Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 18. JANUAR 1997 Faðir og sonur í smiðjuni. Sámal stendur við sleggjuni. Þir eru við at rætta eina hvalaharpun, sum liggur á steðj- anum Í gjár 17. januar fylti ein vælkendur vágbingur, Sám- al Olsen, 90 ár Sámal er sonur Jacobinu og Óla smið. Jacobina var frá Hvanndalsá í Vági, og Óla smið var úr Kvívík Sámal er farbróður mín og vil eg á henda hátt ynskja tær, Sámali, hjartaliga til lukku við fødingardegnum Sum ungur lærdi Sámal jarnsmíð hjá pápa sínum og virkaði har ein stóran part av sínum lívi Eins og nú var eisini tá neyðugt at fara út fyri at vera við til at gera stórarb eiði runt um í landinum og uttanlanda. Her í Vági vóru bæði kei og brúgvar gjørdar, har abbin var smiður Á Vágseiði vóru tit við til at gera megnararbeiði, og eitt- hvort arbeiði við elverkið í Botni, gjørdu tit eisini Sámal lærdi smiðulist abbans, og stuttligt og áhug avert er at líða á, tá ið Sámal greiðir frá hesum aldra gamla virksemi. Tey egg- jørn og ikki minst grinda- knivarnir, ið gjørdir vóru í smiðjuni, høvdu gott bit og vóru vælumtókir. Handverkið hjá einum smíði skuldi í tí dagliga standa sína roynd, og smið- urin og amboð hansara hoyrdi saman, og tey søgd- ust at vera eitt hvert við annað Vit kenna navnið Vølund smiður frá oldnordiskum og Saxo skrivar um hin ser- køna millum smiðir í sagn- ini um Sterkodd, og við Regin smið verður sagt: »Smidad tú mær svgrið<! Brotið varð upp úr nýggj- um við at byggja fyrstu smiðjuna í Vági,og varð hon løgd mest sum í óbygd- um. Hetta, at seta seg niður í óbygdum, er eitt eyðkenni fyri miðgerðarfólkið, sum abbin var av, tí nógvar 90 smærri bygdir í Føroyum eru niðurseturbygdir frá hesum fólkum Sámal, sum tú sjálvur hevur fortalt fyri mær, so høvdu tit tann fyrsta dreyg ibonkin í oynni, langt áðr enn Vágur, sum fyrsta bygdin i Føroyum, fekk el megi, og kom hesin dreygi bonkur mangan til nyttu m.a., tá ið flansarnir til tey nidastu rørini í Botni skuldu smidast« til fyri at fáa rør int at passa saman, ti tey nidastu rørini komu ikki til at liggja i beinari linju. Eis ini kundi verid greitt frå ødrum smíðarbeiði í hesum samanhangi, sum t.d., tá ið em vágbingur, Poul á Skála gjørdi tað roysnið, einsa mallur at bera part av tí stóra motorinum heim í smiðjuna. Motorurin var frostsprongdur og skuldi gerast aftur. Hesin motorur varð nýttur til at draga rørini úr Botni og nidan til Vatnið Tað vóru 4 mans til at bera motorin norður aftur. Í smiðjuni gjørdu tit nógva útgerð til skipini, og til aðrar tíðir av árinum, tá ið skipini vóru burturstødd, æm var annað virksemi í gongd, so sum at smíða grev til torvskurð og at gera grinda- reiðskap. Jú, Sámal, tað var eitt virkið lív í smiðjuni, og har samlaðust nógv fólk Tað hevur allar dagar ver ið ein krevjandi list at verið smiður, og arbeiði hevur verið eitt heiðurligt hand verk Tey seinastu nógvu árini av arbeiðstíð síni var Sámal í virksemi hjá Vágs komm unu Konu fekk Sámal sær úr grannahúsunum, Jóhanna Maria fødd Múller, og tey fingu ein son, Kára, sum doyði sum smådrongur. Tey fostraðu upp tvey børn, Lydiu og Ola Jákup. Lydia byr i Danmark og er saman vid manninum komin upp til fødingardagin. Ola Jåkup byr å Tvøroyri Hugnaligt er enn sum alt- íð at støkka inn á gólvið hjá hesum báðum fittu fólkum sum altíð eru glad, tá ið onkur vitjar inn. Vitug og skilagóð eru bæði, og minn- ið er eins gott og tað altíð hevur verið. Sjáldsama livandi eru tey eisini og fylgja væl við øll um, sum fyriferst og lesa hverja sidsøguliga bók, sum kemur út á føroyskum, so ein skuldi ikki trú, at tey vóru farin um tey hálvfems og er tað politiska rákið ikki til vildar fella gjarna nøkur orð um hetta Sámal, eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við fødingardegnum og ynskja tykkum báðum eitt blýtt og ljóst livskvøld og må Harrin styrkja tykkum og unna tykkum enn mangar góðar lýtur saman Jákup Olsen Sámal Olsen á 90 ára degnum Lag: Ved Kristiansand Em merkisdag vit halda her í góðum lag, 90 ár Sámal fyllir em kempa enn sjálvt um nú sólin kveldið gyllir Vit kenna hann sum stakfittan og skilamann er vinsælur og kåur. Tá Sámal greiður frá er ofta typpur látur Sum ungur for til Grønlands, har bar gyltan snór, hann meir enn adnr duga, em álíusmaður er, vit hava alt í huga Tú gavst teg er á hørdu lívsins bylgju reið, ein hegnismaður her Títt handalag so fattur, friðarligur. tað var av einum slíkum slag, hálovað millum manna, Í faðir garði tí amboðið og tú smíðaði mangt ymiskt har, var sameint, hvert við annað. var smiður fram um aðrar. Jú, smiðjan teljast kann Í Toftalíð ímillum bygdarvarðar. Við mikið strev eitt vakurt, frystligt par, tú smíðaði so mangt eitt grev, sum livir uppá minni so sleggjan møddi armin og neistarokið fleyg. Vit ynskja ter so sveittin dreiv um barmin til lukku, Sámal, øll nú her - nú nit er umliðið - Hvønn gnndakrók eitt sólgylt lívsins kveld tú smíðaði, hvort våkn tú tók, við tíni Hannemiu flegði stálið sinna, tín knivur hvassast var av øllum - so vit minnast. Elektronisk Telefonringiklokka DORO Decibel Hevur hesar møguleikar: e 25 ymiskar ringitónar 5 styrkistig kann brótast av er klár at seta í eitt telefonstikk Kann m.a. brúkast til: e hoyriveik e at hoyra mun, tá nógvar telefonir eru í einum rúmi e bólkakall PRÍSUR KR. 220,00 vi MYG …… ja men halló!!! Ringiå, so tosa vit um rest. Fa. EYDUN EGHOLM FR-100 Tórshavn Fjalsgøta 13 Teleutgerå til vinnulívið, tænasta og ráðgeving Tlf. 14567 Tlf. 87567 Fax. 19670