Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Nr. 199 - 21. oktober 2003 7 Rímiliga ruddiligt Nú flettingin er við at vera liðug hjá teimum flestu, láta tey væl at á brennistøðini hjá IRF. Fólk eru rímiliga røsk at leggja avfallið í bingjurnar, sum sett- ar eru upp til tað sama. Men enn er onkur, sum brúkar ánna til at sleppa av við avfallið frá flett- ingini FLETTINGIN Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Fólk brúka sum heild bingj- urnar hjá IRF, sum settar eru upp til serliga at taka í móti tí, sum eftir liggur frá flettingini. Men ikki allar vembur verða tømdar kortini. Summastaðni eru tað tó enn fólk, sum bara blaka frá sær uttan fyrilit, veit onkur lesari at siga frá. Í onkrum bygdum verður áin enn nýtt at taka í móti innvølum av øllum slagi. Vembur og vil fara ótømd í ánna, og so liggur tað og sleingist um steinarnar og fram við áar- bakkan. Tað er ikki í lagi, vísir lesarin á. Á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, hava tey ikki havt teir stóru trupulleikarnar av flettingini í ar, verður sagt. Jógvan Júst Olsen, leiðari fyri innsanvingini, sigur, at í ár havur verið av tí fræg- asta, hóast nakað nógvar vembur koma ótømdar í bingjurnar. Og tað er ikki í lagi, vísir hann á. Tær skulu tømast, áðrenn tær verða koyrdar í bingjuna. Hann sigur, at tey vita ikki heilt, hvussu stóran part av tí, sum kemur frá flettingini, ið verður sent til Leirvíkar at brenna. Men ein rímiliga stórur partur man tað vera, halda tey. Fleiri av teimum, sum fletta heilt nógv, hava leig- að bingjur frá IRF at koyra í, sigur Jógvan Júst Olsen. Og tað lættir væl um hjá teimum, sum savna inn, at teir vita, at her er bara slíkt avfall í. Verri er, sigur Páll Vík, sum er leiðari fyri brenn- igni hjá IRF, tá ótømdar vembur verða blakaðar í bingjurnar, sum standa á vanligu bningjuplássunum til annað rusk. Tað er nakað lort, tá pressubilurin trýstir hetta saman, og ótømdar vembur bresta og spræna allan lort- in kring seg, heldur hann. Annars letur hann at, at tað gongur væl at brenna undan. Serliga tá teir vita, at í bingjunum er bara slíkt, sum kemur frá flettingini. So fáa teir lagt til rættis eftir tí. Tað eru tó ikki bara inn- vølirnir, sum verða koyrdir á brennistøðina, sigur Páll Vík. Eisni nakað nógv skinn enda í ovninum. Tey eru eisini tung at brenna, men enn hevur tað ikki hindrað brenningini nakað nevnivert, sigur hann. Jógvan Júst Olsen sigur, at tað hevur bøtt væl um, at bingjuplássini kring landið nú tey flestu eru mannað. Soleiðis fáa fólk eisini veg- leiðing um, hvussu tey skulu bera seg at. Eisini hava nógvar kommunur sett bingjur upp, sum burtur av eru til slaktiavfall, sigur hann. Teir meta á IRF, at nú man meginparturin av slaktiavfallinum vera kom- in fyri í ár, so einaferð inn í november verður alt brent undan fyri hesaferð. Tað gongur betri at fáa fólk at brúka tær uppsettu bingjurnar, og tí verður tað sjáldsamari at síggja innvøl av seyði sløðast fram við sjóvarmálanum og í áunum, hóast tað enn kemur fyri Mynd: Edvard Joensen Tað allarmesta av slaktiav- fallinum fer í bingjur hjá IRF og verður brent. Tað hindrar ikki brenningini annars, tá rætt verður atborið, og eitt nú vemburnar tømdar, áðr- enn tær fara í bingjuna, siga tey á brennistøðini Tað besta fyri flog- ferðsluna í Føroym hevði verið at havt ein tiltaksvøll onkra aðrastaðni í landin- um knýttan at flog- vøllinum í Vágum. Soleiðis hevði reglu- semið verðið mest- sum optimalt, heldur stjórin á Atlantsflogi FLOGFERÐSLA Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vágar: Flogvøllurin í Vágum rigg- ar betri, enn umdømið hann hevur fingið. Men best hevði verið at havt ein til- taksvøll onkra heilt aðra- staðni í landinum, lagdan soleiðis, at veðurlíkindi ikki eru tey somu sum í Vágum, sigur Magni Arge stjóri á Atlantsflogi. Í viðmerking til tosið um flogvallarútbygging, sigur Magni Arge, at tað, sum einamest umráðandi er við flogferðslu, er góður »regul- aritetur«. Tað at flogferðslan er reglulig, og at ferða- fólkini kenna seg trygg. Í so máta hevur vøllurin i Vágum riggað heilt væl, tó at tað kemur fyri, at tað onkuntíð ikki er lendandi orsakað av veðri. Tí hevði tað allarbesta verið at havt tveir flogvallir í Føroyum, sigur Magni Arge, sum í sama andadrátti ásannar, at tað verður ikki í bræði, at slíkt verður gjørt. Hann heldur tó ikki, at tað skuldi verið ein flog- vøllur afturat, sum skal kappast við vøllin í Vágum, men ein tiltaksvøllur, sum lá soleiðis fyri at har var lendandi, um líkindi ikki vóru í Vágum.Og so skuldi hann aftur at tí ligið so- leiðis, at landfast er í Vágar. Tað er nevniliga so, sigur Magni Arge, at tá flogførini ikki fáa lent í Vágum, enda øll ferðafólkini aftur uttan- lands, og tað hevur við- hvørt keðiligar avleiðingar við sær. Kundu tey hinveg- in lent aðrastðani í Føroy- um, vóru tey komin upp á pláss og kundu avgreitt síni ørindi. Magni Arge ásannar, at ein leinging av flogvøllin- um ikki bara av sær sjálvur loysir teir trupulleikar, sum kunnu vera við flúgving. Atlantslfog arbeiðir alla tíðina við tankanum um at skifta flogførini út, og varð vøllurin longdur bara einar 200 metrar ella so, vóru valmøguleikarnir væl betri enn í dag, tá leitast skal eftir hóskandi flogførum ásannar Magni Arge. Hinvegin sær hann ikki nakran fyrimun í at leingja vøllin hundraðvís av metr- um fyri at fáa møguleika fyri at brúka størri flogfør. Tað vildi bara gjørt tað, at frekvensurin lækkaði. Tað vil siga færri fráferðir og komur. Og tað er aftur- stig, tí ein tann besta tæn- astan, ein kann geva flog- ferðafólki, er júst tað, at flogið verður ofta. Í dag verður flogið bæði morgun og kvøld. Og støddin á flogførunum,sum Atlantsflog brúkar, er nak- að nær tí best egnaða yvir- høvur til tørvin, sum er til flúgving upp á Føroyar, heldur hann. Men Magni Arge er ikki í iva um, at ein útbygging hevði havt nógvar fyrimun- ir við sær. Best við tveimum flogvøllum Mynd - Atlantsflog Myndatekstur: Flogførini, sum Atlantsflog brúkar, eru sera vælegnað til flogvøllin í Vágum. Men varð vøllurin longdur, vórðu eisini fleiri møguleikar at velja í, tá flogførini skulu skiftast út, sigur stjórin í Atlantsflogi Mynd: Edvard Joensen Sunnudagin lótu 3 listakvinnur upp spennandi listafram- sýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Sýningin nevnist "Dyr" og hevur ferðast her heima og í Íslandi LIST Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tita Vinther, Guðrið Poul- sen og Astrid Andrerasen sýna í hesum fram í Suður- oynni. Gallarí Oyggin hevur fingið í lag samstarv við listakvinnurnar og er hetta framsýning, sum hevur verið uttanfyri land- oddarnar og í Føroyum. Listakvinnurnar hava samstarva um at sýna fram í nøkur ár. Henda framsýn- ingin er rættuliga støðug og hevur uppruna í Listastevn- uni 2002, har sýnt varð fram í Grasagarði í Havn. Ísland Tær hava eisini verið á for- vitnisligari sýning í Íslandi við hesi sýningini. Har var serstakur karmur um sýn- ingina.16 kvinnur sýndu fram í sonevnda Lystigarð- inum á Akureyri. Ein botaniskur aldingarður. Íslendska tíðarriti Sum- arhúsið og garðurinn hevur í hesum sambandi grein um sýningina og letur væl at - eisini føroysku listakvinn- urnar fáa serstaka umrøðu og viðtal. Sýningin, sum nú eisini er at síggja í Suðuroynni, hevur ymiskt at bjóða. Og sýningin er bæði úti og inni og eru umstøðurnar eisini sera góðar á staðnum við vakra og serstaka aldin- garðinum, sum er kring Oynna. Tita er vevkona og nýtir millum annað mannahár til síni listaverk. Guðrið er keramikari og eru tað bæði myndir og standmyndir, ið eru at síggja. Astrid Andreasen nýtir ymsar hættir og ymiskt tilfar og merkjast listaverkini eisini av hesum og eru sera ym- isk. Har er akvarel, lito- grafi, bundið, pappmaché og eisini eitt mála træ við stærahúsum. Listakvinnurnar hava í nakrar dagar arbeitt við at seta sýninginaog uppvóru eisini við til ferniseringina sunnudagin. Áhugin var stórur og nógv fólk stakk inn á gáolvið til mikla gleði fyri hesldur ovfarnu lista- kvinnurnar, ið ikki tóktust hava væntað sær so stóra fjøld. Hóast sera ymiskar, so eru tær vanar at samstarva og tær siga, at tær stuðla hvørji aðrari bæði í lista- verkunum, har t.d. onkur er meira litrík enn onnur, og eisini sum persónar hóska tær saman. Tita, Guðrið og Astrid í Oynni C M Y K 7 6