týsdagur 14. januar 1997síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
Danir sleppa lættar
tíðindablaðið + > ||
i enn fóroyingar:
Landskassin skal
hava 15% av
tippivinningum
Teir førovingar, sum vinna í spølunum hjá Dansk Tips-
tjeneste, tá ið hesi koma til Føroya í apríl, skulu gjalda
landskassanum 15% av vinninginum, um hann er oman-
fyri 3000 kr.
MAGNUS Dam
Føroyingar sleppa ikki so
1 sum danir, um teir
vinna í einum av online-
spølunum hjá Dansk Tips-
tjeneste
Upphæddin, danir fáa út
n teir vinna, er
17 sum skal
g vejaldi til danska
h 7
K lør gå sur
e við til
t can nnivýsir
d up IVSI
frå Før
it skulu fer
15% av vinn
til føroyska lands
kassan, um vinningurin er
stórri enn 3000 kr
Í Danmark eru tey |
tikin frá tí upphæddini, sum
verður útgoldin til spælaran.
men í Føroyum verða tey
15% til landskassan ikki au-
tomatiskt drigin frá vinn
inginum
Spælarin skal sjálvur syr
gja fyri at upplýsa Toll- og
skattstovuni um, at viðkom
andi hevur vunnið eina upp
hædd omanfyri 3000 kr. og
hann skal sjálvur gjalda
Toll- og skattstovuni peng
arnar
Er vinningurin undir
3000 kr., er hann skatta- og
avgjaldsfriur
Andrias Jacobsen sigur, at
tað uttan iva verða vinn
ingar, sum ongantíð verða
skattaðir, tí fólk ikki fara at
upplýsa um, at tey hava
vunnið, men tað er ikki
nógv at gera við tað, sigur
hann
Hann heldur ikki, at tað
eru nøkur serlig stig, sum
kunnu verða tikin, til tess
at fyribyrgja, at fólk sleppa
sær undan at gjalda avgjald-
ið
Í dag spæla nógvir før
oyingar við í spølunum hjá
dansk Tipstjeneste Tey fáa
onkran í Danmark at spæla
fyri seg, ella tey fáa eina
avtalu við kioskir ella spæli
stød í Danmark. um at hesi
spæla fyri seg. og síðani
flyta tey peningin niður
Andrias Jacobsen sigur. at
tað av og á kemur fyri, at
fólk ringja til Gjaldstovuna
og spyrja seg fyri, um tey
skulu gjalda avgjald ella
skatt av vinningum, og tá
ið tey fáa upplýst, hvussu
managongdin er, gjalda tey
sigur hann
Arni Joensen, Skipasmidjan Føroyar:
Góð útlit fyri loysn
inni á Skála
Utlitini fyri at vit fáa loyst trupulleikarnar eru góð, sigur
Arni Joensen, stjóri á Skipasmiðjuni Føroyar, hvørs ognir
flestallar blivu lýstar á tvang í seinastu viku
MAGNUS DAM
Vit hava samband og sam-
ráðingar við Kredittforen-
ingen Danmark alla tíðina,
sigur Arni Joensen, stjóri á
Skipasmidjuni Føroyar, í
samband vid at KD kravdi
flestu føstu ognirnar hjå
skipasmiðjuni lýstar á tvang
í seinastu viku
Tvingsilsselan er lýst at
verða tann 6. februar, men
Arni Joensen hvørki vónar
ella væntar, at tað kemur so
langt
Skipasmidjan Føroyar
hevur mist eina tveysiffrada
upphædd, omanfyri tiggju
mió. kr., upp á russisk skip,
sum ikki hava verið før fyri
at gjalda fyri umvælingar,
gjørdar á skipasmiðjuni.
— Meginparturin av hes-
um pengunum er mistur.
Nakað fáa vit møguliga aft-
ur, men tað hava vit ikki
góðar vónir til, sigur Arni
Joensen
Hetta hevur ávirkað kapi
talgrundarlagið hjá skipa-
smiðjuni soleiðis, at hon
ikki hevur verið før fyri at
halda sínar skyldur mótveg-
is KD, sum er høvudskre-
ditor hjá skipasmiðjuni
Skuldin hjá skipasmiðj-
uni er umleið 30 mió. kr.
men Arni Joensen sær ikki
so svart uppá viðurskiftini
hjá smidjuni
Hann hevur góðar vónir
um at Skipasmiðjan Føroy-
ar og KD finna fram til eina
loysn, báðir partar kunnu
liva við, soleiðis at arbeiðið
inni á Skála kann halda á-
fram, og tey 100 starvsfólk-
ini kunnu varðveita sítt ar-
beiðið, og hann sigur, at
framtíðarútlitini hjá skipa-
smiðjuni eru góð.
Nógv arbeiðið var á skip-
asmiðjuni í fjør, og árið í år
sær eisini út til at blíva eitt
gott ár, sigur Arni Joensen.
— Tað er langt síðani, at
vit hava kunna sæð inn í eitt
vár, har so nógv arbeiðið er
í gongd, og við so nógvum
arbeiðið í umbúna. Tað er
stórur munur á í mun til
fyrraárið og eisini í mun til
í fjør. Vit hava arbeitt nógv
við at fáa nakrar stórri um-
vælingar, og tað er hepnast
væl, sigur hann.
I løtuni arbeiða teir 100
menninir á Skipasmiðjuni
uppá fimm skip.
Arni Joensen sigur, at
stemningurin á skipasmiðj-
uni kanska ikki er so góður,
aftaná at ognirnar blivu
kravdar á tvang. Men eingin
fellur í fátt, leggur stjórin
afturat.
Nr. 8 — 14. JANUAR 1997
Nevndin, ið kannar Nólsovar Páll:
Helst liðug í hesi vikuni
Í hesi vikuni fæst helst at vita, hvussu nógv umvælingar -
arbeiðið við Nólsovar Pálli kemur at kosta afturat játtan-
int
MAGNUS Dam
Trymannanevndin sum
John Petersen, landsstyris
maður í fiskivinnumålum
setti at kanna vaktarskipið
Nólsoyar Páll, kemur helst
við einari frágreiðing um
skipið í hesari vikuni
Hetta sigur Kaj P. Mort
ensen, fiskivinnustjøri i
landsstyrinum
Tå fæst helst at vita, hvør
endaligi prisurin verður fyri
at fáa Nólsoyar Páll i sigl-
ingarførgn stand, soleiðis at
skipið kann fara undir at
røkja sínar uppgávur sum
vaktarskip hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni
Tá fæst helst eisini at vita
hver gav heimild til, at
meiri peningur bleiv útgold
in til umvælingararbeiðið
av skipinum, enn tær 9,2
mio. kr., løgtingid hevdi
givið jåttan til
Kaj P. Mortensen sigur, at
ein kunnandi fundur var við
nevndina í seinastu viku, og
at neyndin tá gav eina á-
bending um, at hon verður
liðug við kanningararbeiðið
í hesi vikuni
Hann sigur, at arbeiðið
hjá neyndini gjørdist nakað
drúgt, av tí at hon skuldi
ganga igjøgnum alt tilfarið
ið fyriliggur um skipið
Per Rasmussen frá dan
ska Sjóferðslustýrinum var
eisini í Føroyum í seinastu
viku, og nevndin hevði fund
við hann um krøvini, sum
Sjóferðslustýrið hevur sett
til Nólsoyar Páll
A —E—
Russisk skip hava kostað Skipasmiðjuni Fømyar eina tveysiffraða upphædd. Árni Jo-
ensen sigur, at talan er um minst 10 mið. kr, sum russisk skip ikki hava verið før fyri
at goldi skipasmiðjuni fyri umvælingar Meginparturin av hesum pengum er mistur
sigur hann
Tilvildarliga vald mynd