týsdagur 21. oktober 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 21. oktober 2003
29
29
28
Nr. 199 - 21. oktober 2003
C
M
Y
K
28
Í toppdystinum
megnaði FCK ikki at
varðveita leiðsluna
ímóti OB, og nú er
superligan av álvara
um at fara av um
tvøran
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Eingin føroyskur fótbólts-
spælari átti í vikuskiftinum
lut í teimum seks dystun-
um, tá ið tað varð farið
undir annan triðingin av
hesum kappingarárinum.
Eftir steðg orsaka av EM
undankappingini
næst-
síðsta vikuskifti, var tólvta
umfarið á skránni í hesum
vikuskiftinum. Í alt skulu
33 umfør spælast, áðrenn
tað verður greitt, hvør verð-
ur meistari, og hvør skal
tungu leiðina niður í næst-
bestu deildina.
Jón Rói Jacobsen, sum
framvegis hevur sáttmála
við oddaliðið Brøndby, er
langtíðarskaddur.
Todi
Jónsson, sum má metast at
hava havt sera sannførandi
fyrsta part av hesum kapp-
ingarárinum, er plágaður av
skaða í lærkrikanum. Skað-
in sigst ikki vera so ógvu-
liga álvarssamur soleiðis at
skilja, at Todi verður ikki
uttanfyri í nógvar vikur.
Men tað hevur tikið eitt
sindur longri tíð, enn tað
hevur verið roknað við og
vónað í FCK at fáa bilbukt
við skaðan. Í FCK høvdu
teir vónað, at Todi fór at
vera førur fyri at spæla
sunnudagin, men tá ið
fimtan manna hópurin varð
úttikin, var tað greitt, at tað
var neyðugt at spara Toda
nakrar dagar afturat.
Eftir tólv tey fyrstu um-
førini tykist kappingin at
hava hug at fara av um
tvøran. Brøndby er á odda
við 26 stigum, og AaB er
nummar seks við 20 stig-
um. Seks feløg eru í hesum
ovara partinum. Umframt
Brøndby og AaB eru tey
Esbjerg, FCK, OB og
FCM.
Seks feløg eru fyribils
við í stríðnum fyri at sleppa
undan niðurflytingar pláss-
unum. Herfølge er sætti
niðast við fjúrtan stigum,
og AB er niðast við sjey
stigum. Hini feløgini, sum í
løtuni eru boð upp á nið-
urflyting, eru FC Nord-
sjælland, AGF, Viborg og
Frem.
Toppliðini vunnu
Undan vikuskiftinum var
Brøndby oddalið, og tað
eru teir framvegis. Teir
vóru stórfavorittar í Århus.
Brøndby vann 2-1 á AGF,
men sigurin var ikki so lætt
vunnin, sum støðutalvan
kundi havt bent á, at hann
fór at verða.
Fyritreytirnar hjá AGF
vóru vánaligar. Teir høvdu
einar seks spælarar á skaða-
listanum, onkrir vóru við
U-19 landsliðnum uttan-
lands, og so var neyðugt at
hava tríggjar blaðungar
spælarar, sum ongantíð
høvdu spælt í superliguni, á
beinkinum. Tveir 16 ára
gamlir vórðu skiftir inn, og
tað vísti seg í síðsta enda at
vera ov stórur biti ímóti
Brøndby, sum hevur fleiri
landsliðsspælarar á sínum
liði. Men tað stóð leingi 1-
1, áðrenn Brøndby fekk eitt
kloddamál og vann 2-1.
Esbjerg hevði í fýra teim-
um seinastu royndunum
ikki vunnið á Viborg, men
hesa ferð eydnaðist tað,
hóast einki mál kom í 1.
hálvleiki. Tað stóð 1-1 eina
løtu, áðrenn tað eydnaðist
hjá Esbjerg at skjóta sigurs-
málið. Harvið høvdu bæði
tey fremstu fingið fult á úti-
vølli.
Borð um borð
FCK hevði í oysandi regn-
inum og rættuliga heystar-
veðrinum seint seinna-
partin sunnudagin vitjan av
OB sum fyrr í hesum
kappingarárinum vann 4-2 í
Parkini ímóti FCK. Hjá
heimaliðnum vóru umframt
Toda Jónsson eisini Erik
Mykland og Ole Tobiasen
skaddir. Í álopinum vóru
Peter Møller og Zuma. Tá
ið seinna umfarið var meiri
enn
hálvrunnið,
varð
Zuma, sum ikki er í fullari
dystarvenjing, skiftur út við
Alberto Santos, sum higar-
til als ikki hevur livað upp
til prátið um stórspælara og
fastan málskjútta, ið var so
nógv frammi mitt í summ-
ar.
Eftir verjukiks av teimum
stóru hjá miðverjanum og
landsliðsspælaranum Mart-
in Albrechtsen legði Steff-
en Højer beinanvegin OB
framum 1-0. FCK javnaði í
11. minutti. Peter Møller
tamdi við rygginum ímóti
málinum og eitt sindur
frammanfyri nærra stólpan
innlegg úr vinstru. Úr eitt
sindur spískum lyfti hann
bóltin afturum seg sjálvan.
Ætlanin var at leggja inn-
fyri, men bólturin smoygdi
sær dygst inn við handara
stólpanum. Tá ið tað rest-
aðu tríggir minuttir av fyrra
umfarinum
tiltuskaði
Thomas Røll sær brots-
spark, sum liðformaðurin
Peter Nielsen umsetti til
hálvleiks leiðslu.
Talan var um verdugt
toppstríð, og Steffen Højer
skoraði til 2-2. Teir vóru
tveir OB spælarar ímóti
fimm FCK monnum, sum
ikki sóu so sannførandi út í
hesum støðuni. Nú er FCK
nummar trý, og OB er
nummar fýra.
Frem og Herfølge
spruttaðu
AaB sigursrøðin helt fram í
Gladsaxe, har máttleysa
heimaliðið, AB, sum nú er
heilt isolerað í botninum og
hevur tapt seks dystir á rað,
legði rygg til 3-0 tap.
Eftir 11. umfarið skifti
Frem venjara, tí teir høvdu
tapt fimm ferðir á rað.
Fyrsta uppgávan hjá gamla
Aberdeen, Brøndby, Vejle
og Brønshøj venjaranum,
Ebbe Skovdal, var heima-
dysturin leygardagin ímóti
FC Nordsjælland. Frem
spældi sum ongantíð áður í
hesum kappingarárinum,
og teir vunnu 5-1! Kroat-
iski Mirko Selak slapp ikki
á liðið, tá ið Ole Mørch var
venjari. Nú hevði hann
fingið pláss ímillum teir
fyrstu ellivu, og hann takk-
aði fyri við at skjóta trý
mál.
Herfølge var botnlið við
nógvum skaddum spælar-
um, tá ið teir fóru at vitja
FCM, sum higartil í hesum
kappingarárinum ikki hevði
tapt á heimavølli. Herfølge
vann 2-0. Chris Hermansen
skoraði upp á brotsspark,
og tá ið heimaliðið royndi
at kroysta seg til eitt stig,
økti sami spælari eftir
snarálop.
Partick
tapti
aftur
Skotska felagið
hjá Jákupi
Mikkelsen er nú
um at verða full-
komuliga isolerað
í botninum av
bestu deildini
SKOTLAND
Jákup Mørk
Jákup Mikkelsen var
ikki í málinum, tá
skotska felag hansara,
Partick Thistle, leyg-
ardagin leikti móti
Dundee United. Dun-
dee hevur í ár sett sær
sum mál at koma út í
Europa at spæla, og í
hesum royndum hava
teir av álvara roynt at
styrkt um hópin. Fyri-
bils hevur hetta givið
úrslit í, at italienski
Fabrizio Ravanelli nú
hevur fingið annað
álopsplássið á liðnum,
og tað var eisini hann,
sum átti størsta lutin í
einsamalla málinum í
dystinum. Hetta skeyt
spanski Nacho Novo,
men tað var italski
silvurrevurin, sum átti
forarbeiðið til málið.
Umframt Ravanelli
hevur Dundee boðað
frá, at teir í løtuni
royna at fáa avtalu í lag
við Edgar Davids um
at spæla við liðnum
hetta
kappingarárið.
Tað tykist mest sum
víst, at Davids – sum í
løtuni er sáttmála-
bundin at Juventus –
skal spæla við Roma
næsta
kappingarár,
men fram til tá tykist
vera sera avmarkað,
hvat hann skal rokna
við av spælitíð í Juven-
tus.
Slíkan styrk kunnu
Jákup og teir í Partick
bert droyma um. Men
einki er at ivast í, at tað
vildi verið kærkomið,
um
onkrar
heims-
stjørnur skuldu leitað
sær til teirra. Eftir
fyrstu níggju umførini
eigur liðið framvegis
fyrsta sigurin til góðar,
og munurin upp til
næstu liðini veksur
spakuliga, soleiðis at
tað skjótt kann gerast
meira enn møtumikið
at skula lívbjarga sær í
deildini.
Brøndby framvegis oddalið
Heldur ikki hesaferð megnaði FCK at vinna heimadystin móti OB, sum sostatt hevur fingið fýra av seks møguligum stigum í Parkini í heyst
Christian Høgni er álitið í Vejle
Jann Ingi Petersen var
á vøllinum í 75 min-
uttir, tá ið Fremad
Amager á heimavølli
misnýtti møguleikar
og varð sektað við 1-0
tapi
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Christian Høgni Jacobsen
tykist rættuliga hava fingið
høvdið fyri seg í Vejle. Eftir
vitjanina í Århus, har Vejle
vann 2-0 ímóti FC Aarhus
og Christian Høgni Jacob-
sen var tvífaldur málskjútti,
hevur føroyski álopsspæl-
arin skorað sjey av teimum
21 málunum, sum Vejle
hevur skorað í hesum kapp-
ingarárinum.
Vandi er sjálvandi fyri at
taka munnin ov fullan, og
beinini eiga at verða hildin
á jørðini. Men um Christian
Høgni megnar at halda um
endan, sum hann rættuliga
tykist hava fingið fatur á
henda síðsta mánaðin, so
kann tað verða so skjótt, at
hann fer at verða innlimað-
ur millum stóru málkongar-
nar í Vejle. Har er nógv at
liva upp til. Her verður
hugsað um nøvn sum Allan
Simonsen, Iver Schriver,
Tommy Troelsen, Steen
Thychosen, sum nú er venj-
ari í Vejle, og soleiðis kundi
verið hildið fram. Ætlanin
var ikki at leggja trýst á
Christian Høgna, men held-
ur at vísa á, at í Vejle hava
teir átt nógvar framúr mál-
skjúttar. Seinastu árini hev-
ur tað verið eitt sindur solt-
ið, men nú tykist ein at hava
víst rætta tevið.
Steen Thychosen hevur
víst Christiani Høgna álit.
At føroyski landsliðsmað-
urin ikki enn er serliga
kendur fótbóltsspælari í
Danmark, hóast hann eisini
hevur roynt seg í superlig-
uni bæði við Esbjerg og
Vejle, hoyrdist í Århus
leygardagin.
Christian
Høgni skoraði til 1-0 í 47.
minutti, tá ið hann úr
vinstru sneiddi framvið
tveimum,
áðrenn
hann
skoraði, og ellivu minuttir
seinni umsetti hann innlegg
frá Peter Degn umvegis
tvørtræið og í málið. Í báð-
um førunum eftir at før-
oyski spælarin hevði skor-
að, varð sagt í hátalarunum,
at tað var Christian Høgni
Jascobsen,
sum
hevði
skorað!
Hóast tað nú eydnaðist at
vinna á útivølli, so er støð-
an hjá Vejle framvegis einki
serlig. Teir eru alt ov tætt at
botninum, og tískil komu
tey trý stigini sera væl við.
Jann Ingi fyri fyrstu
ferð
Fyrrverandi B68 spælarin
Jann Ingi Petersen var fyri
fyrstu ferð við í hópinum
hjá Fremad Amager, og
venjarin vísti honum álit
beinanvegin. Jann Ingi var
á miðvøllinum frá fyrsta
bríksli, og hann var á
vøllinum, inntil tað restaði
eitt korter.
- Eg haldi, at tað gekk
hampuliga væl hjá mær. At
eg varð skiftur út mundi
komast av, at eingin luft var
eftir, heldur Jann Ingi, sum
sigur seg harmast nógv um,
at teir taptu.
- Serliga í 1. hálvleiki
høvdu vit gott spæl og fleiri
møguleikar, men vit fingu
ikki mál, og so var einki at
gera, tá ið teir miðskeiðis í
2. hálvleiki skoraðu og
vardu leiðsluna. Mótstøðu-
liðið hjá Fremad Amager í
Sundby var Fredericia.
Fremad Amager er dygst
omanfyri
niðurflytingar
strikuna.
Leygardagin
skulu teir spæla á útivølli
ímóti Brønshøj, sum eisini
er í tyngra endanum.
Horsens tapti
Higartil hevði AC Horsens
ongantíð tapt. Men sunnu-
dagin endaði tað galið á
heimavølli. Nýuppflutta FC
Nordjylland
vann
3-1.
Hetta var fimti útisigurin
hjá teimum á rað, og teir
hava fingið fimtan av
teimum nítjan stigunum á
útivølli.
Randers FC og Silkeborg
megnaðu ikki at taka seg
inn á Horsens, sum tey hava
havt frammanfyri seg alt
hetta kappingarárið. Hjá
Randers sá tað leingi gott út
á Eysturbrúgv, har teir vóru
frammanfyri
2-0
ímóti
B93. Mne so vendi, og B93
vann
3-2.
Sigursmálið
fingu teir í yvirtíðini.
Silkeborg vitjaði hitt niður-
flutta
liðið
—
Køge.
Heimaliðið var á odda
inntil farið var undir tíðina,
sum dómarin hevði lagt
afturat. Tá javnaði Silke-
borg til 1-1.
HFK Sønderjylland og
Ølstykke tóku seg eitt sind-
ur nærri toppinum. HFK
vann 6-0 á heimavølli ímóti
Skjold, og Ølstykke vann 5-
0
á
heimavølli
ímóti
B1913. Børnshøj tapti 3-1 á
heimavølli ímóti Nykøbing
Falster Alliancen.
Trý umfør eru eftir undan
vetrarsteðginum í næst-
bestu deildini. Síðsta um-
farið verður 9. november,
og tá kemur Jann Ingi
Petersen heim at halda
vetrarfrí inntil eftir árs-
skiftið.
Danska superligan
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Brøndby (S)
12
8
-
2
-
2
20
8
12
26
2 Esbjerg
12
7
-
3
-
2
20
13
7 24
3 FCK (M)
12
6
-
4
-
2
19
11
8
22
4 OB
12
6
-
3
-
3
24
14
10
21
5 FCM
12
6
-
2
-
4
19
15
4
20
6 AaB
12
6
-
2
-
4
15
12
3
20
7 Herfølge
12
4
-
2
-
6
11
14
-3
14
8 Viborg
12
3
-
4
-
5
21
22
-1
13
9 AGF
12
4
-
1
-
7
17
25
-8
13
10 Frem
12
4
-
0
-
8
15
23
-8
12
11 FC Nordsj.
12
2
-
4
-
6
13
20
-7
10
12 AB
12
2
-
1
-
9
9
26
-17
7
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby)
Danska 1. deild
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 AC Horsens
12
10
-
1
-
1
24
8
16
31
2 Randers FC
12
8
-
2
-
2
33
18
15
26
3 Silkeborg
12
7
-
3
-
2
25
10
15
24
4 Køge
12
7
-
3
-
2
25
16
9
24
5 HFK Sønderj.
12
7
-
1
-
4
37
20
17
22
6 Ølstykke
12
7
-
0
-
5
30
23
7
21
7 Fredericia
12
6
-
2
-
4
20
16
4
20
8 FC Nordjylland
12
6
-
1
-
5
15
16
-1
19
9 Skjold
12
5
-
2
-
5
24
23
1
17
10 B 93
12
4
-
2
-
6
22
24
-2
14
11 Vejle
12
4
-
2
-
6
21
27
-6
14
12 Nykøbing
12
3
-
3
-
6
19
22
-3
12
13 Fremad Amager 12
3
-
3
-
6
16
22
-6
12
14 FC Aarhus
12
2
-
1
-
9
11
32
-21
7
15 B 1913
12
1
-
3
-
8
11
31
-20
6
16 Brønshøj
12
1
-
1
-
10
11
36
-25
4
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Johan Byrial Hansen (AC
Horsens)
Skotska Premier League
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Celtic
9
8
-
1
-
0
24
3
21
25
2 Rangers
9
7
-
1
-
1
27
8
19
22
3 Dundee
9
4
-
2
-
3
12
10
2
14
4 Hearts
9
4
-
2
-
3
11
13
-2
14
5 Livingston
9
3
-
3
-
3
10
10
0
12
6 Motherwell
9
3
-
3
-
3
10
12
-2
12
7 Dunfermline
9
3
-
3
-
3
8
10
-2
12
8 Hibernian
9
3
-
2
-
4
8
13
-5
11
9 Kilmarnock
9
3
-
2
-
4
11
17
-6
11
10 Dundee Utd.
9
2
-
2
-
5
6
16
-10
8
11 Aberdeen
9
2
-
1
-
6
9
16
-7
7
12 Partick
9
0
-
2
-
7
7
15
-8
2
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick)
Christian Høgni Jacobsen
hevur av álvara fingið ferð á
málskjótingina í heyst. Um
vikuskiftið skeyt hann bæði
málini í Vejle-sigrinum á FC
Aarhus