Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Nr. 199 - 21. oktober 2003 17 Til Føroya við Guði í lummanum Við tungutalu og stórum orðum royndi danski evanglisturin Christian Hedegaard um vikuskiftið at umvenda og grøða fólk í Læraraskúla- høllini. Sjálvur var hann ikki í iva um at hann var sendur til Føroya av Guði - blaðmaðurin hevði mistanka um, at eisini aðrar kreftir drógu hann hendanvegin. REPORTAGA Tekstur: Rúnar Reistrup Myndir: Jens Kristian Vang – Vælkomin her í kvøld. Tit, sum sita aftast, eg síggi tykkum ikki so væl, men vælkomin til tykkum eisini. – Tit í gongini, komið endiliga inn. Her er gott pláss. Ja aftastu plássini eru longu tikin, so tit vera noydd at koma fram í miðj- una. Tummas Jacobsen frá Filadelfia, ið bjóðaði teim- um gott fýrahundrað upp- møttu sálunum vælkomn- um á grøðingarmøti, hevði meira enn ein stikpillara til okkum, sum sótu á aftastu røð. Ikki tí, salurin bleiv fullur og væl tað, so ongin stólur var tómur tá ið av- tornaði. Men tað var týðu- ligt at fremstu og aftastu røðirnar fyltust fyrst, og eins týðuligt at tað kanska var ein ávísur munur á teimum, sum valdu at seta seg fremst, og teimum sum valdu at halda seg eitt vet burturfrá staðnum, har undrini vóru væntandi. Sendiboð Tí rætt var tað, at vit á aftarstu røð sótu longst frá Guðs sendiboð hetta kvøld- ið, evanglistinum Christian Hedegaard, sum komin var at grøða føroyingar. Maður- in, sum seinastu vikurnar hevur lovað, at hóskvøldið, fríggjakvøldið, leygar- kvøldið og sunnukvøldið fóru undur at henda í Havn, var nevniliga ikki í iva um, at hann var sendur úr Dan- mark til Føroya av Guði sjálvum. Tá evanglisturin mið- skeiðis í møtinum heitti á fólk um at stíga fram og játta seg til Guð - og hetta gekk nakað strilti - segði hann tað vera býtt ikki at brúka kjansin júst nú, tá Guð hevði sent seg heilt úr Danmark til Føroya at taka ímóti. Vónandi var tann al- valdandi tó ikki meira í lummanum hjá Christian Hedegaard enn so, at eitt sindur av honum er eftir, nú Hedegaard er farin av land- inum aftur, soleiðis at tað eisini í morgin ber til hjá føroyingum at venda sær til harran. Men vóru tey á fyrstu røð nærri at andaliga epicentr- inum, vóru so vóru vit vit á aftarstu plássunum tað nærri einum kanska minst líka umráðandi persóni, kassameistaranum, sum stóð aftast í salinum við dankort sletu og einum grønum pengakassa. Keyp Klokkan var farin eitt kort- er framvið ásettu byrjunar- tíð, tá Tummas Jacobsen setti møtið í gongd við sangi og greiddi frá um tað, ið henda skuldi í kvøld. Han var siðiligur og lovaði einki. Kundi bara staðfesta, at hinar dagarnar vóru und- ur sanniliga hend undir hond Christian Hede- gaards. Og tað hevði væl verið at farið ov langt um man beinleiðis kravdi Guði eftir undrum her og nú. Ella hevði tað? Ein ung donsk kvinna við navninum Camilla tók nú orðið. Hon spurdi hvussu nógv ikki høvdu verið til undanfarnu møtir við danska evanglistinum, og tann hálvi salurin, sum við armstrekking viðgekk, at tað hevði hann ikki, fekk eina áheitan um at keypa upptøkurnar av undanfarnu møtum á fløgu. Fýra møtir á fýra fløgum fyri 250 krónur. Camilla greiddi eisini frá um bøkurnar hjá Christian Hedegaard, sum kundu keypast frá damuni aftast í salinum - kassameistaran- um. Bæði Camilla, kassa- meistarin, kameramaðurin, klaverleikarin og ljóðmað- urin vóru komin til Føroya við Christian Hedegaard í sambandi við møtirøðina. Vi starter med en kollekt So var orðið endiliga givið til høvuðspersónin, Christi- an Hedegaard. "Vi starter med en lille kollekt", segði hesin karismatiski evangl- isturin og greiddi síðan frá, at hann ikki hevði fingið nakra mánaðarløn seinastu seks mánaðirnar, men at hann hóast hetta ferðaðist til tey mest avsíðisliggjandi og guðsforlatnu plássini í heiminum. Hann hevði akkurát verið í Norður- eysturgrønlandi og skjótt gekk leiðin til Sámarnar í Finnmørkini. Hesir seinnu dyrka tað okkulta í ólukku- mát, greiddi Christian Hedegaard frá. – Derfor beder jeg om jeres støtte, så vi kan komme ud og tale Guds ord for disse mennesker, heitti evanglisturin inniliga á fjøldina. Næsti hálvi tímin gekk so við at dankort sletan har afturi í salinum klappaði í takt við lovsangin og lyftis- seðlar um framtíðar pen- ingagávur og tilhoyrandi girokort vórðu býtt út í sal- inum til tey, ið hvørki høvdu kontantir ella gjald- kort við. Umaftur og um- aftur heitti Hedegaard á fólk um at skunda sær nið- an til dankort sletuna ella at rætta hondina enn hægri upp eftir einum girokorti. Nú og tá segði hann frá gávum, sum onnur høvdu givið fyrr - millum annað ein leðurjakka og ein køk. Hedegaard fær ikki part av kirkjuskatti ella nakran annan almennan stuðul, og tí er neyðugt hjá honum støðugt at savna pening inn til sítt virksemi. Og nógv vildu uttan iva heldur enn gjarna stuðla honum. Men hátturin hesin evangilistur savnaði pening inn kann í besta føri kallast heldur óføroyskur. Undur Men hetta var eitt grøðing- armøti - hóast man kundi havt gloymt tað aftaná hóvastákið hendan hálva tíman - og fólk vóru komin at síggja undur henda. Og undrini, tey byrjaðu so smátt at koma, tá møtið hevði vart hálvan triðja tíma. Evanglisturin segði seg vera sannførdan um, at sjúkur hava eina sál, eina ónda demoniska sál væl at merkja, og at tað ber til at reka sálina burturúr sjúk- uni. Fólk við ymiskum sjúkum vórðu tískil grødd við at Christian Hedegaard, onkuntíð rættiliga dramat- iskt, rópti á sálina í sjúkuni um at rýma. Onkuntíð varð hetta gjørt á donskum, aðr- ar tíðir á sokallaðum tungu- máli, mál heilaga andans sambært evanglistinum. Sambært Hedegaard var ikki nóg mikið at biðja Guð um grøðing. Tað var ikki nóg mikið at siga, at um Guð vil, verði eg frískur. Nei, man skal sjálvur taka stig til, at grøðingin hendir umgangandi. Man skal biðja Guð um grøðing her og nú, greiddi evanglisturin frá í fyrilestri sínum. Og tað gjørdi hann so seinni. Christian Hedegaard tók ikki æruna av undrunum yvir á seg. Men hann for- smáddi tó ikki síni egnu evnir at fáa undur at henda. At tað lá í hansara makt at fáa Guð at grøða fólk, tykt- ist hann ikki at vera í iva um, og tí valdi hann ein fyri og annan eftir út úr fjøldini og grøddi tey. Millum merkisverdastu undrini var ein maður, sum reistist frá sínum koyristóli, og gekk runt í salinum. Maðurin segði seg ikki hava verið á beinunum í fýra ár. Ein maður við ring- um knøum og annar við sclerosu gjørdu ikki mætari enn at fara rennandi oman alla gongina í Venjingar- skúlanum - og niðanaftur. So okkurt hendi. Spurn- ingurin hvat tað var, sum hendi, verður standandi ósvaraður. Leygardagin í næstu viku byrjar áhugavert skeið í Runavíkar skúla. Á skeiðnum verður undirvíst í, hvussu tú, við at hugsa øðrvísi, kanst finna leiðina til góða heilsu gjøgnum matin og náttúruna HEILSA OG KOSTUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo "Et nógv av hasum, tí hatta er so sunt!" Hvussu ofta verður ikki sagt soleiðis? Men tað, sum er góður kostur fyri ein, kann verða eitur fyri ein annan. Sama er við heilivági. Tað, sum ger ein frískan, kann gera teg sjúkan, tí medisinið ikki hóskar til tín. Um bert sjúkueyðkennir verða viðgjørd, uttan at hædd verður tikin fyri tínum serligu eginleikum, kunnu hjáárin standast av viðgerðini, og heilsa tín kann verða skadd. Hetta sigur Olga Hentze, heilsukostráðgevi, sum aftur í vetur fer at undirvísa um kost og náttúruheilivág í Runavíkar skúla. - Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og serstakliga í Føroyum verð- ur ikki hildið so nógv um slíkar viðgerðarhættir. Men, sum við næstan øll- um, so nýtist eisini hesum tíð at vaksa og mennast, sigur hon. Far í hagan eftir heilivági Í práti við Sosialin, sigur Olga, at tá hon kom til Før- oya, sá hon, at her var stórt ríkidømi av heilsugevandi gróðri. - Men tað er harmiligt, at virðið av hesum plantum nærum er ókent her heima, sigur hon. Hon sigur, at okkara for- fedrar høvdu bara náttúr- una at líta á, og sjúkur sum krabbi, ovurviðkvæmi, suk- ursjúka og giktsjúkur komu sjáldan fyri tá í mun til í dag. Á skeiðnum fer hon at undirvísa í náttúrligari við- gerð. Umframt ymisk sløg av massagu og urtaviðgerð, fer hon eisini at læra um kost, íðkan, avslapping, rættan andadrátt, og hvussu tú kanst hava tamarhald á kenslunum. Hvør einstøk planta hev- ur sítt egna árin á kroppin. Um tú ynskir at fara aftur í vekt, er ikki nóg mikið bert at eta meira fruktir og grønmeti. Tú mást eta grønmeti, ið hóskar til tín. Annars er vandi fyri, at stoffskiftið gerst ov lágt, og orkan minkar. Olga sigur, at vit við røttum kosti kunnu hjálpa nógv til sjálvi fyri at hava góða heilsu. Nøkur pláss eftir Av tí, at fólk úr øllum land- inum hava teknað seg, hevur hon gjørt av at halda skeiðið leygardagar. Nær á degnum, tað verður, fara hon og næmingarnir saman at taka støðu til. Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung, hevur hon havt áhuga í náttúruviðgerðar- hættum. Hon hevur tikið fleiri skeið, bæði í Ukraine og Onglandi, eitt nú alternativ- um heilivági. Eina tíð búði hon í Vestur Afrika, har hon hevði egna læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari. Í løtuni býr hon á Toftum, har hon hevur egna fyritøku sum heilsu- og kostráðgevi. Ynskir tú at tekna teg til skeiðið, ber til at ringja á telefon, 448659 ella 224258. Leita tær heilsubót úr náttúruni - Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og serstakliga í Føroyum verður ikki hildið so nógv um slíkar viðgerðarhættir. Men, sum við næstan øllum, so nýtist eisini hesum tíð at vaksa og mennast, sigur Olga Hentze, sum aftur í vetur fer at undirvísa um kost og náttúruheilivág í Runavíkar skúla C M Y K 17 16