Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið kld i Nr. 18 — 28. JANUAR 1997 Pauli Einarsson, formaður i Føroya Oljuidnad: Oljupengar við til at menna fiskivinnuna -Tað er av alstórum týdningi fyri framtíðar fiskivinnuna, at vit longu nú fara at kortleggja havbotnin við Føroyar, áðrenn farið verður at bora eftir olju sigur formaðurin í Føroya Oljuidnad, Pauli Einarsson, sum eisini fegin vil vera við í orðaskiftinum um, hvussu vit skilabest tilrættaleggja okkara olju- politikk, soleiðis at hann kemur samfelagnum til góðar. Er nøkur olja, so eiga oljupengarnir m.a. at verða brúktir til at menna fiskivinnuna og ikki minst handverksvinnuna. Jan MULLER | eð DS lin iku SIE Arni Olaf rry 10 C) Á avleiðingar ein »juvinna kann fáa Føroyar, og nú eisini maðurin Vilhelm Jo hannesen hevur víst á hesar somu vandar, hava vit spurt formannin i Føroya Olju ídnað. Paula Einarsson, hvat hann heldur um hesar spurningar Sjálvandi eiga vit at verða væl fyrireikaðir til hesa stóru og nýggju av- bjóðing, og hetta viðvíkur kkum øll, bæði vinnulivs fólk. poliukarar og annars I fólk flest. Ein komandi olju vinna fer at hava við sær stórar broytingar í samfel agnum, og um vit vilja tað ella ikki. bæði uppá gott í ilt. Men vit kunnu so brúka kkara vit og skil og vilja til at fáa sum best burtur úr ge harvið eisini minka um ringu avleiðingarnar sigur Pauli Einarson, sum sjálvur bjóðar eini oljuvinnu væl komnar! Á varðhaldi men eisini síggja meguleikarnar Vit skulu vera á varðhaldi og vit skulu vera krittisk Men vit mugu ikki bara seta upp ræðumyndir, tí tað vil vera blóðskeivt. Tá vit í dag hyggja eftir, hvussu illa tað er stætt í samfelagnum og her hugsi eg serstakliga um vikuna. UC] Onnur lond: tíðindablaðið SOSIALURI BOX 76 - 110 Tórshavn Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum — og fái blaðið 5 ferðir um UC] Haldarar í Føroyum: (7 Haldarar í Danmark: {) Haldarar í Danmark: (5 bl. í senn): Til ber altíð at gerast haldari og goldið verður bert fyri blødini, ið eftir eru av ársfjórðinginum ÓKEYPIS Sosialurin rindar postgjaldið 64 235,-/årstj. 425,-Jársfj. 340,-Jársfj. Ymiskir prísir kkara høvudsvinnu, fisk vinnuna, so eiga vit avgjørt at taka væl ímóti nýggjun vinnumøguleikum sum eitt nú oljun! Pauli Einarson vísir á, at 1 at taka við teimum sitivu royndum gjørdar aðrastaðni. har olju vinnan rætt og slætt hevur hjålpt fiskivinnuni Í hesum sambandi vísir hann á. at oljuvinna í Bret landi hevur latið pengar til at kortleggja allan havbotn in, nakað, sum er komið fiskivinnuni væl við Eisini vit í Føroyum eiga at at fáa eina slíka kort legging av havbotninum Vónandi er hetta nakað sum stig verða tíkin til nú Pauli Einarson ivast ikki í, at tað verða pengar frá eimi oljuvinnu, sum kunnu koma at bjarga fiskivinnuni, og her hugsar hann ikki minst um flotan. Í dag er livi aldurin nær teimum 30 áru num, so ein og hver skilur, at her mugu pengar til at endurnýggja tann flotan sum skal vera grundarlagið undir eini skilagóðari fiski veiði inn í næstu eld Hann heldur eisini, at oljupengar kunnu koma væl við, tá hugsað verður um at fáa skipasmiðjurnar aftur í gongd Hetta er so eisini nær tengt at menningini av fiskiflotanum Í Noregi vórðu olju pengar í síni tíð brúkur til at fáa skipasmiðjuídnaðin aftur á fótur. Eisini hvat alivinnuni vidvikur, so eru oljupengar brúkur ul at menna hesa vinnu bæði í Bretlandi og í Noregi So spurningurin er ikki um antin ella men um bæði og. Pauli Einarson tekur undir við Vilhelm Johanne- sen, tingmanni, tá hann sig- ur, at oljupengar skulu eisini setast í grunnar í útland- inum -Mannagongdin má vera tann, at ein vinna, sum tjen- ar nógvar pengar, skal kunna stuðla eini aðrari vinnu, sum tjenar minni - fyri at fáa hana uppá eitt hægri stødi og gera hana meira lønandi og kapping- arføra Pauli Einarson heldur, at vit kunnu binda um heilan fingur vid at studla okkara egnu framleidslu og høv udsvinnu, soleiðis at hon hevur betri møguleika at yvirliva sum eru Annars heldur Pauli Ein arsson, at tað er rætt at vísa á vandarnar, um ein olju vinna tekur seg upp. Ansast má eftir, at pengarnir ikki bert fara til nýtslu Menna samferðsluna At inntøkur frá eini slíkari vinnu fara til at menna og útbyggja okkara samferðslu bæði innanhýsis og útheimin haldi eg eisini vera rætt. Tað kann so aftur fáa týdning fyri ferðavinnuna her á landi, sum í framtíðini kann gerast ein av teimum týðandi høvudsvinnunum I hesum sambandi nevnir formaðurin í Føroya Olju ídnað eisini, at vil tað væl til, so áttu vit eisini at um hugsa at keypt enn eitt flogfar til Atlantsflog og til útbyggjan av okkara egnu tyrlutænastu, sum kann brúkast í eini oljuvinnu. Við slíkum ílegum ber til at vinna pengar aftur í síðsta enda og skapa arbeiði Pauli Einarson vísir eisini á. at ein oljuvinna kann verða við til at menna hand verkarafakið, ið er við at hvørva Gytingarplåssini mugu sparast Vit spurdu hann, um hann sær ein vanda í tí, at tað møguliga fer at verða borað á okkara bestu fiski- og gytingargrunnum! Eg beri mest ótta fyri um tað fer at verða borað í nánd av plássum, har fisk- urin gýtur. Spurningurin er so, um tað skal leggjast so til rættis, at tað ikki verður borað í sjålvum gytingar- plássunum Tað er í hesum sambandi, at Pauli Einarson heldur tað vera so umráðandi longu nú at fáa kortlagt allan hav- botnin kring Føroyar, soleiðis at vit longu nú, áðrenn ngkur vinna sleppur í gongd, síggja, hvussu rein- ur botnurin er. Pauli Einarson heldur tær kanningar, sum eru í gongd framvið strondini, verða av stórum týdningi fyri fram- tíðina, men eins týdningar- mikið er at kortleggja allan landgrunnin, áðrenn nøkur oljuboring fer í gongd Hann heldur eisini, at finnast føroyskar fyritøkur, sum kunnu gera slikt ar- beidi, so eiga tær eisini at fáa tað við Fólk í arbeiði og í læru Ein stórur partur av arbeið inum hjá formanninum í Føroya Oljuidnad hevur verið og er at fáa føroyingar í arbeiði og í læru í olju- vinnuni her heima ella burturi. Hann hevur í hesum sambandi tosað við nógv av oljufeløgunum, sum vísa áhuga fyri føroyska oki num -Dømi er longu um fólk, sum oljufeløgim hava viljað stuðlað við at fáa teimum hægri útbúgvingar. Ég dugi at síggja, at hetta eru fólk, sum oljufeløgini sjálvi kunnu brúka beinleiðis, men við bara at fara inn á universitetini dugi eg ikki at síggja, at hesi fólkini fáa nokk av ekspertisu til at vera okkara egnu ráðgev- arar. Tí áttu tey at sloppið út í feløgini at arbeiða, bæði hjá kontraktorfeløgum og oljufeløgum Pauli Einarson, sum er ráðgevi hjá ALS, heldur tað vera umráðandi, at før- oyingar, sum í dag starvast í oljuvinnu kring heimin, lata seg skráseta hjá ALS Ætlanin við hesum er ikki bara tann, at útlendsk feløg harvið skulu kunnu finna føroyingar og seta teir í ar- beiði, men líka nógv hetta, at føroysk feløg og mynd- ugleikar skulu vita, hvørjir føroyingar arbeiða úti i oljuvinnuni, tå tað verður brúk fyri teimum her heima í sambandi við menning av eini oljuvinnu Pauli Einarsson, sum hevur brúkt nógva tíð at tosa við oljufeløgini, heldur tað nú er upp á tíðina, at feløgini visa í verka, hvat tey meina við, tá tey tosa um at seta føroyingar í arbeiði osfr -Nú er nokk tosað. Nú má — Pauli Einarsson, formaður í Føroya Oljuidnad heldur at inntøkur frå møguligari oljuvinnu kunnu koma menning av fiskivinnu og handverksvinnu væl við okkurt henda, og eg vóni, at oljufeløgini, sum hava sagt seg vilja taka føroy ingar í arbeiði og at læra teir upp. nú gera nakað við hetta Pauli Einarsson heldur tað eisini hava stóran týdn ing, at feløgini, sum ætla sær at arbeiða á føroyskum eki, eisini vísa áhuga fyri teimum fyritskum, sum longu eru í Føroyum og sum eru førar fyri at veita tæn- astur til hesa nýggju vinnu Hann leggur tó dent á, at vit mugu ikki bara dúva uppá oljufeløgini Vit mugu eisini hava okkara egna vinnulívspolitikk og her ikki minst ein útbúgv ingarpolitikk Tlf. 18866 TILBOÐ HESA VIKUNA