týsdagur 21. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 199 - 21. oktober 2003
Nr. 199 - 21. oktober 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Sum væntað, fyri viku síðani,
varð farna vika stórliga ávirkað
av roknskaparkunngerðum og
bjørtum uppgerðum um støðuna
í
amerikanska
búskapinum.
Hesar uppgerðir staðfestu enn
einaferð, at millum annað gongur
betur á amerikanska arbeiðs-
marknaðinum, har talið av
teimum sum fyri fyrstu ferð
søkja um arbeiðsloysisstuðul, er
um at finna eina trygga legu.
Sum áður nevnt hevur støðan á
amerikanska arbeiðsmarknaðin-
um alstóran týdning fyri búskap-
in í USA. Hesin búskapur er
heimsins størsti, og støðan í USA
ávirkar sostatt stórliga búskapar-
liga umhvørvið um okkara leiðir.
Fleiri týdningarmiklir rokn-
skapir vóru kunngjørdir í farnu
viku. Hóast onkur var vánaligur
ella verri enn væntað, vóru meg-
inparturin av roknskapunum
góðir og betri enn væntað. Mill-
um virkini, sum kunngjørdu góð
tíðindi ella bjartir roknskapir,
vóru millum annað Intel, Cisco,
Motorola, General Motors og
Samsung. Hinvegis vóru tíðind-
ini frá eitt nú Apple og IBM ikki
so bjørt.
Teir sum heild bjørtu rokn-
skapirnir og góðu búskaparligu
uppgerðirnar virka til, at parta-
brævamarknaðirnir
og
láns-
brævarenturnar sum heild hækk-
aðu í farnu viku. Av tí at hetta
varð gongdin fleiri dagar á rað,
kom ein mótrørsla fríggjadagin,
tá partabrøv og lánsbrævarentur
fullu nakað aftur.
Av tí at færri búskaparligar
uppgerðir verða kunngjørdar
hesa vikuna, sammett við farnu
viku, verður vikan í størri mun
ávirkað av roknskaparkunngerð-
um. Var farna vika týdningar-
mikil á hesum økinum, verður
hendan vikan ikki minni týdn-
ingarmikil. Ein munur er kortini,
at hesa vikuna kunngerða eisini
fleiri norðurlendsk virkir rokn-
skap. Nøkur av hesum eru Norsk
Hydro, Electrolux og Volvo. Um-
framt hesi kunngerða eisini týdn-
ingarmiklu virkini Texas, Daiml-
er Chrysler, AT&T og Microsoft
roknskap.
Marknaðarrák metur, at rokn-
skapirnir og metingarnar hjá
virkjunum, ið verða kunngjørd
hesa vikuna, fara at fylgja rákin-
um frá farnu viku. Sostatt er
væntað, at meginparturin av
kunngerðunum verða góðar og
fara aftur at hava positiv árin á
virðisbrævamarknaðarnar. Atlit
skal tó takast til, at partabræva-
marknaðirnir og lánsbrævrentur-
nar eru hækkaðar heilt fitt sein-
astu vikurnar, og at hetta tískil
kann føra við sær vinningsstað-
festing av partabrøvum og keyps-
áhuga av lánsbrøvum. Sannlíkt er
við øðrum orðum, at mótrørslan
frá fríggjadegnum kann halda
áfram hesa vikuna. Ein óstøðug
vika kann tí væntast.
Framgongdin í USA ávirkar um okkara leiðir
Vika 41, 2003
www.kaupthing.fo
Umhvørvi og orka avloysa olju
NAVNABROYTING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Undir orðaskiftinum á tingi
herfyri vóru røddir frammi
um at broyta navnið á Olju-
málaráðnum til Umhvørv-
isráðið ella Umhvørvis- og
Orkumálaráðið. Ein av
forsprákarunum fyri hesi
broyting var Jóannes Eides-
gaard, formaður í Javnaðar-
flokkinum, sum helt fyri, at
nú eingin olja enn er funnin
og nú eitt nú umhvørvis-
málið eigur at fáa enn størri
raðfesting enn tað hevur í
dag, so hevði ikki verið
meira enn rímuligt at broytt
navnið á Oljumálaráðnum.
– Umhvørvið er ein tann
mest viðkomandi spurning-
ur og málsøki fyri framtíðar
Føroyar.
Tað kann undra okkum,
at vit í so langa tíð hava
brúkt so lítla orku uppá
henda sera viðkomandi
spurningin, sum eitur um-
hvørvi, og sertakliga tá
hugsað verður um hetta
lítla og vakra landið vit
búgva í. Tað eru sera av-
markaðar upphæddir sum
umhvørvið fær á fíggjar-
lógini og tað kann ikki vera
rætt fyri eitt land, har ser-
liga havumhørvið hevur so
stóran týdning segði
Jóannes Eidesgaard og
helt fyri, at Javnaðarflokk-
urin vil vera við til at geva
umhvørvinum eina mun-
andi hægri politiska og
fíggjarliga raðfesting enn
hetta málsøkið higartil hev-
ur fingið. Og hann legði
aftrat: – Tað er víst, at eitt
komandi ættarlið, tvs. tey
ungu, fer at raðfesta hesi
málsøki sera høgt. Hesi
hava líkasum hug at hugsa
eitt sindur longur.
Formaður Javnaðarfloks-
ins helt tað eisini vera uppá
hægsti tíð, at orkupolitikk-
ur verður eitt politiskt
viðkomandi mál og vísti á,
at tað er ongantíð í Føroy-
um verið defineraður ein
orkupolitikkur. Man hevur
latið ein interkommunalan
felagsskap sum SEV taka
sær av orkuni fult og heilt
stórt sæð. At útgreina og
siga, hvat tann rætti orku-
politikkurin
skal
vera
framyvir. Í øllum øðrum
londum er tað soleiðis at
man politiskt hevur nakrar
meiningar um, hvat slag av
orku man eigur at raðfesta
fremst.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður var í viðgerðini av
málinum á tingi sera fegin
um, at áhugi er fyri at rað-
festa umhvørvið hægri.
Hann helt tað vera rætt at
umhugsa at broyta navnið á
Oljumálaráðnum, nú bæði
havumhvørvi og umhvørvi
og náttúra sum heild liggja
undir sama ráð. Tað kann tí
væl vera, at hetta er rætta
løtan til at broyta navn til
Umhvørvis-
og
orku-
málaráð.
– Men hetta má ikki tulk-
ast sum at vit hava mist
vónina til at finna olju. Tað
vita vit av góðum grundum
ikki enn. Men fyri at lyfta
um týdningin umhvørvið
hevur, hevði tað verið rætt
at umhugsa umrøddu broyt-
ing segði landsstýrismaður-
in og helt fram: -Er tað
nakað, sum kemur at geva
okkum broytingar í fram-
tíðini, so er tað umhvørvið.
Eyðun Elttør helt eisini, at
upphæddirnar til umhvørv-
ið á fíggjarlógini eru ov
smáar, tó at tað er broytt
tann rætta vegin. –Við góð-
um stuðuli frá tinginum og
frá landsstýrinum ber til at
gera nakað gott fyri um-
hvørvið í Føroyum. Tað fer
at gagna okkum og tað fer
at geva okkum eitt gott
ummæli úti í heimi.
Um vit sum stýra ikki
ganga inn fyri at verja um
umhvørvi, so fara vit at
missa nógv segði Eyðun
Elttør, sum eisini helt tað er
uppá tíðina at broyta navnið
á Oljumálaráðnum. Men
tað er ikki tí at vit kanska
ikki hava nakra olju fyrr
enn um 10 ár, men vit
mugu í hesum tíðarskeiðn-
um gera okkara fyri at
halda oljufeløgini til her.
Lutaíbúð lykilin til bústaðarloysn
Smærri íbúðir til
eldri fólk. Tað er
høvuðsinnihaldið í
alternativu bústaðar-
byggingini, sum Bill
Justinussen lands-
stýrismaður leggur
upp til, nú løgtingið
hevur aðalorðaskifti
um bústaðarbygging í
dag. Húsalánsgrunn-
urin fær ein týðandi
leiklut, um tað verð-
ur, sum landsstýris-
maðurin ynskir
BÚSTAÐARBYGGING
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Eingi tilboð eru til eldri
fólk, sum vilja flyta úr egn-
um stórum húsum í ein
minni bústað.
Tað er størsti bústaðar-
politiski trupulleikin í Før-
oyum, staðfestir Bill Justin-
ussen,
landsstýrismaður.
Hann hevur lagt upp til að-
alorðaskifti um alternativan
bústaðarpolitikk, sum verð-
ur í løgtinginum í dag.
Orðaskiftið byggir á eitt
álit um alternativa bústað-
arbygging, sum er fyrsta
samlaða lýsingin av bú-
staðartørvinum í Føroyum.
Kannað er, hvør tørvurin á
alternativum bústaðum er.
Meira enn helvtin av teim-
um yvir 60 ár, sum vórðu
spurd í einari Gallup-kann-
ing, segði, at teirra hús
vórðu ov stór. Nærum triði
hvør av teimum millum 50
og 60 ár segði, at húsini
vórðu ov stór. Í hinum end-
anum svaraðu umleið 15
prosent í aldursbólkinum
20 til 40 ár, at teirra bústað-
ur var ov lítil.
Bill Justinussen sigur tøl-
ini vísa, at bústaðarpolit-
isku átøkini mugu vendast
ímóti at skapa neyðugar
karmar fyri bygging av
smærri bústøðum. Á tann
hátt kunnu fleiri bústaðar-
tilboð fáast til vega til eldri
fólk, sum búgva í stórum
húsum og fegin vilja flyta í
ein minni bústað.
Kanningarnar vísa eisini,
at meirilutin av hesum
eldru fólkunum búgva í
húsum uttan skuld, og tey
hava sostatt eina góða
keypiorku,
stendur
ein
nøktandi bústaður teimum í
boði. Flyta tey eldru úr sín-
um stóru húsum, verða
fleiri hús tøk á marknaðin-
um til tann bólkin av yngri
fólkum, ið siga seg búgva í
ov lítlum bústaði.
Keypa og leiga
Lykilin til eina loysn er
lutaíbúðir, sigur Bill Justin-
ussen. Hetta er ein loysn,
sum liggur ímillum eigara-
bústað og leigubústað. Eitt
lutaíbúðarfelag er skipað á
tann hátt, at fólk keypa ein
lut í felagnum, sum svarar
til ein bústað, og síðan
gjalda tey eina mánaðarliga
leigu til felagið, sum sjálvt
ásetir kostnaðin.
Fyrimunurin við hesum
eigaraháttinum er, at íbúðin
gerst bíligari at sita í enn
eini sethús, og tí krevst ikki
so nógvur peningur til at
seta føtur undir egið borð,
sigur Bill Justinussen.
Við lóg skulu karmarnir
ásetast fyri, hvussu luta-
íbúðafeløgini kunnu virka.
Landsstýrismaðurin heldur
tað eisini hava týdning at
gera
fyriskipanir,
sum
tryggja dygdina í slíkari
bústaðarbygging.
Skyldur uttan játtan
Spurningurin er so, hvussu
nýggja bústaðarmynstrið
skal fíggjast. Í hinum norð-
urlondunum er tað almenna
í størri mun partur av
loysnini, og Bill Justinus-
sen heldur, at besta loysnin
fyri Føroyar er at leggja
íbúðargrunnin og Húsa-
lánsgrunnin saman og gera
tann endurskipaða grunnin
til almenna bústaðarpolit-
iska amboðið.
Stóru peningastovnarnir
hava fýlst á, at almenni pen-
ingurin í Húsalánsgrunnin-
um fór at avlaga kappingina
á bústaðarmarknaðinum, og
at tað tí ikki var rætt, at
Húsalánsgrunnurin
fær
einkarætt at fíggja alterna-
tiva bústaðarbygging. Talan
verður ikki um kappingar-
avlaging, ger landsstýris-
maðurin púra greitt.
– Húsalánsgrunnurin fær
ikki nakra játtan á fíggjar-
lógini, men fær kortini
nakrar skyldur, sum pen-
ingastovnarnir ikki hava.
Tær verða ásettar í enda-
málsorðingini. Tað er held-
ur ikki ætlanin, at Húsa-
lánsgrunnurin
skal
fáa
einkarætt at fíggja alternat-
iva bústaðarbygging. Tað
stendur
øllum
fíggjar-
stovnum í boði. Sostatt eru
tað heldur peningastovnar-
nir, sum hava ein kapping-
arfyrimun fram um Húsa-
lánsgrunnin, tí teirra virk-
semi er ikki bundið á sama
hátt, sigur Bill Justinussen.
Tey menniskjaligu
viðurskiftini vanta,
sigur Arkitektafelag
Føroya í viðmerking
til aðalorðaskiftið,
sum løgtingið fer
undir í dag. Fíggjar-
ligu loysnirnar eru í
fokus, men arkitekt-
arnir sakna eina
meining um, hvussu
vit skulu búgva í Før-
oyum næstu 50 árini
BÚSTAÐIR
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er lítið at síggja til alt-
ernativa bústaðarbygging í
álitinum »Alternativ bú-
staðarbygging«.
Tað heldur Arkitekta-
felag Føroya, ið hevur havt
evnisfund um álitið, sum er
grundarlagið undir aðal-
orðaskiftinum
hjá
løg-
tinginum í dag. Fleiri av-
gerandi tættir vanta í álit-
inum, heldur felagið.
– Tað er ikki rætt at kalla
álitið »Alternativ bústaðar-
bygging. Úr innihaldinum
er lítið um alternativar bú-
staðir, men mest um fram-
tíðina hjá Húsalánsgrunn-
inum. Felagið hevði vónað,
at tað vóru tey menniskja-
ligu viðurskiftini, sum vóru
í miðdeplinum. Tað er um-
ráðandi, at vit gera okkum
greitt, hvussu vit vilja
búgva í framtíðini, sigur
Rúni Abrahamsen, formað-
ur í Arkitektafelag Føroya.
Arbeiðsbólkurin,
sum
hevur gjørt álitið um alt-
ernativa bústaðarbygging
er mannaður við embætis-
fólkum. Hann hevur av tíð-
arneyð onki gjørt við setn-
ingin, sum álegði honum
»at finna útav, hvørji sosial
atlit skulu takast í sambandi
við alternativa íbúðarbygg-
ing«. Tað harmast Arki-
tektafelag Føroya um og
vónar, at landsstýrismað-
urin fær sett hetta evnið á
skránna, so hesin umráð-
andi parturin eisini verður
lýstur.
Arkitektafelagið hevur í
fleiri ár sóknast eftir einum
almennum bústaðarpolit-
ikki, sum skal slóða fyri
góðum og fjølbroyttum bú-
staðum. Nú álitið mest snýr
seg um fíggjarviðurskiftini
er felagið vónbrotið, tí tað
gevur álitinum eina slag-
síðu. Arkitektarnir vóna tó,
at politikarar fara at skifta
orð um, hvussu føroyingar
grundleggjandi
skulu
búgva komandi 50 árini.
Hvat ynskja vit, og hvat
vilja vit sleppa undan,
spyrja arkitektarnir.
Bústaðarmynstrið í Før-
oyum er ov einstáttað, stað-
festir Arkitektafelagið, og
tað broytist ikki, fyrr enn
ymisku bústaðarskipanir-
nar verða javnsettar fíggjar-
liga. Frítøka fyri meirvirð-
isgjaldi, rentustuðulin og at
summar kommunur selja
byggibúgvin grundstykki
fyri undirprís er ein óbein-
leiðis stuðul til sethúsa-
bygging, sum alternativir
bústaðir ikki fáa lut í.
Arkitektafelagið saknar
politiskt fyritakssemi, tí
føroysk bústaðarbygging er
lítið ment tey seinastu árini.
Hóast vit byggja fyri milli-
ardir, er einki er gjørt fyri at
kanna og menna bústaðar-
byggingina, og ov lítið
verður gjørt fyri at byggja á
royndirnar,
sum
eru
gjørdar, bæði vánaligar og
góðar.
– Bústaðarbyggingin skal
vera fjølbroytt og liðilig.
Tann tørvur, sum vísir seg í
dag, er ein annar um 25 ár,
sigur Arkitektafelagið, sum
heitir á politikarar um at
orða ein bústaðarpolitikk,
sum eisini tekur byggifaklig
og sosial atlit. Tástaðni fáa
vit bústaðir við hugsjónum,
heldur Arkitetkafelagið, ið
bjóðar seg fram at vera við í
arbeiðnum at fáa betri
bústaðir til øll.
Sakna bústaðir við hugsjónum
Øll
nevndin
afturvald
Eingin broyting var í
nevndini fyri Arkitekta-
felag Føroya, tá felagið
hevði
aðalfund
3.
oktober 2003. Nevndin,
sum hevur sitið seinastu
trý árini, varð afturvald.
Í henni sita Rúni Abra-
hamsen formaður, Al-
bert Isfeld kassameistari
og næstformaður, og
Magnus
Magnussen
skrivari.
Arkitektafelag Føroya
fer í næstum at skipa fyri
eini
framsýning
um
"Burðardyggan arkitekt-
ur". Hetta er ein fram-
sýning, sum fyrstu ferð
var sýnd fram á norður-
lendsku sendistovunum í
Berlin fyri einum ári síð-
an. Framsýningin hevur
síðan
verið
runt
í
Norðurlondum
Arkitektafeløg í Norð-
urlondum eru farin und-
ir eina miðvísa eftirút-
búgving av projekter-
andi arkitektum. Arki-
tektafelag Føroya metir,
at tað er umráðandi og
neyðugt framhaldandi at
eftirútbúgva seg. Felag-
ið hevur tí tikið táttin
upp og fer eftir sama
leisti sum hini norður-
londini tey komandi
tvey árini at skipa fyri
eftirútbúgvingarskeið-
um fyri projekterandi
arkitektar.
Lutaíbúðir er loysunarorðið, men arkitektar sakna, at byggifaklig og sosial atlit verða tikin við í ein almennan bústaðarpolitikk
C
M
Y
K
9
8