týsdagur 14. januar 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 14. JANUAR 1997
tíðindablaðið
g
sy hr
13
Todi verdur å rokini
Føroyski spælarin i Lyngby hevur um
vikuskiftid kent, hvussu tad er næstan
at vera »heimskendur« i Danmark
I gjår kl. 15.00 svaradu Todi
hinir Lyngby
spælararnir, sum hava fing
ið tilboð um at flyta til FCK
Hvat svar teir hvør f sinum
lagi fóru at geva, var millum
mest áhugaverðu fjølmiðla
evnini í Danmark um viku
skifti0
Sunnukvøldid stóð at lesa
í tekstvarpinum, at tad nú
mest sum var avgjørt, at
spælararnir fóru at boða frá,
at teir ætla at halda fram í
Lyngby, og hetta passar væl
til tað, sum Todi Jónsson
upplýsti fyri Itrottarsosial
inum um vikuskiftid
Jonsson og
Strevnar vikur fyri
framman
Leygardagin komu Todi
Jónsson og liðfelagarnir
aftur av Gran Canaria, har
teir hava verið á venjing
arlegu og frítíðarferð, og tá
stóð ein riðil av fjølmiðla-
fólki fyri teimum í Kastrup
Allir vildu vit, um teir nú
høvdu tikið avgerðina.
Todi Jónsson segði við
TV2, at hann fór at svara
mánadagin, og fyri mongu
tíðindamonnunum, sum
kimadu hann niður sunnu-
dagin, endurtók hann tað
sama. Tó skoytti hann uppí,
at tað fór at vera hugaligari
at spæla á toppinum í Sup
erliguni, heldur enn at stríð
ast fyri at sleppa undan nið
urflyting, og nógv týðulig
ari kann tað ikki sigast, at
føroysk: spælarin ætlar at
halda fram í Lyngby til sátt
málaskeiðið er av síðst í
juni mánað. Lyngby telist
millum feløgini, sum eru
við í stríðinum um heiðurs
merkjapláss, meðan FCK
stríðist fyri at sleppa undan
niðurflyting
Eg havi tikið avgerð um
at halda fram Lyngby, og
tað fari eg at boða frá, tá vit
meta til venjingar klokkan
hålvgum trý í dag, segði
Todi Jónsson við Sosialin í
gjár. Hann dylur ikki yvir,
at tilboðið frá FCK hevði
givið hon væl meiri í lønar
posan, enn tað hann fær í
Lyngby, men við fracatíðini
í huga, heidur hann seg hava
tikið réttu avgerðina
Vit vandu tvær ferðir,
áðrenn vit fóru suðureftir,
og á Gran Canaria hava vit
runnið hvønn dag, umframt
at vit hava hildið frí og
hugna okkum saman. Nú
standa nakrar strevnar vikur
fyri framman. Í fjør var eg
skaddur tá liðfelagarnir
stríddust við grundvenjing-
ina. Nú havi eg møguleikan
at vera við frá byrjan, og eg
ætli mær at leggja alla orku
i
- Vit byrja aftur at spæla
í landskappingini um hálv-
an mars, og tað er í tí tíðar
skeiðinum fram til summ-
arsteðgin, at eg havi møgu
z
leikan at markera meg á ein
hátt, sum ber við sær, at
sannlíkið gerst stórri fyri
meg á at dreymurin um at
sleppa aðrastaðni í Europa
at spæla fótbólt gerst veru-
leiki
Fleiri tilboð
Todi Jónsson vil ikki síga
so nógv, tå tað snýr seg um
møguleikarnar at koma
burtur f onnur lond at spæla,
men hann váttar, at síðani
tíðindi um møguliga skiftið
til FCK sóu dagsins ljós,
hava fleiri onnur donsk
Superligafeløg vent sær til
hansara fyri at bjóða honum
sáttmála
Frá aðrari vælvitandi
keldu hava vit frætt, at Todi
Jónsson er vorðið eitt ikki
so lítið kent navn hjá fleiri,
sum í Europa hava tað sum
livibreyð at selja spælarar,
og tað er ikki ókent, at onkr-
ir teirra seinasta heyst vóru
og hugdu eftir álopsspælar-
anum í Lyngby
- Men hetta er alt bara
tos, sum eg lítil ella einki
veit um. Slík tíðindi ganga
skjótt, men eg noyðist bara
at halda bæði beinini á jørd-
ini og stríðst fyri at koma í
réttu venjingarstøduna
Í síðsta enda verða tað
avrikini á vellinum, sum
fara at avgera, um sáttmáli
nm
Todi Jónsson segði í gjár
nei til FCK, og heldur
fram saman við venjar
anum Benny Lennartsson í
Lyngby
Mynd: Jan Miller
fæst uttanlands, og um av
rikini á vellinum skulu vera
á einari leið, so skal arbeið
ast nóg og miðvíst í venj
ingini komandi vikurnar,
sigur Todi Jónsson og stað-
festir harvið, at hann er ikki
serliga nógv ávirkaður av
øllum tosinum og skriving-
ini um fótbóltsframtíðina
hjá honum
jh
Venjarin, sum av fyrstan tíð gav Toda møguleikan í Superliguni:
Todi kann klára seg í
øllum feløgum í Danmark
Todi nýtist ikki vera bangin fyri at skifta til FCK, tí hann er so mikið góður spælari, at hann
kann koma á liðið í øllum feløgum í Danmark, sigur Michael Schøfer
Michael Scháfer var mað
urin, sum av fyrstan tíð gav
Toda Jónsson møguleikan í
Superliguni
Scháfer var venjari hjá
Lyngby FC, tá Todi av fyrst
an tíð vann sær pláss á lið
num. Seinni flutti Scháfer
til FC Keypmannahavn
men har fekk hann sekkin
eftir bert eitt hálvt ár. Nú er
hann venjari hjá Østykke,
sum spælir í donsku |
deild, og har Jan Dam fyri
einum ári síðani spældi
Ég skal ikki siga Toda
um hann skal halda fram í
Lyngby ella um hann skal
skifta til FCK, tað má hann
sjálvur avgera. Men eg kann
bara siga honum, at hann
nýtist ikki vera bangin um
flyta til FCK, tí hann slepp
ur við vissu á liðið har, sigur
Michael Scháfer við Sosial
in
Todi spælir so væl í
løtuni, at hann kann sleppa
á liðið í einum og hverjum
felag í Danmark
Passar væl til
spælistílin
Michael Scháfer heldur, at
ein orsøk til at Todi hevur
staðið seg so væl í Lyngby
er, at spælistílurin hjá lið-
num passar honum so væl
Lyngby spælir 4-4-2 og
Todi er 24-ára gamal
nú, og tað skal vera
innanfyri tey næstu trý
árini at hann skal skifta til
útlandið, sigur Michael
Scháfer
tað passar sera væl til Toda
Hann kann bæði spæla í
álopinum og í vinstru síðu
á midvøllinum
Todi kann nógv sjálvur,
og hann leggur upp til nógv
mál hjá Lyngby. Samstarvið
millum hann og Miklos
Molnar hevur verið framúr
gott. Todi leggur upp og
Molnar skorar, báðir hava
notið gott av samstarvinum
Vil tað siga, at Todi skal
ikki rýma undan Molnar?
— Nei, eg sigi bara at teir
hava havt eitt framúr gott
samstarv, men báðir hava
kvalitetir sum ger, at teir
kunnu spæla í sellum
feløgum í Damark
Ut um Danmark
Todi hevur sagt, at hann vil
sleppa út um Danmark at
spæla. Er tað realistiskt?
- Ja, tað er tað. Todi er
24-ára gamal nú, og tað skal
vera innanfyri tey næstu trý
árini at hann skal skifta til
útlandið, ætlar hann sær tað
— Sáttmálin hjá honum
við Lyngby gongur út nú í
summar, so hann stendur
við sera sterkum kortum
hann kann bara geva tol og
bíða eftir einum góðum til-
boði.
- Hetta veit Todi væl, og
hann fer uttan iva at taka ta
avgerðina, sum er best fyri
hann í løtuni, sigur Michael
Scháfer
ek
| ur Flemming Østergaard |
| stødu, og geva Flemm-
Soleidis
hevur |
gongdin
verið
Lyngby FC og sjey av
spælarunum hjá
felagnum, harímill-
um Todi Jónsson,
hava verið í andgletti
í danskari pressu
farnu tvær vikurnar
Hósdagin 2. januar boða
menninir aftanfyri Lyng-
by FC, Flemming Øster-
gaard og Michael Kjær,
frå, at teir flyta til FC
Keypmannahavn, og at
amatørdeildin í Lyngby
skal yvirtaka lovyið hjá
Lyngby FC at spæla i
Superliguni. Sjey spæl-
arar skulu vid til FCK.
Friggjadagin 3. januar
fåa spælararnir bod um |
ætlaninar, og nøvn verða |
sett å teir sjey spælarar- |
nar. Teir eru <Miklos |
Molnar, Todi Jónsson, |
Carsten Fredgaard, And-
ers Bjerre, Claus Jensen,
Christian Magleby og
Bo Andersen.
Leygardagin 4. januar |
| fara Lyngby-spælararnir
avstað til Gran Canaria
á venjingarlegu.
Sunnudagin 5. januar
boða Lyngby-spælarar-
nir frá, at teir fimm, sum
hava fingið tilboð um at
flyta til FCK, og sum eru
við á Gran Canaria, siga
| nei til FCK, og ætla at |
| halda fram í Lyngby. = |
Mánadagin 6. januar fer |
Lyngby Boldklub í holt
við at skaffa pengar til
raksturin av Superliga-
fótbóltinum. Flemming
Østergaard krevur trygd
fyri pengunum, og boðar
frá, at spælarar als íkki
sleppa til onnur feløg
enn FCK ella Lyngby.
Mikudagin 8. januar let-
pressuni vita, at hann |
gjarna vil hava spælarar
við sær til FCK, og hann
sendur ein umboðsmann
til Gran Canaria við
nýggjum og betri sátt-
málum at bjóða teimum
S Lyngby spælarunum.
Hetta er eitt endaligt
tilbod, sum spælararnir
månadagin skulu siga ja
ella nei til.
Leygardagin 10. januar |
koma Lyngby-spælarar-
nir heim frå Gran Can- |
aria, og teir hava viku-
skiftid at hugsa um sina |
ing Østergaard var til til-
bodid um såttmåla vid
FCK. Todi vil ikki siga
hvat hann fer at svara,
men tað skilst, at hann
hevur fingid eitt so gott
tilbod, at tad er løkkandi
hjá honum at skifta bún-
an hjá Lyngby út við
tann hjá FCK.
me