Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 21. oktober 2003 25 Stjørnan-VÍF 23-26 (11-13): Undirhald um alt Umframt undirhald- inum frá heppigent- unum hjá FCK, so gjørdist talan eisini um ein spennandi og dramatiskan dyst, tá Stjørnan tók ímóti VÍF sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast talan var um dyst millum tvey av sterkastu kvinnuliðnum í landinum, so mundu tað vera karmar- nir kring dystin, sum fingu størstu umrøðuna undan dystinum millum Stjørnuna og VÍF sunnudagin. Sonevndu Cheer-leaders hjá FCK vóru komnar til landið, og eftir at hava heppað á HB og B36 leik- arar á platform, var túrurin komin til Stjørnuna. Og heppikórið megnaði eisini at fáa lagið í KÍ-høllini upp i topp longu undan dystin- um. Her er talan annars eisini um nakrar av bestu hondbóltsáskoðarunum í landinum, og tað fingu tey so eisini høvi at prógva, tá dysturin varð blástur ígongd. Revsaðu mistøkini Men hóast dyggan stuðul til Stjørnuna, so gjørdist tað VÍF, sum fór avstað við stigunum sunnudagin. Lið- ið hevði loksins fingið inn- ferðarloyvið hjá teimum báðum nýggju útlendsku leikarunum í rættlag, og hesar vóru avgjørt við til at seta sín dám á dystin. Eisini saman við teimum út- lendsku hjá Stjørnuni, sum nú í nógv størri mun megn- aðu at vera við í spælinum, enn tær vóru fyri viku síð- ani á Skála. Og yvir høvur gekk ógvuliga javnt á. At kalla allan fyrra hálvleik skiftust liðini bæði um at hava leiðsluna, men tá VÍF sein- astu løtuna undan steðgin- um fekk togað seg eitt lítið sindur avstað, tóktist hetta onkursvegna geva heima- liðnum eitt skot fyri bógvin. Og í seinna hálvleiki megnaðu tær reyðu ongan tíð heilt av álvara at seta seg ígjøgnum. Ofta var tað nær við, og fleiri ferðir varð munurin at kalla togaður inn, men hvørja ferð varð alt arbeiðið so tveitt burtur við óneyðugum mistøkum. Hesi vórðu alla tíðina revs- að av einum konstentrerað- um VÍF-liði, og so hvørt sum minuttirnir gingu, so tóktist ein útisigur alt meira sannlíkur. Og talan gjørdist so eisini um nakað av dramatikki, sum ivaleyst avspeglaði týdningin, sum liðini løgdu í dystin. Sostatt mátti Una Olsen gevast við einari eymari nøs, eins og Sóley Mikkelsen fekk onkran ordiligan sendara, men alt í alt var hetta tó ikki nakað, sum fekk vent dystar- gongdini. Vestmenningar- nir hildu alla tíðina fast um leiðsluna, og við sigrinum hava tær fyri fyrst staðfest, at tað eru tær, sum eru avbjóðararnir hjá VB. Spennandi vikur fyri framman Og ivaleyst fara næstu fáu umførini at vísa, hvussu stór hóttanin frá VÍF so er. Komandi vikuskifti vitja tær á Strondum, har Stjørn- an misti stig fyri viku síð- ani, og síðani koma tey bæði høvuðsstaðarliðini á vitjan í Vestmanna. Tað skal VB eisini um nakrar vikur, og spurningurin er so, hvørt VÍF til ta tíð hevur spælt nýggju leikararnar nóg væl inn á liðið. Hjá Stjørnuni tykist eis- ini greitt, at tað krevur nak- að av tíð, áðrenn nýggju leikararnir av álvara eru partar av liðnum. Hesa ferð megnaðu tær so í væl størri mun at vera við í spælinum, og kunnu tær lyfta seg til at gerast eyka kryddið í sterka føroyska bulinum á liðnum, so kann væl vera, at Stjørn- an komandi mánaðirnar fer at førka seg fram um triðja plássið, sum liðið í løtuni hevur á stigatalvuni. Dysturin í tølum Stjørnan-VÍF 23-26 (11-13) Málskjúttar Stjørnan: Katarina Stepa- novic 9(2), Annika Ljós- stein 6(1), Joan M. Djor- djevic 3, Una Olsen 2, Bára S. Klakstein 2, Anna Krist- ina Samson 1 VÍF: Sóley Mikkelsen 7(1), Irina Rodevici 6, Io- ana Rápa 5(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Fríða Marjunardóttir 2, Finngerð Joensen1 Brotskøst: Stjørnan 4, VÍF 2 Útvísingar: Stjørnan 4, VÍF 6 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum Damir Oros var tvey mál betri enn Henrik Gerster, og tað var eisini samlaði munur- in eftir 2X30 minuttir HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at ivast í, hvønn leikarar kollfirðingar hava sett størsta álitið til mál- skjóting á hetta kapping- arárið. Damir Oros vísti seg í fjør at vera sannur fongur hjá liðnum, og tó at tað tók sína tið, so kom hann eisni til landið innan kappingar- byrjan í ár. Og longu í fyrsta dystin- um sýndi hann, at hann framvegis hevur skotarmin intaktan. Tíggju ferðirnar langaði hann bóltin í meskarnar hjá H71, og so hjálpti tað í hesum umfar- inum lítið, at H71 hevur fingið sín størsta skjútta nakrantíð aftur á liðið. Tal- an er sjálvandi um Henrik Gerster, og tó at hann ikki longu hevur sama avsett, sum hann hevði fyrru ferð- ina hann var venjari í Hoy- vík, so man tað vera fáur leikari, sum hevur somu skotstyrki í vinstru hond. Leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um tvídyst teirra millum. Ein dystur sum Oros at enda vann, og einki er at ivast í, at tað eisini eru júst hesir báðir leikararnir, sum mót- støðuliðini skulu vara seg fyri, tá H71 ella KÍF eru mótstøðuliðini Á pappír- inum er talan kanska um veikastu liðini hetta kapp- ingarárið, men tað er einki at ivast í, at tey eisini í ár fara at gera onkran vørrin, og tað skal sum so ikki undra so øgiligt, um tey onkursvegna fara at gera munin á vágskálini, tá øll stigini verða tald saman í apríl mánaði. Dysturin í tølum KÍF-H71 28-26 (17-12) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 10(5), Petur Martin Poulsen 8, Mirko Milenkovic 3, Rógvi Weihe 3, Regin Petersen 2, Kristjan Madsen 1, Finn Heri Johannesen 1 H71: Henrik Gerster 8(3), Halgir Dahl Olesen 5, Johnny Durhuus 5, Niels Viggo Niclasen 4, Jákup á Borg 2, Olaf Vestergaard 1, Kristian Eli Zachariasen 1 Brotskøst: KÍF 7, H71 4 Útvísingar: KÍF 3, H71 2 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Greg- oriusen KÍF-H71 28-26 (17-12): Heimasigur til KÍF Katarina Stepanovic er ætlað sum útlendsk álopshóttan hjá Stjørnuni, og hesa ferð megn- aði hon í hampuliga stóran mun at seta sín dám á dystin Partur av undirhaldinum kring dystin var framførslan hjá FCK Cheer-leaders, sum vóru komnar á vitjan, og tær megnaðu eisini alt fyri eitt at lyfta annars góða stemningin í KÍ-høllini 25 24 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Kyndil-StÍF 16-20 (10-10): Minti um botndyst Zejko Jotic tók broddin av álopsspæl- inum hjá VÍF, og so fekk Neistin tvey hampuliga óvæntað stig í trupla úti- dystinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At tey í Neistanum vóru ovurfegin eftir dystin móti VÍF sunnudagin er einki at siga til. Besta mansliðið hjá felagnum hevði í trupla útidystinum ognað sær tvey týdningarmikil stig, og í fyrstu atløgu hevur hetta flutt teir upp á ovastu rók á stigatalvuni, har teir saman við grannunum úr Kyndli hava trý stig. Tað var annars ikki vænt- andi, at Neistin skuldi gera stórvegis um seg í Vest- manna sunnudagin. VÍF er altíð partur av odda- stríðnum í føroyskum manshondbólti, og árið í ár tykist á ongan hátt skula gerast nakað undantak í so máta. Tvørtur ímóti varð roknað við, at vestmenn- ingarnir í ár í enn størri mun skuldu gera seg gald- andi, nú Sámal Joensen var komin fyri seg eftir sín skaða. Men sunnudagin kundi tað sum so gera tað sama, hvørjar skjúttar VÍF hevði at borðreiða við. Neistin hevði í Jotic ein sera væl upplagdan aftasta skansa, og longu fyrstu løtuna tókt- ist hann ætla, at máltalið hjá VÍF skuldi haldast langt niðri. Eftir fyrsta korterið stóð longu 2-8 á máltalvuni, og tó at VÍF gjørdi ein vørr eftir hetta, so megnaðu teir ongantíð heilt at toga seg upp. Neistin svaraði hvørja ferð aftur, og tá teir bláu so í seinna hálvleiki skoraðu fimm ferðir á rað, var mest sum alt avgjørt. VÍF royndi at toga aftur seinastu løt- una, men munurin var vorðin stórur. Brendu ov nógv Og eftir dystin var annar av venjarunum hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, ikki í iva um, hvar stóri trupul- leikin var. - Vit brenna alt ov nógvar møguleikar. Í verjupartinum gera vit tað, sum vit ætlaðu okkum, og at Neistin skorar 24 mál er sum so eingin trupulleiki. Tað er t.d. tað sama, sum H71 skeyt móti okkum seinasta vikuskifti. Men vit skora ikki nóg væl sjálvir. So kanst tú altíð tosa um, hvørt tað er Jota, sum stendur væl, ella okkara, sum skjóta illa, men í øllum førum er úrtøkan alt ov lítil. Tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við til kom- andi dystirnar, helt Hjalmar um dystin. Hinvegin var nógv at fegnast um hjá teimum bláu. Umframt teir tríggjar útlendsku leikararnar, sum umframt Jota eru Dragisa Stojovic og Blagoje Buha, so stóðu aðrir leikarar eisini sera sterkt í myndini. Ikki minst Áki Mørk, sum tók nógva ábyrgd á seg, tá vest- menningar fingu tak í út- lendsku skjúttunum, og sum á hendan hátt í stóran mun var viðvirkandi til alla tíðina at halda trýstinum uppi. Stórdystur bíðar Sum nevnt, so hevur Neist- in við sigrinum toga seg upp á oddasessin í deildini. Komandi tveir dystirnar skulu teir spæla móti ávíka- vist H71 og KÍF, og megna teir eisini at halda úrtøkuni í hesum dystum, fer av álv- ara at síggja ljóst út hjá teimum. Hjá vestmenningum er einki at ivast í, at tapið skal vaskast burtur, men kom- andi uppgávan er tó av teimum allar truplastu. Tá skulu teir gulu nevnliga inn á Skála, har meistararnir úr StÍF taka ímóti. Og tað er væl at merkja eitt meistara- lið, sum av álvara hungrar eftir stigum, nú teir taptu fyrsta dystin á árinum. Hetta líkist av sonnum einum stórdysti, har tvey av sterkastu mansliðunum í føroyskum hondbólti mugu berjast fyri lívinum, soleið- is at tey ikki verða koblaði av í oddastríðnum. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 22-24 (9-13) Málskjúttar VÍF: Ingi Olsen 7(5), Agnar Joensen 4(1), Daniel Rápa 4, Sámal Joensen 2, Ólavur Brimnes 2, Harald Bjørgvin 1, John Zacharia- sen 1, Áki G. Olsen 1 Neistin: Blagoje Buha 7(3), Dragisa Stojovic 5(1), Aki Mørk 4 (1), Ragnar Stakksund 2, Dann Thor- leifsson 2, Karl Oddmar Rasmusen 2, Helgi Michel- sen 1, Helgi Justinussen 1 Brotskøst: VÍF 8, Neistin 5 Útvísingar: VÍF 1, Neistin 6 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen VÍF-Neistin 22-24 (9-13) Málverjin basti VÍF Lítil ferð var á kvinnudystinum millum Kyndil og StÍF sunnudagin, har Kyndil innan stutta løtu tveitti møguleik- an fyri fyrstu stigun- um burtur HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Higartil hevur árið hjá kvinnusíðuni í Kyndli ikki hilnast nakað serligt. Liðið hevur greitt verið við undir- lutan móti bæði Stjørnuni og Neistanum, og tí var ikki væntandi, at tær skuldu gera nakrar stórvegis skreytir móti StÍF sunnu- dagin. StÍF vann sær í fjør bronsumerkini, og tó at liðið hevur havt nakað av frágongd síðani, so bendi javnleikurin móti Stjørnuni á, at liðið aftur í ár hevur ætlanir um at vera við í dystinum um heiðurs- merkir. Mistøk kostaðu Tað var tó lítið, sum bendi tann vegin sunnudagin. Fyri tað nógva megnaði Kyndil nevnliga fult og heilt at spæla upp til gestir- nar, og leingi var tað eisini Kyndil, sum hevði lítla munin, sum var í dystinum. Við at leggja dentin á verjupartin, har Fríða Pet- ersen eisini var ein góður seinasti skansi, megnaði heimaliðið í trý korter at halda StÍF frá at kalla øllum, og tó at Alina Olaru sær sjálvum líkt megnaði nøkur gjøgnumbrot, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið. Og í álopspartinum sýndi Kyndil eisini, at felagið her hevur nakað at hava fram- tíðar vánirnar í. Tó at tær enn ikki eiga berandi leik- lut á liðnum, so sýndu Randi Wardum og Hildur Mikkelsen í løtum, at tær eiga eina bjarta framtíð á liðnum, og hendan hóttanin frá bakkunum viðførdi eis- ini størri rásarúm aðra staðni á vøllinum. Men innan fimm minuttir í seinna hálvleiki misti heimaliðið tó alt á gólvið. Nøkur fullkomuliga óneyð- ug mistøk førdu fleiri kontramøguleikar til StÍF við sær, og so kundi Beinta Joensen vísa, at hon telist millum tær heilt frægu vongspælararnar í landin- um. Tríggjar ferðir fekk hon møguleikan, og hvørja ferð sat bólturin í meskunum, og so var leyst og liðugt. Gevur vón Við sigrinum syrgdu StÍF fyri, at tær framvegis eru við í oddinum, og í so máta man tað vera líka mikið, hvussu tunnur sigurin var. Tað kann tað sum so eisini vera hjá Kyndli, men hinvegin man tað í øllum førum kennast sum eitt stórt stig rætta vegin, at tær hesaferð vóru somikið nær við at fáa stig burturúr dystinum. Megna tær í komandi dystunum at halda fast í grundhugsjónini í spælinum og so sleppa und- an býttu mistøkunum, so kann væl vera, at okkurt stigið fer at koma á kontina nakað fyrr enn summi av viðhaldsfólkunum høvdu roknað við. Dysturin í tølum Kyndil-stÍF 16-20 (10-10) Málskjúttar Kyndil: Ann Mari Wang 5, Anja Heinadóttir 3, Annika Thomsen 2(1), Randi Wardum 2, Anita Kjærbo 1, Sólja Jóannisdóttir 1, Ingr- id H. Petersen 1, Jensia Kjærbæk 1 StÍF: Alina Olaru 8(2), Milica Ergic 3(1), Beinta Joensen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Paula B. Høgnesen 1, Poula D. Ol- sen 1 Brotskøst: Kyndil 1, StÍF 3 Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Høvdu ongar trupul- leikar av ferðfátæku upp- gerðini. Ann Mari Wang og hinar í Kyndli stríddust væl sunnu- dagin, men tó at tað var nær við, so rakk tað heldur ikki til stig hesaferð Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24