Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. januar 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Úr Orðafari BREYÐ VIÐ VIÐSKERA Merkiliga lætt hevur tað, ið danskt er, við at smúgva seg inn í hug og leggjast á tungu okkara føroyinga. Eitt, sum danir eru heimsgitnir fyri, er tað, sum á teirra máli eitur Smørrebrød, te. breyðflís væl laðin við alskyns góðum viðskera. Eftir upprunamerking orðsins og sniði at dóma hevur breyðið í forðum ikki verið so ovlaðið, sum nú er vanligt, tí orðið er samdráttur av frumsniðinum smør og brød, te. breyð við smøri á Av hesum skilst, at eingin målslig grund er undir vanliga hermisniðinum >smyrji breyð<, sum var at hoyra í útvarpslýsing fyri stuttum og helst verður at síggja og hoyra, nú ið jólaborðini standa fyri durum. Skilvísliga átti tað eftir formi sínum at verið »breyd ið smyr«, tá ið vit hava orð sum smyrjiolja í huga Mundi ikki ligið eina natúrligast fyri at nevnt hetta rætt og slætt smurt breyð, hava vit ikki dirvi til at kalla tað við skerabreyð. sum eisini hevur verið skotið upp. Upprunaliga er tó viðskeri tað, ið etið verður aftur við drýli ella breyði Yngri síður man tað vera at leggja viðskeran oman á breyðið >UPP TIL“ »So er tað »upp til« landsstyrismannin«, ljóðaði herfyri út um landið. Máliskurnar fara millum landa í stórum eins og orðini, og fremsti »gevarin« nú á døgum er enskt, heimsmálið fram um onnur. It is up to you td. er vanlig ensk máliska. Danskt hevur boðið henni heim í sniðinum det er op til dig. Mælt hevur onkuntíð verið til at orða hetta á førøyskum við orðunum tað stendur til tín. Tó er ikki so sjáldan at hoyra og síggja blandsniðið >tað stendur upp (') til tin«. Hesum er eingin fongur i! LAMUR Hetta er navnorð og ikki lýsingarorð, sum mangur tykist halda. Lámur er m.a. “vinstra hond' og síðan 'fólk, ið dugir betur at nýta vinstru hond enn hegru'. Ti eitur tað av réttum hann er låmur, hon er lámur, barnið er lámur, teir/ tær/tey eru lámar! Fatanin, at lámur er lýsingarorð, man vera nógv útbreidd, men valla man tað vera ráðiligt at viðurkenna hana sum »rætta«, enn, ið hvussu er VÍSINDI Hetta er hverkikynsorð í fleirtali og ikki kvennkynsorð í eintali (í sniðinum »visund«), sum ikki so sjáldan er at síggja á prenti. Orðið eigur at verða viðfarið á sama hátt sum eitt nú tíðindi, og tað man ongum falla tvørligt. Nøkur dómi: Hann er lærdur í læknavísindum. Náttúruvísindini eru nógv framfarin í okkara tíð. Vísindamaður (fyrri liður í hversfalli fleirtali). VINKONA Skuldi tað verið neyðugt at tosað vid smágentur og ungar gentur um »venindur«, tå ið vit eiga hetta snøgga og góða føroyska orðið, sum her omanfyri stendur! ÍBÚGVI Mong eiga vit gerdarnøvnini (nomina agentis), ið enda við -i, og tey eru eldri í máli okkara og fittligari enn tey ið enda við -ari, sum tó eru málinum hent og neyðug í sínum lagi. Har er til dømis at nevna orðið sildberi - »sildberari« mundi ljóðað legið í oyrunum á flestum føroyingum. Hitt snøggara orðið ráðgevi man flestum nú líka betur enn ráðgevari. Nú ið urslitini av kommunuvalunum vórðu kunngjørd í sjónvarpinum, stóð fast við hverja kommunu, hvussu nógvar »ibugvarar«, ið hver hevði. Har man tað vera hitt danska indbygger ið býr undir. Nei, hitt einasta rætta føroyska orðið er íbúgvi. Hugsið eitt nú um mans- navnið Búgvi og navnið Búgvín á hinum prúða stakkinum. Annað dømi er ørindreki, sum nú er komið til heiðurs og æru! Tá ið vit eiga stutt og smidlig orð, skuldi verið lagamanni at tíkið tey fram um klombrutari og ófgroyskari orð, har ið høvi er. HØVUNDUR Hetta er orð, sum til tað nýliga er uppt norrønum máli. Har merkir tað 'upphavsmadur og er samstovnað sagnorðinum at hevja. Orðið er sterkt bent - høvund í hynf., høvundi í hvmf. og høvunds ella høvundar í hvsf. Tá ið orð eru nýggj í málinum, er lætt til, at óvissa tekur seg upp um snið og bending. Soleiðis hevur hetta orð hjá mongum fingið veika bending: »høvundi« í hvrf og »høvunda« í hinum føllunum. Hetta hevur ikki heimild í eldri máli og fær tí ikki itid rætt mál íkið í mál okkara úr Vikuskiftið Vikuskiftið Síða 19 RE. KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: BIKASVARTUR leygardag | ; verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frå Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman vid loystu gátuni kunngjørdur í blað- num næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, I 10 Tórs- havn —og viðmerkið >Krossorðagáta nr. < á bjálvan. Vinnari: Herborg Silja Strøm Úti í Brekku Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! Fuglar í Norðurhevum Stjórnarskipanarmálið 1946 Spell at sólin kom upp Politiska sega Føroya 1814-1906 Føroyskir soppar Mannakroppurin — og hvussu hann starvar Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband) DDDDDDODODDØO Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. |/ FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR