Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 • týsdagur • 21. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Abraham er besti leikarin Fyrrverandi mið- vallarovastin hjá landsliðnum verður í næstum heiðraður sum besti føroyski leikarin seinastu 50 árini HALL OF FAME Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Europeiska fótbóltssam- gongan, UEFA, hevur kom- andi ár 50 ár á baki, og sum vera man, so er hetta nakað, sum skal haldast. Ein partur av hátíðarhaldinum verður eitt slag av eini avdúking, har bestu fótbóltsleikarar- nir hesi 50 árini skulu kjós- ast. Hetta er gjørt á tann hátt, at hvørt limalandið sær hevur fingið setningin at finna fram til, hvør hevur verið besti leikarin hjá teimum hesi árini. Eisini FSF hevur fingið hesi boð- ini, og hósdagin í farnu viku var so dagurin, tá Fót- bóltssambandið skuldi boða UEFA frá, hvør besti føroyski leikarin seinasu hálvu øldina hevur verið. Ovurfegin Fótbóltssambandið hevði gjørt av, at teirra partur av atkvøðugreiðsluni skuldi gerast soleiðis, at panelið aftan fyri kjósanina var so breitt, sum gjørligt. Tí varð gjørt av, at umframt FSF sjálvt, so skuldi almenning- urin, fjølmiðlarnir og før- oysku feløgini sleppa at vera við í hesum. Og tá alt varð talt saman, lagaði tað seg soleiðis, at Abraham Løkin varð leik- arin við flestu atkvøðunum. Sunnudagin fingu vit orðið á Abraham, og tað var ein ikki sørt bilsin maður, sum segði frá, at tað var nústaðni nú, at hann trúði hesum. - Teir ringdu til mín frá FSF fríggjadagin, men eg má siga sum er, at eg ikki rættiliga havi trúð hesum. Ikki fyrr enn nú tit ringja, fái eg meg rættiliga at trúgva tí. Tað er næstan sum á sama hátt, tá tú vinn- ur 10 milliónir. Tú trýrt tí ikki, fyrr enn tú stendur við pengunum í hondini, vóru fyrstu orðini hjá Abraham. Men hóast bilsin, so skerst ikki burtur, at tað eis- ini var ein errin vinnari av atkvøðugreiðsluni, sum vit høvdu í horninum. - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri sera fegin um hendan heiðurin. Eg trúi í øllum førum sjálvur, at mann langt síðani var gloymdur í so máta. Havi enntá onkra tíð spurt meg sjálvan, hvat eg fekk burturúr øllum hes- um árunum við fótbóltin- um. Eina rúgvu av uppliv- ingum sjálvandi, men í aðr- ar mátar kendist tað so, at einki varandi stóð eftir. Men tað fatanina havi eg í øllum førum broytt nú. Eg kenni tað í øllum førum soleiðis, at eg eri mettir til besta føroyska leikaran nakrantíð, og tað er ikki ein so lítil heiður. Eisini hóast eg sjálvur nokk kundi peik- að á fleiri aðrar, sum áttu hetta meira uppiborið, tí hetta skal so vera breiða fatanin millum manna. Í dag man tó vera av- markað, hvat ein slíkur heiður kann nýtast til. Í øll- um førum um metast skal á tann hátt, hvørt hetta kann hjálpa leikaranum sjálvum víðari á yrkisleiðini. Men hetta tykist tó á ongan hátt skerja gleðina. - Hetta er í øllum førum nakað, sum rørir meg heilt nógv, og eg má so bara takka teimum, sum hava valt meg. Tað mugu so hó- ast alt vera nøkur. Annað fái eg ikki gjørt, sigur Abraham at enda. Stórt hóvasták Júst hvussu tað formliga fer fram, tá Abraham skal fáa heiðurin, er enn ikki heilt greitt. Men vanliga ger UEFA nógvan háva burtur- úr, og talan verður neyvan um minni hóvasták, nú bestu leikararnir í 50 ár skulu kjósast. Talan plagar vanliga at verða um stór- fingna gallaveitslu, og verður Abraham so við á hesari, fær hann samstundis høvi at hitta teir størstu í øllum hinum UEFA-lond- unum. Og so verður talan sjálvandi eisini um at finna tann størsta yvirhøvur. Her hevur UEFA gjørt ein lista við 250 kandidatum, og tó at Abraham ikki er at finna millum hesar, so man hann hóast alt vera væl nøgdur um heiðurin, sum hann nú hevur fingið. Abraham Løkin føddur: 16. juni 1959 Leikt fyri: ÍF, 1976-81 Sleipnir (Svøríki) 1981-82 NSÍ (leikandi venjari) 1982-84 Odense KFUM (Danmark) 1984-85 OB (Danmark) 1985-86 NSÍ (leikandi venjari) 1986 B36 1987-88 Frem (Danmark) 1989-90 ÍF (leikandi venjari) 1990-91 B68 1992-94 Boulogne (Frakland) 1994-95 1995 ÍF 1996 B68 1997-2002 NSÍ Fakta 21 20 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Í november mánað fer Guðrun Sólja Jacobsen at hava fýra framførslur í Føroy- um. Hon fer at syngja á Tvøroyri, í Fugla- firði og í Klaksvík, og saman við henni verður eisini ein onnur stjørna í eitt kvøld TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Um ein mánað kemur Guðrun Sólja Jacobsen á konsertferð í Føroyum. Føroyska songkvinnan, sum nú er búsitandi niðri, kemur til Føroya við bólki sínum og fer at hava fýra framførslur. Tær verða í ítróttarhøllini í Trongisvági, í Mentanar- húsinum í Fuglafirði og í KÍ-høllini í Klaksvík. Ein annar sangari verður við á ferðini úr Danmark, og tað er ein av teimum, sum Guðrun kappaðist við í Stjørna í eitt kvøld, nevni- liga Jacob Andersen. Jacob Andersen er fyri stuttum komin út við síni fyrstu fløgu, sum kallast »Follow Me«, og har und- irheldur frálíki sangarin við nýggjum sangum. Guðrun Jacobsen kom í summar út við síni fyrstu fløgu hjá Universal. Hend- an útgáva var partur av vinninginum, tá ið hon var við í Stjørna í eitt kvøld. Fløga hevur selt hampuliga væl, og hon er fyri langari tíð síðani farin um tey 25.000 eintøkini. Guðrun hevur eisini staðið seg væl á ymiskum donskum hitlistum. Hon hevur havt ein sang á Tjek- listanum hjá DR í fleiri vikur, og hon hon hevur ligið ovarlaga á sølulistan- um Hit-Listen. Hesum seinna listanum hevur hon verið á í 9 vikur, og nú liggur hon nummar 14. I Føroyum hava sangir av útgávuni hjá Guðrun eisini verið nógv spældir. Fýra framførslur Nú er longu nakað av tíð liðin, síðani Guðrun Jacob- sen var í Føroyum og hevði konsertir, men nú fáa før- oyingar møguleikan at hoyra hana syngja sangir- nar á nýggju útgávu síni. Bólkurin hjá henni er mannaður við Thomas Cleve, sum spælir trummur, Anders Brandt Borup Haaber, sum spælir ljóm- borð, Morten Jørgensen, sum spælir bass, og Anders Mechlenburg, sum spælir gittar. Fyrsta framførslan hjá Guðrun verður á heima- vølli. Fríggjakvøldið 21. november spælir hon í ítróttarhøllini í Trongis- vági. Leygarkvøldið 22. no- vember verður sitikonsert í Mentanarhúsinum í Fugla- firði kl. 19.30. Og Guðrun fer aftur á pallin í Mentan- arhúsinum seinni á kvøld- inum, tí frá kl. 23.30 verður konsert og dansur har. Sunnudagin gongur leið- in til Klaksvík, og har verð- ur sitikonsert í KÍ-høllini. Atgongumerki til kon- sertirnar verða at fáa í forsølu um eina viku. Síðst í november mánað fer Teitur Lassen at hava tríggjar konsertir í Dan- mark. Tvær teirra verða í Århus, har Teitur fer at spæla á Musikcafeen. Hesar framførslur vera 24. og 25. november. Tann 23. november fer Teitur at spæla á Rust í Keypmannahavn. Komandi mánaðin spælir Teitur ymsastaðni í USA, og hann hevur konsert mest sum hvørt kvøld. Sjey av hesum fram- førslum skal Teitur hava sum upphiting fyri John Mayer, sum er eitt heitt navn í amerikanskum tónleiki. Teitur aftur til Danmarkar Guðrun á konsert- ferð í Føroyum Teitur Lassen fer síðst í november mánaði at hava tríggjar konsertir í Danmark Guðrun Jacobsen kemur nú til Føroya at syngja sangirnar á útgávu síni Jacob Andersen, sum kappaðist við Guðrun í Stjørna í eitt kvøld, verður við á konsertferðini í Føroyum C M Y K 20