Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Nr. 199 - 21. oktober 2003 5 Ein vanlukka í Klaks- vík seinnapartin sunnudagin kravdi eitt mannalív. Menn í vóru í ferð við at flyta stállínuskipið Helenu, tá vanlukkan hendi VANLUKKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Ein 49 ára gamal maður druknaði í Klaksvík sunnu- dagin. Maðurin sigldi við línuskipinum Helenu, sum lá við kei á Kósini, har teir júst høvdu tikið ís. Skiparin gav boð um, at báturin skuldi flytast nakrar metrar longur norður á keiina, so aðrir bátar kundu sleppa framat at taka ís. Maðurin stóð á keiini og skuldi loysa. Brádliga varn- ast skiparin, at maðurin hongur í lúnningini. Ógreitt er, hvat hendi, men mangt bendir á, at maðurin hevur roynt at lopið umborð og hevur so ikki megnað tað. Skiparin fer so mannin- um til hjálpar, men tað eydnast honum ikki at fáa mannin upp um lúnningina. So sigur maðurin sjálvur, at hann sleppur, tí hann orkar ikki at halda meira og ætlar at svimja inn til keiina. Hvat síðani hendi, er ikki greitt. Tí tað næsta sum hendir er, at ein maður, sum stendur á keiini, sær mann- in flóta lívleysan í sjónum. – Tað er eitt hol har, sum vit ikki vita, hvat er hent. Men tað var sera kalt í veðrinum hendan dagin, so tað kann vera, at hjartað er steðgað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaks- vík. Maður druknaður í Klaksvík Fríggjamorgunin fekk alarmsentralurin fráboðan um, at línu- báturin Dúgvuberg hevði siglt á land LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Um hálvgum átta tíðina fríggjamorgunin kom um, at línubáturin Dúgvuberg hevði siglt á land. Hol kom á skipið, men teir fingu tó siglt inn á Fuglafjørð kortini, sum teir ikki vóru staddir so langt frá. Sløkkiliðið í Fuglafirði stóð fyri teimum, tá teir komu. Seinnapartin kom vakt- arskipið Tjaldrið á Fugla- fjørð og sleipaði Dúgvu- berg til Klaksvíkar, har hann fót beint á beding. Ein bilur við trimum fólkum fór út av veg- num millum Fjarða sunnumorgunin. Ongin fólkaskaði hendi LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Um hálvgum fýra tíðina sunnumorgunin fekk løg- reglan í Eysturoynni frá- boðanina um óhappið. Ein bilurin við trimum fólkum í fór út av vegnum millum Fjarða. Men ongin teirra kom til skaða. Tey sótu øll í trygdarbelti. Vakthavandi sigur, at bilurin var farin ordiliga útav, og hann lá á liðini, tá løgreglan kom á staðið. Sum sagt fekk ong- in av fólkunum skaða. Rusk Vakthavandi sigur, at løg- reglan hevur fingið eina fráboðan frá ruskplássinum í Runavík. Tað er nevniliga so, at tá ruskplássið er stongt, so lata fólk viðhvørt ruskið standa uttanfyri. Og so mugu ruskmenninir bera tað inn, tá plássið letur upp. Tað hava teir fingið nóg mikið av nú og hava meldað ein, sum teir vita, hevur sett rusk uttanfyri til løgregluna. – Hetta gera teir helst í vón um, at fólk fer at nýta upplatingartíðirnar, og tí at tað óruddar so illa, at fólk lata teirra rusk standa uttan fyri ruskplássið, sigur vakt- havandi á løgreglustøðini í Runavík. Løgreglan í høvuðs- staðnum sigur frá, at vikuskiftið hevur verið friðarligt, men onkrir tilburðir hava tó verið LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leygarnáttina um trítíðina fekk løgreglan eina frá- boðan um herverk úti á Reyni. 27 rútar vóru brotnir á Skráseting Føroya. Løg- reglan veit, hvør hevur framt herverkið, men ongin er tikin enn. Um fimmtíðina kom so ein fráboðan um harðskap. Tveir menn vóru farnir til hendurs í miðbýnum. Ann- ar maðurin fekk eitt blátt eyga og okkurt smáskursl. Hann bleiv fluttur á skaða- stovuna, og løgreglan tók hin mannin. Sunnumorgunin kom ein fráboðan um herverk á Platform. Nakrar hurðar vóru brotnar. Løgreglan kom á staðið og tók menn- inar. Dúgvuberg sigldi á land Tjaldrið sleipaði Dúgvuberg inn á Klaksvík úr Fuglafirði eftir, at skipið hevði rent á land fríggjamorgunin Mynd: Bárður Lydersen Ferðsluóhapp millum Fjarða 27 rútar brotnir Bert smávegis materiellur skaði hendi, tá glastrevja- báturin "Vampan" av Strondum fór á land sunnan fyri Morskranes í trúkkum mjørka hósmorgunin. Sjó- bjargingarstøðin fekk frá- boðan frá politistøðini og vórðu boð alt fyri eitt send víðari til Kollafjarðar Bjargingarfelag, sum fekk alibátin Njørður frá Vest- laks, at koma "Vampanum" til hjálpar. Tað eydnaðist Njørði at toga Vampan av aftur og nakað av skaða var komið á róðrið og kjølin men báturin lat ikki. Vampan varð sleipaður inn á Strendur. Hetta er aðru ferð í ár, at Kollafjarðar Bjargingarfelag bjargar báti á Tangafirði sigur MRCC støðin í Havn í skrivi. Vampan hevði 3000 pund á dekkinum tá óhappið hendi. Bátur á land við Morskranes Landsbanki Føroya sigur í frágreiðing um føroyska búskapin- um, at samfelags- hjólini mala ikki eins skjótt longur. Seinastu árini hevur stóri spurningurin verið, hvussu stóri búskaparvøksturin skuldi tálmast, men veruleikin er ein annar í dag. Nú ræð- ur um at halda damp- inum uppi, og royna av øllum alvi at varð- veita núverandi bú- skaparvøkstur í før- oyska samfelagnum BÚSKAPAR- FRÁGREIÐING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Landsbanki Føroya hevur júst latið árligu frágreiðing- ina um búskaparstøðuna í Føroyum úr hondum. Frá- greiðingin er serliga ætlað útlendingum, ið ein ella annan hátt sýna føroyska samfelagnum áhuga. Á Landsbankanum siga tey, at frágreiðingin er ein lýsing av núverandi búskapar- støðu í Føroyum, og ger vart við, hvørjar avbjóðing- ar er fyri framman. Í niðurstøðuni kemur landsbankin fram til, at samfelagshjólini mala ikki eins skjótt longur, tey hava gjørt. Útlitini fyri føroyska búskapinum eru blandað. Óttin fyri einum ovurhitað- um føroyskum búskapi er við at vera heilt burtur. Væntandi fer gjaldsjavnin framhaldandi at vera positivur, tí bæði forbrúk og íløgur í føroyska samfel- agnum fara í næstum at lækka. Tað verður truplari hjá landsins leiðslu at varðveita yvirskot á fíggjarlógini komandi árini. Minkingin í blokkstuðuli úr Danmark hava havt við sær, at inn- tøkurnar er minkaðar nógv. Kreppan í alivinnuni gera støðuna ilt verri. Betri brynjað Frágreiðingin mælir sam- gonguni til at fáa størri tamarhald á almennu út- reiðslunum. Framvegis er stórt virksemi í føroyska samfelagnum, og tí er nær- mast krav til politiska myndugleikan, at yvirskot- ið á fíggjarlógini verður varðveitt. Niðurgongdin í føroyska samfelagnum kann als ikki sammetast við stóru krepp- una í nítiárunum. Føroyska samfelagið er í dag væl betur brynja til eina bú- skaparliga niðurgongd nú, enn í kreppuárunum. Trýst á bankunum Versnandi útlitini í før- oyska búskapinum rakar eisini føroyska fíggjar- heimin. Seinnu árini hava bæði Føroya Banki og Før- oya Sparikassi erpað sær av stórum yvirskotum, men alt bendir á, at nú er vend komin í. Báðir stovnar hava fyrr í ár sett pening av ímóti fíggjarligum tapi. Tað er serliga kreppan í alivinn- uni, ið rakar Føroya Banka og Føroya Sparikassa meint. Báðir stovnar fíggja meginpartin av alivirksem- inum í Føroyum, og lágir prísirnir á heimsmarknað- inum og ILA hava gjørt sítt til, at útlitini ikki eru eins bjørt hjá stovnum, sum tey hava verið. Teir báðir minnu bank- arnir í Føroyum, Norðoya- og Suðuroyar Sparikassi, eru ikki í alivinnuni, og hetta sæst aftur á úrslitun- um. Báðir bankarnir fara eftir øllum at døma at hava yvirskot við árslok í ár. Minkandi inntøkur Búskaparvøksturin farnu árini hevur við til at geva inntøkur í landskassan. Vøksturin í inntøkum í 2000 og 2001 var á góð 10%, men henda gongd er nú steðgað. Høvuðsorsøkin til minkandi inntøkurnar er lækkandi skattainntøkur, og eftir øllum at døma heldur henda gongd á. Framtíðarútlitini á inn- tøkusíðuni eru nógv tengd av, hvussu stórt virksemi verður í landinum. Blokk- stuðulin úr Danmark er í løtuni fastfrystur, og fer samgongan at yvirtaka fleiri málsøki, er vandi fyri, at inntøkurnar minka enn meir. Landsbankin ger greitt, at ætlar samgongan fram- vegis at halda kósina ímóti einum sjálvberandi før- oyskum búskapi er neyðugt við øðrum inntøkukeldum afturat teimum, vit hava í dag. Fíggjarpolitikkurin Almennu Føroyar hava seinnu árini gjørt stórar og umfatandi íløgur í infra- struktur, sosiala- og heilsu- øki og ikki minst í fyrisit- ingina. Samgongan hevur sett sær sum mál at lækka útreiðslurnar hjá tí almenna við einum prosenti kom- andi ár. Sum part av at av- rigga skuldina til danir, ætl- ar tað almenna at selja al- mennar fyritøkunum fyri minka um almennu skuld- ina, og hjálpa einum før- oyskum virðisbrævamark- aði á veg. Haldið dampinum uppi Samfelagshjólini mala seinni enn tey hava gjørt leingi. Komandi árini verður stóra uppgávan at halda dampinum uppi, og varðveita núverandi búskaparvøkstur Mynd: Savnsmynd Niðurgongdin í føroyska búskapinum rakar eisini bankarnar. Bæði Føroya Banki og Føroya Sparikassi hava longu sett pening av ímóti tapi Mynd: Savnsmynd Feskfiskurin leggur minni eftir sær Samlaða íkastið til føroyska búskapin frá feskfiskaflotan- um og fiskavirkj- unum fer eftir øll- um at døma at minka í ár sam- mett við í fjør. VINNUHÚSIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í Vinnuhúsinnum vænta tey, at føroyski fesk- fiskurin fer at geva væl minni av sær, sammett við í fjør. Samlaða veið- an hjá feskfiskaflot- anum í 2002 var 137.000 tons. Miðal- prísurin til skipini, ella framleiðsluvirði hjá skipunum, var 9,75 kr/kg og samlaða virði 1.336 mió kr. Til virkingar í Føroy- um fóru 88.000 tons sum í miðal vóru bruttovirðisøkt 5,25 kr/kg rávøru ella til eitt samla virði uppá 462 mió kr. Samlaða miðal framleiðsluvirði í Før- oyum fyri hendan fiskin var sostatt 15,00 kr/kg. Av teimum 137.000 veiddu tonsunum vóru 49.000 tons útflutt sum heilur óvirkaður fiskur. Samlaða íkastið frá feskfiskaflotanum og fiskavirkjunum í 2002 til føroyska búskapin vóru sostatt 1,8 milliard krónur. Eftir hagtølun- um at døma verður samlaða íkastið til landshúsarhaldið við árslok 2003 hjá hesum parti av partinum av fiskivinnuni 1,5 milli- ard krónur, sum 300 mio. krónur minni enn í fjør. Virðisøkja í Føroyum Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum stendur, at í grundini er bert tveir vakstrarmøguleik- ar hjá føroysku fiski- vinnuni. Ein er at fiska fleiri tons um ári, og hin er at hækka fram- leiðsluvirðið av veið- uni. Vinnuhúsið mælir til, at vit royna at fáa meira úr teimum nøgdum, ið í dag fara óvirkaðar av landinum. Skal meir liggja eftir í Føroyum er neyðugt við hóskandi skipanum, sum veiðulið, virkislið, myndugleikar og løn- takarafeløg finna semju, sigur Vinnu- húsið. C M Y K 5 4