyingar
seinnu tíðina hava leitað
sær heilsubót á hesum
polsku kurstøðunum. Tað
man vera prísurin, sum ger
tað, heldur hann. Tí tað er
bíligt. Einar 8.000,- krónur
fyri tvær vikur heldur hann
ikki vera nógv at tosa um.
Tá er ferðin úr Kastrup
íroknað.
Læknarnir á staðnum
vilja halda, at einar tríggjar
vikur munnu vera tað opti-
mala, um ein skal merkja
nakran mun av teimum við-
gerðum, sum givnar verða.
So langa tíð hava vit ikki,
men onkran túr á massagu-
bonkinum verður tað til
kortini. Og ikki at gloyma
runubaðið.
Spyrji vertin, hvussu tað
er við hesi rununi, og hvat
er, sum ger hana so serliga
egnaða til at viðgera fólk
fyri trupulleikar við blóð-
renslinum og hvat nú kann
hugsast.
Jú, hon er tikin úr einum
serligum øki við Kraków,
sum er serliga mineralríkt,
og skal tískil vera sera góð
fyri ymsar sjúkur.
Eg hugsi mítt. Havi lært í
landalærutímanum í skúl-
anum einaferð langt síðan,
at júst hatta økið er ídnað-
arøki, sum ikki altíð varð
hildið at vera tað reinasta.
Og lítið varð mangan lagt í,
hvat fór upp gjøgnum
skortsteinin. Og ikki er tað
langt frá Ukreinska markin-
um heldur, so ivaleyst er
onkur
Tjernobyldropin
dottin niður har eisini.
Ná, men eg liggi so í hes-
um runudíkinum í eitt kor-
ter, og einasta ávirkan eg
kenni er, at eg má undir
brúsuna, tá eg komi upp-
aftur. Men nú var hetta bara
einaferð.
Øðrvísi var við henni
sjálvari Lydiu - tað itu
nógvar teirra, sum arbeiddu
har, sást á bringuskeltinum,
tær gingu við - sum knúlv-
aði ryggjastykkini, so tað
grenjaði í lykkjunum. Men
tað var nakað, sum gjørdi
mun longu eftir fyrstu - og í
mínum føri einastu - við-
gerðini.
Nógv verður gjørt burtur úr at halda reint og vakurt. Men tann ævigi verksmiðjuskortsteinurin
stendur sum eitt lítið allastaðni
Myndarøðin frá pínslusøguni endar við gravlegging. Ein syndarligur máti at kvetta eina søgu við
so góðum enda av uppá. Aftur er tað sum hjá Viljormi, at…… tit hava tikið tað ringasta, tað
besta er eftir enn
Gamli polski konufólkarevurin, ið fekk samvitskubit á eldri árum, lat allar sínar ognir til
klosturbygging, sum í dag er hesin prýðiligi bygningurin, og fór sær - eins og Viljormur Kornus
gamli - í klostur inn at bøta sínar syndir
C
M
Y
K
35
34