Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mai 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 97 - 23. mai 2000 Allan Mørkøre skoraði Ísland: Fimm føroyskir spælarar spældu í sama dysti, og Allan Mørkøre skoraði fyri ÍBV Í Íslandi vóru fimm føroy- skir spælarar á vøllinum, tá IA av Akranesi og Leiftur spældu fyrsta landskapping- ardystin á árinum. Dysturin, sum varð spældur hósdagin, endaði við 1-0 sigri til Akranes. Á liðnum hjá Leiftur vóru Jens Martin Knudsen, Jens Erik Rasmussen, Sámal Joensen og John Petersen. Uni Arge var í álopinum hjá Akranesi, og hann spældi sera væl. Hann legði upp til málið hjá sínum liði, og hann hevði tvær góðar royndir, sum Jens Martin Knudsen bjargaði. Men Uni mátti av vøllinum beint fyri hálvleik eftir ein saman- brest við ein mótspælara. Hava bóltin meira Í seinna hálvleiki hevði John Petersen, sum spældi sín fyrsta dyst í íslendskum fótbolti, tvær góðar royndir, men tað eydnaðist ikki Leiftri at fáa nakað mál. Eftir dystin segði Jens Martin Knudsen við ís- lendskar fjølmiðlar, at hann var nøgdur við verjuspælið hjá sínum liði, men hann helt, at Leiftur skuldi ar- beiða við at betra um spælið á miðvøllinum, so liðið hevði bóltin meira. Íslendskir fjølmiðlar halda, at IA er eitt gott boð upp á meistaraskapin í ár, men teir meta tað sum eitt afturstig fyri liðið, um Uni Arge ikki kann spæla næstu vikurnar. Hann tóktist vera væl fyri í fyrsta dystinum. Allan skoraði Allan Mørkøre skoraði eitt av málunum, tá ÍBV spældi ímóti Fylkir. Dysturin end- aði við javnleiki 2-2, og All- an Mørkøre skoraði málið til 1-1. ÍBV var á odda 2-1, men teir kláraðu ikki at halda fast um leiðsluna, og fyrsti dyst- urin hjá teimum endaði tí við javnleiki. Allan Mørkøre skal í ár royna seg sum áleypara hjá ÍBV, og tað hevur higartil gingið væl. ÍBV hevur ann- ars bara spælt við einum áleypara, men nú ætla teir at hava Allan Mørkøre heilt frammi eisini. Allan Mørkøre hevur skotið nógv mál í dystu- num, sum vóru spældir und- an byrjanini í landskapp- ingini, og í Íslandi verður tað mett sum ein styrkur fyri liðið, at Allan Mørkøre nú skal spæla í álopinum. Spælast skuldi aftur í Ís- landi longu í gjárkvøldið. ek Kurt á rætta staðnum Noreg: Sogndal spældi javnt móti gamla felagnum hjá Julian Johnsson Kurt Mørkøre skoraði annað av málunum hjá Sogndal, tá teir spældu javnleik móti Kongsvinger sunnudagin. Dysturin móti gamla felagnum hjá Julian Johnsson, var á útivølli, og bæði Kurt og Julian vóru við á liðnum hjá Sogndal frá byrjan. Sogndal kom á odda 1- 0 í fyrra hálvleiki, men beint eftir steðgin javnaði Kongsvinger. Sogndal spældi væl í fyrra hálvleiki, og Kongs- vinger, sum hevði funnið fýra av teimum fyrstu fimm dystunum, var undir trýsti ein stóran part av fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom Kongsvinger afturíaftur, men Sogndal helt fram við sínum góða spæli. Kurt Mørkøre legði Sogndal fram um 2-1, tá hann fylgdi upp, eftir at ein viðspælari hevði roynt seg við einum skoti. Stutt eftir málið varð Kurt útskiftur. Í fyrra hálvleiki var hann av vøllinum í nakrar minuttir, tí hann fekk ein snudd. Tað eydnaðist Kongs- vinger at javna til 2-2, og tað gjørdist úrslitið av dystinum. Sogndal hevur nú 9 stig fyri seks dystir, og teir liggja omanfyri miðjuna á stigatalvuni. Næstu ferð skulu Kurt og Julian spæla móti Byåsen, sum eisini liggur nakað omanfyri miðjuna, og hesin dysturin verður á heimavøllinum hjá Sogndal næsta sunnudag. ek Uni Arge kann ikki spæla í seks vikur Ísland: Tað, sum skuldi vera tað stóra árið hjá Una Arge, líkist nú meira einum skaðaári EYÐUN KLAKSTEIN Í 40 minuttir vísti føroyski álopsmaðurin, Uni Arge, at hann er so væl fyri sum sjáldan áður. Hann var á liðnum hjá Akranesi, sum spældi fyrsta landskappingardystin móti Leiftri hósdagin, og í 40 minuttir var hann tann størsta hóttanin hjá Akra- nesi. Men so endaði galið. Ein bóltur varð sendur inn í brotsteigin hjá Leiftri, og Uni setti ferð á fyri at fáa fatur á bóltinum. – Beint sum eg komi fram at bóltinum, fái eg eitt skump, sum eg als ikki eri klárur uppá, Eg fór og send- andi og lendi á økslini. Eg hoyrdi at okkurt fór, og har var einki at gera. Eg mátti gevast at spæla beinanveg- in, greiðir Uni Arge frá. Hendingin fór fram einar fimm minuttir fyri hálv- leikssteðgin. Fríggjadagin varð Uni kannaður fyri skaðan, og eftir øllum at døma er eitt liðband farið í økslini, og av tí sama er óstbeinið fara eitt sindur av lagi. – Eg havi fingið at vita, at eg kann rokna við, at fýra til seks vikur ganga, áðrenn eg veri førur fyri at spæla aftur, sigur Uni Arge. Vísti nógv Íslendskir fjølmiðlar halda, at Uni stóð seg sera væl í dystinum fríggjadagin. Hann tóktist verða sera væl fyri, hann legði upp til sig- ursmálið hjá Akranesi, og hann hevði sjálvur tvær góðar royndir, sum Jens Martin Kundsen bjargaði. – Uni Arge gav greiðar ábendingar um, at hetta kundi gerast eitt stórt ár hjá honum, sigur íslendski ítróttarblaðmaðurin, Viðir Sigurðsson, sum starvast á Morgunblaðnum. – Tí var tað stórt spell, at hann fekk skaðan, og tað er avgjørt ein missur fyri Akranes, at Uni ikki fær spælt næstu dystirnar, sigur hann. Talan verður helst um, at Uni ikki fær spælt einar sjey dystir. – Hóast hetta er eitt stórt bakkast fyri meg, kann eg í hvussu so er ugga meg við, at einki er hent beinunum, og tí kann eg, eftir at ring- asta pínan hevur lagt seg, fara undir at venja aftur, sig- ur Uni Arge. – Eg fái sjálvandi ikki spælt fótbólt næstu vikur- nar, tí økslin tolir tað ikki, men eg fái runnið og hildið meg so frætt í form, sum tað ber til, tá tú ikki kanst spæla dystir. Kann venja Uni Arge heldur sjálvur, at hann var sera væl fyri, nú íslendska kappingin byrj- aði. – Eg havi vant miðvíst síðani februar mánaði. Fyrst í HB, og síðani á Akranesi, eftir at eg kom yvir her. Og sjálvsálitið var eisini gott undan fyrsta dystinum. Eg ivaðist ikki í, at vit fóru at vinna og at fór at gera okk- urt mál, men so hendi hetta. Tað kemur illa við, sigur hann. – Men nú veri eg noyddur at fáa sum mest burtur úr, meðan eg gangi skaddur, og eg vóni at spæla aftur fyri Akranes um einar seks vik- ur, sigur hann. Akranes verður mett at verða millum favorittarnar til íslendska meistaraskapin, og teir koma eftir øllum at døma at kappast móti ÍBV við Allani Mørkøre og KR. Men næstu seks vikurnar skal liðið klára seg uttan sín føroyska álopsmann. - Bind frið í seks vikur. Somikið greið eru boð- ini til Una Arge, sum varð skaddur í føroysku uppgerðini í Íslandi Allan Mørkøre, sum her sæst í HB búnanum, hevur rættulga fingið gongd á málskjótingina, nú hann er fluttur niðan í álopið hjá ÍBV Aftur til Vestmanna Áki Olsen, sum fyri stuttum gjørdist føroyameistari við Neistanum, hevur nú boðað frá, at hann verður aftur hjá barndómsfelagnum, VÍF komandi kappingarár Áki Olsen sæst her í dysti móti VÍF í fjør, men komandi ár verður hann aftur at síggja í VÍF búnanum JÁKUP MØRK Í farnu viku frættist, at Áki Olsen hevur gjørt av at fara aftur til barndómsfelagið, VÍF. Í fjør var hann annars partur av gullvinnarunum úr Neistanum, har hann saman við Heina Joensen stóð fyri stórum parti av neistamál- unum. Ikki favorittar Hjalmar Klein Olsen, sum er venjari hjá VÍF, sigur við Sosialin, at teir sjálvandi eru fegnir um, at Áki nú aftur verður í parti við teimum. - Størsti trupulleikin hjá okkum í fjør var uttan iva, at vit ikki høvdu nóg góðar bakspælarar, og her verður Áki sjálvandi ein risastórur styrkur, sigur Hjalmar. - Ikki tí, fleiri ungir leik- arar fingu møguleikan á lið- num, og teir hava avgjørt eisini góð evni, men helt á hædd við Áka eru teir ikki. Spurdur um tilgongdin ger VÍF til stórfavoritt un- dan komandi kappingarári, svarar Hjalmar, at tað held- ur hann ikki. Sjálvandi skuldi hetta viðført, at vit nú eru væl sterkari, enn í fjør, men hin- vegin veldst favorittheitið eisini um, hvat hini feløgini velja at gera, heldur hann fyri. - Okkurt hevur verið at hoyt um, at fleiri av hinum liðunum ætla at styrkja seg við útlendskum leikarum, so enn haldi eg ikki at man kann tosa um nakran fav- oritt. Einki avgjørt Tá hann sigur »okkurt av hinum liðunum« er nær- liggjandi at hugsa um ser- liga Neistan, sum umframt at missa Áka Olsen, helst eisini má vera Heina Joen- sen fyri uttan komandi kappingarár. Heini hevur áður havt í kvittanini at fara undir lestur uttanlands, og uttan teir báðar stórskjúttarnar, sum í landskappingini stóðu fyri 377 av Neistamálunum, kann Neistin helst ikki metast sum nakað seriøst boð upp á gullmerkini komandi kappingarár. Úr Neistanum eru boðini tó í fyrstu atløgu, at enn er eingin avger tikin í so máta. Enn er somikið stutt frá- li-ið, síðani boðini komu frá Áka, og sum skilst, so var avrát frammanundan, at hetta fyrst skuldi fáast upp á pláss. Viðvíkjandi Heina, so hevur hann enn ikki gjørt endaliga av, um hann fer uttanlands, men sjálvandi er tað nakað sum merkist, um Neistin missur bæði Heina og Áka. Sostatt hava føroyameist- ararnir enn ikki avgjørt, hvussu teir ætla at viga upp móti missinum av Áka, men tað kann helst uttan stór- vegis iva staðfestast, at talan er um ein av týdningarmest- u leikarunnum frá í fjør, sum nú er farin úr felagnum. Nýggjur leikari til B36 Leiðslan í B36 arbeiðir í løtuni við at fáa enskan leikara til Føroya at spæla JÁKUP MØRK Hóast B36 vann fyrsta landskappingardystin uttan John Petersen, so er ikki líkt til, at leiðslan ætlar at sita hendur í favn, nú ein hin týdningarmesti leikarin á liðnum ikki er tøkur longur. Enskur unglingi Um vikuskiftið frættist, at ein enskur leikari skal vera ávegis til B36, og formaður felagsins, Kristian á Neysta- bø váttar, at tað er nakað um tosið. Talan er um ein blaðung- an leikara, Nathan Haslan, sum í dag spælir á unglinga- liðnum hjá Sheffield Wed- nesday, sum júst er flutt nið- ur úr ensku Premier League. Enn er eingin avtala gjørd partanna millum, men eftir ætlan kemur onglendingur- in til Føroya ein av fyrstu døgunum, har hann so í fyr- stu atløgu skal royndarvenja við B36. Verða dygdir hansara mettar at vera nóg góðar, er so ætlanin at gera sáttmála við leikaran. B36 formaðurin leggur dent á, at verður talan um sáttmála, skal hesin vera longri enn til august mánað, tá enska kappingin aftur ferð av barakastokki. Hava hugsað seg um Kristian á Neystabø sigur annars, at ætlaði styrkurin úr Onglandi sjálvandi hong- ur saman við frágongdini av John Petersen. - Tá tú missir ein slíkan leikara, so er klárt at tú hug- sar teg meira enn eina ferð, um tí hóast vit vunnu dystin á Sandi, og hóast vit eru væl nøgdir við avrikini hjá ungu leikarunum, so er einki at taka seg aftur í, at John hev- ði stóran týdning á liðnum, sigur Kristian á Neystabø. Víðari sigur hann, at nýggi leikaran, eins og John Petersen, er ein framrætt- aður leikari, og vóna teir at hann eisini megnar at taka sessin yvir eftir lands- liðsleikaranum. Í løtuni er hesin spurning- ur tó ósvaraður, men vænt- andi fæst greiða á hesum ein av fyrstkomandi døgunum. Menninir á Malta Í morgin fer føroyska manslands- liðið í flogbólti undir fyrsta dystin í EM-undankappingini á Malta JÁKUP MØRK Seinastu dagarnir hava menninir á føroyska a- landsliðinum í flogbólti verið á venjingarlegu í Danmark, har teir hava fyrireika seg til EM-und- ankappingina, sum verð- ur hildin á Malta. Nýggj mótstøðulið Fyrstu dysturin hjá Før- oyum verður móti Wales, og verður hann leiktur í morgin, mikudagin. Hini liðni í bólkinum eru Skotlands, San Ma- rino og Malta. Føroyar hava áður vunnið á Malta, meðan tað ikki hevur eydnast at vunnið á San Marino. Wales og Skotland eru nýggj mótstøðulond í flogbóltshøpi. Á venjingarleguni hev- ur føroyska liðið leikt na- krar venjingardystir, og tann seinasta av hesum, móti Bæverskov, vann føroyska liðið 3-2. Venjari hjá Føroyum er rumenski fleyr venjarin, Pasco Romico, meðan Ingvard Eiriksson er hjálparvenjari. Føroyski hópurin telur 11 mans, og eru hesir: Ragnar Petersen Fram Kantur Sigmund av Teigum ÍF-Føroyar Kantur Rasmus Madsen Fleyr Kantur Heini Weihe ÍF-Føroyar Miðja Rúni Wihe Fram Kantur Suni Hansen SÍ Miðja Jan Hentze Fleyr Kantur Bárður B. Mikkelsen Fleyr Hevari Jákup W. Sivertsen Fort. Odensen Hevari Annfinn Joensen ÍF-Føroyar Kantur Steinar Eirikstoft Fleyr Miðja Kristian á Neystabø, formaður í B36