Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1997síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i t Ll á EYÐUN KLAKKSTEIN Telefonbókin má saman við orðabókum og bankabókum teljast millum mest hentu bøkurnar í gerandisdegnum, og tað er ikki sért, at vit sum dagliga skriva í føroysku bløðunum nýta telefonbók ina fyri okkara part, og kanska væl tað Men umframt okkara egnu føroysku telefonbók og gulu síðurnar, sum eisini kunnu vera hentar, finst eisini ein telefonbók fyr útisetar, og ikki heilt av leið verður hon nevnd Utiseta bókin Næsta telefonbókin av hesum slagi kom út um árs- skiftið, og tað er imponer andi at lesa, at talid av fólk um, sum hava skrásett seg í bókini er tvífaldað, so um 3000 føroyingar nú eru at finna í bókini, flestu teirra eru í Danmark, men úr Grønlandi í norði til New Zealand í suðri finnast før- oyingar, og nógvir av teim- um hava skrásett seg í Uti- setabókini. Men hví fær hendan bók- in so stóra undirtøku, hvat er tað sum ger, at føroyingar í Danmark og ødrum fjarð- skotnum londum vilja kunngera fyri ætt og vinum, og ødrum við, hvat telefon nummar tey hava Tað er einki annað at gera enn at spyrja onkran teirra, og tá útisetabókin verður latin upp á skrivaraborðin um hósdagin, detti eg niður á síðu 12 og navnið ovast í vinstra hornið er Niels Uni Dam, lesandi Og so er bara at trýsta 032 KR 68 35 Har hendir einki, tað ring- ir einar 6-7 ferðir, men eing- in tekur telefonina, maðurin hevur helst annað at gera Ikki fleiri fólk hava rin Ég blaði aftur til Hansen, har mátti ein miðal hampa føroyingur verið at funnið Hyggi niður eftir síðuni, og har fellur Katrin Næss í eyguni. Hon er nakað so fremmant sum rytmikpæda- goglesandi, hvat tad so enn er. Eg trysti 033 93 11 93. - Tad er Katrin. Góðandag, hetta er $0s- ialurin, eg siti við útiseta- bókini frammanfyri mær, og datt niður á títt navn, hví ert tú við í bókini? — Eg haldi at Utisetabøkin er ein fín bók, og sjálvt um øll tey, sum ringja til mín, Vikuskiftið kenna mítt telefonnummar so vil eg fegin vera við í bókini Tú kallar teg nakað so langt sum rytmikpædagog lesandi, hvat er tad? At vera rytmikpæda- gogur er at undirvisa børn um i musikki gjøgnum rørslur. Eg gangi á einum lítlum privatum skúla Gleðir tú teg til tú verður liðug, so tú kanst sleppa av við ein part av titlinum? Ja, tað verður ikki so leingi. So kann eg kalla meg rytmikpædagog og sleppa undan lesandi Hví fært tú tær hesa ødr- vísi útbúgvingina? — Eg havi altíð havt áhuga fyri tónleiki, og eg haldi tað er stuttligt at arbeiða við børnum. Og so er tað lætt at fáa arbeiðið eftir lokna útbúgving. Tað er populert her í Danmark at senda børn til rytmikpædagogiska und- irvisning. Hevur tå javnan samband til Føroya? — Ja, eg havi familju i Føroyum, men sjålvi eri eg fødd og uppvaksin í Dan- mark. Tú tosar perfekt fóroyskt? — Eg havi verið heppin, bæði mamma og babba eru Vikuskiftið føroysk, og eg havi altíð tosað føroyskt heima Hevur tú lagt merki til, at fleiri fólk eru farin at ringja til tín, eftir at tú komst við í Utisetabókina ? Nei, tað havi eg ikki, men kanska finnur tú onkr- an annan, sum kann siga tað Ja, kanska Hvadani úr Føroyum, hevdi verid gott Undir Thomsen er skjótt at finna næsta offrið, ein data- matikaralesandi í Esbjerg við fornøvnunum Hans Jac- ob 075133002 - Hans Jacob. ; Hvat heldur tú um Uti- setabókina ? Tað er ein frálík bók, eg kom niður sunnudagin, so eg havi ikki rættiliga havt stundir at nærlesa hana, men eg fegnist um at eiga hana. Hví? — Tað er millum annað ti, at tú sleppur frá at ringja heim til Føroyar og spyrja Gud og hvønn mann hvørja- ferð tú skalt finna telefon- nummarið hjá onkrum før- oyingi í Danmark. Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv lættari bara at fara í Uti setabókina Brúkar tú hana nógv? Nú havi eg ikki brúkt hesa nýggju so nógv, tí hon er júst komin, men eg átti eisini ta fyrru útgávuna, og hana brúkti eg. Eitt sum eg haldi vera keðiligt við bókini er, at tað verður ikki upplýst hvadani úr Føroy- um hesi ymisku fólkini eru, tað hevði verið gott at havt afturat Tú hevur skrásett telefon- nummarið hjá tær og tína e-mail adressu. Hava allir datamatikaralesandi eina e- mai: adressu? - Tað veit eg ikki, helst. Vit fingu ulbodid frá skúlanum um at fáa ein e- mail adressu ókeypis, og eg tók sjálvandi av. Tað vil sig at tað er ikki heima, at tú hevur internet- ið? — Nei, tað havi eg ikki ráð til, eg lesi jú... Vart tú eisini skrásettur í fyrru Utisetabókini? — Nei, tað var eg ikki. Tá eg fekk at vita um hana, var tað ov seint at koma við. Hevur tú so lagt merki til at fleiri fólk eru farin ai ringja til tín síðani hendan nýggja bókin kom út? Síða 17 MYND: JENS KRISTIAN VANG Nei, tað havi eg ikki Tú ert tann fyrsti, sum ikki plagar at ringja til mín Hvussu leingi er tað at lesa til datamatikara Tað tekur tvey og eitt hálvt ár, og eg byrjaði í august Hvussu trívist tú niðri? Ég trívist væl. Eg havi nógv at gera, so tað gongur bara fínt Kendasti útisetin ikki við Soleiðis endaði tann slóð brótandi leitanin eftir onkr um viðmerkingum um eina telefonbók, sum í grundini er nógv meiri enn bert ein telefonbók Men vit komu ikki á mál, tí vit ætlaðu eisini at práta við kendasta útisetan, Esm- ar Esturoy, men hansara telefonnummar var ikki at finna í bókini. Hóast vit royndu aðrar vegir fyri at finna fram til hansara, og eisini funnu eitt telefonnummar, fingu vit tað ikki at svara. Hann var helst til onkran sosialpædagogiskan fyri- lestur...