Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 21. oktober 2003 23 Við stjørnum sum Ivanchuk, Short og Bologan, bleiv 1st Samba Cup í Skanderborg ein innihalds-rík kapping, sum fýra telvarar vunnu TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Nakað uttanfyri Århus brustu níggju stórmeistarar og ein altjóða meistari, Davor Palo úr Danmark, saman í einari kapping, sum skuldi vísa seg at verða sera jøvn. 1st Samba Cup er mett at vera tann sterkasta kapping nakrantíð á danskari jørð, eins og millum tær sterkastu kring heimin í 2003. Miðalratingtalið varð 2639. At kappingin varð vælmannað, bar hetta brá av: Tveir telvarar yvir 2700, seks omanfyri 2600, ein beint niðanfyri 2600-markið og ein júst omanfyri 2500-markið. Endaliga støðan: GM Peter H. Nielsen, Danmark (2626) 5,5 av 9 GM Sadvakason, Kazakstan (2595) 5,5 GM Short, Ongland (2701) 5,5 GM Curt Hansen, Danmark (2616) 5,5 GM Ivanchuk, Ukraina (2710) 5,0 GM Bologan, Moldavia (2673) 5,0 GM Kasimdzhanov, Uzbekistan (2668)4,5 GM Alekseev, Russland (2613) 3,5 GM Sasikiran, India (2679) 2,5 IM Davor Palo, Danmark (2510) 2,5 Bert eitt stig skilti vinnararnar og nr. 7. Teir fremstu fýra telvararnir leiktu javnt í seinasta umfarinum. Allir uttan danin Curt Hansen fingu skjótir javnleikir, hann hevði svarta fólkið móti Ivanchuk, sum við at vinna kundi sjálvur enda í oddinum. Talvið varð fløkt og opið, við nógvum offrum og mótoffrum, har Ivanchuk leingi hevði munin. Men Curt stríddist væl og fekk sín javnleik, sum hann so inniliga bardist fyri. Eitt gott avrik av fyrrverandi fremsta dananum, sum í seinastuni er við at heinta seg inn á Peter Heina. Sterkasti danin í løtuni hevði eisini eina framúr góða kapping, eins og yvirraskilsi Sadvakasov. Short lá í oddinum alla kappingina, meðan Ivanchuk miðskeiðis í kappingini tapti tvey talv, og tað hevði hann ikki ráð til. Danska vónin, 17 ára gamli Davor Palo, varð hálvtannað stig frá GM-norminum. Hann legði annars væl út við trimum góðum javnleikum, men fekk síðani bert eitt stig burturúr teimum seks seinastu umførunum. Men tó er hálvttriðja stig eitt heiðurligt úrslit. Polgar í serklassa Judit Polgar (2722) vann herfyri Essent krúnbólkin í Hollandi. Kappingin er afturvendandi, har tað altíð eru fýra telvarar, sum leika dupultumfar. Umframt Polgar, luttók fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov (2693), eins og vælkendi Ivan Sokolov (2695). Ein ungur telvari plagar at fáa kjansin á hvørjum árið, og í ár slapp 21 ára gamli Levon Aronian (2649) úr Týsklandi framat. Burtursæð frá tapinum í næstseinasta umfari móti Sokolov, var Polgar í serklassa og vann hon kappingina við fýra stigum av seks møguligum. Sokolov og Aronian býttu annað plássið við trimum stigum, meðan Karpov hevði eina ringa kapping við bert tveimum stigum (fýra javnleikir og tapti tvey). Karpov telvar ikki nógv hesar dagarnar, og tað sást væl aftur á telvingini í Hollandi, tíverri. VB kom sjálvboðið undir trýst á Gilja- nesi, men tær megn- aðu kortini at vinna ein tryggan sigur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var eingin ivi um, at VB var risafavorittur at vinna uppgerðina móti uppflytarunum á Giljanesi leygardagin. Meistararnir hava lagt frá landi við somu ferð, sum tær endaðu kapp- ingarárið í fjør, og higartil høvdu Neistin og VÍF fing- ið av at vita. Stígur í Og fyrstu løtuna á Giljanesi var heldur ikki líkt til, at Søljan skuldi gera stórvegis við VB. Tó at munnurin ikki var hin heilt stóri á máltalvuni, so øktist bara javnt og samt millum liðini, og í hálvleikssteðginum vóru longu fimm mál á muni. Seinna hálvleik tóktist gongdin bara halda fram, men brádliga kom tó steðgur í hjá VB. Ivaleyst tóku tær eina løtu nakað lætt upp á uppgávuna, og tað brádliga var um reppið, at hetta kostaði. Í 10 minuttir fekk VB ongan kassa, og tá Søljan sam- stundis dró alt meira, mink- aði munurin niður í tvey mál, men so kom aftur glið á. Frá støðuni13-15 bara økti VB, soleiðis at tað at enda vóru átta mál á muni, og tað er í øllum førum nóg mikið til at halda VB á toppinum. Her er liðið framvegis einasti parturin við fullum stigatali, og tó at bæði VÍF og Stjørnan tykj- ast hava styrkt væl um sínar hópir, so restar enn at prógva, at hetta er nóg mik- ið til at basa meistarunum. Komandi vikuskifti fær VB vitjan av Kyndli, og á pappírinum tykist tann uppgávan á ongan hátt ræð- andi. Tá tykist spenningur- in kunna gerast munin størri annað vikuskifti, tá meistararnir vitja í Klaks- vík. Tað líkist av sonnum einum dysti, sum verður ein av heilt stóru styrkis- royndunum í grundspælin- um. Hjá Søljuni er ikki stórt annað at gera enn fram- haldandi at koyra á. Liðið tykist í ár at vera betur brynjað til hondbólt í fremstu røð, enn tær vóru fyri tveimum árum síðani, og so er spurningurin, hvørt hetta er nóg mikið til at taka okkurt av hinum liðun- um. Neyvan verður tað VB, men tað mundi í øllum førum kennast hugagott, at tær soleiðis megnaðu at arga meistararnar eina løtu. Dysturin í tølum Søljan-VB 15-23 (6-11) Málskjúttar Søljan: Heidi Maria Aksel- sen 5(1), Nicoleta Radu 4(2), Arnleyg Haraldsen 3, Heidi Haraldsen 2, Jana Ja- cobsen 1 VB: Asta Vysniaskaite 12(3), Gurið Mortensen 4(1), Rannvá Augustinus- sen 4, Margreth August- inussen 2, Laila Jespersen 1 Brotskøst: Søljan 3, VB 7 Útvísingar: Søljan 2, VB 1 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Hallur Danielsen. Talvið hesa vikuna Uppgerðin millum danmarksmeistaran og unga talentið endaði við einum snøggum sigri til tann meira roynda telvaran. Í DM á páskum fekk Peter Heine júst bjargað sær javnleik móti Palo, men í Skanderborg staðfesti Peter Heine seg sum tann sterkara teirra millum. Serliga endastøðan er flott. Palo,D (2510) - Nielsen,PH (2626) 1st Samba Cup Skanderborg DEN (7), 17.10.2003 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.Ric3 e6 5.e3 Ribd7 6.Fc2 Bd6 7.g4 Bb4 (7...Rixg4 8.Rg1 Rixh2 9.Rixh2 Bxh2 10.Rxg7 er óklárt) 8.Bd2 Fe7 9.Rg1 Bxc3 10.Bxc3 Rie4 11.cxd5 exd5 12.Bd3 0—0 13.0—0— 0 (Hvítur leggur upp til konagálop, samstundis sum hann bjóðar svørtum álop móti sær frúgvamegin) 13...Re8 14.Be1 c5 15.Kb1 c4! 16.Bxe4 dxe4 17.Rie5 Rixe5 18.dxe5 Fxe5 19.Fxc4 Fxh2 (Í roynd og veru hevur hvítur einki nevnivert álop í skjáttuni, og má nú taka til takkar við verjuspæli) 20.Bc3 Be6 21.Fd4 Fh6 22.g5 Fg6 23.Ka1 b6 24.Fd6 Rac8 25.Kb1 a5 26.Ka1 b5 27.Bxa5 (Opnar a-linjuna móti sínum kongi, men neyðugt varð tó við leikinum) 27...Ra8 28.Fb4? (b4 hevði verið neyvari) 28...Bxa2! 29.Kxa2 Fb6 30.Rd6 Rxa5+ 31.Kb3 Fc7 32.Rgd1 Rc8 33.Fc3? (Fxe4 var seinasti kjansur, hóast hesin ei heldur tykist tryggur orsakað av hvítu kongastøðuni) Støðumynd eftir 33.Fc3 33...Ra3+!! (Sera snøgt!) 34.Kxa3 (bxa3 Fxc3+) 34...Fa7+! og hvítur verður mátaður við Fa4++ 0—1 Sterkasta kapping í Danmark Søljan-VB 15-23 (6-11): Meistararnir hava framvegis fult Asta Vysniaskaite er nýggj á útlandssíðuni hjá VB, og higartil hevur hon víst seg sum góður fongur hjá meistarunum Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Meistararnir úr StÍf máttu longu í fyrsta landskappingardystin um taka til takkar við tapi, tá eitt væl stríð- andi Kyndils-lið fór avstað við øllum sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fitt av fólki hevði leitað sær í Ítróttarhøllina á Hálsi sunnudagin, tá Kyndil í sínum fyrsta heimadysti tók ímóti meistarunum úr StÍF. Ein dystur, sum mest sum altíð er borgan fyri undirhaldi á høgum støði, tí onkursvegna tykjast hesi bæði liðini at hóska sera væl til hvørt annað. Ivaleyst hevur hetta eisini viðført eina serliga rivali- sering millum feløgini, og undir øllum umstøðum var greitt longu frá fyrsta bríksli, at menn vóru tendr- aðir. Tó at talan sjáldan gjørdist um rátt spæl, so varð ikki ein tann einasti bóltur tveittur burtur fyri einki. Nógv varð lagt fyri í hvørjum einasta nærdysti, og tað gekk eisini javnt á í málskjótingini fyrstu løt- una. Trýstið órógvar Um miðjan hálvleikin tókt- ist tó, at Kyndil var um at vinna sær greiða yvirvág. Í einar tíggju minuttir megn- aðu strandingarnir als ikki at fáa bóltin fram við Johan Danielsen, og tá Kyndil samstundis slapp ígjøgnum nakrar ferðirnar, so gjørdist uppgávan hjá meistarunum brádliga ógvuliga tung. Størsti trupulleikin hjá StÍF hesa løtuna tóktist vera, at liðið als ikki megn- aði at fáa glið á vanliga kvika kontraspælið. Verju- parturin fekk ikki fatur á nóg nógvum, og tá hesin ikki koyrir, so er trupult at fáa nøkur kvik kontra í lag. Eisini tóktist tað órógva ikki sørt, at Marian Cir- loganescu nú eisini skal hugsa um leiklutin sum venjari, heldur enn bara hava tankarnar í málinum. Í øllum førum var stýringin av verjuni ikki eins trygg, sum hon hevur verið sein- astu tvey árini. Møguliga skyldast hetta eisini, at talan á nøkrum plássum er um nýggjar leikarar, men tað vóru samstundis greið tekin um frustratiónir at hóma hjá annars so róliga venjaranum, og millum annað máttu dómararnir ta einu ferðina finna gula kortið fram, tá bólturin varð sparkaður burtur eftir enn eitt Kyndils-mál. Orkusparing Og so gjørdist tað ístaðin Kyndil, sum kundi fara at hugsa um kontra-partin av spælinum. Tó at Kyndil aftur í ár hevur eitt sera sterkt lið, so tykist størsti vansin at vera væntandi breiddin í hópinum. Hetta viðførir, at liðið ígjøgnum allan dystin framdi sera fáar útskiftingar, og tí máttu kreftirnar sparast onkra aðra staðni enn á beinkinum. Frá byrjan av seinna hálvleiki var eisini sjónligt, at nú hevði Kyndil eina heilt greiða ætlan. Spælar- arnir vóru alla tíðina kvikir upp á pláss í verjupartinum, soleiðis at eingi óneyðuga lætt mál skuldu fara ígjøg- num, og so var at tveita tveir-tríggjar mans avstað, tá kontra-møguleikin beyðst. Hinir leikararnir tóktust fyri tað mesta fara niðan eftir vøllinum í róligum tempo, og tó at atferðin kanska tóktist dekan ov dólsk til tíðir, so var hetta í øllum førum við til at tryggja sigurin. Eina løtu hóttu gestirnir tó við at koma aftur íaftur, tá Mihai Marinescu nærum fekk frítt spæl mitt fyri, men ein umskipan av verj- uni til 5-1 fekk tó sett ein stóran dempara á hetta. Og tá Josef Abrahamsen skor- aði til 25-22 tríggjar minuttir fyri leiklok, mundi punktumið vera sett. Eitt mál, sum annars í stóran mun undirstrikaði munin í dystinum. Strandingar mistu óneyðugt bóltin í álopi, og so fór Kyndil avstað. Fyrsti opni møgu- leikin varð tó brendur, men meðan bert ein strandingur hevði ómakað sær at renna heim við, so vóru tríggir Kyndilsmenn klárir at fylgja upp, og tí hevði Josef ikki stórvegis trupulleikar av at fanga returin. Breiddin á muni Og við sigrinum hevur Kyndil fyri fyrst lagt seg á odda í bestu mansdeildini í hondbólti. Nakað sum felagið hevur longt eftir nú í longri tíð, og í øllum førum er tað ein sannroynd, at teir ikki hava roynt hendan leiklutin síðani undan seinasta umfarinum á vári 1999. Ta ferðina var tað júst StÍF, sum noyddi Kyndil av gullplássinum, men um teir grønu fara at fáa hevnd í ár, er enn ov tíðliga at siga. Tað er tó einki at ivast í, at liðið hevur nógvar dygdir, men stóri trupulleikin tykist sum sagt vera breiddin í hópin- um. Skaðar og leikbann vilja mest sum altíið koma fyri ígjøgnum eitt langt kappingarár, og í løtuni er ilt at síggja, hvaðan Kyndil skal finna avloysararnar, um onkur av berandi kreft- unum fær forfall. Í so máta man støðan hjá StÍF vera munandi huga- ligari. Hesa ferð máttu teir vera skadda Svein Justinus- sen fyri uttan, og bara tað í sjálvum sær er ein sera dyggur smeitur. Hinvegin er einki at ivast í, at hópurin hjá strandingum er vorðin nakað breiðari í ár. Ikki minst tí Tjaldur hevur tikið seg úr kappingini. Hesa ferð var Sverri Justinussen millum teirra, sum mann- aðu StÍF-liðið, og tó at hann er komin nakað upp í árini, so man hann fram- vegis teljast millum dygg- astu bakspælararnar. Hartil ljóðar eisini, at Mortan Hansen skjótt fer at verða tøkur hjá liðnum. Og so eru tað eisini nýggju leiklutirnir. Bæði hjá Marian Cirloganescu, sum ivaleyst man fara at venja seg við trýstið sum leikandi venjari, og so eisini Mihai Marinescu. Undan komuni til Føroyar ljóðaði, at tað einamest er í verjupartinum, at hann hev- ur sína styrki, men álops- dygdirnar eru tó eisini stórar er í Føroyum, og megnar hann at fáa hesar at sveiggja saman við Artur, Alexandur, Sveini og øllum hinum, so er lítið at ivast í, at strandingar aftur í ár verða ein herskin biti hjá flestu mótstøðuliðunum. At bitin tó kann svølgjast, var Kyndil prógvið fyri hesa- ferð. Dysturin í tølum Kyndil-StÍF 26-24 (13-8) Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 9(4), Janus Einar Sørensen 5, Josef Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Ken Zachariasen 2, Jacob Jónsson 1, Finnur Hansson 1 StÍF: Mihai Marinescu 8, Artur Johansen 4, Kristian Petursson 3(2), Alexandur Johansen 3(1), Jón Rasmussen 2, Sverri Justinussen 2 Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 4 Útvísingar: Kyndil 7, StÍF 1 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Hava onkra tíð staðið sterkari í myndini, men høvdu sum heild hampuligt tak á dystinum. Kyndil-StÍF 26-24 (13-8): Kyndil basti meistarunum Sum dysturin gekk, so var viljin hjá Kyndli størri enn hjá StÍF. Her er tað Hans Áki, sum hevur hug at halda Sverra burtur frá leikinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22