týsdagur 23. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 97 - 23. mai 2000
JÁKUP MØRK
KÍ-FS Vágar 2-2 (0-1) FS
Vágar vann 9-7 eftir um-
dyst og brotsspørk
Higartil í ár hevur ikki
gingist júst eftir vild hjá
fótbóltshugaðu klaksvík-
ingum. Liðið, sum í fjør tók
sær av gullmerkjunum í
bæði lands- og steypakapp-
ing hevur als ikki fingið
glið á spælið í ár, og hetta
speglast eisini aftur í stiga-
talvuni, har KÍ bert hevur
fingið fimm stig í fimm
dystum.
Í steypakappingini hevur
tó gingist nakað betri, og
uttan iva vóru vónirnar hjá
áskðarunum knýttar at løg-
manssteypinum, har KÍ
vann sín bólk, og fekk eitt
á pappírinum yvirkomiligt
mótstøðulið. Nevnliga nið-
asta liðið í fremstu deildini,
FS Vágar.
Løgdu nógv fyri
Tað gekk tó ikki long tíð,
áðrenn vágamenn høvdu
boðað frá, at heimaliðið á
ongan hátt skuldi vænta sær
nakran lættan sigur og har-
við atgongd til hálvfinal-
urnar í steypakappingini.
Longu í fyrsta álopinum var
um reppi, at bólturin lá í
meskunum
aftan
fyri
nýggja málverjan, men eftir
nakað av trunkaspæli í
brotsteiginum, fekk Zoltan
Kujundzic at enda fatur á
bóltinum.
Skjóta ávaringin fekk tó
ikki teir á heimaliðnum at
rakna við, og fyrstu 20 min-
uttirnar av dystinum, vóru
tað ístaðin gestirnir, sum
stóðu fyri mesta bóltspæl-
inum.
Fleiri
málmøguleikar
spurdust eisini burtur úr
trýstinum, men tá vága-
menn løgdu seg á odda, var
tað eftir somu uppskrift,
sum hevur verið nýtt, hvør-
ja ferð teir hava skorað í
landskappingini, deyðbólt-
ar. Horna varð skoti inn
móti KÍ málinum, og bólt-
urin var somiki nær, at hann
tók í samankomingina, áð-
renn hann støkk út aftur.
Har stóð Hannus Olsen púr-
a leysur, og hann langaði
bóltin í málið, uttan møgu-
leika hjá málverjanum.
Vágaliðið royndi fram-
haldandi at trýsta skelkaðu
KÍ leikararnar, men tá hálv-
leikurin var á leið hálvrunn-
in, var tað eins og heima-
liðið fekk betri fatur á.
Seinastu 20 minuttirnir
gekk sostatt rættuliga javnt
á, har bæði liðini stríddust
fyri at fáa takið á miðvøll-
inum, uttan at nakrir stór-
vegis málmøguleikar spur-
dust burturúr.
Javnaðu í evstu løtu
Ein av stóru trupulleiku-
num hjá KÍ hevur higartil
verið, at liðið hóast nógv
spæl hevur havt sera ilt við
at skapa sær nakrar upp-
lagdar málmøguleikar, og
harumframt er Kurt Mørk-
øre ikki longur á liðnum,
til at fáa fatur á leysum bólt-
um, sum hann síðani fekk
umskapt til mál.
Hetta var so at siga eisini
gongdin sunnudagin, og tá
klaksvíkingar
tíðliga
í
seinna hálvleiki javnaðu,
var tað eisini við góðari
hjálp frá gestunum.
Úr vinstru sendi Røogvi
Jacobsen ein høgan bólt
oman móti málinum. Sum
so var eingin vandi á ferð,
men tá Rógvi sendi innfyri,
var Darius óheppin, soleiðis
at Remi í málinum varð
fullkomuliga snýttur.
Hetta var sum vátur vøtt-
ur at fáa hjá gestunum, og
næstu løtuna var tað brád-
liga KÍ, sum hevði greiða
yvirvág í spæli. Vágaliðið
Kreppa í Klaksvík
Løgmanssteypið: Vágamenn, sum fríggjadagin duttu niður á aftasta
sessin í bestu deildini, skelkaðu Klaksvíkina, tá tað eftir umdyst og
sektasparkskapping eydnaðist at basa KÍ
royndi tó at muta ímóti, og
miðskeiðis í hálvleikinum
fingu teir fríspark burtur úr
eini álopsroynd, og so var
aftur vandi á ferð. Bólturin
varð sendir inn fyri, og eftir
eitt sindur av aftur og fram,
gjørdist Tór-Ingar brádliga
leysur, og hann ivaðist ikki,
tá møguleikin beyðst.
KÍ leikararnir royndu eft-
ir hetta at trýsta seg oman
móti
mótstøðumálinum,
men júst sum tað at kalla
sá vónleyst út hjá teimum,
bragdaði knappliga. Rógvi
Jacobsen sendi eina góða
sending inn um vágaver-
juna, har Hjalgrím Elttør
dróg nøkur fet, áðrenn hann
úr høgru smekkaði til har
og flatt inn um handara
stólpa.
Jan varð syndabukkur
Málið gav aftur nakað av
andarúmi til klaksvíkingar,
men hóast teir soleiðis fin-
gu 30 eyka minuttir á vøll-
inum, so eydnaðist ikki at
avgera dystin, og so máttu
brotsspørk til.
Fyrstu royndina hjá gest-
unum misnýtti Ari Thomas-
sen, og síðani skiftust liðini
bæði um at skora. Fjórða
brotssparkið hjá heimalið-
num varð tó misnýtt av
Kristiani á Lakjuni, sum
annars hevði staðið seg væl
í miðverjuni, og so stóð aft-
ur á jøvnum.
Liðini skiftust so at skjót-
a, til annar parturin mis-
nýtti, og hesin lutur fall á
Jan Joensen, sum sostatt
gjørdist stóri syndabukkur-
in í Klaksvík.
Syndabukkur er kanska í
so nógv sagt, men einki er
at taka seg aftur í, at brots-
sparkskappingin er ein eir-
indaleysur háttur at avgera
dystir uppá. Sum ein ávísur
danskur álopsleikari segði
fyri góðum 15 árum síðani,
so er onkur noyddur at mis-
nýta, tí leikararnir kunnu
ikki skjóta brotsspørk alla
náttina á tamb.
Niðurtúrurin hjá KÍ, sum
annars sá út til at vera steð-
gaður dýra biðjudag, tykist
sostatt vera fullkomin. Í løt-
uni eru teir tíggju stig aftan
fyri oddaliðið í landskapp-
ingini, og brotsspørkini við-
førdu, at teir nú hava sagt
farvæl til steypið við horn-
inum fyribils.
Vágaliðið vístu tó aftur,
at teir avgjørt ikki skulu
metast sum nakar dumpi-
kandidatur, hóast verandi
støðuna í botninum. Verður
hugburðurin í landskapp-
ingardystunum hin sami,
sum varð sýndur í Klaksvík
sunnudagin, er einki at ivast
í, at stigini skjótt kunnu set-
ast inn á bók.
KÍ-FS Vágar 2-2 (0-1)
8-9 eftir brotsspørk
0-1: Hannus Olsen
1-1: Sjálvmál
1-2: Tór Ingar Akselsen
2-2: Hjalgrím Elttør
Dómari: Birgir Sondum
KÍ:
Zoltan Kujundzic - Niclas
Niclassen, Jan Andreasen,
Kristian á Lakjuni - Harley
Bertholdsen, Jan Joensen,
Marek Wierzbicki, Heðin á
Lakjuni, John Ryan -
Srecko Milisivic, Rógvi Ja-
cobsen
FS Vágar:
Remigius Mykoliunis - E-
mil Hentze, Zylvanuis Zu-
dis, Darius Magdasauskas,
Rimvydas Bakus - Sonni
Johansen, Albert Ari Tho-
massen, Hannus Olsen,
Tór-Ingar Akselsen - John
Johansen, Birgir Joensen
LÍF–EB/Streymur 2–3
(1–2)
– Nei, nei. Vit hugsa
yvirhøvur ikki um at flyta
upp í 1. deild. Vit taka
ein dyst í senn, og um vit
fara at megna eina enda-
støðu, sum verður oman-
fyri miðjuna, so verða vit
væl nøgdir. Megna vit
tað, so verður talan um
stóra framgongd, um vit
sammeta við undanfarin
ár.
Hetta staðfestir Bergur
Magnussen.
Gamli
skarprættarin í B36, í
Streymi og í samansetta
liðnum,
EB/Streymi,
hevur í ár ábyrgdina av
liðnum hjá teimum í Sun-
dalagnum í næstbestu
deildini, og úrslitini hig-
artil hava verið so mikið
góð, at eftir fýra umfør
er EB/Streymur í topp-
inum.
Tá vit spyrja venjaran,
hvat tað er, sum hevur
gjørt, at liðið, sum undan-
farnu árini hevur stríðst
fyri at sleppa undan nið-
urflyting úr 2. deild, nú
telist millum oddaliðini,
so hevur hann ikki nakra
avgjørda áskoðan á tað:
– Vit hava fingið Jón
Sigurð Gleðisheygg í
miðverjuna, og hann er
ein góður stuðul. Annars
hava vit umleið sama
fólkið, sum vit hava havt
undanfarin ár. Vit venja
tríggjar ferðir um vikuna,
og kanska eru spælararnir
eitt sindur hugaligari í ár,
enn teir hava verið un-
danfarnu árini. Tað møta
14–18 upp hvørja ferð,
og teir eru hampuliga væl
fyri, sigur Bergur Mag-
nussen, sum var væl nøg-
dur við fótbóltsspælið hjá
sínum monnum í 1. hálv-
leiki móti LÍF.
Leygardagin fór EB/
Streymur úr Leirvík við
øllum stigunum. Tá fyrra
umfarið var hálvrunnið,
vóru teir frammanfyri 2–
0. Fyrra málið stútaði Jón
Sigurd Gleðisheygg, eftir
at horna varð sent innfyri
úr høgru.
Seinna málið skoraði
Halldórur Joensen. Eisini
í tí førinum var talan um
innlegg. Eftiransingarnar
vóru vánaligar, og mið-
vallarin fekk høvi at tem-
ja í brotsteiginum, áðrenn
hann skoraði.
Stutt undan hvíldini
minkaði heimaliðið um
munin. Kristian í Vági
stútaði frísparksinnlegg í
málið, og stórar partar av
seinna umfarinum var
trýstið frá LÍF stórt. Tað
eydnaðist teimum at
javna, og tað líka sum lá
í luftini, at um eitt mál
fór at koma afturat, so
EB/Streymur
hevur undanvind
2. deild: Men venjarin, Bergur
Magnussen, hugsar í fyrstu
atløgu ikki um at flyta upp í
bestu deildina
fóru tað at verða heim-
amenninir, ið fingu tað.
Petur
Sjúrðarberg
stútaði til 2–2, eftir at
innlegg var komið úr
høgru.
Og so endurtók gamla
søgan seg. Í øllum LÍF
trýstinum hevði EB/
Streymur onkur mótá-
lop, teir fingu eitt sindur
betur tak, tá stóra LÍF
trýstið ikki hevði givið
meiri úrtøku, og eftir
uppspæl í høgru og inn-
legg frá Vinjardi Dam
eydnaðist tað Dániali
Magnussen at skora sig-
ursmálið.
Snópisligt hjá LÍF og
kærkomið
hjá
EB/
Streymi.
– Okkum restar ein
stýrimann, sum er førur
fyri at broyta leikferð-
ina. At vit vóru so
grammir í 1. hálvleiki
hevði við sær, at orkan
gekk undan í 2. hálv-
leiki, og tá komu vit
undir stórt trýst, stað-
festir Bergur Magnus-
sen. Komandi leygardag
fara hann og hinir í EB/
Streymi at taka ímóti KÍ,
sum triðja leygardagin
upp í slag fer at royna at
fáa eitt stig burturúr
málleysum javnleiki á
útivølli.
Hjá LÍF hevur tað ikki
hilnast væl higartil, og
leygardagin verður tað
aftur torført. Tá skulu
teir spæla á Sevmýri.
jh
LÍF–EB/Streymur
2–3 (1–2)
0–1:
Jón
Sigurd
Gleðisheygg 14.
0–2: Halldórur Joensen
23.
1–2: Kristian í Vági 39.
2–2: Petur Sjúrðarberg
71.
2–3: Dánial Magnussen
88.
Ungi Kristian á Lakjuni spældi ein góðan dyst í miðverjuni, men hann gjørdist annar av syndabukk-
unum, tá ein vinnari skuldi finnast í brotssparkskapping
Mynd: JH
JÁKUP MØRK
B36-HB 2-2 (1-0)
HB vann 6-3 eftir umdyst
og brotsspørk
B36 hevur seinni árini havt
meira enn trupult við at basa
grannunum úr HB, tá liðini
bæði hava hitst. Somikið
illa hevur gingist í hond í
grannuppgerðunum, at tað
als ikki er uttan orsøk, at
áskoðarar hjá báðum felø-
gum tosa um HB-kom-
pleksið hjá B36.
Tí var tað kanska ikki
dreymurin hjá leikarum og
viðhaldsfólkunum,
sum
gekk út, tá tað gjrødist
greitt, at grannarnir skuldu
hittast í fjórðingsfinaluni í
steypakappingini.
Lagið á viðhaldsfólku-
num hjá árstalsfelagnum
mundi heldur ikki gerast
betri av, at B36 noyddist at
vera fleiri stuðulsleikarar
fyri uttan, í týdningarmikla
dystinum.
Jens Kristian Hansen og
Bjarni Prior hava báðir drig-
ist við skaðar, og harum-
framt mátti Jákup á Borg
sita uttanfyri, orsakað av
reyða kortinum, sum hann
ognaði sær á Sandi dýra
biðjudag.
Bjarni varð klárur
Tað eydnaðist tó Bjarna at
manna seg upp, so hann
fekk verið við í dystinum,
men kortini var B36 liðið
nakað umskipað, í mun til
undanfarnu
dystirnar.
Mikkjal Thomassen varð
fluttur niðan á miðjuna,
meðan Fróði Clementsen og
Herbert í Lon Jacobsen røk-
tu verjusessirnar framman
fyri Egil Zachariassen.
HB liðið var tó eisini na-
kað skert undan dystinum.
Gigi, sum hevur verið bæði
skaddur og sjúkur, var enn
ikki komin rættuliga fyri
seg, og tískil varð Símun
fluttur longur inn á mið-
vøllin, meðan Pætur Dahl
enn einaferð røkti miðvall-
arsessin í vinstra borði.
Janus Joensen, fekk ein
rættuligan stoyt fríggjadag-
in, men hann var kortini til
reiðar sunnudagin, so alt í
alt líktist HB liðið at kalla
sær sjálvum.
Ein av veikleikunum hjá
HB hevur í undanfarnu
dystunum verið, at liðið ikki
í nóg stóran mun megnar at
bróta ígjøgnum í síðunum,
har Símun Eliasen og Ingi
Rasmussen fyri tað mesta
hava roynt seg. Hetta hevur
tó ikki eydnast serliga væl,
tí hvørgin teirra hevur tær
dygdir, sum verða kravdar
á hesum plássum. Ikki tí,
báðir eru teir sterkir leik-
arar, sum eisini hava verið
á landsliðnum, men styrki
teirra er mitt á vøllinum, og
ikki úti í borðinum.
Sunnudagin hevði HB-
venjarin roynt at loyst
henda trupulleika soleiðis at
álopsskyldurnar í høgru
vórðu loystar av Jóhannis
Joensen, meðan Ingi flutti
seg longur inn á vøllin, tá
HB liðið var í álopið.
B36 átti alt
Tað var tó rættuliga sjáldan,
at Jóhannis fekk víst sínar
framrættaðu dygdir fyrsta
partin av dystinum, tí B36
liðið átti satt at siga alt spæl-
ið í fyrra hálvleiki.
Serliga var tað Jan Gutte-
sen, sum skaraði framúr á
miðvøllinum, har hann helst
vann fleiri bóltar enn alt HB
liðið tilsamans, og ferð eftir
ferð slapp hann sær skila-
gott av við bóltin, so nýtt
álop kundi setast í gongd.
Bæði Magni á Lakjuni og
Carl Herup Høgnesen vóru
framrættaðir í síðunum, og
tað hendi seg ofta, at vanda-
miklar støður spurdust burt-
ur úr hesum.Um hálvan
hálvleikin var um reppið, at
B36 legði seg á odda, eftir
at teir enn einaferð komu
framvið í vinstru síðu, men
Bjarni rakk akkurát ikki
bóltinum frá Magna, og Hå-
kan tóktist ikki nóg avgjørd-
ur, tá bóltur fall fyri føtur
hansara.
Løtu seinni vóru aftur boð
eftir HB-málverjanum. Jan
Guttesen vann bóltin á mið-
juni, og spældi síðani Bjar-
na púra leysan. Hevði Bjar-
ni hugt upp, hevði hann
kanska sæð, at hann og Jan
vóru tveir einiir við mál-
verjanum, men ístaðin fyri
at rulla upp á tvørs, royndi
hann at lobba bóltin, men
Bárður fekk kortini fatur á.
Stutt eftr hetta fekk B36
hornaspark, og so kundi enn
einaferð staðfestast, at HB
verjan hevur alstórar tru-
pulleikar av deyðbóltsstøð-
um. Bjarni Prior er helst ein
av sterkastu leikarunum hjá
B36, tá tosað verður um
spælið við høvdinum, men
kortini slapp hann at standa
púra leysur, tá Magni sendi
hornasparkið inn, og hetta
lat hann sær ikki bjóða tvær
ferðir.
Hóast leiðslumálið, so
helt B36 fram við ágang-
andi spælinum, og við eitt
sindur av hepni, kundu teir
eisini økt um leiðsluna.
Í hinum endanum av vøll-
inum hendi millum lítið og
einki. Onkuntíð var um
reppið, at HB fekk onkran
hissini møguleika, men
hvørja ferð eydnaðist kort-
ini B36 leikara at fáa fatur
á bóltinum.
Vandamesta royndin var
helst, tá Bárður Mortansson
varð leiktur leysur, men lin-
juverjin mundi helst vera
einasti maður í Gundadali,
sum helt kvika áleyparan
vera rangstaddan, tá bólt-
urin varð sleptur inn um
verjuna.
Nýttu aðrar dygdir
Í seinna hálvleiki var HB
liðið so at siga hamskift.
Ingi Rasmussen og Símun
Eliasen vórðu skiftir út við
Hall Danielsen og Róa Ár-
ting, og hetta viðførdi alt
fyri eitt, at HB spælið gjør-
dist nógv betri skipað.
Báðir eru teir leikarar,
sum royna at lata bóltin gera
arbeiðið, og nú varð tað
brádliga HB, sum hevði
bóltin nógv meira.
Einar tíggju minuttir eftir,
at hann var komin á vøllin,
eydnaðist tað Róa at krúlla
seg ígjøgnum B36 verjuna,
men tá bólturin varð rull-
aður tvørt fyri málið, var
B36 verjan kvikari á bólt-
inum.
Tað lá tó líka sum í luftini,
at tað skuldi eydnast HB at
javna, og tá 20 minuttir vóru
eftir leika, eydnaðist hetta
eisini. Rúni Nolsøe kundi
kanska valt at latið seg dett-
a, tó hann dróg fram við
verjuleikara í høgra borði.
Hann helt sær tó á fótum,
og sendi eitt flatt skot úr
spískum vinkli. Tróndur
fekk vart fyri í fyrstu atløgu,
men Hallur Danielsen var
fyrstu á returinum, og so
stóð á jøvnum.
Stutt eftir var um reppið,
at sviin hjá B36 slapp leys-
ur, men Bárður var skjótur
úr málinum, so hann kundi
rudda burtur.
Yvirvágin, sum HB hevði
havt í seinna hálvleiki,
hvarv so at siga eftir útjavn-
ingina, og seinasta løtan av
vanligu leiktíðini var helst
hin besta í dystinum, um
hugsað verður um fótbólts-
spælið.
Hvørgin parturin hevði
hug at geva seg, og við
skjótum spæli, skolaðu á-
lopini báðar vegir. Ferðin
var høg, Nógvir og harðir
nærdystir vóru á miðvøll-
innum og fleiri góðar tek-
niskar detaljur vóru at
síggja. Ja snøgt sagt sýndu
liðini hesa løtuna nakað av
tí besta, sum føroyskur fót-
bóltur hevur at bjóða.
Í himmiríki og aftur
Tað lá kanska í luftini, at
farast skuldi út í longda
leiktíð, og soleiðis gjørdist
eisini, men áðrenn tað kom
so langt, sluppu viðhalds-
fólkini hjá báðum feløgum
bæði at gráta og flenna.
Tá klokkan við tennis-
vøllin var farin um teir 89.
minuttirnar, átta HB horna-
spark. Bólturin var í fyrstu
atløgu sendir útfrá, men við
einum dreymaskotið sendi
føðingardagsbarnið og lið-
skiparin,
Rúni
Nolsøe,
bóltin heilt upp í saman-
komingina, haðani hann
legði seg í síðunetið hinu-
megin.
Frøin á leikarum og við-
haldsfólkum var sjálvsagt
ovurstór, men B36 leika-
rarnir høvdu enn ikki givið
skarvin yvir. Einir seks min-
uttir vórðu lagdir afturat tíð-
ini, og hesa løtuna legði
B36 stórt trýst á HB málið.
Vónin um javnleik mundi
tó hvørva, tá Magni úr stutt-
ari fjarstøðu sendi bóltin
framvið HB málinum, men
lítla løtu seinni kundu B36
leikararnir hálsfevnast.
Enn einaferð var atvoldin
til málið ein deyðbóltsstøða.
Úr vinstru sendi Magni
hornaspark innfyri, og eftir
at Egil fyrst hevði roynt seg
við skotið, kundi Ronnie
Samuelsen við seinasta
sparkinum í dystinum seta
bóltin í málið.
Meira dramatikkur
Var vanliga leiktíðin undir-
haldandi, so varð longda
leiktíðin tað ikki minni. Eft-
ir stuttari løtu hevði Carl
risastóran møguleika, eftir
at Ronnie í fyrstu atløgu
stútaði á tvørstongina, men
ístaðin fyri at skjóta fyrstu
ferð, royndi Carl at temja
bóltin, og so fekk verjuleik-
ari beint bóltin burtur.
Dramatikkurin fekk enn
eitt skump uppeftir, tá Hans
á Lag átti seinasta sparkið í
fyrra umfarinum av longdu
leiktíðini. Sparkið var tó
rættað móti Jan Guttesen,
og tá dómarin stóð beint hjá,
var bara ein vegur, og tað
var út.
Stutt undan hesum varð
verjufelagin hjá Hans, Flo-
rin, skaddur, tá hann royndi
seg við frísparki, og eftir at
hann var settur niðan í á-
lopið at standa, varð HB
verjan fullkomuliga um-
skipað seinasta korterið.
Orkan var tó farin at
ganga undan hjá B36, og
hóast yvirvtalið í leikarum,
megnaðu teir ikki at leggja
Sannur steypagysari í Gundadali
Løgmanssteypið: Báðir Bárðarnir hjá HB gjørdust hetjunar í Gundadali. Bárður Johannesen tók tvey
brotsspørk, meðan Bárður Mortansson setti seinasta seymin í B63 kistuna
nakað skipað trýst á HB lið-
ið, og eftir 120 undirhald-
andi minuttir var greitt, at
dysturin skuldi avgerast við
sektasparkskapping.
Bárðarnir avgjørdu
Her gjørdist Bárður Johan-
nesen í HB málinum stóra
hetjan. Hann tók sær nevn-
liga av báðum teimum
fyrstu skotunum frá ávíka-
vist Magna og Fróða, með-
an Ronnie Samuelsen sum
einasti B36 leikari hevði
sett bóltin í netið. Tá so Rú-
ni, Rói og Andrew allir
skoraðu upp á sínar møgu-
leikar, var tað upp til ein
annan Bárð, Mortansson, at
avgera dystin.
Hann sveik ikki álitið, og
so kundu HB áskoðararnir
tysja inn á vøllin at takka
sínum leikarum.
Meðan
reyð/svørtu
grannarnir sostatt kundu
fegnast um enn ein sigur í
lokaluppgerðini, sótu B36
leikararnir á miðvøllinum
og gramdu seg.
Sjálvsagt er tað ein keð-
iligur lutur at skula lúta í
eini brotssparkskapping,
men koritni skal sigast, at
leikararnir hjá hvíta høvuðs-
staðarfelagnum als onga or-
søk høvdu til at stara niður
í vøllin. Tað skulu tvey góð
lið til fyri at skapa ein góðan
fótbóltsdyst, og hetta megn-
aðu HB og B36 til fulnar.
Dysturin hevði so at siga alt
tað, sum vanliga verður sett
í samband við ein rættan
steypadyst. Nógvar nær-
dystir, høga leikferð, gott
spæl í løtum og fram um alt
spenning og dramatikk.
Snøgt sagt hevði hvørki av
liðunum uppiborið at tapa,
men dysturin skuldi so av-
gerast, og her varð tað so
HB, sum dróg longra stráð-
ið. Kanska orsakað av einari
sálarligari yvirvág, sum
stavar frá stoltum steypa-
traditiónum og siðvenjuni
við at vinna á grannunum.
B36-HB 2-2 (1-0)
3-6 eftir brotssparkskapping
1-0: Bjarni Prior
1-1: Hallur Danielsen 70.
1-2: Rúni Nolsøe 90.
2-2: Ronnie Samuelsen 90.
Dómari: Niklas á Líðarenda
B36:
Tróndur Vatnhamar - Fróði
Clementsen, Egil Zachari-
assen, Herbert í Lon Jacob-
sen - Carl Herup Høgnesen,
Mikkjal Thomassen, Jan
Guttesen, Magni á Lakjuni
- Bjarni Prior, Håkan Lund-
holm, Ronnie Samuelsen
HB:
Bárður Johannesen - Jóhan-
nis Joensen, Florin Mihá-
escu, Hans á Lag, Janus Jo-
ensen - Ingi Rasmussen,
Rúni Nolsøe, Símun Elia-
sen, Pætur Dahl - Bárður
Mortansson, Andrew av
Fløtum
Frøin var sjálvsagt ovurstór, tá Rúni Nolsøe við einum dreymaskotið sendi bóltin í málið til 2-1, men í
95. minuttir eydnaðist kortini B36 at toga seg uppaftur á javnleik
Mynd: Álvur Haraldsen