Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 9. JANUAR 1997 tíðindablaðið Avtalan millum ÍSF og Dansk Tipstjeneste: Tippimillionir á veg til føroyskan ítrótt Í hesum dógum arbeiðir danska skattamálaráðið við eini lóg, sum ger, at før- oysk ítróttarfelóg og mentunarlivid i Fóroyum fáa part av pengunum, tippa verður fyri frá apríl mánaði MAGNUS DAM Føroysk ítróttarfeløg kunnu vænta sær eina peningainn spræning, stavandi frá tipp ing, longu komandi ár Somuleidis kann føroyskt mentunarliv, so sum skótar og onnur fritidaritriv, eisini roknað við at fáa eina eyka upphædd at arbeiða við frá einaferð í komandi ári Danska skattamálaráðið arbeiðir í hesum døgum við eini lóg, sum skal gera tað møguligt hjá føroyingum at fáa hesar pengar til landið - ella rættari sagt aftur til landið Pengarnir skulu sum sagt koma frá tipping. Í apríl fáa føroyingar nevniliga møgu leika fyri at spæla vid i spøl unum hjå Dansk Tipstjen- este A/S, og 16% av upp hæddini, vit spæla fyri i Føroyum, verdur send frå Dansk Tipstjeneste til ÍSF ella P/f Ítróttarvedding, sum umsitur veddingina í For ovum ISF og Dansk Tipstjen este A/S skrivadu 20. des ember undir eina fimm ára avtalu, sum gevur føroying um møguleika fyri at spæla við í Lotto, Viking Lotto Oddset, Máltips og Tips, spøl, sum Dansk Tipstjen- este skipar fyri Hvussu nógvar pengar føroyingar = síðani fáa burturúr samstarvinum við Dansk Tipstjeneste er treytað av, hvussu nógv vit spæla fyri. Meira vit tippa og spæla lotto fyri, meira fáa vit aftur Atta mió. Grønlendingar spæla fyri 45-50 mió. kr. um árið, og av hesum pengunum skal grønlendska ítróttarsam bandið hava 16% aftur, svarandi til umleið átta mió kr Spæla vit fyri tað sama her í Føroyum, so fáa vit eisini eina upphædd, sum liggur um átta mio. kr Heðin Mortensen Sigur, at av teynum pengunum vil fáa aftur, fara 80% til ítrótt in og 20% til onnur tiltøk, tað verði seg skótar og onn ur fritidaritriv Heðin Mortensen, forseti i ÍSF, sigur, et avtalan sum bleiv undirskrivað 20. des ember, og sum inniber, at vit sleppa at vera við í spøl unum, einans var fyrsta stig Næsta stig er at syrjga fyri, at vit fáa ein part av køkuni aftur til Føroya, og tað er hetta, sum skattamálaráðið arbeiðir við nú Saman við Grenlandi Grønlendingar hava í fleiri år havt møguleika fyri at tippa í Grønlandi. Grøn lendska ítróttarsambandið er eitt sersamband undir danska ítróttarsambandin um, men nú ynskja grøn lendingar at teirra ítróttar samband skal gerast eitt samband fyri seg. óheft av tí danska Í sama viðfangi hava teir sett fram ynski um, at teir faa cin part av teimum pengum, teir spæla fyri, aft Gravgangur eftir online-terminalum Nógvir handlar eru áhugaðir í at fáa ein av teimum 15- 20 online-terminalunum, sum Dansk Tipstjeneste ætlar at seta upp í Føroyum. Í morgin koma teknikkarar úr Dan- mark at velja hesar handlar og stóð út MAGNUS DAM Tad er gravgangur eftir at fáa ein online-terminal Heðiun Mortensen sigur at ÍSF hevur fingið nógvar fyrispurningar og umsóknir frá kioskum, handlum og fólki, sum fegin vilja sleppa at umsita ein terminal hjá Dansk Tipstjeneste longu nú Men tað er einki at gera, tí tað verður Dansk Tips tjeneste, sum velur út tey stødini, sum sleppa at hava ein terminal, og hetta verður gjørt geografiskt, soleiðis at flest fólk hava møguleika fyri at tippa og spæla lotto Teir handlar og tær kiosk ir, sum fáa ein terminal skulu ongar iløgur gera. Alt verður goldið av Dansk Tipstjeneste Tað einasta, tey kunnu síggja fram til, er ein vøkst ur í umsetninginum, av øllum pengunum, spælt verður fyri, fær viðkomandi kiosk ella handil 8% Tey, sum sleppa at umsita ein terminal, skulu á skeið goldið av Dansk Tipstjen este, soleiðis at tey eru før fyri at handfara terminal arnir og fyri at vertå eina góða tænastu Tilsamans verða iløgur gjørdar fyri umleið tvær mió. kr. áðrenn alt er klárt Heðin gevur lítið fyri á breiðslurnar frá teimum sum siga, at hetta, at føroy ingar nú sleppa at verða við í spølunum, einans merkir pengar av landinum Hann sigur, at fyri tað fyrsta fær ÍSF/Ivróttarvedd ing 16% av umsetninginum og harafturat ger Dansk Tipstjeneste stórar iløgur Og hann vísur eisini á, at ein rúgva av føroyvingum í dag spæla við í hesum somu spølunum. Teir biðja bara onkran í danmark um at spæla fyri seg. Hann sigur at hann bara frá einari kiosk niðri í Danmark hevur fing ið at vita, at føroyingar har spæla fyri 20-25.000 kr. um vikuna. Tá hava føroying arnir eina ella aðra avtalu við kioskina So hvussu nógv vit spæla fyri tilsamans, er ilt at ímynda sær, sigur hann Sáttmálin við Dansk Tipstjeneste inniber eisini, at førøysk ítróttarfelag. fri tidarfeløg og onnur kunnu søkja ymsar grunnar i Dan mark um pening til eitt hvert. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, men hann kemur, tá ið spølini koma ígongd Telefonverkið fær eisini pengar burturúr , tí tað eru teirra telefonlinjur, termin alarnir ganga igjøgnum Og helst skulu vit vinna av og a CIsim ur til Grønlands, og ti fór skattamálaráðið undir at fyrireika lóggávuna, sum skal gera tað møguligt Heðin Mortensen sigur, at hetta er orsøkin til, at ISF seinastu tíðina hevur arbeitt so hart fyri at sleppa uppí part Um vit høvdu valt at bíða, so kundu vit komi til at bíða leingi. Nú skal bara orðið Føroyar leggjast aftur at í tí uppskotinum, sum verður fyrireikað í skatta- málaráðnum, sigur hann Kærkomnir At føroyskur ítróttur hevur harðliga brúk fyri pengun um er eingin ivi um, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at tað einasta, sum koyrir nøkunlunda í løtuni MULTIMEDIA + MULTIMEDIA + Intel Pentium 120 Mhz * j6 Mb RAM + 1200Mb hardiskur + 6 x CD ROM drev * 16 Bit stereo ljóðkort + 2 stk. hátalarar * Windows 95 * Microsoft Works 4,0 DK * 14" Litskermur * | ára service garanti ELDING SMS > Tlf. 18662 - 18663 Hedin Mortensen heldur tad vera sera spennandi, at fóroyingar nú sleppa at vera við i spølunum hjá Dansk Tipstjeneste er fótbólturin, meðan allar hinar ítróttargrreinirnar eru sera illa fyri figgjarliga Heðin Mortensen væntar, at uppskotið frá skattamála- ráðnum liggur klárt um 1-2 mánaðir ISF hevur fingið ein fund í lag við danska skattamála ráðharran, Carsten Kock, sum verður antin 17. ella 24. januar AMITECH við fyrstu hjálp og meira enn 25 koyriklárum programmum (Virdi av programmum: Yvir 2.200,- kr.) Demi um fígging: Útgjald: 4.170,- Rest yvir 18 mør. um mån. kr. 618; (Vanligur prisur kr. 13.900 —) A hesum fundinum skulu seinastu detaljurnar fåast upp å plåss Spurningurin er so, um tann eyka upphæddin, før- oyskur ítróttur fær frå eina- ferð næsta ár, ger tað lættari hjá føroyskum politikarum at strika nakrar av millión- unum av fíggjarlógini, sum ítrótturin annars hevur fing ið