leygardagur 11. januar 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. JANUAR 1997
tíðindablaðið
Fútin er inhabilur í mál-
inum um Atla Jensen
Fútin hevur biðið ríkispolitiið um hjálp at kanna viðurskiftini vid roknskapi-
num hjá Bileftirlitinum. Samstundis hevur futin boðað ríkisadvokatinum frá,
at hann er inhabilur í málinum vegna tætta samstarvið millum Bileftirlitið og
løgregluna.
EIRIKUR LINDENSKON
Eg kann våtta, at lands
stýrið tann 6. jannur hevur
biðið okkum kanna nøkur
viðurskifti viðvíkjandi Atla
Jensen í samband við rokn
skapin hjá Bileftirlitinum
sigur Mogens Nepper
Christensen, fúti
Aheitanin er komin frá
landsstýrinum eftir at lands
grannskoðararnir hava sent
landsstýrinum frágreiðing í
sambandi við grannskoðan
ma av roknskapinum fyri
stovnin
Tað ber ikki til at fåa at
vita í smålutum, hvat málið
snýr seg um. Ur landsstýri
num verður víst til fútan
sum bert kann vátta, at mál
ið er sent løgregluni
Tá málið um stjóran á
Strandferðsluni var fyri, var
einki í vegin hjá fjølmiðlu
num at fáa grannskoðara
viðmerkingarnar úr lands
stýrinum, men so er ikki í
hesum før. Tá málið er sent
løgreglum, verjir lógin um
alment innlit landsstýrið, og
tí kunnu skjøl í hesum máli
ikki útflýggjast. Men kemur
málið fyri rættin, kann alt
koma alment fram
Men Mogens Nepper
Christensen fer ikki at kann
a málið. Tað fer heldur eing
in annar undir fútanum, tí
hann kennir seg inhabilan í
hesum máli
Eg havi biðið um hjálp
frá ríkispolitinum, og eg
havi samstundis boðað rík
isadvokatinum frá, at eg
kenni meg inhabilan vegna
tætta samstarvið millum
Bileftirlitið og løgregluna
sigur Mogens Nepper
Christensen
Tá eg sjálvur eri inhab
lur, so eru mini jundisku
medarbeiðarar eisini inhab
tir, og tí hava vit fingið
hjálp frå rikispolitinum
Mogens Nepper-Christ
ensen upplysir, at menn frå
rikispolitinum, sum kortini
eru i Føroyum, so smátt eru
farnir í gongd við at kanna
málið. Hann sigur eisini, at
ikki nógvir dagar ganga, til
málið er kannað
Eg havi tí ikki meira við
málið át gera, tí tað verður
onkur annar, ið verður sjef
ur í hesum máli, sigur fútin
Hver tað verður veit hann
ikki enn, men um heilt fáar
dagar væntar hann, at ríkis
advokaturin hevur sett ann
an persón at taka sær av
hesum kanningunum
12. desember segði Atli Jensen upp sum stjóri á Bileftir-
litinum. Nú kannar ríkispolitiið málið
Lars Emil Johansen, landsstýrisformaður og alkoholikari:
Til Foroya at kanna
viðgerðarstovnar
Grønlendski landsstýrisformaður, Lars Emil Johansen er alkoholikari, ið er
vorðin edrúur. Í hesum døgum vitjar hann, saman við óðrum edrúum alkohol-
ikarum úr Grønlandi í Føroyum. Ørindini eru privat: At kanna okkara við-
gerðarstovanr fyri rúsevnismisnýtarar. At løgtingid rindar fyri uppihaldið á
hesum stovnum heldur hann vera sera positivt.
Mynd: Jens Kristian
Grønlendska ferðalagið saman vid umboðum fyri Heilbrigdid. Lars Emil Johansen sæst uttast til høgru
EIRIKUR LINDENSKOV
Eg eri f Føroyum sum
privatpersónur og ikki sum
landsstýrisformaður, sigur
grønlendski landsstýrisfor
maðurin, Lars Emil Johan
sen, sum í hesum døgum
vitjar í Føroyum. Talan er
ikki um almenna vitjan,
men um eina privata vitjan
Men landsstýrisformað
ur eri eg kortini, og tí havi
eg sjálvandi verið í Tinga
nesi og vitjað starvsbróðir
mín, Edmund Joensen, sig
ur Lars Emil Johansen
Vitjanin hjá grønlending
unum er fingin í lag gjøgn
um AA-felagsskapin. Lars
Emil Johansen hevur sjåvl-
ur havt rúsdrekkatrupulleik
ar, og hann kallar seg ein
edrúan alkoholikara
I Grønland: hava vit bara
ein ambulantan viðgerðar
stovn. Hetta ætla vit nú at
byggja út við at seta á stovn
viðgerðarstovnar eisini. Tí
er tað, at:vit nú ferðast í
Feroyum, í Danmark og í
Íslandi fyri at kunna okkum
um, hvussu vidurskiftini her
eru
Gott at landið
stuðlar viðgerð
Grønlendska landsstyris
formanninum dåmar væl
måtan i Føroyum, har Løg
tingið beinleiðis stuðlar við-
gerðini
Hesa skipanina dámar
mær væl, og hetta er heilt
vist ein av teimum erfar-
ingunum, sum eg fari at taka
heim við mær aftur til Grøn
lands
I Grønlandi mugu sjúkl
ingarnir sjálvir rinda fyri
viðgerðina, og tað virkar
ikki nóg væl, heldur lands-
stýrisformaðurin
Hava ongar
tovnar
Rúsdrekkatrupulleik arn
ir eru stórir í Grønlandi, og
har eru eingir viðgerðar
stovnar. Í Føroyum hava vit
eisini Bláa Kross, sum eis
ini hevur sín viðgerðar
stovn. Men í Grønlandi hav
a tey heldur ikki Bláa Kross
Ferðalagið úr Grenlandi
kom til Føroya hósdagin, og
fer av stad aftur månadagin
Meðan teir eru í Føroyum
skulu teir vitja á Heilbrigd
inum á Velbastað, á Blá
krossheiminum, í Kvinnu
húsinum og aðrar líknandi
stovnar
Sum landsstýrisformaður
hevur Lars Emil Johansen
sjálvandi sína ávirkan á,
hvussu Grønlendska heim-
astýrið kann stuðla viðgerð-
ini. Men hann leggur dent
á, at vitjanin í Føroyum er
privat
- Vit eru bara nakrir priv-
atir, edrúir alkoholikarar úr
Grønlandi sum eru komnir
higar at kanna, hvussu tit
arbeiða við at viðgera tykk
ara alkoholikarar, sigur Lars
Emil Johansen vælupplagd
ur vid Sosialin
SU
Sosialistiskt Ungmannafelag í
Føroyum hevur aðalfund í hólum
felagsins á Argjavegi 26 á Argjum
mánadagin 27. januar kl 19.
30
Nýggir limir kunnu tekna seg.
Sosialistiskt Ungmannafelag