Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. januar 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 8. JANUAR 1997 tíðindablaðið 13 Todi og teir í villareidi Sjey spælarar hjá Lyngby hava fingið tilboð um at flyta til FCK saman við penga- monnunum í felagnum, men teir ætla sær ikki at taka av Nú spøkir aftur Síðani donsku fjølmiðli arnir í fjør avdúkaðu, at pengamenninir = aftanfyri Lyngby FC, Flemming Øst- ergaard og Michael Kjær, høvdu ætlanir at skifta til FC Keypmannahavn og taka bestu spælararnar hjå Lyngby vid sær, hava søg urnar verið nógvar, og Øst- ergaard og Kjær hava havt úr at gera við at avsanna tíðindini Beint áðrenn Lyngby spælararnir fóru í vetrarfrí í desember mánað, mundu tey flestu halda, at tå var slaturin um at leggja saman við FCK manaður í jørðina, tí Lyngby gjørdi nýggjar sáttmálar við sjey av sínum týðandi spælarum og tóku upp samráðingar við venj aran, um at leingja hansara sáttmála Men nú ein góðan mánað seinni, er tað alment váttað, at Flemming Østergaard og Michael Kjær, sum eru menninir aftanfyri Lyngby FC, flyta til FC Keyp- mannahavn. og »o rillar undir Superhgafotboltinum i Lyngby Friggjadagin i seinastu viku greiddi Flemming Øst- ergaard spælarunum i Lyng by frå støduni, og fyri sjey spælarar endadi tad vid ein- um ítókiligum tilboð um at skifta til FC Keypmanna havn Spælararnir, sum teir i FCK gjarna vilja hava undir sínar veingir eru Todi Jóns son, Miklos Molnar, Bo Andersen, Christian Magle- by, Claus Jensen, Anders Bjerre og Carsten Fred- gaard Spælararnir, sum nú eru á venjingarlegu á Gran Can- aria, hava fingið 10 dagar at hugsa um tilboðið og geva svar Sambært liðskiparanum, Bent Christensen, ætla spælararnir sær ikki at taka av tilboðnum, men ætla hin vegin at halda fram í Lyng- by Undir hvgrjum treytum og umstødum hetta kann gerast, er ivasamt. Tað veld- st um úrslitið av samráðing unum millum Lyngby FC og Lyngby Boldklub, og um teir, sum í løtuni eiga í fel- agnum, vilja halda fram, hóast høvudsmenninir eru rýmdir Tað er ikki so løgið at spælararnir eru í villareiði Kunnu sjálvir velja Í løtuni samráðast umboð fyri Lyngby FC og Lyngby Boldklub, sum er amatør- deildin i felagnum, um, at Todi Jónsson og hinir I vneb sp rlarar eru yniskt í FC Keypmanna havn, men teir ætla sær ikki at:taka ar Lyngby Boldklub skal tak: yvir loyvi at spæla í Super ligum. Enda hesar samráð ingar við positivum úrslitið vil tað samstundis siga, at allir spælararnir í Lyngby FC standa fríir. Teir kunnu fara hagar teir vilja. Eingin kann noyða teir at spæla í Lyngby ella FCK. Teir av gera sjålvir hvar teir spæla Ti kunnu fleiri av spæl arunum lika so væl enda i onkrum heilt øðrum Super ligafelag enn Lyngby ella FCK. ella fyri tann skuld uttanfyri Danmark Todi Jónsson hevur fyrr sagt við Itrottarsosialin, at hann n ú miðjar ímóti at koma út um Danmark at spæla. Hann vónar at fáa hendan møguleikan í sum- mar, men nú verður hann møguliga frittstilladur áðr enn kappingini byrjar aftu ri Danmark I FCK verdur avsannad, at teir longu hava havt sam ráðingar vid einstakar Lyngby-spælarar men nýggi stjórin í felagnum John Sørensen, noktar ikki fyri, at tað hevði komið væl við hjá felagnum, at fingið góðar spælarar afturat Felagið liggur undir strikuni og hevði í heyst trupulleikar at gera mál, so tað er eingin loyna, at vit ætla at fáa nýggjar álops- spælarar áðrenn kappingin byrjar aftur í vár, sigur John Sørensen FCK leigaði í heyst Mark Robins úr Englandi og Mate Sestan úr Kroatia, men báð ir eru farnir heimaftur i ek Aerobic-skeið i Lerivik Fimleikafelagið Fok fer í kveld undir nýggj aerobic- skeið í fimleikarhøllini í Leirvíkar skúla. Byrjað verður kl. 19.00, vant verður til kl. 20.15. Skeiðini halda fram til síðst í mars Tilboðið er fyri øll, bæði fyri tey sum hava vant áður og fyri byrjarar. Undirtøkan undanfarin skeið hevur verið góð, og tað er ein góð blanding av fólki, sum er við, og tað undirstrikar, at aerobic er fyri øll Umframt acorbic fer Fok eisini at bjóða fram tiltikna Feittknúsaran, sum er til tey, sum ynskja at missa nøkur kilo. Treytin fyri at fåa hjålp frå Feittknúsaranum er, at tå vigar minst 10 kilo ov nógv Tilmelding fer fram å telefon 41732, 43189 og 43058 ek pe e— Allan Simonsen, lands- liðsvenjari hevur útttíkið sítt fyrsta landslið í 1997, og skulu meta út frá tí, so kunnu høyudsstadarlidini HB og B36 síggja fram til eitt gott kappingarár. Tey hava nevniliga flest spælarar við á liðnum. B36 hevur nú fýra spæl- arar við. Teir eru Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, Óli Johannesen og John Petersen, sum er nýggjur í felagnum. Hevuðsstaðarliðini besta møguleikan HB hevur tríggjar spæl- arar við. Teir eru Um Arge, Andrease F. Hansen og Jan Dam, sum er fluttur aftur til HB eftir eina tíð uttan- lands og í Klaksvík. Meistaraliðið GÍ hevur bert tveir spælarar í 16- mans hópinum hjá Allani Simonsen, og tað eru Henning Jarnskor og Jens Martin Knudsen. KÍ hevur somuleiðis tveir spælarar, Allan Joen- sen og Allan Mørkøre. Hini báðir »føroysku« spælararnir eru Símun Eliasen úr IF og Øssur Hansen úr B68. Sudur- oyggin, Sandoyggin og Vågoyggin eru ikki um- boðað beinleiðis á liðnum. Úr utlondum koma tríggir spælarar, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Jan Allan Miiller. ek Finnur Helmsdal farin frá sum formaður í HSF Finnur Helmsdal er farin frá sum formaður í Hondbólts sambandið Føroya Orsøkin er sambært Finnur Helsmdal sjálvum ósemja um landsliðshond- bólt. Finnur ynskir stórri aktivitet á hesum økjum, men tað hevur hann ikki kunna fingið undirtøku fyri í nevndini Hinir limirnir í neyndini hjá HSF eru Kári Morten- sen, Jórun Winther og Palli Askham. Neyðugt verður við eykaaðalfundi fyri at finna nýggjan formann ek