týsdagur 21. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 21. oktober 2003
27
27
26
Nr. 199 - 21. oktober 2003
KÍF gjørdi fyrsta vørrin
Føroyameistararnir
úr ÍF máttu óvæntað
taka til takkar við tapi
í dystinum móti KÍF
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Flogbóltslandskappingin
fór í gongd um vikuskiftið,
og longu fyrsta umfarið var
okkurt úrslit, sum fekk
onkur eygnabráð fram hjá
flogbóltskønum.
Ikki tí. KÍF hevði longu í
Fleyr-kappingini prógvað,
at tær helst fóru at vera
nakað drúgvar í ár, tá tær
leiktu seg fram til finaluna,
og leygardagin sýndu tær
so enn einaferð, at tær ikki
skulu roknast sum dumpi-
kandidatar í ár.
Á heimavølli tóku tær
ímóti meistarunum úr ÍF, og
tað var heimaliðið, sum
dróg longra stráðið, tá av-
tornaði. ÍF var annars liðið,
sum kom best frá byrjan,
men eftir at tær høvdu tikið
sær av fysta javna settinum,
var tað KÍF, sum setti dags-
skránna. Tey bæði næstu
settini vóru bæði jøvn men
tá KÍF vann hesi bæði, tókt-
ist mótstøðan vera farin.
Seinasta settið endaði við
tryggum 25-17, og so var
fyrsta lítla sensatiónin greið.
Í hinum báðum dystun-
um í meistaradeildini hjá
kvinnum gekk tað meira
eftir ætlan, um so skal sig-
ast. Á Giljanesi var TB á
vitjan, og her gjørdist talan
um tryggan 3-0 sigur. 3-0
var somuleiðis úrslitið á
Klaksvik, har Mjølnir tók
ímóti Fleyr.
Komandi vikuskifti eru
aftur tríggir dystir á skránni,
og tað er ikki frítt, at
úrslitini um vikuskiftið hava
givið sítt íkast til at skapa
spenning um teir dystirnar.
Hesa ferð fær KÍF vitjan av
TB, og einki er at ivast í, at
hetta er ein dystur, sum fer
at geva eina ábending um,
hvørjar vónir KÍF skal seta
sær fyri árið. Í Fuglafirði
skal ÍF royna at reisa seg, tá
Mjølnir kemur á vitjan, og
so líkist tað eini botnupp-
gerð, tá Dráttur fer til Havn-
ar, har Fleyr tekur ímóti.
Bert ein dystur
Hjá monnunum var bert ein
dystur leiktur hetta viku-
skiftið. Eftir skránni skuldi
talan annars verið um tveir
dystir, men hond- og flog-
bólturin fekst ikki at passa
saman í Hoyvíkarhøllini,
og so máttu Fram og ÍF
gera av at útseta dystin.
Tað gjørdist talan tó ikki
um í Klaksvík, har Mjølnir
tók ímóti Fleyr. Og eins og
hjá kvinnunum, so gjørdist
talan um tryggan sigur til
heimaliðið. Fleyr er fram-
vegis í holt við setningin
um at byggja sær eitt nýtt
lið upp, og tó at Mjølnir
ikki hevði sítt sterkasta fólk
við hendan dystin, so
gjørdist talan um 3-0 sigur.
Fleyr var annars heilt nær
við fyrsta settið, men eftir
at Mjølnir vann hetta við
26-24, var líkasum greitt,
hvønn vegin tað bar.
Komandi vikuskifti skulu
tveir dystir leikast. SÍ fer á
vitjan hjá Fleyr, og einki er
at ivast í, at Sørvingarnir
her vilja prógva, at tað ikki
var av tilvild, at teir endaðu
fremst í FK-kappingini hjá
Fleyr. Og á Kambsdali
verður satt brak, tá Mjølnir
kemur á vitjan hjá ÍF. Dyst-
irnir millum hesi bæði lið-
ini hava verið sera undir-
haldandi seinnu árini, og
spurningurin tykist tí vera,
hvat teirra er betri fyri í ár.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 VB
3
3
-
0
-
0
76
50
26
6
2 VÍF
3
2
-
0
-
1
61
61
0
4
3 Stjørnan
3
1
-
1
-
1
71
60
11
3
4 StÍF
2
1
-
1
-
0
43
39
4
3
5 Neistin
2
1
-
0
-
1
54
40
14
2
6 Søljan
2
0
-
0
-
2
28
44
-16
0
7 Kyndil
3
0
-
0
-
3
39
78
-39
0
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Kyndil
2
1
-
1
-
0
58
56
2
3
2 Neistin
2
1
-
1
-
0
56
54
2
3
3 VÍF
2
1
-
0
-
1
54
48
6
2
4 KÍF
1
1
-
0
-
0
28
26
2
2
5 StÍF
1
0
-
0
-
1
24
26
-2
0
6 H71
2
0
-
0
-
2
50
60
-10
0
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
1
1
-
0
3
0
3
2
2 Mjølnir
1
1
-
0
3
0
3
2
3 KÍF
1
1
-
0
3
1
2
2
4 ÍF
1
0
-
1
1
3
-2
0
5 Fleyr
1
0
-
1
0
3
-3
0
6 Dráttur
1
0
-
1
0
3
-3
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Mjølnir
1
1
-
0
3
0
3
2
2 SÍ
0
0
-
0
0
0
0
0
3 ÍF
0
0
-
0
0
0
0
0
4 Fram
0
0
-
0
0
0
0
0
5 Fleyr
1
0
-
1
0
3
-3
0
Kvinnurnar úr Kollafirði
tykjast hava slept øllum tosi
um botnstríð, og leygardagin
vunnu tær á føroyameistar-
unum úr ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Í Klaksvík var ongantíð spenningur, tá Fleyr vitjaði Mjølnir. Heimaliðið vann tveir tryggar 3-0
sigrar, og gestirnir vóru ongan tíð nær námind av at skapa nakran sum helst spenning
Mynd: SáH
C
M
Y
K
26
Todi er ótolin
BILLARD
Sigursbygljan, sum frægi
billardspælarin í Klaksvík,
Kristian Sune Høgnesen,
hevur riðið á nú í eina tíð,
tykist ongan enda at fáa.
Leygardagin var hann suv-
erenur, tá hann endurvann
stóru kappingina "Haldor
Holm Cup". Hann var so
nógv bestur, og tí verður
spennandi at síggja, hvussu
billardkekempan í Klaksvík
fer at klára seg í føroya-
meistarakappingini fyri lið,
sum byrjar í næstum.
Kristian Sune hevði besta
meðaltalið, omanfyri 33
eygu, hann hevði besta
einstaka spælið, omanfyri
900 eygu og hann hevði
besta einstaka umfarið, om-
anfyri 200 eygu. So alt
eydnaðist hjá billardspælar-
anum, sum í mong mong ár
helt seg á einum 3. Til 4.
Plássið í billard, men sum
so knappliga tók allar á
bóli, ikki bert einaferð men
fleiri ferðir. Og tað sær út
til at halda fram.
Næstur honum gjørdist
Ólavur Kjølbro, sum hevur
víst seg at eiga sera góð
evni í billard og heilt víst
fer at menna seg nógv
meira og kanska ein dag
gerast verulig hóttan hjá
meistaranum í Klaksvík.
Gamli veteranurin Sonhard
Johannesen, var aftur hesa-
ferð í hølunum á teimum
bestu og bleiv nr. 3. Ikki
eydnaðist tað hesaferð ein-
um av okkara frægu spæl-
arum, Max Rasmussen at
vinna Haldor Holm Cup.
Føroyski álopsmaður-
in í FCK tykist ikki
vera nøgdur um,
hvussu viðgerðin av
skaðanum hjá sær fer
fram
ÚTISETI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At stjørnurnar í útlendskum
feløgum av og á geva eitt
gleps umvegis fjølmiðlar-
nar, er sum so einki nýtt.
Tað nýggja í hesum tykist
hinvegin vera, at Todi Jóns-
son nú av álvara tykist hava
fingið munnin á glið.
Í øllum førum hevur
hann umvegis danska BT
givið ilt av sær, tí hann ikki
er nøgdur við háttin, sum
FCK hevur viðgjørt skaðan
hjá sær. Ein skaði í lær-
krikanum, sum higartil
hevur hildið álopsmannin-
um úti í tríggjar vikur.
– Eg dugi ikki at skilja,
hví eg skal bíða í tíggju
dagar eftir at fáa eina
scanning gjørda, tá tað
samstundis tykist eitt sind-
ur ógreitt, júst hvat slag av
skaða talan er um, sigur
Todi Jónsson við BT.
– Fysiuterapeutarnir hjá
okkum siga, at talan ikki er
um nakran vøddaskaða.
Altso ikki nakað tæðraslit
ella líknandi, men annars
duga teir ikki at siga nakað.
Kanska er tað ein spurning-
ur um pengar, soleiðis at
FCK ikki vil gjalda fyri
hetta. Tað havi eg so var-
hugan av, ljóða bombast-
isku útsagnirnar frá Toda í
danska blaðnum.
Er greiður um vandan
Slíkar útsagnir hava áður
givið øðrum leikarum trup-
ulleikar í felagnum. Serliga
plagar ítróttarstjórin, Niels
Christian Holmstrøm, at
svara hart aftur, og tað er
einki at ivast í, at Todi kann
vænta sær okkurt aftursvar
ein av komandi døgunum.
Hetta tykist Todi eisini at
vera greiður um, men sam-
bært blaðnum tykist hetta
tó ikki vera nakað, sum
nervar leikaran stórvegis.
– Tað kann væl vera, at
hetta gevur trupulleikar,
men eg eri ógvuliga frustr-
eraður um gongdina í hes-
um. Eg kendi meg veruliga
at vera væl fyri. Eg hevði
spælt leingi uttan at hava
trupulleikar av skaðum og
formurin var í topp. Nú
havi eg gingið tríggjar vik-
ur uttan dyst, og tað kostar í
so máta, sigur Todi, sum
altso framvegis ikki veit,
hvussu álvarsaman skaða
talan er um.
Vit royndu at fáa orðið á
Toda mánamorgunin, men
hetta
eydnaðist
okkum
tíverri ikki.
Einkultúrslit:
1
2
3
4
5
6
Dystir
Eygu
Meðal
Nr
1
Sonhard
###
608
388
462
510
346
5
2314
23,14
3
2
Bjarni
362
###
326
370
416
400
5
1874
18,74
5
3
Max
492
306
###
286
316
362
5
1762
17,62
6
4
Kristian Suni
564
798
552
###
922
492
5
3328
33,28
1
5
Ólavur
870
416
574
578
###
360
5
2798
27,98
2
6
Jens Kjartan
424
652
452
370
366
###
5
2264
22,64
4
Teir fremstu
1
Kistian Suni Høgnesen
3328 eygu
2
Ólavur Kjølbrgo
2798 eygu
3
Sonhard Johannesen
2264 eygu
Besta umfar
Kristian Suni Høgnesen
210 eygu
Todi Jónsson er í øðini um,
at hann enn ikki hevur fingið
staðfest, hvat slag av skaða
tað er, sum hann hevur
fingið í lærkrikan
Kristian Sune suverenur
Kristian Sune Høgnesen var
fullkomuliga einaráðandi, tá
árliga Haldor Holm Cup
kappingin varð leikt um
vikuskiftið