Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. januar 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á 4 i % Vikuskiftið Vikuskiftið Síða 19 Úr Orðafari MARGMIÐIL Hetta hevur verið í uppskoti at skíra hitt nýggja slagið av teldumidli, sum á útlendskum hevur fingið heitið >multi- medium“, í fleirtali »multimedia«. Føroyska orðið hevur fleirtalssniðið maremiðlar (berið saman við Ld. biðil, biðlar og seðil, seðlar). Hetta er miðil, ið ber hvert um annað skrivað og mælt mál, tónlist og myndir bæði stillar og kykar. Tílíkur miðil er úrvaldur eitt nú til alfræði. Tá ið tú hevur lisið eitt nå um føroyskan dans, ber til at síggja hann dansaðan, meðan kvæðini hoyrast kveðin. Fagri, nýggi heimur, ber til at hugsa! Hetta orðið er ikki at blanda við fjølmidil, id er felagsheiti á tidindablødum, útvarpi og sjónvarpi. Tað er >mass medium“ týtt SETA ÚT Í KORTIÐ Summir eru farnir at tala um at »stinga út í kortið< um tað at gera eina ætlan um eitthvert. Hetta víkur frá gomlum málbrúki, tí fyrr hevur altíð verið sagt at seta út í kortið um tað at leggja kósina. > TENGJA =< Hetta er orð, sum er upptikid úr íslendskum í nýggjari tíð, men tað er ikki vorðið lagað at føroyskum ljóðkervi. Orð sum leingja, heingja, deingja hava á norrønum (og ísl- endskum) snidini lengja, hengja, dengja. Hevdi norrøna sagnorðinum tengja verið óslitið lív lagað inn í nútíðar- føroyskt, var sniðið vissuliga *teingja, tátíð *tongdi. Hevdi orðið verið inntikið av målkønum fólki, hevdi tað ivaleyst verið soleiðis tillagað. Man tað vera ov seint at royna at »fridka« orðið? Ella nýtist okkum tað, tí vit hava orð sum knýta og binda! Hvussu er og ikki, »tengja« er málinum til lítið prýði og var betur ókomið. »BEVISTUR« > TILVITIN? Ofta verður spurt, um tað var »bevist«, at eitthvert varð gjørt. Eftir vanligum hålvbrotnum máli at dóma, kundi ein hugsað sær, at hetta var danskættaða orðið »bevisa«, Le. prógva, í tátíðar lýsingarháti. Men av høpinum skilst, at tað er danska orðið »bevidst« eitt lítið »føroyskad«. Soleiðis verða summi spurd, um tey eru »måtabevist«. Her hevur ' fyrr verið roynt at finna hóskandi føroysk orð. Burtur úr måliskuni at vita til sín hava verið myndað orð sum tilvitandi ella tilvitaður, men tey eru kanska í longra lagi og tí ikki nóg »kappingarfør«. Ti var spurningur, um nýgerðin rilvitin (formliga viðfyrimynd í orðinum forvitin) kundi fingið undirtøku? Hverkikynssniðið er tá tilvind. Orðið veri so latið áhugaðum til vinaliga umhugsan! Navnorðini tilvit og tilvitska eru longu til taks TAÐ STENDUR A JØVNUM Ikki er tað rætt at siga, at >flokkarnir standa á jøvnum«. Heldur eigur tað at vera at tað stendur á jøvnum millum flokkarnar (ella: flokkanna millum). UPPSJÓVARFISKUR Soleiðis varð skotið upp í seinasta Orðafari at nevna tey fiskasløg, sum á útlendskum verða kallað »pelagisk«, og ikki >uppisjóvarfisk<, ið ljóðað hevur KRÁS Krás er kvennkynsorð. Tað eitur tí ikki t.d. »hetta kråsid«, men henda krásin. BLAND Tað hendir seg stundum, at menn av gáloysni lata orð koma í bland við at taka ein part av einum og annan av ødrum og so seta saman í »nytt« orð. Veri tað so, at:tað verður við ta einu ferðina, men taka teir tað upp aftur í heilum, er komin stund at tala at. Vit hava orðini bæði útinna og avrika. Burtur úr hesum báðum er so komið orðið »åtrika«. Hesum »nyggjyrdi« er als eingin tørvur á! LOK »valg« > val snærmastur< > næstur »frosturin« > frostið »ålvari« > álvara »hjørni« > horn »mYsnum« > músunum »uttanlanda« > uttanlands, uttanlendis »tremmur« > rímar »i inniverandi åri« > í ár „breið undirtøka« > góð undirtøka „breiður meiriluti« > stórur meiriluti »fyristilla sær« > hugsa sær »yvirbevisa(ndi)« > sannføra(ndi) || OR I. 5 Få > HU: | IM | TT FL el] EF verður krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum réttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein av niðanfyri nevndu bókum frá Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av hvørja tå best kundi hugsad tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, må loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinn- arin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í bláð- num næsta leygardagin Sendið loy ið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn —og viðmerkið>Krossorðagátanr. <ábjálvan. r | + HE 1 I + >) | E FR Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! Fuglar i Nordurhøvum Stjórnarskipanarmálið 1946 Spell at sólin kom upp Politiska sega Feroyæ1814—1906 Føroyskir soppar Mannakroppurin — og hvussu hann starvar Alfagurt ljóðar mín tunga (flega/ljóðband) | DDDDDDDDGDD Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt. FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNUR