fríggjadagur 10. januar 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Í (7)
Nr. 6 — 10. JANUAR 1997
Fiskivinnan illa farin búskaparliga
Kjakið Fiskavirking
sir enn eina ferð, at vit í
Fø ki megna at
FJUSKaDAa gå
kilago0a wsnir fyr
sk i 3
kk: høvuds a Bæð
eg ru t
K lgsa ett
g IKKI U DUSKaD
ya } verðu fisk
i t KR
gg SKap g
1 kk ut
% 3
> KAVITK Og
) 2 NSKIØT
1 t
1 Vi I KK
k k g SKIf 14
H gjøgnum, al 5
g kir eru opin sur
øguligt. Sagt verður, at
øll skulu hava rætt til
hugsar soleiðis, so hugsar
ein ikki nóg langt, tí tað
kostar at hava ein ovur
kapacitet. Í fyrstu atløgu,
tí tað verður hopleyst, at
fáa øll hesi virki at bera
seg - tað sum eitt virki fær
av fiski, tekur tað frá
einum eðrum virki. Í aðru
atløgu, tí neyðugt verður
at stuðla hesi virki, so ella
so, skulu tey halda fram
Og stuðulin kunnu bara vit
sjálvi gjalda. Tískil verða
tey arbeiðsplássini, sum
verða varðveitt í
fiskavirkjum. mist í ødrum
vinnum, ið annars høvdu
kastað nakað av sær til
samfelagið og okkum øll
Trupulleikin við ovur-
kapaciteti innan fiska-
framleiðslu má loysast
Tá id Fiskavirking varð
stovnað í 1992, var tað
fyrst og fremst fyr at
sanera og at loysa
trupulleikan við ovur-
kapacitetinum í fiskavirkj
unum. Við at lata eitt virki
eiga allan virkingar-
kapacitetin kundi ein
sleppa undan tí
yvirbjóðing sum annars
kemur, tá ið ov lítið er til
av fiski
Fort hevur verið fram at
ein væl kann samskipa
virksemið hjá virkjunum,
so ein fær sama fyrimun,
sum tá ið ein letur eitt
felag eiga allan
kapacitetin. Eg trúgvi ikki
at hetta er møguligt
Virkini fara at kappast
harðliga móti hvgrjum
ødrum fyri at fáa tann
fiskin, sum er til. Ringt/
hopleyst verður at semjast
um eina samskipan, tí nóg
ringt verður hjá virkjunum
at fáa endarnar at røkka
saman. Vit minnas
royndirnar síðst í 80-årun-
um við at býta fiskin
millum flakavirkini. Tað
miseydnaðist fullkomiliga
tí øll virkini máttu hava so
nógvan fisk sum gjørlig
fyri at hóra undan. og tað
sum ettt virki fekk meira
misti eitt annað
Verða nógv sjálv stødug
á stovn, er storur
VITKI setl
trupulleikar, ti nu standa
arbeidsplåss upp å spæl
runt landið. Annadhvørt
framtaksgrunnurin so
aftur seta pengar í virkini
ella má landskassin lata
studning
Ført verður eisini fram
it vit mugu hava kapping
um fiskin, bæði fyri at
tryggja eina effektiva
fiskaframleiðslu í
Føroyum og fyri at tryggja
skipunum nóg góðan prís
fyri fiskin. Tað er ikki
rætt, at ein loysn við
Fiskavirking ikki kann
tryggja hetta. Fiskavirking
verður ongantíð eitt
veruligt monopol, so
leingi fiskurin kann
avreidast uttanlands. Hetta
eigur at tryggja bæði
effektivitet í framleiðsluni
og marknaðarprís til
skipini. Ein loysn við
nógvum virkjum við hver
sínum ovurkapaciteti
avskeplar prísásetanina á
landaðum fiski. Skipini
kunnu kanska (í eina tíð)
fáa ein prís, ið liggur
hægri enn marknaðarprís-
urin, men virkini kunnu
ikki fáa endarnar at røkka
saman
Tann politiska
viðgerðin, sum er í dag av
viðurskiftunum innan
fiskaframleiðslu, sær
fullkomiliga burtur frá
hesum grundleggjandi
trupulleikunum
Politikararnir vilja hava
framleiðsluna út á fleiri
hendur. Uppskotið við
einari antitrust lóg er bara
ein máti at sabotera eina
loysn við Fiskavirking, tí
Fiskavirking verður
ongantíð eitt monopol, so
leingi fiskur kann
avreiðast uttanlands
Eru aðrar loysnir?
Eitt alternativ til Fiska
virkingarloysnina, ið eisini
loysir trupulleikan við
ovurkapacitetinum, kundi
kanska verið, at ein seldi
eitt tal av virkjum úr
Fiskavirking, sum
tilsamans høvdu ein
virkiskapacitet, ið varar til
veidina undir Føroyum.
Hini virkini mugu vera
verandi stongd. So hevði
ein kunnað gagnnýtt kap-
acitetin fult út, og ein
hevði kunnað sloppið
undan, at prísásetanin varð
avskeplað
Hinvegin so hevði ein
framvegis ikki fingið loyst
tann grundleggjandi løn-
semisspurningin, sum er í
fiskaframleiðslu í
Førovum. Veruleikin er jú
tann, at tað gongur sera
illa at fáa fiskaframleiðslu
í breiðari merking at bera
seg í Føroyum. Tølini,
sum hava verið frammi
teir síðstu dagarnar, ið
vístu at Kósin, Fiskavirkið
i Gøtu, Delta og Vadhorn
ganga nógv betri enn Fisk
ivirking, skulu takast við
Fiskavirking
hevur havt útreiðslur av at
hava nógv virkir opin. Tá
vørunøgdin er eisini ymist
samansett, t.d. eru nøkur
virkir meira ella minni
rein saltfiskavirkir. Hartil
skal leggjast, at tølini eru
fyri 1995, og stødan í
1996 sigst at vera versnað
munandi. Nærum øll
virkini bera seg illa. Ført
verdur fram, at skuldin er
ov stór í hesum virkjum
fyrivarni
Sjálvandi hevæ tað verið,
at betri um lítil og ongin
skuld var. Men tann stóri
trupulleikin er, at sjálv
fiskaframleiðslan kastar
ov lítið av sær, til at ein
kann hava framhaldandi
framleiðslu við neyðugum
ný- og enduríløgum. Hetta
er veruleikin ikki bara í
Føroyum (uttan mun til
hvør eigur virkini), men
eisini í okkara
grannalondum. Tey fólk,
sum runt um í landinum í
seinastu mánaðunum hava
boðið seg til at seta pengar
í fiskavirki, høvdu tiskil
helst mist sín pening og/
ella verið kravd fyri meira
pening fyri at kunna fíggja
tær iløgur, sum skulu til,
fyri at virkini skulu kunna
halda fram
Lønsemisspurningurin
verður óvuliga lítið við-
gjørdur í kjakinum. Eftir
mínum tykki er hesin
spurningur tann týdningar-
miklasti spurningurin
yvirhøvur fyri Føroyar. Vit
kunnu ikki hava hall i
okkara høvudsvinnu og
samstundis vænta at klára
okkum sum tj60
Høvudsvinnan er livi-
breyðið hjá øllum
samfelagnum. Vit kunnu
ikki hugsa um
bygdamenning, um so er,
at alt samfelagið fær bú-
skaparligar trupulleikar av
bygdamenning, tí so
verður heldur ongin
bygdamenning. Góð
búskaparlig úrslit í fiski-
vinnuni eru fortreytin fyri
bæði bygdamenning, og
livikorini í Føroyum yvir-
høvur.
Eg eri eisini fullvisur i
at ein effektiv fiskivinna
er fortreytin fyri, at adrar
vinnur skulu kunna
mennast i Føroyum.
Effektivitetsstødid í
høvudsvinnuni leggur
grundarlagið fyri effektiv-
iteti í gðrum vinnum í
samfelagnum.
Neyðugt verður at fáa
framleiðslukostnaðin mun-
andi niður og/ella fáa
prísin á framleiðsluni upp
Framleiðslukostnaðurin
kann lækkast upp á fleiri
mátar: lækking av lénum,
minking av ødrum
(rakstrar-)útreiðslum ella
øking av produkt-
ivitetinum. Asannast må
helst, at teir tveir fyrstu
møguleikarnir neyvan
kunnu fremjast í nóg
stóran mun. Eftir stendur,
at økjast má um
framleiðslu-/ella sølu
produktivitetin
Tað, at Fiskavirking ikki
hevur prógvað, at tað er
ført fyri at gera hetta, ger
sjálvsagt at tað er ringt at
verja eina loysn sum
Fiskavirking. Hinvegin, so
hevur verið tosað rættiliga
nógv um, at Fiskavirking
ikki hevur haft nóg
nógvan kapital til at gera
tær iløgur, ið skulu til fyri
at fremja produktivitetin
Kapitalurin fæst ikki til
vega uttan munandi egin
pening, sjálvandi ti tey,
sum eiga pening halda, at
vinnan kastar ov lítið av
sær, til at tey vilja seta
pening í váða. Hinvegin
sær tað út til, at ein kann
fáa fólk ymsa staðni í
Føroyum til at seta pening
í, tí tey vilja fegin hava
arbeiðspláss í bygdini. Tey
hugsa helst ikki so nógv
um váðan!
Sum eg síggi tað, er
fiskaframleiðsla í
Føroyum á einum
vegamóti. Vit hava uttan
úrslit roynt at fáa vinnuna
at rigga við bygdamenning
og stuningum. Einasti
møguleiki, ið eftir er at
royna, er at effektivisera
vinnuna munandi og gera
nyfløgur Tað er ilt at
imynda sær, hvussu hetta
skal kunna lata seg gera
uttan so, at nógvur
peningur verður skotin inn
í vinnuna. Tí má
framtaksgrunnurin inn í
myndina. Men hóast
framtaksgrunnurin skjýtuir
pening í vinnuna, so er
framvegis ongin vissa fyri,
at fiskaframleiðslu er lív
lagað í Føroyum. Tað er tó
betri at lata okkum øll
sum skattaborgarar
gjøgnum peningin í fram-
taksgrunninum vera við til
at royna at skapa eina
burðardygga vinnu enn at
lata einstaklingar seta sín
sparipening í váða. Og tá
verður tað við 50%
danskari risiko, tí helvtin
av ábyrgdarfænum í
grunninum er skotið inn
av danska statinum
Nógv føra fram, at
framtaksgrunnurin skuldi
gjørt sína nyttu við at sett
pengar í tey einstøku
virkini. Eg má siga, at eg
skilji væl, at grunnurin
aftrar seg við at gera hetta,
tí sum omanfyri neynt
fæst ikki búskaparligt skil
á, um kapaciteturin er ov
stórur. Ein kundi sjálvsagt
hugsað sær eina loysn, har
framtaksgrunnurin setti
pengar í nøkur sjålvstødug
virki, ið tilsamans høvdu
ein kapacitet, ið
samsvaraði við tað, sum
fiskað verður við Føroyar.
Hinvegin er eisini ymist,
ið talar móti hesum. Fólk
krevja av grunninum, at
hann ikki skal hava
ávirkan á felagið í mun til
partapeningin. Eftir
mínum tykki er hetta at
venda aftur til 80-árini,
har tey, sum ráddu, ikki
høvdu tilsvarandi stóran
váða
Skil kann tó kanska vera
í at lata kapitalin frá
grunninum kappast móti
sær sjálvum í fleiri
feløgum, um so er, at hesi
feløg samanlagt ikki hava
ovurkapacitet Mað er sæst
onkuntíð aðrastaðni, at ein
eigari eigur tvey ella fleiri
feløg, ið kappast móti
hvørjum ødrum
Tendensurin er tó helst, at
feløgini seinni verða løgd
saman, tí búskaparligi
fyrimunir eru við at leggja
saman. Tað er eisini
møguligt, at ein heyði
kunnað spjeitt váðan, við
at sett peningin í fleiri
felag heldur enn í eitt stórt
felag. Somuleiðis kundi
ein hugsað sær, at ein, við
at hava nøkur felag. fekk
møguleika fyri at finna
fram til ta bestu leiðsluna
Um ein ikki finnur ta heilt
réttu leiðsluna til eitt stórt
felag, so fær alt
samfelagið trupulleikar,
meðan ein kann vóna at
bert eitt av 3-4 feløgum
rennur seg inn i
trupulleikar
Um ein nýtir hetta mod-
ellið, so eiga tó framvegis
ikki meira enn 3-4 virki at
vera opin, tí annars fáa
feløgini tilsamans ov
stóran kapacitet. Tað er
møguligt, at 3-4
sjålvstødug feløg høvdu
kunnad skåkad sær betri
undan tí ómetaliga pol-
itiska trýstinum, sum er
fyri at hava nógv virkir
opin, og sum hevur við
sær, at fiskaframleiðsla
ikki kemur úr tí
búskaparliga dýkinum,
sum hon er í. Tað nýggja
fiskavirking hevur eftir
mínum tykki longu átikið
at hava ov nógv virki
opin. Skil kann vera í at
keypa 7-8 virki við tí fyri
eyga at hava tey flestu av
teimum stongd, fyri harvið
at avmarka skaðarnar av tí
ov stóra kapacitetinum
Hevur ein øll virkini opin
darvar tað tað búskap
arliga úrslitið, tí hvert
opið virki kostar í viðlíka-
haldi, fyrisiting v.m
Abyrgdin hvílir á polit-
ikarunum
Kjakið í Føroyum um
fiskivinnuna er alt ov
uppøst. Har er bert ein
meining, hóast
møguleikarnir eru tleiri,
og hóast vit eru góð 40
tús. íbúgvarar í Føroyum.
Og mutar nakar móti
>fólkameiningini<, so
kann viðkomandi næstan
rokna við at vera
kjølhåladur. Hetta er ein
syndarlig stóða, serstak-
liga um loysnin, ið kemur
burtur úr, er eitt >neyðar-
egg«, og viðvíkur okkara
-D>