Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 198 - 18. oktober 2003 Nr. 198 - 18. oktober 2003 37 Samrøða við Eyðun Johannessen um Erasmus Montanus Tekstur: Kim Simonsen Myndir: Alan Brockie Í dag fara Gríma at fram- føra stóra leikin hjá høv- undanum Ludvig Holberg. Leikurin er sera skemti- ligur, men mitt í skemtinum er eisini stórur álvari. Erasmus er nýútbúgvin akademikari, sum vendir heim til bygdina, har hann trívist illani og bygdafólki somuleiðis við honum, tí hann er bæði ein eldsál og ein nakað arrogantur per- sónur í teirra eygum. Hey Eyðun, hví spæla tit leikin"Erasmus Montanus" í hesum døgum? (Eg hevði ringt til Eyðun Johannessen, men dugdi at eg líka so væl kundi spurt, hví ikki spæla henda leik í dag. Men ov seint, ná men fyrsti spurningurin er bert fyri at seta glið á. ) Eyðun: Ja, hví ikki. Men meiri konkret eru vit í eini skiftistíð, har komandi Tjóðarleikhúsið skjótt er ein veruleiki. Vit vita ikki um Gríma yvirlivir, ella kemur at virka uppá ein annan máta. At leikhúsið Gríma júst nú setur Holberg á pall er ikki av tilvild. Tað fyrsta vit alment skjalprógvað vita um sjónleik í Føroyum, er um framførslur av tveimum Holberg-leikum í 1781-82. J.C. Svabo skrivar í "Ind- beretninger fra en Rejse i Færøe 1781-82": "På Thorshavn giver man i sildige Aar ej så sjælden smaa Baller, ja for kort tid siden have de unge, som have været i Kjøbenhavn, der spillet 2 komedier, nemli Studentstrup og Her- man von Bremenfeldt. Aktion, Decoration og andre Anstalter, skulle efter det Steds beste Skjønnere have langt overgaaet For- modning". Sipað verður her til tveir høvuðsleiklutir í ávíkavist leikunum "11. juni" og "Den politiske Kandestøber" eftir Ludvig Holberg. Í 19. øld var Holberg mest leikti leikritahøvundi her á landi. Tíðliga í 20. øld týddi Richard Long Hol- berg á fyrsta sinni til før- oyskt. "Jeppi á Fjallinum", "Hin politiski Kannu- stoyparin", sum báðir komu út í bók, og "Erasmus Mon- tanus" í 1944, sum tá varð leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn, men ongantíð út- givin. Ì 1954 varð "Hein- rikur og Pernilla" (Mourits Mohr týddi), leiktur sama stað, eins og brot úr "Barsilsstovuni" fyrst í 60- árunum. Hesir leikir hava eisini verið leiktir víða hvar um landið. Í Føroyum gav Ludvig Holberg, smb. J.C.Svabo fyrsta íblástur til sjónleik fyri havnafólk í 1780unum. Síðani er hann vorðin mest leikti sjónleikahøvundi upp ígjøgnum 19. og 20. øld um alt landið. So vit kunnu kanska siga, at maðurin, ið legði lunnar undir fyrsta tjóðpallin í norðanlondum - Kongliga leikhúsið í Keypmanna- havn - við leikverkum sín- um eisini eigur sín stóra lut í, at áhugin fyri sjónleiki varð kveiktur og nørdist her um okkara leiðir. Og tað so mikið, at nú verður hin sætti og yngsti tjópallurin í norðanlondum settur á stovn. Í 20 øld. týddi Rikard Long "Jeppe á Fjallinum" og seinni eisini "Erasmus Montanus". Erasmus varð spældur í 1944 av sjón- leikararbólkinum Merkið. Hetta var undir krígnum og eingilskmenn áttu rættin at búgva í Sjónleikarahúsin- um. Men loyvið varð tó givið til tvær sýningar. Í hesum leiki spældu fólk sum Demmus Hentze og Bjarni Niclassen. Sjálvt handritið er ongantíð útgivið. Vit fingu tað frá soni Rikardi Long. Málið er eitt sindur gam- alsligt, men tó gott og lætt mál sum vant hjá Rikardi Long. Erasmus: Ein rótleys sál "Jeg veed Ingen som skriger stærkere end Æsle og Landsbydegne" Erasmus Montanus til Per Degn Nú er hetta ein 200 ára gamal gamal leikur, kann hann siga okkum nakað í dag? Eyðun: Leikurin snýr seg um ein bygdadrong, ið verður bitin av vitan og lærdómi. Tann spennandi konfliktin er sjálvandi eis- ini, at Erasmus Montanus er ein proletarur, ið er sloppin at lesa og hevur Tey leikandi eru: Hans Tórgarð Erasmus Montanus Ria Tórgarð Nilla, móðir hansara Egi Dam Jeppi, faðir hansara Bárður Persson Jákup, beiggi hansara Katarina Nolsøe Líspitta, unnusta hansara Birita Mohr Magdalona, móðir hennara Kári Øster Per Dekn Høgni Johansen Jaspur, sýslumaður Statistar Hjørdis Mohr, Barbara Hentze í Stórustovu Leikmynd: Eyðun Johannessen Búnar: Katrin Bonde Tónleikur: Stamen Stantchev, Chopin, Chaplin, o.a Ljóssetan: Turpin Nap. Djurhuus Hár og smyrsl: Marjun Olsen Tónleika - & ljóðbland: Jón Mc Birnie Foto: Alan Brockie Plakat & leikskrá: Niels Arge Galan Seyming: Katrin Bonde, Edith Dahl, Gisleyg Bonde Ljósfólk: Símun Pauli Hansen Pallsmíð: Kári Øster og Anker Mortensen Framleiðslustjóri: Jenny C. Petersen 1. sýning á Meiarínum: leygarkvøldið 18. oktober 2003 Leikárið 2003 - 2004 74. leikverk "…jeg og min Hustru ere begge skikkelige og gudfrygtige Folk, som heller vrider Halsen om paa vor Datter, end giver hende til En, der siger at Jorden er rund og fører falsk Lærdom her ind i Byen" Jesper Ridefoged frá leikinum Erasmus Montanus, ið ber boð frá foreldrunum hjá unnustini hjá Erasmusi. Eldsálir eru eitt sindur komiskar Kim Simonsen Hví hevur sjónleikurin hjá Holberg um Erasmus Montanus fra 1731 enn okkurt at siga okkum í dag? Og hvat kemur fram í hesum leiki um vitan, mál og vald? Ludvík Holberg skrivaði 33 ko- mediur, Erasmus Montanus er allar- helst hin mest spælda. Hendan verð- ur saman við Jeppa á Fjallinum og Politiska Kannustoyparanum, rokn- að sum ein av teim heilt stóru og bestu komedium, Holberg skrivaði, men tað er ikki einans av hesi orsøk at "Erasmus Montanus" hevur verið so nógv umrøddur. Nógvar mein- ingar eru um hesa komediu millum lærd, ið er um lærd og minni lærd. Sjónleikurin er um hvat ið hendir tá vit brúka málið, um at kjakast og um vitan og vald, at júst vitan er vald, t.e. at vitan brúkt skeivt í einum skeivum umhvørvi hevur øvugt meiri skaða við sær enn gagn. Holberg serstakliga í "Erasmus Montanus" spælir sær við, at vit nýta ymisk orð um tey somu fyri- brigdini og um hvat tað í grundini er sum hendir tá vit brúka málið. Ludvig Holberg var 38-39 ára gamal tá hann skrivaði leikin Eras- mus Montanus í 1731. Hann var nýliga settur í starv sum embætis- maður á Universitetinum í Keyp- mannahavn. Hann hevði klárað seg væl og var eitt livandi prógv, um at tað var gjørligt at koma fram í Danska Ríkinum, sum tað var í byrjanini av 1700talinum. Hann kom frá norska útjaðarinum. Føddur í Bergen og lærdi við Københavns Universitet. Hann fekk vánaligar karakterir, men hetta var eingin forðing fyri mannin. Holberg var eingin veruligur bygdadrongur sum t.d. Erasmus Montanus. Bergen var tá næststørsti byuirn i dupultríkinum Danmark- Noreg. Bergen stóð tá í stórum vøkstri. Í 1670 búðu 40.000 fólk í býnum og einans tríati ár seinni vóru 70.000 fólk í býnum. Bergen lá tó langt frá Europa og Holberg hevur helst verið eitt sindur av einum bygdafrelli í byrjanini í Keypmannahavn. Í dag kunnu vit meina um Hol- berg, at hann var gamal og kon- servativur, sum kendur tilhangari av einaveldinum, men her skulu vit minnast, at mótsetningurin til eina- veldi var tá aðalsveldi. Upplýsing og frígerðing Holberg var ein stórur upplýsingar- maður, ið var við til at modernisera Danmark og danir. Um hetta mundið framkom hin vælupplýsti og mentaði borgarin. Upplýsings- tíðin og sjálv upplýsingin vann stóran frama í hesi tíð. Upplýsing er kritisk sum fyri- brygdi, tað er tí ein týðandi tráður í Montanus leikinum, har hon sjálv- andi partvíst er farin av sporinum, sum her hjá Montanusi: MONTANUS. Morlille, jeg vil giøre jer til en Steen. NILLE. Ja Snak, det er end meere konstigt. MONTANUS. Nu skal I faa det at høre. En Steen kand ikke flyve. NILLE. Ney det er vist nok, undtagen man kaster den. MONTANUS. I kand ikke flyve. NILLE. Det er og sant. MONTANUS. Ergo, er Morlille en Steen? (Nille græder.) MONTANUS. Hvorfor græder Moorlille? NILLE. Ach jeg er saa bange, at jeg blir til Steen, mine Been begynder alt at blive kolde. MONTANUS. Gif jer tilfreds Morlille, jeg skal strax giøre jer til Menniske igien. En Steen kand ikke tænke eller tale. NILLE. Det er sandt. Jeg veed ikke om hun kand tænke, men tale kand hun ikke. MONTANUS. Morlille kand tale. NILLE. Ja Gud skee Lof, som en stakkels Bonde-Kone kand jeg tale. MONTANUS. Got. Ergo er Morlille ingen Steen. Disputereteufel Holberg Holberg var ein rastlesyur maður, ið skrivaði um alt frá jura, kyrkjusøgu, Danmarkarsøgu, heimssøgu, topo- rafi, moralheimspeki til epistlar, skaldsøgur og sjónleikir. Hann minnir um tey stóru upplýsingar- fólkini í Europa um tað mundi, ið bæði arbeiddu við vísindi og fólka- upplýsing tvørturum fak og yrkingalist. Holberg var ein íðin til at kjakast, hann var ótroyttuligur í sinum essayum, har hann var eitt slag av vísunda og mentanarblað- fólki. Tí er tað stuttligt at hoyra Montasus siga: "Jeg disputerer om vigtige og lærde Sager, for Exempel: Om Englene ere skabte for Menniskene; om Jorden er rund eller oval; om Maane, Sool, og Stierner deres Størelse og Distance fra Jorden, og andet dislige." Politiskir sjónleikir Hjá Holberg og serligani í Montanus leikinum síggja vit tann politiska sjónleikin, ið viðgerð spurningar um t.d. leiklutin hjá ymiskum stættum í samfelaginum, serliga nýggju borg- arastættini. Holberg var brúkti kend politisk-heimspekis tema frá old- tíðini. Montanus er t.d. skyldur við Aristofanes (438-380 f. kr.) og leikin "Skýggini" um heimspekis- trupulleikar í Athen. Leikirnir hjá Holberg eru moralskir, men ikki soleiðis, at vit skulu halda at persónarnir eru fyri- myndir. Nærum altíð er hetjan ein naivur ella narsissistiskur persónur, ið er so uppetin av egnum ætlanum og stórlætisørskapi, at hesir hava mist ella ongantíð veruligani ment ein sans fyri tí sosiala, at onnur menniskju finnast. Høvuðspersón- arnir eru tí mangan skaddir sosialt av fáfongd, hástórheit ella av nørdaligari betrivitan. Gjøgnum leikin verða manglanir hjá hesum drignir fram og tápu- lingar sum Jeppe á Fjallinum, Jean de France, Kannustoyparin og Montanus útfolda teirra villastu dreymar um stórheit. Hesir eru sjálvglaðir og fáfongdir, ið hava fantastisk evni at meta skeivt um seg sjálvan í mun til onnur. Hesir eru eisini nærum ástartiknir í sjálvum sær og gerðast tí lætt offur fyri intrigium í heiminum. Men hetta fær ein enda, tí í leikinum byrja hesi fólk at síggja seg sjálvan við eygun- um hjá hinum. At fáa eyga á seg sjálvan Soleiðis snúgva hesir leikir seg um, at menniskjað skal fáa eyga á sjálvan seg. Gjøgnum skandalur og sosial eksperiment vil Holberg ikki bert læra okkum beinleiðis hvussu rætt er at liva ella at hugsa, men vísir manga uttan illusiónir hvussu komisk fáfongdin og errinskapur eru sum menniskjaligir eginleikar. Sum Fútin í Montanus, ið kemur við einum slag av morali: "Tanker har han om sig selv, jo meer synes ham der staar tilbage at lære. Men I giør Philosophie til Fægtekonst, og holder den for Philosophus, der ved subtile Distinctioner kand forvende Sandhed, og reede sig udaf alle Meeninger, ved saadant giør I jer forhadt af Folk, og bringer Lærdom i Foragt, saasom mand bilder sig ind, at saadanne underlige Lader ere Studeringers rætte Frugt. Det beste Raad jeg kand give jer, er, at I arbeyder paa at glemme og rødde af jer Hoved det som I har anvendt saa mangen Natte-vægt paa at lære, og at I tager jer nogen Handtering for, hvorved I kand bane jer Vey til jer Forfremmelse, eller om I endelig vil blive ved Studeringer, at I da ind- rætter dem paa en anden Maade." Fútin, Jesper Ridefoged Men kunnu vit læra nakað av hesum? Holbergsa leikir vísa ikki vegin. Vit síggja Jeppe, Jean de France, Kannustoyparan og Mon- tanus lúta og uppgeva eftir umslagið í søgugongdini, men vita ikki um hesir fáa ein betri og ríkari samleika. nomið sær nýggja vitan. Hann er tó ein rótleys sál, og hevur løgnar manerir og hábrøgd við sær eisini. Hann uppførir seg merki- ligt, sigur ógudulig ting, og spyr t.d. um einglarnir vóru til áðrenn menniskja, ella um tað er øvugt. Hvussu hevur tú gjørt Eramsus Montanus tíðar- bæran sum leik, og endur- nýggja hann á palli í dag? Eyðun: Eg brúki ikki eina veruliga fasta tíð. Eg havi valt at brúka com- media del arte traditiónina og blanda hana við sirkus. Fyri at gera leikin og persónarnar meiri almenar. Í leikinum er so nógv orka, tí ger tað einki, at Erasmus ringir til Lísbíttu við eini mobiltelefon. Er tað hann, ið hevur rætt í at jørðin ikki er fløt t.d.? Ella eru tað bygda- fólkið, ið eru tey góðu í leikinum? Hann hevur rætt, men tey eru sum tó fornuftigari. Hin vegin vísir bygdafólkið sína ónøgd við Erasmus við at buka hann av, ið skal skiljast symbollskt. Hin- vegin er leikurin ein kær- leikssøga. Vanligu føstu leikarnir hjá Holberg: Jeronimus og Magdalone eru ein og hin sami persónurin í mini uppseting. Eg havi bert varðveit Magdalone, henni er lív í, mðan Jeronimus mangan er so keðiligur. Har eru øll tey vit kenna sum hin tápuligi deknurin og fútin, hesir umboðar styrkina, kirkja og lógina, men Magdalone eigur peningin í bygdini og hevur tí alt vald. Og hon hevur ein trumf, tí tað er dóttrina Erasmus Montanus vil hava. Kvinnurnar hava valdið í míni útseting av leikinum. Er Holberg ikki eitt sindur reaktionerur vid sínum moralum ella visio- nerur? Eyðun: Eg kenni sjálv- andi Jens Kruse og bókina „Holbergs Masker". Legg merki til, at tey sum til endans í leikunum siga okkurt eru oftani teir størstu idiotarnir, sum t.d. Fútin í "Erasmus Mon- tanus". Holberg hevur lagt ironi og bumbur á vegnum leikinum. Fólk siga eitt, men meina okkurt annað. Bert innan list kann 2 og 2 geva 5, sum áskoðari sær tú, at listin er meiri kom- pleks enn vísindi. List kann júst hava fleiri dimensiónir enn vanlig vitan og visindi. Er Montanus ein tragisk anti-hetja, ella ein profetur í tínum montanus leiki? Eyðun: Hann er eitt sindur fullur í manerum og er ein eldsál. Men sum eldsálir flest, er hesi fólk eitt sindur komisk. Finnast "Montanusar" í Føroyum í dag, id vera "steinadir" ella noyddir at avsanna teirra tilveru- sjónarmið? Eyðun: Erasmus er kanska eitt slag av fólkið vit í dag kalla nørdur. Vit er øll nørdar á onkrum øki í tilveruni. Eg var ein Mon- tanus fyrr, tá eg kom fram við nyggjum tonkum um sjónleik. Og tú ert kanska ein nú. Í morgin er tað onkur annar. Tað er lætt at falla útum í einum lítlum samfelag. Ludvig Holberg At fáa eyga á seg sjálvan C M Y K 37 36