týsdagur 21. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 199 - 21. oktober 2003
Nr. 199 - 21. oktober 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 17.
oktober helt S & K-
felagið sín 30 ára
stovningardag, og
vildi felagið gjarna
hátíðarhalda henda
dag við eini móttøku í
nýumvældu húsum
felagsins á Traðarvegi
20 í Havn
Felagið fyri skrivstovu og
krambúðarfólk, S & K,
bleiv stovnað 18. oktober
1973. Áðrenn tað høvdu
fólk sum arbeiddu á skriv-
stovu og í handli ikki havt
nakað fakfelag. Tey fyrstu í
nevdini vóru: Jákup Lam-
hauge, formaður, Anna M.
Christiansen,
Sunnvá
Zachariasen, Hans Petur
Joensen og Gunleif Johan-
sen.
S & K-felagið bleiv væl
móttikið, og skjótt hevði
felagið yvir 200 limir.
Limatalið hevur verið eitt
sindur skiftandi upp gjøg-
num árini, men seinastu
árini hevur felagið tó haft
ein støðugan vøkstur, so-
leiðis at limatalið í dag
liggum millum 700 - 800
limir.
Arbeiðið hjá nevdini hesi
seinastu árini, hevur alla
tíðina verið at styrkja og
menna felagið, við m.a eini
eftirlønarskipan og einari
Kurt Dal-Christiansen
f. 5. oktober 1947
d. 16. oktober 2003
Hósdagin 16. oktober andaðist Kurt Dal-
Christiansen í Havn, 56 ára gamal. Kurt var føddur
í Keypmannahavn 5. oktober 1947. Saman við
beiggjanum Per bleiv hann sum smádrongdur
ættleiddur av føroysku foreldrunum Annu og
Arnold Dal-Christiansen í Havn. Anna (1911-
1999) var dóttir Anettu, f. Andersen, ættað úr
Noregi, og Hans Joensen keypmann í Havn, og
Arnold (1912-1997) var sonur Linu, f. Dal-
Christiansen, og Sophus Christiansen, skómakara,
í Havn.
Kurt byrjaði sum ungur at arbeiða uppá bilar, og
hevði hann stóran áhuga í hesum faki. Enn eru tað
fleiri sum minnast hansara snøggu Rambler
kassabilar. Hann lærdi til bilmekanikara hjá
Jóhannes Berg í Havn. Hansara sergrein innan
bilar bleiv upprætting av buglum og lakkering,
sum hann var sera dugnaligur til. Hann varð
kendur fyri at gera gott arbeiði og fyri at duga væl
at blanda lakk til bilar. Tá bilverkstøð kring landið
høvdu trupulleikar við at at fáa lakkið at líkjast,
vóru boð eftir Kurt. Um hann t.d. fekk eitt
bensindeksil í sama liti sum bilurin, var tað bert ein
lítil løta, til rætti liturin varð funnin. Hetta var
áðrenn bilverkstøðini sjálvi fingu tól at blanda
lakk við.
Kurt arbeiddi á ymiskum bilverkstøðum, sum
t.d. hjá Carlo Petersen, sum hevði bilverkstað í
Torfinsgøtu, Reyni Service í Hoyvík, Jonhard
Brøðraberg í Gundadali og hjá Ivan Johansen við
Hoyvíksvegin.
Fyrst í 90-unum hevði hann egnan bilverkstað
við Smyrilsvegin í Havn, til hann mátti gevast
vegna sjúku fyri umleið 10 árum síðan.
Seinnu árini hevur Kurt búð á Røktardeildini á
Landssjúkrahúsinum. Kurt átti dóttrina Eilis, sum
býr og í Vejle, og abbasynirnar Marcus og Mathias.
Dagurin
21. oktober. 11000 moyggjar. Halgisøgurnar siga
frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navn-
ið, varð trúlovað einum enskum kongssyni. Tey
gera av at hittast í Køln, men fyrst skal hon gera
pílagrímsferð til Róm. Hon fer avstað og henni
fylgja 11000 moyggjar, men hetta talið er helst
skrivað skeivt fyri 11. Tá ið tær skulu fara til Køln,
legði ein heiðin skari av Húnalondum eftir
teimum, og teir neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta
umfari var Ursula spard, men tá ið hon ikki vildi
lovast heidna húnakonginum, fekk hon somu
lagnu.
A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917.
S & K-felagið:
30 ára stovningardag við móttøku
lívstryggingarskipan sum
arbeiðsgevarnir gjalda fyri.
Nevndin í S & K-felag-
num fer framhaldandi at
arbeiða fyri at betra um
sáttmálaviðurskiftini
og
arbeiðskor limanna.
Til móttøkuna fríggja-
dagin komu, umframt limir
felagsins, fólk frá ymiskum
fakfeløgum, arbeiðsgevarar
og umboð fyri fyritøkur
sum hava limir í S & K.
Ein av fyrstu nevndar-
limunum, Gunleif Johan-
sen, møtti eisini hendan
dagin.
Tey, sum í dag manna
nevndina eru:
Pætur Niclasen, formað-
ur, Jan Nielsen, næstfor-
maður, Emy Niclasen, Sun-
rid Johannesen og Eyðgerð
Jonhardsdóttir.
Tey, sum í dag manna nevndina í S & K-felagnum, eru: Pætur Niclasen, formaður, Jan Nielsen, næstformaður, Emy Niclasen, Sunrid Johannesen og Eyðgerð Jonhardsdóttir
Mynd: Maria Olsen
Nógvar blómur og gávur vóru handaðar. Her er tað Ruth Johansen, sum handar formanninum
blómur
Mynd: Maria Olsen
Finn Nielsen, stjóri í Føroya Keypsamtøku, og formaðurin í S & K-felagnum, Pætur Niclasen.
Mynd: Maria Olsen
Ruth og Gunleif Johansen. Gunleif var ein av fyrstu nevndarlimunum í S & K-felagnum
Mynd: Maria Olsen
Onnur fakfelagsfólk stukku eisini inn á gólvið hendan dagin
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
13
12