Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Nr. 199 - 21. oktober 2003 19 Leygarkvøldið skip- aðu ung í Meginfelag Áhugaleikara Føroya, vanliga nevnt MÁF, fyri spennandi tiltaki. Eysturskúlagarðurin var karmur um til- takið, ið varð sera væleydnað, sigur Ebba Sofía Kruse forkvinna í felagnum Ung í MÁF. UNG OG SJÓNLEIKUR Torkil V. Rasmussen Í góða kvøldarveðrinum leygarkvøldið millum klokkan 19.30 og 20.30 var sera spennandi og stuttligt tiltak hildið í Eysturskúla- garðinum. Serligu kynstr- ini, sum vórðu sýnd í til- takinum, vóru lík teimum, ið vanliga verða víst í sirkusi. Talan var um stein- bróting á búkinum hjá einum av leikarunum, eld- blásing, gand, klóvnar, skemt og nógv meira. Endamálið við væleydn- aða tiltakinum var at stimbra og menna áhugan fyri leiklist. Limir úr fe- løgum og bólkum runt landið, sum hoyra undir paraplyfelagnum MÁF, vóru luttakarar í tiltakinum. MÁF var á fyrsta sinni stovnað í 1991, og varð endurstovnað seint á heysti 2002. Síðan tá hevur høv- uðsuppgávan verið at gera felagið meiri sjónligt, og hevur seinasta vikan verið eitt gott dømi uppá menn- ingina í felagnum og fyri vaksandi áhuganum innan leiklistina. Uppundir sjálvt tiltakið sigur forkvinnan í MÁF, Ebba Sofía Kruse, at tað ikki hevur gingið eins væl, sum tað kundi, tí ymiskir trupulleikar hava allatíðina stungið seg út í kortið. Umboð fyri Ung í MÁF hava onkran av fyrrapart- unum gingið og býtt fald- arar um tiltakið út. Eftir øllum at døma, var tiltakið illa upplýst, og er hetta høvuðsorsøkin til tað stóra nøgdsemi, ið stóðst aftaná, at tiltakið var at enda kom- ið. Eftir at nógv royndi danski háskúlalærarin inn- an leiklist, Birger Larsen, hevði havt skeið fyri yngra ættarliðnum í eina viku í felagnum MÁF, tóku tey ungu sjálvi stig til at halda eitt tiltak fyri almenning- inum. Undirtøkan var nógv betri enn væntað, og øll vóru sera nøgd við avrikið og tiltakið sum heild, sigur Ebba Sofía Kruse. Umleið 90 fólk vóru møtt upp til tiltakið, sum var meiri enn væntað. Á skeiðinum hjá Birger Larsen lærdu tey ungu í MÁF m.a. at ganga á stúlt- um, blása eld, sjongulera, akrobatikk, ganga á línu o.s.fr. Sjálvur hevur Birger Larsen fingist við sirkus í Írlandi, har hann var fjakk- andi. Eisini hevur hann eisini gingið á skúla í Fraklandi og Kalifornia í USA, har ma.a farið var niður í mentanarliga týdn- ingin av leiklistini. Til síðst legði Ebba Sofía Kruse aftrat, at tiltakið, ið var leygarkvøldið, einans var eitt slag av smakki- roynd av tiltakinum, sum ung í MÁF saman við Sjónleikarfelagnum Gríma ætla at framføra á Ólavsøku 2004. Væleydnað tiltak hjá MáF í Eysturskúlagarðinum Sjey føroyskar gentur eru farnar til Dan- markar at ganga í skúla í eitt hálvt ár. Tær eru langt heim- anífrá, men hava tó hvørja aðra, tá ið á stendur Skrivað greinina hevur Annette Grant. Føroyskað hevur næmingurin Elsebeth Davidsen Bára Skúvadal hevði í tvey ár arbeitt á fiskavirkinum i Vestmanna. Hon visti ikki heilt, hvat hon vildi vera, tá ið hon einaferð fór undir eina útbúgving, og tí hugs- aði hon, at tað hevði verið gott at koma burtur frá øllum, og síðani hugsa um, hvat hon vildi. Hon helt, at eitt hálvt ár heimanifrá ella so hevði verið gott. Tá ið hon so setti seg nið- ur at hugsa um, hvar leiðin skuldi ganga, fall valið á Danmark. Hon hevði eina vinkonu í Vestmanna, sum nýliga hevði gingið á ein- um skúla niðri. Tað var ein húsarhaldsskúli, kallaður Linieskolen, sum liggur i Hadsten, nær við Århus. Hon hevði fortalt nógv gott um skúlan fyri Báru, og Bára helt, at hesin skúlin ljóðaði frálíkur. Hon visti tó, at júst hesin skúlin var kendur fyri at hava nógvar føroyingar á skúlanum, og hettar fekk Báru at ivast eitt sindur. Hvat um hon so bara fór at vera saman við føroysku næmingunum, og ikki teimum donsku, og av tí sama ikki fór at læra tað danska málið eins væl og hon vildi, tí hettar var ein av orsøkunum til, at hon valdi Danmark. Men tað skuldi vísa seg, at hon als einki hevði at stúra fyri. Valdu rættan skúla Sum er búgva sjey føroysk- ir næmingar á Linieskúl- anum. Ein av teimum er Elsebeth Davidsen úr Sør- vági. Tær báðar, Bára og Elsebeth, fortelja báðar, at tær eru sera nógv saman við teimum donsku næm- ingunum. - Eg búgva saman við einari danskari gentu. Hana tosi eg nógv við. Vit brúka nógva tíð uppá bara sita á kamarinum og práta, og av tí sama læri eg málið betur, fortelur 16 ára gamla Elsebeth. Hon sær tað sum nakað gott og positivt, at har eru aðrir føroyingar á skúlanum. - Í fyrstuni var tað ótrúliga gott. Eg rokni við, at eg hevði verið ógvuliga smæðin, um eg var einsamallur føroyingur. Og so er tað eisini gott at sleppa at tosa føroyskt av og á. Tað er stræv- ið at næstan alla tíðina at skula tosa danskt, sigur hon. Í frítíðini er hon ikki so nógv saman við teimum føroysku næmingunum. Men um henni leingist heim ella hevur trupulleikar, eru tað tó føroyingarnar, ið hon heldur seg til, tí at teir skilja hana betur enn danskararnir gera, heldur hon. Og tað sama sigur Bára. Í dag er hon ógvu- liga glað fyri, at hon valdi ein skúla við fleiri føroysk- um næmingum, tí "so kunnu vit tosa um alt tað, vit upplivdu saman her niðri einaferð, tá ið vit koma aftur til Føroyar," sig- ur hon. Læra í bíðitíðini Bára og Elsebeth hava nú verið á Linieskúlanum í knappar tveir mánaðir. Longu nú eru tær báðar nógv stinnari í tí danska, enn tær vóru framman- undan. Og tað var eisini eitt av endamálunum við at fara á skúlan. "Kanska eg fái mær útbúgving niðri," sigur Elsebeth, sum droymir um at arbeiða við fólki. Eitt nú kundi tað verið spennandi at lisið til lækna, men "lat okkum nú fáa at síggja, hvussu verður." Á skúlanum hevur hon valt at læra seg meira av teimum kreativu lærugrein- unum sum t.d keramikk, seyming og tónleik. Tað er so ikki nakað, hon ætlar at liva av seinni í lívinum, men tað er gott at hava sum frítíðarítriv. Beint eftir at hon var liðug við 10. flokk í Sørvágs skúla, hevði hon brúk fyri einari pausu frá skúlatingum. - Her hava vit møguleika fyri sjálvi at velja, hvørjar lærugreinir, ið vit vilja hava. Tað merkir so eisini, at eg tími nógv betur at gera okkurt við tað. Og samstundis fái eg eina pausu at hugsa um, hvat eg so veruliga vil seinni, og eftir uppihaldið her, sigur Elsebeth. Bára er meira ein "sporty-kind". Á hennara tímatalvu stendur ríðing, svimjing, renn-teg-glaðan, kroppur og ítróttur og frí- tíðarlív. Leingjast heim Linieskúlin liggur sum sagt í Hadsten, nær við stórbýin Århus. Hettar merkir handlar, biografar og eina ørgrynnu av møguleikum. - Í fyrstuni brúkti eg nógvar pengar upp á klæðir. Har vóru jú so nógvir handlar, men tað er tíbetur hildid uppat nú, sigur Elsebeth. - Man lærir at vera nógv meir sjálvbjargin her. Tá ið øll klæðini hjá tær eru skitin er tað øgiliga forargi- ligt, tá ið allar vaskimaskin- urnar eru upptiknar, sigur Bára. Í heystferiuni fara allar tær føroysku genturnar heim í eina viku. Tað gleða tær seg nógv til. Tí ímeðan tær hava verið her niðri, hava tær eisini latið eyguni upp fyri virðum heima. - Man sær veruliga, hvussu gott man hevur tað heima, sigur Bára. Eg var so troytt av at eta fisk fleiri ferðir um vikuna har heima, men nú sakni eg tað. Eg var eisini eitt sindur móð av at vera saman við teimum somu fólkunum hvønn dag, men nú sakni eg tey nógv, og gleði meg nógv at síggja tey øll aftur," sigur Elsebeth. Cool og læruríkt Føroysku næmingarnir. Aftan frá vinstru: Carla Josenius, Barbara Jensen, Elsebeth Davidsen, Framman frá vinstru: Rannvá Davidsen, Bára Skúvadal, Hildigunn Krogh Christensen, Una V.S. Nielsen FoTo: fokus Elsebeth Davidsen og Bára Skúvadal lesa og hugna sær FoTo: fokus Møguleikar eru eisini at venja FoTo: fokus C M Y K 19 18