Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 10. JANUAR 1997 tíðindablaðið SOS Framtaksgrunnurin gjørt roknifeil uppá 146 milliónir Utlendsk kanning gjørd av grannskoðara hjá Fiskavirking Tað er ikki nakað dulsmál, at tað er sera stórur munur á tí fatan sum nevndin fyri Framtaksgrunnin hevur um framtíðar fiskiídnaðin í Føroyum og ta uppfatan, sum tey flestu onnur hava Framtaksgrunnurin vil hava eina >samskipaða loysn«, har flestu virkini eru í einum felag, meðan flest onnur hava ta fatan, at virkini kunnu vist samskipast, men tey skulu vera ríkin hvør sær av fólki sum hava beinleiðis áhuga í rakstrinum Tað sum undrar fólk flest er sjálv mannagongdin hjá Framtaksgrunninum, hag- ani stórt sæð einki fæst at vita um grundgevingarnar hjá grunninum fyri at yvirtaka Fiskavirking Tað varð sent eitt tíð- indaskriv út seinast í 1996, har sagt varð m.a Føroya Fiskavirking sum var komid i figgjarligar trupulleikar, heitti å sumri 1996 å grunnin um at seta nyggjan partapening í felagið. Drúgvar kanningar, gjørdar av útlendskum og føroyskum sekønum visa, at tad er neydugt vid samskipan av fleiri virkjum runt landið, skal lønandi vinna fáast burturúr. Kanningar dyljast sum mansmorð A fundi millum Framtaks- grunnin og formenninar fyri samgonguflokkarnar varð spurt eftir hesum frágreiðingum, sum mugu haldast at hava almennan áhuga, og sum neyvan kann hava eitt innihald sum ikki kann vera alment. Og við framløgu av hesum frágreiðingum kundi Framtaksgrunnurin kanska sannført tey ivasomu um, at hetta hóast alt kundi verið ein røtt loysn. Men Framtaks- grunnurin vildi als ikki lata nakað sum helst tilfar frá sær. Alt tilfar var inn- anhýsis tilfar hjá grunninum varð sagt Hetta er ein holdningur sum vit ikki eiga at finna okkum í. Sjálvsagt skal erunnurin ikki útlevera »> høvudsvinnu, ið skal geva okkum øllum breyðið i munnin. Vit síggja tað nú viðvíkjandi Fiskavirking Vit sóu tað eisini, tá ið kvotaskipanin varð skúgvað til viks. Urslitið er, at øll sum hugsa, nú sita og stúra fyri nær næsta kreppa í toskastovn- inum verður. Men ringt er at síggja, hvussu ein kemur víðari, tí tær loysnir, sum eru skila- góðar, býður fólki so nógv ímóti, at politikararnir ikki kunnu standa móti at vinna sær politiskan fyrimun av at birta upp undir måtstøduna. Úrslitið er, at tær loysnir, sum ikki eru í samsvar við fólkameiningina, verða mótarbeiddar og fáa ikki ein kjans at royna at standa sína roynd, hóast tær kanska eru skilagóðar Politikararnir hava eina stóra ábyrgd her. Teir mugu ásanna, at vit liva av fiskavinnuni, ið hevur ein serliga búskaparligan vansa, ið er væl vidgjørdur í búskaparlig um bókmentum. Hesin vansin stendst av. at fiskur er tað, sum nevnt verður á fakmáli >eitt felags-til feingi«. Eitt felags- tilfeingi er eyðkent við, at tað sum ein fyritøka fær av tilfeinginum, tað missur ein onnur. Hetta krevur búskaparligar loysnir, ið helst stríða móti, tí sum vit higartil hava kunnað gótkið í Føroyum. Ikki nógvar tjóðir hava megnað at fingið fiskivinnuna at borið seg, samstundis við at fiskastovnarnir verða vardir. Tó hevur okkara nærmasta grannatjóð, Ísland, tikið avleiðingarnar av at liva av fiskivinnu, og framt lógir, ið ikki eru popul- erar, men sum tykjast at geva góð búskaparlig úrslit. Og tað er í síðsta enda tað, sum vit noyðast at gera, skulu vit búleikast her, ikki minst um tjóðin skal vera fræls. Klára vit ikki hetta, so eru búskaparligu útlitini ikki góð! Sjálvt oljuvinnan bjargar okkum ikki, um hugburðurin ikki broytist Bjarni Olsen innanhysis tilfar. Men hann kann sjålvsagt, um vilji er til tess, lata t.d politikkarar og annars almenningin fåa kunnleika til tad grundarlag, sum úrslitið av hesum kanning um er bygt á. Men tað kom tó fram, at ein av útlendsku frágreiðingunum kom frá eini fyritøku, hvors stjóri er nevndarlimur í Fram taksgrunninum. Men tað sum tó er enn verri er, at seinni er ein komin eftir, at hin kanningin er gjørd av grannskodaranum hjå Føroya Fiskavirking! Og Sverri Hansen noktadi púra at upplýsa hverjir teir føroysku serkønu eru, sum hava mælt til Framtaksloysnina Meira enn ivasamt grundarlag Tað er annars øll grund til at ivast í grundarlagnum fyri sovæl nevndu frá- greiðingum sum fyri teirri avgerð sum Framtaksgrunninum hevur tikið Grundgevingina fyri hesum gevur grunnurin sjálvur í áðurneynda tíðindaskrivinum, har eisini verður sagt Grunnurin metir, at úrslitini hjá Føroya Fiskavirking uppá seg hava verið munandi betri enn hjá sundur- lidadu fiskivinnuni á landi áðrenn Fiskavirk- ing. Tey 18 flakavirkini sum endaðu í Fiskavirk- | ing, fingu í 1988 173 | mill. kr. í studningi úr Ráfiskagrunninum. Sær | ein burtur frá hesum studningi, høvdu tey eitt hall áðrenn rentur og avskrivingar uppá 115 mill. kr. Råvørunøgdin var 90.000 t. Í 1995 hevdi Føroya Fiskavirking eitt positivt úslit áðrenn rentur og avskrivingar uppá 8 mill., hóast eina råvørunøgd uppá bert 42 túsund tons. Endamálið við hesum broti er at »progva« at tað var munandi meira lønsamt at reka Føroya Fiskavirking í 1995 enn at reka tey >ósamskipaðu< virkini í 1988. Nidurstødan er tann, at øll virkini høvdu i 1988 eitt hall áðrenn rentur og avskrivingar uppá 115 mill. ella eitt hall uppá kr 1,28 pr. kg. Samstundis hevur Føroya Fiskavirking í 1995 havt eitt avlop til rentur og avskrivingar upp á 8 mill. ella umleið 20 oy/kg. So har síggja tit! Hetta er eitt gott dómi um hvussu tað ber til at manipulera við verunleikanum fyri at fáa »sin« sannleika fram Fyrst er at siga, at tað hevur fyri so vítt onga meining at sammeta roknskapartel fyri 1988 og 1995. Ein orsøk er tann, at umstødurnar eru so nógv broyttar hesi árini. Eitt dømi um hetta er, at í 1988 vóru prísirnir settir av eini nevnd, meðan teir í 1996 bert eru eitt úrslit av fríari kapping Eitt annað sum ger tað nærum óheiðurligt at sam- meta hesi bæði árini er, at 1988 var eitt tað størsta katastrofuár sum vit kenna til viðvíkjandi fiskaprísum, sum fullu á heimsmarknaðinum so nógv sum sjáldan fyrr. Tískil høvdu virkini eitt stórt tap, tí tey altíð seldu sínar framleiðslur bíligari enn tey høvdu keypt råvøruna fyri. Hinvegin var 1995 eitt rættuliga stabilt år hvat fiskaprisum vidvikur. Kennir ikki skipanina vid råfiskagrunninum Men tað sum er avgerandi og avdukandi fyri nevndina fyri Framtaksgrunnin er, at grunnurin hevur uppgivið eitt skeivt tal viðvíkjandi hallinum í 1988. Sum tað sæst í tíðindaskrivinum nýta teir sum fyritreyt, at virkini fingu í 1988 173 mill. í studningi gøgnum ráfiskagrunnin. Tá hetta tal er trekt frá tí roknskaparliga vinning- inum í 1988 verður komið til hallið uppá 115 mill. Tað sum Framtaks- grunnurin ikki tykist at vita er, at studningurin úr ráfiskagrunninum var als ikki ein studningur til virkini. Hesin studningur varð lagdur i veiðuliðið og var tí ein stuðul til skip og fiskimenn. Víst varð studningurin umsitin av flakavirkjunum, men úr ráfiskagrunninum kom ikki so mikið sum eitt oyra inn í raksturin hjá virkjunum. Hetta broytir fullkomiliga hesa útrokning hjá Framtaks- grunninum. Eg kenni eis- ini roknskapirnar fyri 1988 hjá øllum flakavirkj- unum. Ein samandráttur av hesum roknskapum vísir, at virkini høvdu til rentur og avdráttir kr. 30.848 í 1988, og svarar hetta til eitt avlop uppá 29 oy/kg, meðan tilsvarandi avlopið hjá Fiskavirking í 1996 var 20 oy/kg Vinningurin var størri í 1988 enn í 1995 Hetta merkir, at meðan Framtaksgrunnurin roynir at billa fólki inn, at hallið var kr. 1,28 pr. kg. í 1988, so er verunleikin tann, at avlopið í 1988 var hægri enn í 1995 hjá Fiskavirking Tað skal eisini sigast, at hetta prógvar fyri so vítt heldur ikki nakað. Fram- taksgrunnurin sigur tað eftir teirri uppgerð »vånaliga« úrslitið fyri 1988 vera frá »sundurlidadu fiskivinnuni undan Fiskavirking«. Hon var ikki meira sundurliðið enn so, enn at tær mest avgerandi funktiónirnar vóru stýrdar av øðrum Prísásetingin fyri ráfiskin var greidd av råfiskanevndini, og sølan saman vid framleidslu og prisåseing av henni var fyriskipað av fiskasøluni So her var samskipan vid lit. Her kunnu vidurskiftini als ikki sammetast vid støduna hjå virkjunum uttanfyri Fiska- virking i dag, sum jú er í eini kappingarstødu, sum flest »serkøn« halda vera gagnligast fyri virkir og samfelag Tað kann eisini vera nevnt her, at úrslitið hjá Fiskavirking í 1995 er jú so vánaligt, at tað hvur verið við til at geva felagnum mønustingin. Og sjálvt við ta niðurskrivaðu skuld sum Fiskavirking fær samb. Fram- taksloysnini, so røkka 8 mill. nóg illa til rentur Grundgevingarnar hjá Framtaksgrunninum virðisleysar Hetta merkir, at henda grundgevingin er fallin fullkomiliga til jarðar. Og so er tað, at vit kunnu spyrja okkum, um saksviðgerðin í heila tíkið er grundað á hesar skeivu fyritreytirnar. Og vit mugu spyrja hverjar fyri- treytirnar hava verið hjá teimum >útlendsku og føroysku serkønum«, sum taka undir vid framtaksloysnini. Ein kanning sum ikki er gjørd er at sammeta rakst- urin hjå Fisakvirking vid onnur flakavirki í landinum. Hetta vildi givið eina rættuliga hóming av hvussu skila- góð henda iløgan er. Sigast kann í hvussu er, at tann fullkomiligi 6vilji sum nevndin í Framtaks- grunninum hevur havt komið fram við grundarlagnum fyri síni stødutakan, kann bert styrkja ivan um grundar- lagið fyri tiknu avgerðun- um, og hetta hevur nevndin har bert sær sjálvari fyri at takka. At grunnurin við eini útrokning kann fara 146 mill. skeivur sigur meira enn nakað annað Óli Jacobsen