Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eg tók pennin, tí eg hevði ikki samvitsku til at tiga Sum útiseti er einki betri enn at koma heim til Strend ur at ferðast. Heim til øll tey góðu fólkini, ið eg kenni Okkara forfedrar skaptu okkum strandingum eina bygd, ið vit við stoltleika skuldu ført víðari til eftir komarar okkara og sagt frá hvussu teir gomlu, við spaka í hond, hava velt allan bein, stykki aftaná stykki, fyri síðan at kunna hoyggja til seyðin. Og allar tær gomlu geturnar, ið eru í bygdini, hvussu nógv ár hevur tað ikki tikið teimum at gjørt tær? Vit kunnu ikki vera líka glað við, men ístaðin virð ismeta tað, sum ein sonn mentan, ið vit mugu verða góð við og varðveita sum eitt museum Vit hava ikki skapt nátt úruna, eru ikki harrar yvir náttúruni, og áttu tí at hugs- að okkum væl um, áðrenn vit fóru inn og oydiløgdu Guðs skapanarverk Tað tykist ikki, sum at tað eru øll, ið virðismeta hesa mentan líka nógv, tíverri. Tað sæst við at ganga ein túr runt í bygdini. Tað er skjótt meira vegur enn bøur Men tað syrgiligasta er, at vegurin ikki passar inn í bygdarmyndina. Stórir og ógvisligir vegir, ið stinga seg upp allastaðni, so tann gamla bygdamyndin hverv- ur. Og tykist hetta at halda áfram, tíverri Teir stóru vegir, ið higartil eru gjørdir til gamlar býl- ingar á Strondum, hava flest allir onkran feil, vatn rennur undan teimum og út til tey, ið búgva niðanfyri. Soleiðis at tey eru í vanda fyri, at kjallarin stendur undir í vatni. Aftur onnur eru í vanda fyri, at vegurin dettur oman, tí hann er so stórur og ógvusligur. Fyri ikki at nevna útsýnið, ið fyrr vóru hugnaligar getur við søgu ligum minnum, sum nú eru skift út við stórar og ógvis- ligar asfaltvegir Tey, ið fáa vegin, eru heldur ikki altíð fegin um Nú ræður um at skunda sær! uw há Min áskoðan til náttúruna á Strondum á at tann gamla bygdarmynd in so brátt hvørvu Ein sangur, ið eg ofta hugsi um, tá eg gangi mær ein túr á Strondum er, >Meg minnist eina mynd, eg var lítil tá, tó fagrari mynd eg aldri sá<, og minnist eg, tá vit spældu niðri í fjørum við Sjógv. Har var so fridarligt og funnu vit heimansbern, mangt og hvat at stuttleika okkum við. Vit fiskadu, fangaðu leikur, gággur, krabbar, maðkapirrur o.a., vit gjørdu okkum okkara egna »akvarium«, sum vit tóku við heim til hús. Fyri okkum, tann vakrasta fjøran á Feroya landi Hyggja vit í dag eftir somu fjøru, so er hon stein deyð, har er onki livandi at síggja tí »onkur« vildi gera ein stóran landsveg úti á sjónum, soleiðis at fjøran nú bert er ein líti! hylur, við ongum livandi verum. Men ístaðin larmur og roykur frá bilum, ið koyra forbí. Sera ósjarmerandi fyri kirkjuna við Sjógv, ið gleðiliga hevur varðveitt sín gamla stíl Soleiðis kundi eg hildið fram at nevnt bygdamyndir fyriuttan og heimanfyri Strondum, ið áhaldandi hverva, fyri síðan at verða gloymdar. Stór skomm Hvat vildu teir gomlu ikki sagt, um teir vistu, at vit oydiløgdu náttúruna, fyri at fáa bilin inn í køkin, náttúr- una, ið teir so varisliga við spaka í hond, hava velt Tað er mær sagt, at hesir vegir mugu verða so stórir, tí sjálvur >ruskbilurin< má kunna koyra til dyrnar, fyri at heinta ruskid. Eg spyrji „hevði tað ikki verið betri at fingið hjól undir rusksta- tivid«, tá ið eg siggi grav kúnna seta sítt stóra grev niður í búin og skræða hann upp Ég vil fegin, at fólk fáa veg til húsini, um tað eisini verður hugsað um náttúr una Inni á Fríðriksmerk, har eg eri uppvaksin, hevur grannalagið altíð verið gott Ein gamal býlingur, við ein ari gamlari bygdargøtu, ið vit nógvu hava slitið okkara fótaspor á Men tíverri, verður nú ein koyrivegur gjørdur omanå tann gamla væl dyrkaða bein og ta gomlu bygdår- getuna, ið teir gomlu, inni í Bø, við stríð og strev hava gjørt Skjótt verður hendan bygdarmyndin vekk, gloymd og eftir eru eingi spor at síggja frá forfedr- unum inni í Bø. Sømuleiðis sum vit síggja tað aðra staðni í bygdini Er tað tað vit vilja? Og hvat sigur bygdar- fólkið, til at kommunan nýt- nógvan pening til koyriveg? Eg hugsi um asfaltvegir ið hava oyðilagt teir gomlu býlingarnar á Strondum, sum td. á Mýruni, uppi á Lánni, við Kass, í Selvindi, við Sjógv, Heygstød, á Fløt- unum, inni á Hulki, og nú inni í Bø Eg minnist enn, hvussu hugnaligar tær gomlu gøt- urnar vóru. Men tað gera okkara børn ikki, tey hava ongan møguleika fyri at uppliva, hvussu forfedrar okkara livdu Tað er ikki nokk at varð- ir so Vit áttu at hugsað okkum væl um, áðrenn vit oyðilegdu Guda kapanarverk, men tað eru ikki øll, hesa mentan Tað sæst best við at ganga ein túr gjøgnum bygdina Vegirnir passa ikki allir inn i myndina sum virðismeta veita tey gomlu húsini, um náttúran uttanfyri líkist eini bilmentan, sum vit síggja tað í ødrum stórum londum Forfedrarnir livdu av nátt úruni, og tískil síggjast teirra spor uttandura. Eg vildi ynskt, at fleiri, ið høvdu náttúruna í huga, vóru við til at taka eina av- gerð, soleiðis at í framtíðini var møguligt at varðveita teir fáu gomlu býlingarnar, ið eftir eru á Strondum. So teir kundu staðið sum eitt vakurt søguligt minni yvir Strandabygd Ketty Fríða á Fríðriksmerk 2,“ Stora vetrar UT so LAN i Runavilk byrjar mánd. 27.1., kl. 9 við alskyns RIMMAR 1190) I i I I L m.a. hjá okkum: FOTOMIDSTØDIN + ÍTRIV + DRESSMANN HEILSA & KOSMETIKK + SHOP-IN * CHIC BÓKA- & PAPPIRSHANDILIN + OPUS I I I — — — — — —- — 22 5 — —- Í or Sme Mosen = ER Sn I | INN + JUNGMANN + FÓTPRÝÐI + sm