týsdagur 21. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 21. oktober 2003
15
UTTAN ÚR HEIMI
Menna fiski- og
alivinnuna
Myndugleikarnir í Saudiarabia hava sett sær fyri at
menna landsins fiskivinnu, og teir ætla eisini at gera
íløgur í alivinnuna. Tað fekk ein donsk sendinevnd,
sum júst hevur vitjað landið, at vita.
Saudiarabar fiska í Persiska Flógvanum, og teir hava
eisini nakað av ídnaðarfiskiskapi í Reyðahavinum. Teir
ætla at gera íløgur í báðar vinnurnar, men hava sam-
stundis sett sær fyri at gera meiri burtur úr alivinnu. Eitt
nú er eftirspurningurin eftir rækjum úr heitum sjógvi
vaksin nógv, og tað ætla saudiarabar at fáa gagn av.
Donsku umboðini, sum vóru í Saudiarabia, halda, at
donsk ídnaðarvirkir, sum gera útgerð til fiski- og ali-
vinnu, kunnu fáa nógv burtur úr saudiarabiska markn-
aðinum. Danska verksmiðjan Carnitech hevur longu
bygt eitt stórt nútímans rækjuvirki í landinum.
Fangi doyði av harðskapi
Átta amerikanskir hermenn og yvirmenn eru undir ill-
gruna fyri at hava verið einum irakskum krígsfanga at
bana, skrivar franska tíðindastovan AFP.
Herfyri frættist, at ein 52 ára gamal irakskur maður
varð funnin deyður á amerikonsku herstøðini uttan fyri
býin Nasirya í Irak í summar, men amerikanska her-
leiðslan vil ikki siga, hvørt illgrunin hevur samband við
hendan mannin, ella um talan er um ein annan krígs-
fanga. Í hvussu er veit AFP at siga, at ein serlig kanning-
arnevnd hevur kannað málið síðani einaferð í summar.
Keldur í amerikanska herinum siga, at teir átta her-
menninir eru ikki í Irak longur, men á einari herstøð í
Kalifornia. Tríggir av teimum átta eru yvirmenn í herin-
um, og teir kunnu vænta at koma fyri ein hernaðardóm-
stól. Verða teir funnir sekir, kunnu teir fáa harða revsing.
Stórur áhugi fyri djúpa
vatninum
Um stutta tíð fara teir norsku myndugleikarnir at bjóða
oljufeløgunum loyvi at leita eftir olju og gassi á nýggj-
um leiðum, og longu nú er greitt, at áhugin er serliga
stórur fyri leiðum á djúpum vatni.
Norsk Hydro, Statoil og Shell siga, at tey ætla sær at
liggja framvið, tá tað 18. útbjóðingarumfarið verður,
og at tey hava serliga áhuga í at fáa leitingarøki á djúp-
um vatni úti fyri Miðnoregi. Statoil og Shell ætla sær at
søkja um fleiri leitingarloyvi í felag, og kunningar-
stjórin hjá Statoil, Kristofer Hetland, sigur við NTB, at
felagið fer at raðfesta Norskahavið og norska land-
grunnin fremst tey næstu nógvu árini.
Eisini í Norsk Hydro verður sagt, at Norskahavið fer
at hava ein týðandi lut í virkseminum hjá felagnum í
komandi árum, og at felagið serliga fer at leggja seg
eftir leiðunum á djúpum vatni.
Stuðla sjálvmorðs-
atsóknum
Ein meiningakanning í teimum palestinsku økjunum
vísir, at ein stórur meiriluti av palestinska fólkinum
taka undir við at nýta sjálvmorðsatsóknir ímóti ísraels-
monnum.
Kanningin varð gjørd beint aftan á sjálvmorðsatsókn-
ina at einari matstovu í býnum Haifa fyri fjúrtan døgum
síðani, tá 21 fólk lótu lív. 65 prosent av teimum spurdu
svaraðu, at tey tóku undir við atsóknini, og heili 89
prosent søgdu, at tað er rætt at nýta sjálvmorðsatsóknir
ímóti ísraelska herinum og jødiskum niðursetubygdum.
Samstundis siga 95 prosent av teimum spurdu, at tey
hava ikki álit á USA sum semingslandi í Miðeystri.
Í kanningini vórðu palestinararnir eisini spurdir, hvat
teir halda um Yasser Arafat, forseta. Her svaraðu 50
prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Arafat, var forsetaval
nú. Fyri einum ári síðani søgdu 35 prosent av
palestinunum tað sama.
Um vikuskiftið
noyddist bretski for-
sætisráðharrin á
sjúkrahús við
hjartatrupulleikum.
Maðurin er strongd-
ur, siga politiskir
eygleiðarar í London.
STRONGD
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað kom ikki óvart á polit-
iskar eygleiðarar í London,
at Tony Blair, forsætisráð-
harri, mátti á sjúkrahús
sunnudagin, tí hann hevði
fingið
trupulleikar
við
hjartanum.
Har
kundu
læknarnir skjótt staðfesta,
at talan var ikki um nakrar
lívshóttandi trupulleikar,
og Blair slapp eisini heim-
aftur eftirt stutta viðgerð.
Samstundis fekk hann boð
um at binda frið ein dag.
Peter Stothard, sum hevur
skrivað ein bók um Tony
Blair og lut hansara í krígn-
um í Irak, sigur, at tað kom
als ikki óvart á seg, at for-
sætisráðharrin fekk trupul-
leikar við hjartanum.
- Hann hevur eitt tað
mest tyngjandi arbeiðið, eg
veit um. Einki kann saman-
berast við at fáa landið
burtur úr einum kríggi, sum
fólkið er ímóti, sigur Peter
Stothard. Hann heldur, at
Blair eigur at taka tilburðin
sunnudagin
sum
eina
ávaring.
Hetta er fyrstu ferð, at
Tony Blair hevur havt
hjartatrupulleikar, síðani
hann gjørdist forsætisráð-
harri í 1997. Hann ber orð
fyri at liva eitt sunt lív, hann
er javnan úti og rennur og
spælir eisini tennis. Men
kríggið í Irak hevur kravt
nógv av honum. Eitt er, at
fólkið var ímóti krígnum,
men tað hevur eisini kostað
50 bretskum hermonnum
lívið, og oman á tað kom
sjálvmorðið hjá vápnaeftir-
litsmanninum David Kelly.
Blair er strongdur
Bretska løgreglan
hevur tikið ein fyrr-
verandi yvirmann í
KGB og ein annan
russara. Hildið verð-
ur, at teir ætlaðu at
beina fyri russiska
forsetanum.
MORÐÆTLAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Scotland Yard tók teir báðar
menninar fyri hálvari aðru
viku síðani, eftir at ein fyrr-
verandi russiskur fregnar-
tænastumaður hevði kunn-
að løgregluna um, hvat
menninir ætlaðu.
Sambørt Sunday Times
sótu teir báðir menninir í
einum av teimum tryggastu
fongslunum í Bretlandi, til
teir seinasta fríggjadag
vórðu settir umborð í eitt
flogfar, sum fór til Moskva.
Sambært blaðnum ætlaðu
teir báðir menninir at
myrða
Vladimir
Putin,
meðan hann var á vitjan
uttanlands.
Fyrrverandi
russiski
fregnartænastu-
maðurin, sum avdúkaði
ætlanina, flýddi sjálvur úr
Russlandi til Bretlands fyri
trimum árum síðani. Hann
hevur greitt bretsku løg-
regluni frá, at hinir báðir
menninir ringdu til hansara,
og at hann eisini hitti teir
einaferð uttan fyri eina
matstovu í London. Tá av-
dúkaði annar av monnun-
um, sum er ein fyrrverandi
majorur í KGB, at teir
ætlaðu at myrða Putin. Or-
søkina segði hann vera, at
forsetin mátti ruddast av
vegnum,
áðrenn
hann
koyrdi Russland á húsa-
gang.
Sambært Sunday Times
visti bretska fregnartænast-
an, MI5, um morðætlanina.
Russar ætlaðu at myrða
Vladimir Putin
Ein fyrrverandi yvirmaður í
KGB hevði lagt eina ætlan
um at myrða Vladimir
Putin, tá hann var á
uttanlandsferð
15
14
Nr. 199 - 21. oktober 2003
Á Verkhúsinum Stíggi
í Saltangará eru tey
rættiliga kreativ og
tey, sum hava áhuga
fyri listini og øðrum
handverki hjá
brúkarunum, kunnu
altíð støkka inn á
gólvið og síggja ella
keypa lutir, sum
brúkararnir gera
STÍGGJUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Málningalistin hjá brúkar-
unum á Stíggi hevur fingið
eitt rættiligt skump seinastu
tíðina, og tað er ikki sørt, at
einstaklingar og kommunur
vilja keypa tað, sum hesi
fólkini gera.
Seldu 50 av 90
Á framsýningini í Ribar-
húsi í Fuglafirði í august
høvdu brúkarar á Stíggi
einar 90 myndir við sær. Av
hesum vórðu einar 50
myndir seldar.
Í fyrsta lagi eru tað tey
avvarðandi sum keypa, men
onnur hava so sanniliga eis-
ini ligið fram við og ognað
sær nakrar myndir.
Á Stíggi siga tey, at ser-
liga Nes kommuna og
Runavíkar
kommuna
keyptu fleiri málningar á
hesi framsýningini.
Málningarnir, sum eru í
dýrara endanum, kosta uppí
einar 600 krónur, meðan
teir í bíligara endanum
kosta millum 100 og 200
krónur.
Framsýning
Á Stíggi hongur ein rættilig
framsýning uppi við máln-
ingum, sum brúkarar hava
gjørt.
Yvir
hvørjari
»samling«, er navnið á tí, ið
teknað ella málað hevur.
Kendasti listamaðurin,
sum eigur málningar, ið
hanga á Stíggi, man vera
Magni Mikkelsen, sum
gjørdist ársins myndlista-
maður, tá ið Javni skipaði
fyri hesi kapping.
Á Stíggi hanga nógvar
vakrar myndir. Summar
abstraktar og aðrar, sum
ímynda landsløg, bygdaløg,
skip, bátar og virkir.
Plettskot
Tá ið Sosialurin í síðstu
viku vitjaði á Stíggi, varð
spurt, um vit kundu siga,
hvaðani myndin, sum vit
prenta á hesi síðuni, er.
- Skal eg svara beinan-
vegin, sigi eg, at hetta er
Føroya Banki í Saltangará!
Jú, hetta var eitt plettskot!
Fegin var hon, ið málað
hevði, at eg kundi siga,
hvør myndin var.
Í hesum førinum var tað
brúkarin,
Ann-Mari
í
Puntabyrgi,
sum
hevði
málað.
Á Verkhúsinum Stíggi í
Saltangará eru 19 brúkarar,
og starvsfólkini eru 6 í tali,
harav tvey arbeiða hálva
tíð.
Opið er hvønn yrkadag
frá kl. 8.30-15.30.
Tey eru ófør at mála á Stíggi
Ein av málningunum hjá Ann-Mari í Puntabyrgi, er av Føroya Banka í Saltangará. Tá ið hon
spurdi, um vit kundu siga, hvaðani myndin er, gittu vit plett – og fegin varð hon!
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Er ætlanin at seta
nakað í staðin, tá ið
Filmseftirlitið verður
avtikið, spyr Jógvan á
Lakjuni, løgtings-
maður, sum heldur, at
hetta er eitt ógvuliga
keðiligt signal at
senda út
FYRISPURNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgtingsmaðurin, Jógvan á
Lakjuni, hevur sett Annitu á
Fríðriksmørk, landsstýris-
manni, ein fyrispurning um
lógina um filmseftirlit.
Løgtingsmaðurin spyr,
hvør orsøkin er til, at lóg nr.
92 frá 4. oktober 1984 um
filmseftirlit
við
seinni
broytingum skal takast av.
Hann vil eisini hava at vita,
um ætlanin er at seta nakað
í staðin fyri hesa lóg.
Í viðmerkingum sínum
sigur Jógvan, at Filmseftir-
litið er rættiliga gamalt og
varð, áðrenn núgaldandi
lóg kom í gildi, skipað eftir
lóg frá 1938 og kunngerð-
um í hesum sambandi.
- Henda skipan fevndi
sum vera man bert um
biograffilmar.
Løgtingsmaðurin vísir á,
at í 1984 varð nýggj lóg um
filmseftirlit samtykt, og nú
vórðu videofilmar eisini
fevndir av filmseftirlitin-
um.
Neyðugt eftirlit
- Eingin ivi kann vera um,
at tað er alneyðugt at hava
eftirlit við, hvørjir filmar
verða vístir í biografum í
Føroyum - og ikki minni,
hvørjir videofilmar verða
seldir ella leigaðir út. Eitt
filmseftirlit gevur serstak-
liga foreldrum eina trygd
fyri, at teir filmar, sum tey
ungu fara til, keypa ella
leiga, hava verið gjøgnum
eitt filtur, har ein nevnd við
skikkaðum fólki hevur góð-
kent og veitt trygd fyri, at
innihaldið er borðbært.
Jógvan heldur tað tí vera
ógvuliga løgið, at lands-
stýrismaðurin
sambært
fíggjarlógaruppskotinum
fyrireikar uppskot um av-
tøku av lógini um films-
eftirlit.
Óheppið signal
- Eg veit ikki, hvørji
argumentini eru fyri at
avtaka
Filmseftirlitið.
Sjálvandi kann vera brúk
fyri onkrum broytingum,
men tær síggjast so ikki í
fíggjaruppskotinum, sigur
hann.
Hann heldur, at ætlaða
avtøkan av Filmseftirlitin-
um er eitt álvarsligt stig at
taka og eitt ógvuliga keði-
ligt signal at senda út.
- Tað hevði tí verið
áhugavert at fingið at vitað,
hvør veruliga orsøkin er til
hetta uppskot, sigur løg-
tingsmaðurin, Jógvan á
Lakjuni.
Løgtingið samtykti á
tingfundi, 15. oktober, at
Annita á Fríðriksmørk,
landsstýrismaður,
skal
svara fyrispurninginum hjá
løgtingsmanninum.
Jógvan á Lakjuni spyr Annitu
um filmseftirlit
Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, ætlar at avtaka
lógina um Filmseftirlit…
… eg haldi, at hetta er eitt álvarsligt stig og eitt ógvuliga keðiligt
signal at senda út, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður
C
M
Y
K
14