Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 Søgan endurtekur seg. Tað er ein veruleiki, og sunnu- dagurin í Sarpigerði var ein staðfesting av, at søgan ikki nýtist at vera so gomul fyri at endurtaka seg. Í landskappingardysti- num dýra biðjudag kostaðu deyðbóltarnir NSÍ øll stigini móti GÍ. Tá NSÍ sunnudag- in fór um Gøtueið til enn eina ferð at stríðast móti grannunum – hesa ferð í steypakappingini – høvdu teir bæði tosað um og gjørt nakað ítøkiligt fyri at byrgja uppfyri, at deyðu bóltarnir aftur skuldu kosta nógv, men tað hjálpti lítið ella rættari sagt einki. Trygvi Mortensen hevði staðiliga mint sínar spælarar á og arbeitt við teimum fyri at sleppa undan óhepnu støðunum, og hann hevði B68-VB 1-3 (0-1) Vágbingar hava eitt fínt fót- bóltslið. Tað hava vit fleiri ferðir sagt áður, og sunnu- dagin staðfestu teir tað á Svangaskarði. Serliga er tað í álopspartinum, at VB, sum hesa ferð mátti spæla uttan Vágbingar spældu alla tíðina Løgmanssteypið: Toftamenn vóru ikki vaknaðir, tá VB setti hol á, og toftamenn svóvu, tá vágbingar í síðstu løtu avgjørdu Tórða Holm á miðvøllinum (Jón Gærdbo, sum ikki hev- ur verið við síðani steypa- dystin móti NSÍ í Vági, loysti av), er væl fyri, og tað vóru menninir í fremstu røð, sum høvdu avgerandi orðið at siga, tá VB megn- aði at spæla seg í hálvfi- naluna í kappingini um løg- manssteypið. Toftamenn snorksvóvu, tá álopsmenninir hjá VB vóru fyrstu ferð upp á spæl. Teir spældu upp á tvørs í miðverjuni, Robert Ciesle- wicz kom ímillum, var skjótur móti málinum og sendi framvið Magnusi Poulsen. 1–0 til VB. Sekundvís- arin hevði gingið 21 se- kund, og fyritreytirnar hjá gestunum vóru av teimum allar bestu. VB venjarin plagar at sig- a, at hansara lið hevur ikki somu dygdir at spæla ver- jukent sum at spæla álops- kent. Tað hevur hann kan- ska rætt í, og tí var tað ikki eftir høvdinum hjá vág- bingum, at teir tað mesta av tíðini vóru á egnari hálvu. Heldur var tað tí, at teir vór- u kroystir til tað. Men hvassa álopið hjá VB var alla tíðina vanda- mikið, og sjálvt um B68 hevði bóltin mest, so vóru tað VB álopini, sum tað var mest tyngd í. Milan Kuljic, Jón Pauli Olsen, Robert Cieslewicz og Krzysztof Popczynski duga nógv við bóltinum, og teir finna væl saman. Tað var fleiri ferðir nær við og næstan, at teir fingu mál tvey mál í 2. hálvleiki. Í 67. minutti legði Jón Pau- li Olsen VB framum 2–1. Skjótt álop í vinstru og tvær skotroyndir, sum Magnus Deyðbóltarnir sendu NSÍ úr steypakappingini Løgmanssteypið: Gøtumenn skoraðu tríggjar ferðir í fyrra umfarinum, og so bundu teir fyri valt at seta Ólav Højgaard í málið, men úrslitið var tað sama. GÍ skoraði trý mál í 1. hálvleiki, og tvey tey fyrru komu eftir deyðbóltsstøður. Fríggjadagin og sunnu- dagin kendist tað næstan sum at GÍ fekk eins stóran møguleika sum brotsspark, tá teir høvdu hornaspark og fríspark í borðunum. 24 minuttir vóru farnir, tá teir settu hol á. Pauli Jarn- skor sendi hornaspark úr vinstru og yvir um handara stólpa, har Pól Ennigarð, sum hesa ferð var miðverji, sendi innfyri aftur. Eitt sin- dur av aftur og fram stóðst av, og Martin Thomsen, sum var í miðverjuni saman við Pól Ennigarð, átti síðsta fótin á. NSÍ vildi hava frí- spark, tí teir mettu, at ver- jumaðurin hevði skumpað fleiri mótstøðumenn burtur, men dómarin lætst ikki um vón. Í 29. minutti økti GÍ til 2–0, og aftur var talan um deyðbóltsstøðu. Súni Ol- sen, sum var komin fyri seg eftir skaðan, og sum hesa ferð var hollur sentralur miðvallari, sendi ferðmikið fríspark innfyri úr høgru, Ólavur Højgaard fór úr málinum, men ikki fatur á bóltinum, sum tók í høvdið á Mortani Hansen og fór í netið. Og í 42. minutti staðfesti Henning Jarnskor sigurin. Helgi R. Petersen sendi góðan diagonalbólt í høgru til landsliðsmannin, sum var blankur og nóg kaldur at sneiða framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann sendi bóltin í kassan. 3–0 til GÍ, og so var einki at spæla um. Neyðugar broytingar At liðini høvdu spælt fríggjadagin og aftur spæl- du sunnudagin hevði við sær, at tað var neyðugt at gera fleiri broytingar, tí spælarar vóru ikki komnir fyri seg aftur. Hjá GÍ var Rúni Justin- ussen burturfrá bæði fríggjadagin og sunnudag- in. Jóan Petur Olsen var ikki tøkur sunnudagin. Súni Olsen megnaði væl upp- gávuna á miðvøllinum, og Leivur Hansen var drúgvur á vongverjanum í vinstru í báðum dystunum. NSÍ stórsaknaði sunnu- dagin Arnfinn Langgaard, sum heldur ikki var við fríggjadagin, Djóna N. Jo- ensen og Christian Høgna Jacobsen. Teir eru allir skaddir, og tað verður vónað í Runavík, at teir verða klárir, áðrenn teir sunnudagin skulu út á Toftir. JH GÍ–NSÍ 3–0 (3–0) 1–0: Martin Thomsen 25. 2–0: sjálvmál 29. 3–0: Henning Jarnskor 42. GÍ: Sunvard Joensen – Áslakur R. Petersen, Pól Ennigarð, Martin Thomsen, Leivur Hansen – Magni Jarnskor, Súni Olsen, Pauli Jarnskor – Henning Jarnskor, Óli Hansen, Helgi R. Petersen Poulsen hevði hálvbjargað, skulu til, áðrenn miðvall- arin í triðju atløgu skoraði. Og fram móti dystarenda, tá B68 royndi at javna og tískil hevði nógv fólk fram- marlaga, var Robert aftur uppá spæl. Lítil úrtøka Toftamenn, sum hesa ferð aftur høvdu Súna Fríða Jo- hannesen sum fremsta mann og enn eina ferð saknaðu Fróða Benjamin- sen, høvdu bóltin nógv meiri enn mótstøðumenn- inir. B68 hevði 3–5–2 út- gangsstøðuna, og Jákup Djurhuus, sum spældi fyri fyrstu ferð í ár, var góður í miðverjuni. Serliga Jákup Eli Olsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var grammur og legði fleiri fín- ar bóltar innfyri úr tí borð- inum, har vágbingar vóru mest tunnir i verjupartinum. Men hóast bóltarnir vóru neyvir og lógu væl, og hó- ast álopsmenninir fleiri ferðir fingu høvi at stúta, so eydnaðist ikki at fáa mál. Neyvleikin var ikki nóg stórur, og tá toftamenn royndu seg við skotum, vísti Bjarni Johansen í VB málinum sínar dygdir. B68 javnaði í 56. minutti, tá teir fingu eitt tunnt brotsspark. Jón Pauli Olsen royndi at verja bóltin út av vøllinum, eingin vandi var á ferð, toftamenn tóktust ikki halda nakað serligt ver- a á vási, men linjuverjin veittraði, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Súni Fríði Johannesen var trygg- ur úr ellivu metrum. Súni Fríði Johannesen sneiddi seg leysan, plaser- aði bóltin dygst úti við stólpan, men Bjarni Johan- sen var sum ein køttur yvir bóltinum, og toftamenn komu ikki nærri at skora. JH B68-VB 31-3 (0-1) 0-1 Robert Cieslewicz 1-1 Súni Fríði Johannesen 1-2 Jón Pauli Olsen 1-3 Robert Cieslewicz B68: Magnus Poulsen – Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus – Kristian Poulsen (Øssur Jacobsen, 46.), Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen – Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino (Jann Ingi Pe- tersen, 79.) Reytt kort: Jann Ingi Pe- tersen 90. VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic (Eyðun Kjærbo, 71.), Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Petur Óli Samuelsen, Jón Gærdbo (Michael í Lágabø, 71.), Milan Kuljic (Palli Augustinussen, 87.), Jón Pauli Olsen – Robert Cie- slewicz, Krzysztof Pop- czynski Gult kort: Januks Kjærbo 81. NSÍ: Ólavur Højgaard – Bryn- jolvur Nielsen, Kári Han- sen, Dánial Hansen, Sjúrð- ur Jacobsen – Gert Lang- gaard, Ian Højgaard, Jan Nónklett, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Mor- tan Hansen Juguslavirnir royndust betri enn brasiliumenn- inir, tá VB sunnudagin sendi B68 úr steypa- kappingini Mynd: J. Jacobsen Stríðið um danska meista- raskapin í fótbólti er vorðið ein sannur gysari. Munurin millum Herfølge og Brønd- by er tann sami, sum hann hevur verið, men Brøndby hevur nú bara tveir dystir at vinna tey trý stigini inn á Herfølge, sum tað er neyð- ugt hjá teimum at gera, um teir skulu taka DM frá Já- kupi Mikkelsen og teimum. Men samstundis er tað ein veruleiki, at Herfølge sunnudagin hálvklossaði á heimavølli móti OB, og tað var púra óneyðugt: – Vit høvdu greitt tak á teimum, og tað eigur ikki at koma fyri, at vit sleppa teimum inn aftur í dystin, tá vit miðskeiðis í 2. hálv- leiki eru á odda við tveim- um málum. Hetta sigur Jákup Mikk- elsen úr Herfølge, og ven- jarin hjá honum, John Faxe Jensen, roynir at finna or- søkina til, at OB síðsta kort- erið fekk loyvi at skora tvey mál: – Tað er ikki tilvitað, men tað tóktist sum um okkara menn høvdu hug at taka seg eitt sindur aftur á vøllin, tá sigurin tóktist vera vísur. Tað skuldu vit ikki havt gjørt. Okkara stílur er at kroysta mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tá teir fingu høvi at koma í- gjøgnum í síðunum gjørdist tað vandamikið í brotsteig- inum hjá okkum. Okkara spælarar eru ikki vanir at vera so tætt við at vinna DM, so tað kann gott vera, at teir fingu gummibein síð- stu løtuna, segði John Faxe Jensen við danskar fjøl- miðlar. Áttu at bundið um Burtursæð frá síðsta kort- erinum hevði Herfølge fyri tað mesta gott tak á mót- støðumonnunum. Tá tað var hálvleikt stóð á jøvnum 1– 1. OB legði bragdliga fyri eftir steðgin, men við eitt skoraði Herfølge, og tá teir miðskeiðis í 2. hálvleiki øk- tu til 3–1 var fagnaðurin á og kring vøllin øgiligur. Og so var tað, at gummi- beinini gjørdu um seg. OB heilfluktaði framvið Jákupi Mikkelsen til 3–2, og tá tað restaðu fimm minuttir long- du teir innkast úr høgru og inn fyri málið, har eftirans- ingarnar vóru alt annað enn góðar. Ein av verjuspælaru- num vildi hava, at Jákup skuldi havt verið úti og boksað bóltin burtur, men undir øllum umstøðum var tað ein veruleiki, at Her- følge fekk eitt stig burturúr á heimavølli. Todi alla tíðina Størsta áskoðarafjøldin sunnudagin var í Brøndby, har FCK vitjaði og fekk 1– 1 javnleik. Hjá Herfølge kom tað sjálvandi væl við, at Todi Jónsson og teir syrgdu fyri, at Brøndby ikki kundi eta seg inn á oddaliðið, men samstundis kundu troyttu Herfølge menninir, sum vóru lidnir við sín dyst, áð- renn fyrsta bríkslið í Her- følge, staðfesta, at FCK verður torført at spæla ímóti komandi sunnudag. Todi Jónsson og teir tykjast hava rætta lagið stutt undan kappingarenda, men úrtøk- an er framvegis lítil. Todi Jónsson var við allar 90 minuttirnar. Í 1. hálvleiki var hann miðframherji í 4– 3–3 spælskipanini, og í 2. hálvleiki var hann ytstur á miðvøllinum í vinstru. Tá var skipanin 4–4–2. Todi var væl við í samanspæl- inum, og onkra ferðina var um reppið, at hann megnaði at slíta seg leysan við bólt- inum. Brøndby menninir Teir í Herfølge hava fingið gummibein Jákup Mikkelsen og teir iðra seg um, at teir ikki tóku av, tá møguleiki var fyri at økja um frástøðuna til Brøndby fingu tvey gul kort fyri at fella føroyska álopsmannin. Norðmaðurin Harald Brattbakk setti hol á fyri FCK, og fyri hálvleik javn- aði sviin Mattis Jonsson. Í 2. hálvleiki var FCK leik- liga omaná. Serliga var tað myrki Zuma, sum var fram- úr, men teir fingu einki mál. Brøndby hevði fleiri góðar møguleikar, men FCK mál- verjin, Karim Zaza, sum er á veg burtur frá felagnum, stóð sera væl. AaB burturúr Sunnudagin varð tað greitt, at meistarastríðið verður bara millum Herfølge og Brøndby. AaB varð avhølv- að 7–2 í Viborg, og nú eru teir smokkaðir so mikið burtur ímillum, at alt bendir á, at Herfølge í hvussu so er fær silvurkrónurnar. Silkeborg, sum hevur ver- ið mett sum møguligt evni til medaljurnar, var ikki væl upplagt í Lyngby, har tað endaði 0–0. AB hevur eisini havt medaljur at spæla fyri. Teir megnaðu ikki meiri enn 2–2 í Århus. Felagið hjá Óla Johannesen er framvegis hótt av niðurflyting, men dumpiplássini vóru í gjár framvegis hjá Vejle og Es- bjerg, sum hittust í gjár- kvøldið. Komandi hóskvøld verð- ur sannur spenningur í. Tá skal Herfølge spæla í Silke- borg, og Brøndby skal spæl- a í Gladsaxe móti AB. Sjón- varpsrásin TV3+ fer at senda beinleiðis frá báðum dystunum. Tann sendingin byrjar klokkan 17.30, og tveir tímar seinni verður greitt, um tað framvegis verður spenningur um meistaraskapin, tá FCK sunnudagin fer at vitja í Herfølge. Tá skal Brøndby spæla á heimavølli móti vónbrotna AaB. JH Úrslit, superligan 21.05 Brøndby-FC København 1-1 21.05 Lyngby-Silkeborg 0-0 21.05 AGF-AB 2-2 21.05 Herfølge-OB 3-3 21.05 Viborg-Aab 7-2 22.05 Vejle-Esbjerg Leiktur eftir evstamark Komandi dystir: 25.05 Viborg-Vejle 25.05 Aab-AGF 25.05 AB-Brøndby 25.05 FC København-Lyngby 25.05 OB-Esbjerg 25.05 Silkeborg-Herfølge vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Herfølge 31 16 - 6 - 9 50 47 3 54 2 Brøndby 31 14 - 9 - 8 55 35 20 51 3 AaB 31 12 - 12 - 7 56 38 18 48 4 AB 31 12 - 10 - 9 48 35 13 46 5 Viborg 31 13 - 7 - 11 49 50 -1 46 6 Silkeborg 31 12 - 9 - 10 45 32 13 45 7 Lyngby 31 13 - 5 - 13 49 52 -3 44 8 FCK 31 12 - 7 - 12 42 34 8 43 9 OB 31 9 - 10 - 12 37 43 -6 37 10 AGF 31 9 - 8 - 14 35 50 -15 35 11 Vejle 30 6 - 11 - 13 36 63 -27 29 12 Esbjerg 30 8 - 4 - 18 38 61 -23 28 Støðan, danska superligan Einans tveir dystir eru nú eftir at leika hjá Jákupi og teimum í Herfølge Todi og teir góvu Herfølge eina hjálpandi hond, tá teir tóku stig frá Brøndby