týsdagur 21. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 199 - 21. oktober 2003
Nr. 199 - 21. oktober 2003
11
Tá stríðið um allan tann demokratiska heimin
móti apartheid í Suðurafrika og harðræði
aphartheidstýrisins í Namibia var uppá tað
harðasta, bar hetta stríðið eisini við í Føroyum.
Tilvitandi einstaklingar, friðarrørsla, fakfeløg
og flestu politisku flokkar stuðlaðu demokrat-
isku kreftunum í Suðurafrika. Hesin stuðul var
mest av moralskum slag við yvirlýsingum og
tiltøkum.
Spurningurin um støðu Føroya til apartheid-
stýrið gjørdist av álvara til eitt politiskt mál, tá
løgtingið eftir áheitan frá donsku stjórnini
skuldi samtykkja boykott móti Suðurafrika.
Málið var liður í heimsumfevnandi ST- tiltaki
við tí endamáli at fáa fólkaræðilig viðurskifti at
galda í Suðurafrika. Aðalmálið var sum øllum
kunnugt í hesum høpi at fáa apartheid í Suður-
afrika tikið av og at fría Namibia frá tí yvir-
valdi, sum Suðurafrika við órøttum hevði tikið
sær yvir hesum fyrrverandi týska hjálandi.
Sum fólk ivaleyst minnast gekk ikki heilt, sum
myndugleikarnir í Danmark og í Føroyum
høvdu ætlað við hesum máli. Ein flokkur var
ímóti, aðrir vóru ivandi, ein ávísur føroyskur
fólkatingsmaður tók upp politiskt samband við
apartheidstýrið og føroyskir reiðarar sendu skip
til Namibia. Úrslitið gjørdist, at Føroyar vóru
einasta land í Vesturheiminum, sum aktivt
royndi at menna búskaparliga sambandið við
apartheidstýrið.
Men so ein dag vendi rákið, og meiriluti fekst á
tingi fyri altjóða boykottinum. Vit komu við og
boykottlóggávan varð samtykt. Í tí mangan
heita orðadráttinum um boykottið vildu tey, ið
vóru ímóti boykotti vera við, at boykott gjørdi
meira skaða enn gagn. Hetta var ikki rætt. Tað
vistu vit tá og tað hava vit fingið vissu fyri
seinni eitt nú, tá suðurafrikanski sendiharrin í
Danmark Steve Gawe var og vitjaði í Føroyum.
Steve rósti og takkaði teimum, sum stuðlaðu
boykottinum og gjørdi vart við, at hetta gjørdi
útslagið. Suðurafrika gongur nú við risafetum
móti meira fólkakræði og búskaparligari
menning. Hetta er sjálvsagt fyrst og fremst
takkað verið ANC og tess klóka politikki, ið
byggir á sátt og semju. Men hetta hevði í dag
ikki verið møguligt uttan altjóða samhaldsfesti
við boykotti og politiskum og moralskum
stuðli. Víst gjørdu tiltøkini mun.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tiltøkini munaðu
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan við Keldu
Tøkniligar
forkanningar
geva av sær sjálvum ikki
loyvi til at seta í verk
byggi- ella umvælingarar-
beiði í samband við SSSB-
FAR. - Heimurin broytist
skjótt, hóast Tjóðveldis-
flokkurin setur seg ímóti.
Eg heiti á løgmann um sum
skjótast at fáa eitt aðal-
orðaskifti í lag.
Tað skal ávíst tolsemi til
fyri at vera í samvinnu við
flokk, ið bert hevur tvinnar
dimensiónir á ávísum økj-
um, ein flokk ið ávíkavist
bert sær svart og hvítt ella
talan er um ja og nei.
Trongskygni, er ikki at
síggja aðrar nuansur.
Har politikarar eru, er
nógv prát, har nógv prát er,
finnast ofta ósemjur og har
ósemjur eru, fylkjast fjøl-
miðlafólk, sum fuglur yvir
seiðatorvu.
Einki umvælingar- ella
byggiarbeiði
Uttanlandsnevndin
við-
gjørdi fyri fáum døgum
síðani skriv frá Løgmanni,
sum hevur fingið fyri-
spurning
frá
donskum
myndugleikum um loyvi til
at gera tøkniligar forkann-
ingar fyri at fáa greiði á,
um ætlanin í samband við
SSSB "Ship Shore Ship
Buffer, Faroes" kann setast
í verk á staðnum.
Tá úrslitini av hesum
kanningum eru fingnar,
verður endalig avgerð tikin,
um SSSB-FAR verkætlanin
yvirhøvur verður sett í
verk.
Talan er ikki um at seta
nakað byggiarbeiði í verk,
men bert nakrar forkann-
ingar, so vitast kann, um
nakað yvirhøvur skal ella
kann gerast.
Av teirri orsøk, at málið
skal aftur í tingið, um
byggi- ella viðlíkahalds-
arbeiði skal setast í verk,
vóru Fólkafloksumboðini
samd um, ongar viðmerk-
ingar at gera til hetta. Tað
vil í hesum førum siga, at
vit góðtaka at forkanning-
arnar verður framdar.
Hetta brýtur ikki við
nakra samtykt um, at
áðrenn vit siga ja til út-
byggingar, eigur aðalorða-
skifti at vera um hernaðar-
viðurskiftini í tinginum.
Um tað so klárleggur viður-
skiftini nakað betur, fáa vit
at síggja.
Vinstravongurin í Íslandi
ørkymlaður
Tá eg hugsi um Tjóð-
veldisflokkin, um teirra
"víðfevnda svart/hvíta og
nei/ja politikk", kemur mær
í hug vinstravendu ís-
lendsku vinaflokkar teirra.
Eftir krígslok hava hesir
nýtt hvørt høvið til, tá
samkomur hava verið av
ymiskum slagi úti ella inni,
at standa við stórum skelt-
um og "rimmar" hátalarum:
"Út við NATO" ella "út við
amerikumonnum".
Nú
amerikumenn
av
álvara hava hug at ríma úr
Íslandi, standa hesir somu
vinstra-vendu politkarar –
sjálvandi nøkur ár eldri –
ørkymlaðir, tí "soleiðis
kunnu amerkiku-menn ikki
fara av landinum, eisini tí
amerikumenn hava latið
rættiliga nógvan pening frá
sær í íslendskar kassar um-
framt at vera ein trygg
verja".
Heimurin broytist alt
skjótari, sjálvt um Tjóð-
veldisflokkurin ger seg
ómøguligan, og vit síggja
eisini í dag, at londini
eystanfyri, sum NATO varð
stovnað fyri at verja okkum
ímóti, nú brádliga eru
NATO-lond.
Latið okkum stuðla
Tað var fyrrverandi bretski
forsætisráðharrin
John
Major, sum nú ein dagin
segði í einum"Talk Show" í
BBC, at "vit skulu ansað
eftir, nú ES hevur í kvittan
at gera eina serstaka verju-
samgongu, har Frakland og
Týskaland eru á odda, at vit
ikki undirgrava NATO-
felagsskapin, sum hevur og
fer at tryggja heimsfriðin
betur enn nakar annar.
Latið okkum ikki sum
samgonga – eins og Tjóð-
veldisflokkurin - í berum
treiskni sita hendur í favn
og bara mótmæla øllum, tí
vit eru ræddir fyri at taka
støðu.
Sjálvandi skulu vit geva
loyvi til hesar tøkniligu
forkanningarnar, sjálvandi
skulu vit vera við í sam-
ráðingum við NATO verju-
skipanina uttan at verða
ræddir fyri framman- und-
an, at verða "tiknir á bóli".
Fýra løgtingssamtyktir
Við løgtingssamtyktini 13.
apríl 1940 vóru bretar í
Føroyum. Hetta var ein
serstøk støða. Sjálvandi
hevði føroyingurin sína
meining, men "Føroyar
vórðu á ein hátt drignar inn
í ósemjuna landana mill-
um", um vit vildu tað ella
ikki.
Í 1960 – 12. mai - varð
aftur sent mótmæli um, "at
hermenn verða knýttir at
Sornfellis- ella Eiðisstøðini
og noktað fyri, at krígs-
útgerð verður goymd ella
nýtt á føroyskum land- ella
sjóøki".
Aftur 1970 mótmælti
Føroya løgting og vísti til
løgtingsviðtøku frá 13.
apríl 1940.
Í 1984 var samtykt at
"lýsa Føroyar at vera kjarn-
orkufrítt øki".
Vit hava tí sanniliga nógv
at tosa við donsku stjórnina
og NATO um.
Eg fari tí at heita á Løg-
mann um sum skjótast at
leggja fyri tingið málið til
aðalorðaskifti um fram-
tíðarstøðu Føroya á verju-
politiska økinum, soleiðis
at vit hava møguleikar at
koma víðari á leiðini.
Er neyðugt við so mongum ósemjum
Zakarias Wang
Í bløðunum hevði javn-
aðarflokkurin herfyri eina
grein um tjóðskaparliga
semju í sjálvstýrismálinum.
Har verður sagt, at "ein
komandi føroysk stjórnar-
lóg skal taka støði í teim
galdandi
ríkisrættarligu
viðurskiftunum."
Vil hetta siga, at Føroya
Javnaðarflokkur í fleiri ár
hevur tikið lut í arbeiðinum
í grundlógarnevndini uttan
at kravt, at nevndin fyrst av
øllum finnur út av, hvør
støða Føroya er í tí fólka-
rættarligu eind, sum vit eru
ein partur av?
Spurningur til Føroya
Javnaðarflokk
Áki Andreasen
Javnaðarflokkurin
hevur
seinastu nógvu árini hann
hevur siti í andstøðu, eftir
at hava sett seg sjálvan
uttanfyri politiska ávirkan,
við sínum stirvna aftur-
haldspolitikki, valt at taka
ymiskt til sín og samtíðis
gera seg til eitt slag av
umboðsflokki fyri tað sum
nú einaferð hevur verið
frammi.
Øll verkføllini sum hava
verið, hevur flokkurin roynt
at malt eina politiska kaku
burturúr, øll minnast tá
Javnaðarflokkurin var tali-
rør hjá Poul Nyrup, meðan
fullveldissamráðingarnar
vóru, undir fíggjarlógar-
viðgerðini gjørdi flokkurin
so til eitt slag av "arbeiðs-
gevaraflokki" og lætst taka
so hjartaliga synd í vinnuni
í Føroyum, og sum rosinan
í pylsuendanum vil Javn-
aðarflokkurin gera seg til
talsmann fyri tað sum
Norðuratlantsbólkurin
á
Fólkatingi hevur kanna
viðv. ST og frælsisstríðnum
hjá ófrælsum londum sum
Føroyar - jú javnaðarhestar-
nir eru fleiri.
Tjóðveldisflokkurin
trygdin fyri fullveldis-
gongdini
Oddagreinin í Sosialinum
fríggjadagin
17/10/2003
setur spurnaðartekin við
hvat vit í Føroyum hava
verið vitni til seinastu seks
árini á fullveldisøkinum…..
Hóast at tað skuldi verið
eyðsæð eftirhondini hvussu
samgongan við Tjóðveldis-
flokkinum á odda hevur
roynt at fingið greitt viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark; fyrst við samráð-
ingum, tá samgongan við
opnum sinnið fór til Dan-
markar fyri at fáa eina
semju við stjórnina. Sam-
gongan hevur ongantíð lagt
seg eftir ósemjum ella
samanbrestum, sum and-
støðan í Føroyum tíðliga og
síla vildi gera tað til - og tey
sum hava fylgt eitt sindur
við vita hetta, men kortini
vil Sosialurin og Javnaðar-
flokkurin kalla hetta "eina
blindgøtu" og "fullveldis-
ætlanir á skeivum grundar-
lagið" o.s.fr.
Veruleikin er tann at
Tjóðveldisflokkurin í und-
anfarna valskeiðinum sam-
an við samgonguni hevði
greiðar ætlanir, sum høvdu
borið á mál um, andstøðan
- Javnaðarflokkurin undir
veingjabreiði Sambands-
floksins ikki fóru í baklás
og gjørdi seg til ørinda-
flokkar hjá donsku stjórnini
og um stjórnin vildi loysnir
sum søma seg einum fram-
komnum demokratiskum
samfelag.
Tað hevði ikki verið
nakað sum forðaði fyri at
fingið eygleiðara, um danir
vóru samdir við Tjóðveld-
isflokkin og samgonguni
um hetta - men ikki ein
gang tað bar til. Hetta er
veruleikin um tær ætlanir-
nar, sum Føroya fólk m.a
var vitni til.
Síðan valdi Tjóðveldis-
flokkurin og samgongan at
snikka eina ætlan til í Før-
oyum, og tað er hesi ætlan
sum Tjóðveldisflokkurin er
borganin fyri, og sum er
tilverugrundarlagið
fyri
sitandi samgongu.
Tjóðveldisflokkurin er
faðir at øllum yvirtøkum
At oddagreinskrivarin í
Sosialinum ósmæðið gevur
Javnaðarflokkinum heið-
urin av yvirtøkuni av Post-
verkið Føroya, 200 fjórð-
inga markinum, umsiting-
ina av skúlaverkinum - tað
er at fyrigykla Føroya fólki
nakað, sum ikki er í tráð
við veruleikan. Møguliga
hevði
Javnaðarflokkurin
samgongu- leiðsluna, men
Tjóðveldisflokkurin setti
krøvini fram, helt fast við
tey og fekk tey framd, tað er
veruleikin.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ongantíð "fagurmálað"
veruleikan, hvørki í undan-
farna ella hesum val-
skeiðinum. Ræðumyndir-
nar frá afturhaldinum hevur
harafturímóti verið kjølfesti
í andstøðupolitikkinum í
Føroyum - og tá henda
svarta samfelagsmálingin
hjá sambandsflokkunum,
má veruleikin tykjast bjart-
ur og ljósur - og framtíðin
somuleiðis!!
Fullveldisstríði
heldur
fram, og nógv er komið á
skaftið, niðurskurðurin av
blokkinum var eitt fram-
brot, allar tær fyrireikingar
sum eru gjørda og sum vera
gjørdar eru eitt frambrot,
umframt tær yvirtøkur sum
eru gjørdar - tað er veru-
leikin.
Tjóðveldisflokkurin ferð
áhaldandi at arbeiða og
stríðast fullveldisstríð før-
oyinga, tað hevur verið og
ferð framhaldandi at eyð-
kenna arbeiði Tjóðveldis-
floksins.
Eyðkendi trupulleikin hjá
Javnaðarflokkinum
Tað er ilt at siga hvat
Javnaðarflokkurin vil við
framtíðini, men tekin eru
um at hann roynir av øllum
alvi gera seg leysan av
"samanvøkstrinum"
við
Sambandsflokkin.
Tað eru av álvara partar í
Javnaðarflokkinum
sum
ikki vilja ganga oyðimark-
argongdina longur; bæði í
ríkisspurninginum, vinnu-
politikkinum, vælferðar-
politikkinum,
mentanar-
politikkinum og eg kundi
hildið fram.
Í fíggjarlógarviðgerðini
fór øll orkan hjá Javnaðar-
flokkinum at finnast at -
uttan at vísa á nakað ítøki-
ligt, tingfólk floksins løgdu
einkisigandi tvætl fyri dag-
in um myrka sjokulátu og
mannminkandi samanber-
ingar; og hetta er vorðið
spjaldrið sum flokkurin
hevur hongt um hálsin á
sær sjálvum.
Tað er í øllum førum ikki
ein gongd leið at halda á at
snara og snúrað veruleik-
anum; hvørki tá talan er um
fullveldisgongdina,
um
hvør setti hvønn uttanfyri
politiska ávirkan - tí Javn-
aðarflokkurin hevur havt
eina rúgvu av møguleikum
at fáa ávirkan - men flokk-
urin hevur ikki vilja, men
hevur heldur valt at verða
undir liðini á Sambands-
flokkinum, og koma við
hóttanum um at taka seg úr
grundlógarnevndini,
og
annars verið í sambands-
kórinum hjá Lisbeth Peter-
sen.
Tíðirnar broytast - og til-
lagingar skulu til, men eitt
broytist ikki - og tað er
sjálvsstýriðsstríði,
sum
Tjóðveldisflokkurin hevur
borga fyri, tí í hjørtum okk-
ara býr frælsi.
VIÐMERKINGAR
Sosialurin, Javnaðarflokkurin og fullveldissannleikin
Í bløðunum hava vit lisið
ymist um nýggjan innkoyr-
ingarveg til Havnina.
Í
Dimmu
01-10-03
boðar Bjarni Djurholm
m.a. frá, at fyrsta stig av
hesi vegagerð er boðið út í
almennari lisitatión, og
nevnir somuleiðis at Javn-
aðarflokurin hevur lagt
uppskot til samtyktar, um at
kanna hesa upprunaligu
ætlan av nýggjum.
(Og Oyggjatíðindi fær
óføra nógv burtur úr hesum
uppskoti 17-01-03).
80- árini
Málið byrjar miðskeiðis í
80-árunum, við ætlanini at
gera tunnil úr Kollafirði í
Kalbaksbotn. Hesin fyri
bert fáum árum síðani heilt
ótrúligi bati í ferðing mill-
um Norður- og Suður-
streymoy, fór samstundis at
"kollvelta"
høvuðsinn-
koyringina til Havnina, sum
í einum fór at verða flutt av
Oyggjarvegnum og oman á
Hvítanesvegin.
Í hesum sambandi ger
Landsverkfrøðingurin
tá
umrødda
upskot
um
"Nýggjan innkoyringarveg
til Havnina", sum av Hvíta-
nesleiðini skal fara gjøg-
num Hoyvíkshagan, renna
fram við "Kettuurðini"
undir Húsareyni og haðan
koma í Oyggjarvegin, á
leiðini undir "Krákugjógv".
Á leiðini oman í Oyggj-
arvegin sker ætlaði nýggi
innkoyringarvegurin
seg
ígjøgnum gomlu traðirnar
oman fyri Villingardals-
vegin.
Hetta hildu fólk, sum bú-
leikaðust á traðunum tá,
sum vera man, vera stóran -
og heilt óneyðugan miss
fyri seg og eftirkomarar, og
harafturat óneyðugt spill av
stórum, virðismiklum og
veðurgóðum lendi, sum fór
at verða til gagns fyri Býin
sum heild í komandi árum.
Við brævi dagf. 05-11-
1988 heitir Bjørn á Heyg-
um, advokatur vegna eig-
arnar: Ásbjørn Poulsen
(matr.nr.
1344),
Eiler
Eysturtún (1345-46), Hák-
un Marstein (1347), og
Andrias Reinert (1348) á
Tórshavnar Býráð um fund
.."har nevnda verkætlan
kann vera nærri umrødd.....
og.. Býráðið verður vinar-
liga biðið um at umhugsa
málið nærri og kalla inn til
fundar innan rímuliga tíð."
Fundur kom í lag, og
rúgvismikið
brævaskifti
varð um málið í fleiri ár,
uttan at nakað ítøkiligt kom
burtur úr. Eisini var fundur
við umboð fyri Landsverk-
frøðingin.
"Kreppuárini" doyr síðan
alt tos um ringveg burtur,
og onkur í umsitingini, ið
tosað varð við tá um málið,
helt fyri nakað soleiðis:
"Nei hatta dýra projektið
verður hvørki ráð til, ella
brúk fyri í okkara tíð !"
2003
Landið
kom
tó
nógv
skjótari á føtur aftur enn
flest okkara høvdu væntað,
og í januar 2003 sendir
Tórshavnar
kommuna
framfýsið kunningarrit til
allar borgarar við nógvum
áhugaverdum tilfari.
Á síðu 8 lesa vit m.a.
"Tórshavnar kommuna ar-
beiðir í løtuni við at gera
eina 20-ára heildarætlan
fyri hvussu býurin skal
útbyggjast, í ætlanini verða
øki løgd út til... o.s.fr...".
Og hetta sær jú - í fyrstu
syftu - heilt lovandi út fyri
fólkið, sum býr nærhendis
komandi 80-km-innkoyr-
ingini ?
Tá kagað verður undir
"Ytri Ringvegur" á síðu 9 í
ritinum, sæst tó einki til
nakra framtíðarætlan fyri
2023, sum boðað frá á
síðun 8, men harafturímóti
er gamla "80-ára ætlanin"
tikin upp úr aftur "møl-
posanum" og enn einaferð
løgd á borið "ópussað".
2023
Nú so óføra nógv er hent
síðan 80-árini, á mongum
økjum, og sanniliga eisini
innan ferðslu og vega/
tunnilsgerð, heita vit borg-
arar, sum búgva á leiðini
har hendan "nútímans
Høvuðsinnkoyring
til
Havnina" er ætlað at ganga,
enn einaferð á avvarandi
mynduleikar, at taka ætl-
anina um innkoyringarveg
til Havnina upp til veruliga
nýggja viðgerð, og í grund-
ini hevur tað ikki so stóran
skund at byrja her og nú.
Góðar royndir av rund-
koyringum,
er hugalig
yvirskrivt á síðu 9 í frálíka
kunningarritinum frá Bý-
ráðnum, har lovað verður
at: "Havnin fær fleiri
rundkoyringar framyvir.
Hesar verða hildnar at vera
fragasta ferðsluloysnin tá
ræður um at koma inn á
høvuðsferðsluæðrarnar.
Millum annað av Hvíta-
nesvegnum og inn á Eyst-
ara Ringveg, sum verður
tann fyrsta í ár...........,av
Vegnum Langa í Sunds-
vegin í samband við ætlaðu
vegagerina
tvørturum
Berjabrekku og yvir í Vill-
ingardalsvegin,
og
frá
Sundsvegnum og í Ring-
vegin."
Vit, sum dagliga ferðast í
hesum øki, mugu saman
við Býráðnum ásanna,og
gleðast um at rundkoyr-
ingin, sum í dag bindur
Eystara- og Norðara Ring-
veg í R. C. Effersøes gøtu
hevur gjørt tað til eitt spæl
at ferðast í akfari á hesum
í mong ár ófantaliga
trupla ferðslu-øki.
Verða nevndu rundkoyr-
ingar gjørdar sum frá-
boðað, og kemur harafturat
umtalaða, stóra góðshavnin
í Kollafirði, - ið fer at lætta
munandi um tungu ferðsl-
una til og úr Havnini- bøtur
hetta so avgerandi og
munagott um ferðsluviður-
skiftini í Høvuðstaðnum, at
avvarandi
mynduleikar
hava "rættuliga langa" tíð at
umhugsa projektið "Høv-
uðsinnkoyring til Havnina"
heilt av nýggjum.
Undirskriftir
At stuðla hesi áheitan á
avvarandi mynduleikar, eru
ungfólk í økinum farin
undir at savna undirsktiftir
frá fólki, íð taka undir við,
at tað er rætt at fáa ætlanina
um Høvuðsinnkoyring til
Havnina
viðgjørda
frá
grundini av nýggjum.
Andrias Reinert
Ásbjørn Poulsen
Hákun Marstein
Hans Joensen
Torbjørn Láadal
Høvuðsinnkoyringin til Havnina -Ytri Ringvegur
»80 km/t vegur«
C
M
Y
K
11
10