týsdagur 21. oktober 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 199 - 21. oktober 2003
Nr. 199 - 21. oktober 2003
39
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Týsdag kl. 17 og 20 Horn-
venjing.
Mikudagin eru øll møtir
avlýst vegna jarðarferð.
Hebron, Argir
Mikukvøldið kl. 21 Bíbliutími
og bønarløta. www.hebron.fo
Samkoman Rhema
Staravegur 5
Týskvøldið kl. 20 Húsmøti
hjá Ann Mari og Fríðtór
Debes, Bringstún 4, Argir.
Fríggjakvøldið kl. 20 verður
JC Teens – spennandi
ungdómsmøti har nógv
ymiskt er á skránni. Øll ung
eru vælkomin.
Sunnudagin verður einki møti
vegna túrin til Klaksvíkar.
www.rhema.fo
Filadelfia
Landavegur 22
Í morgin kl. 19 Delli.
Fríggjakvøldið kl. 20 Møti.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
www.filadelfia.fo
Ebenezer
Týsdagin kl. 17 byrjar
frítíðararbeiði aftur.
Mikudagin kl. 17.30
AWANA. kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Týskvøldið samlast húsbólk-
arnir.
www.livdin.fo
KFUM og KFUK í Havn
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Mikukvøldið kl. 19.30 í
KFUK: Konfirmantafest,
holdini hjá Bergur Debes
Joensen og Hera Joensen.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Bønarmøti mikukvøldið kl.
20 hjá John Vilhelmsen,
Áarrás 9 Argir.
Samkoman Immanuel
Mikukvøldið kl. 20 Møti.
Meinigheitshúsið
Týsdagin kl. 20 Bíbliutími,
Katekismus.
Mikudagin kl. 19 venur
Meinigheitskórið.
Hósdagin kl. 16-17 venur
Gentukórið.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti við sang-
bólkinum Gratia.
Saron, Vestmanna
Í kvøld kl. 20 Opið hús fyri
ung.
Hósdagin kl. 19 Frítíðar-
arbeiði.
Telefonandaktin 424741.
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
www.jesus.fo
Keldan, Skálafirði
Mikukvøldið kl. 20 Felags
húsbólkamøti.
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Rógva o.fl.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Agnar Vestli, frá Levende
Ord. Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Siloa, Fuglafirði
Bøn, bíbliulæra og hugnalig
samvera er í Siloa hvørt
mikukvøldið kl. 19.30.
Mikukvøldini 22. og 29. okt.
talar Karl Jóhan Nielsen.
Evni: Lóg og náði (Galatia-
brævið).
Soli Deo Gloria
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við luttøku úr Rhema.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti v/
Rhema.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Missiónshúsið í Skopun
Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími.
Hóskvøldið kl. 20 kemur
Sjómanskvinnuringurin
saman. Allar kvinnur eru
hjartaliga vælkomnar.
TB-Húsið á Tvøroyri
Evangelisk møtirøð verður í
TB-húsinum á Tvøroyri
31.10-2.11. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Salem, Tvøroyri
Osvald Kjærbo talar á
møtinum í kvøld kl. 20. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Betel, Vágur
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 20. oktober
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30-18 Vit arbeiða í
kjallaranum
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl,dart
og onnur spøl.
Tilmelding til døgurðan
miku- og fríggjadagin,
tlf. 316491
Týsdagin 21. oktober
kl. 10-12.00 Vit baka
kl. 10-11.30 Vit syngja –
Jóhan R. Jacobsen. Øll eru
hjartaliga vælkomin
kl. 14.30 Litráðgevin vitjar,
Lydia Petersen
Mikudagin 22. oktober
kl. 10-13.00 Matgerð. Anne
Grethe Harlou
kl. 12.00 Døgurði.
kl. 15.00 Túrur, sjá skránna í
bløðunum
Hósdagin 23. oktober
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17.00 Telduprát
Fríggjadagin 24. oktober
kl. 10-13.00 Matgerð, Anne
Grethe Hourlou
kl. 12.00 Døgurði
kl. 13-17 Vit virka til jóla
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Felagið Tórshavn –
eftirmeting
Mikukvøldið 22. okt. verður
árligi eftirmetingarfundurin.
Farið verður av Kunningar-
stovuni kl. 18.30 til Fugla-
fjarðar. Petur Martin Petersen
sigur frá og aftaná verður
rundvísing og eftirmeting í
Mentanarhúsinum.
Tilmelding.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa.
Mánadagin 20. okt.
Elisabeth Ellingsgaard heldur
fyrilestur um »Hvussu kann
ein í góðari tíð fyrireika seg
til at gerast eldri«.
Mikudagin 22. okt.
Sólrun CHristiansen lesur 7.
brot úr »Sin egen lykkes
smed«.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, miku- og
hósdag kl. 9-12 fyri foreldur
við børnum, sum ikki hava
ansing.
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
NA (Anomymir
narkomanar)
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Fundur er hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 á Tinghúsvegi 37,
Tórshavn. www.aca-
danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.15
Mikudag: Sporafundur kl.
20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: kl. 9.00-10.00
opin fundur. Kl. 17.00–18.00
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Allir fundir eru roykfríir.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-
Anon, Tinghúsvegur 37.
Telefontíð er fríggja-, leygar-,
sunnu- og mánadag frá kl. 19-
21 á tlf. 508030.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
Felagið fyri lesi- og
skriviveik
Postadr.: MBF-Húsið
Íslandsvegur 10c
Endamál felagsins er at hjálpa
teimum ið hava lesi- og
skrivitrupulleikar.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð men samband
fæst við felagið á tlf. 441541,
Anne Karin Kjeld og 318867,
Laila Egholm.
Heilafelagið, MBF-húsið
Íslandsvegur 10C
tlf./fax 321520
Telefontíð hvønn týsdag
kl. 18.00-20.00.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Kristinu, tlf.
317317.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
FO-100 Tórshavn
T-post: gikt@gikt.fo
www.gikt.com
Skrivstovan: Tlf. 31 02 37
Opið: týs- og hósdag
kl. 11.00-14.00.
Fibromyalgibólkurin: Opið
mánadag kl. 11.00-13.00.
Foreldraumboð:
Nicolina Højgaard,
heilsusystur tlf. 31 47 50
Ungdómsumboð: Sára
Tummassardóttir tlf. 37 31 06.
Deyvafelag Føroya
Íslandsvegur 10B
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 317597, fartlf.
222381, skrivitlf. 316929 fax
313609 og teldupostadr.
deaf_fo@post.olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Íslandsvegur 10c
FO-100 Tórshavn
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar
millum kl. 09.00 og 16.00.
Tlf. 317373, fartlf. 264839
faks. 310813
Teldupostur: mbf@mbf.fo
Heimasíðan: www.mbf.fo
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Heimasíða: www.alzheimer.fo
t-postur: sigmo@post.olivant.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið á tlf. 313102.
Demenslinjan er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 svarar
týsdag kl. 18–20.
Sinnisbati
Íslandsvegur 10 C, 100 Tórsh.
tlf. 322544 · Fax 310813
T-postur:
sinnbati@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin mikudag
frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta
mikudag í mánaðinum er opið
til kl. 19.30.
Tú ert vælkomin at ringja og
spyrja um alt, sum hevur við
sinnistrupulleikar at gera á tlf.
322544.
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
við felagið fæst við at ringja
til onkran av nevndarlimun-
um: Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Grønlandsvegur 58, Tórshavn
Telefontíð mánadag til
fríggjadag frá kl. 13-15.
Tlf. 317959.
Teldupost: ffk@post.olivant.fo
www.ffk.fo
Epileptikarafelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð,
men samband við felagið fæst
á tlf. 313978, Randfríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 314796, Hallbjørg
Føroya
Astma/Allergifelag
MBF-húsið, Íslandsvegur 10c,
Tlf./fax 311419.
Upplatingartíðirnar eru:
hvønn hósdag kl. 16.30-18.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 13.00-17.00 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo
TILTØK
V4-dráttur
í drátti nr. 1509
18. okt. 2003
Tølini: 7 - 11 - 12 - 13 - 14
- 16 - 40 - 44 - 47 - 52 - 58
- 59 - 68 - 74 - 77 - 82
Eingin vinnari
Eykavinningur
Seðlarnir til henda dráttin luttaka
eisini í eykaspælinum í oktober,
har eykavininngurin er 150.000
krónur. Drigið verður í oktober-
spælinum leygardagin 25. okt.
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av møguligum villum
Týsdagin 21. okt. fyllir Ebba Adam, Klaksvík, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ÁR
Leygardagin 8. november kl. 15 giftast í Nebo á Toftum,
Oddvá Kristiansdóttir, Saltnes og Mortan Hansen,
Glyvrar. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18.30. Tey, ið vilja gleða brúðaparið við at koma, verða
biðin um at siga frá á tlf. 448319, 448096 ella 222402
áðrenn 25. okt.
BRÚDLEYP
Tann 8. okt. fekk Magnus Samuelsen, Tórshavn, prógv á
Aalborg Universiteti við samfelagsfrøði sum høvuðsfaki
og søgu sum síðufak.
PRÓGV
Virgar T. Dalsgaard
Í sambandi við, at eg fyri
trimum árum síðani skriv-
aði eitt lítið søgubrot um
bumbingina
av
okkara
aldargamla
lóggávutingi
18. september 1945, fekk
eg hópin av fyrispurningum
frá yngri fólki um, hvat
orsøkin kann vera til, at tey
ongantíð hava fingið slíkt at
vita fyrr – t.d. tá ið tey
sjálvi gingu í skúla. Og nú
havi eg aftur fingið nógvar
reaktiónur frá fólki, sum
bæði eru bilsin og skelkaði
um tað, sum eg skrivaði í
greinini
»Ambivalentir
moralistar« í bløðunum 1.
oktober í ár. Ein fastur
táttur, sum gongur aftur hjá
næstan øllum, sum ringja til
mín, er, at tey fregnast eftir,
hví hesir tilburðir ikki eru
komnir at standa í teimum
søgubókum, sum verða
brúktar í føroyskum skúlum
í dag.
Hetta eru sjálvandi relev-
antir og álvarsamir spur-
ningar, sum áttu at verið
beindir til føroyskar skúla-
myndugleikar. Hví letur
man framvegis menn sleppa
at
skriva
subjektivar
søgubøkur, sum leypa um
alt tað, sum er skammiligt
og pínligt fyri fullveldis-
rørsluna? Hví skal man
framleiða eitt glansbílæt av
hesi ódámligu rørslu?
Hví verður t.d. feudali
høvuðskamburin Jóannes
Patursson idylliseraður og
gjørdur til ein positivan
karikatur av veruleikanum
– tann maðurin, sum stóð á
odda fyri tí eina mest
ódemokratiska álopi, sum
nakrantíð er framt á okkara
løgting, tá ið hann biddaði
og bønaði danska kongin
Christian Tíggjunda og
statsministaran Thorvald
Stauning í 1937 um at upp-
loysa okkara lógliga valda
føroyska
ting og senda
tingmanningina heim, bara
tí meirilutin ikki var samdur
við honum? Hví verður ikki
sagt ungum fólki frá, at tað
vóru hesir báðir donsku
menn,
sum
tá
gjørdu
demokratiskan manngarð
um føroyskt fólkavald og
vardu føroyska tingmeiri-
lutan móti egoistiskum
harraboðum frá ráðaríka og
ódemokratiska kongsbónd-
anum?
Ræðast søgumenn tann
ódemoktatiska køstin? Hví
verður harðrendi og kyniski
politikkur fullveldismanna
romantiseraður og idylliser-
aður? Hví skal ódemokra-
tiski atburður teirra krógv-
ast fyri yngri ættarliðum?
Er eingin, sum torir at
skriva objektivar og ópol-
itiskar skúlabøkur, sum ikki
eru søguligur kosmetikkur?
Hvat kann gerast?
Ja, so leingi, sum vit ikki
hava hesar søgubøkur ella
annað objektivt skúlatilfar,
og so leingi sum fjølmiðl-
arnir eru eiðasørir til at taka
upp tann táttin, sum vísir
ódemokratisku
framferð
fullveldismanna, eru eingi
onnur ráð enn at tit, sum
ung og forvitin eru, sjálvi
fara at gera kanningar.
Fyri tað fyrsta er nógv til-
far at fáa úr bløðunum –
bæði Dimmalætting, Sosi-
alurin og Tingakrossur eru
rættiliga góð søgulig vitni
um hesa óhugnaligu tíðina.
Serliga er umráðandi at
festa seg við tíðina frá tí, at
Jóannes Patursson fer úr
sjálvstýrisflokkinum
og
yvir í fólkaflokin stutt fyri
kríggið og dygst fram til
løgtingsvalið heystið 1950.
Fyri tað næsta mugu tit
eggja og stimbra reiðiligum
føroyskum skúlamonnum
til at fara undir meira
objektiva søguliga upplýs-
ing, t.d. við at brúka søgu-
ligt blaðtilfar. Avbera ófatu-
ligt er fyri meg, at ikki øll
føroysk bløð langt síðani in
extenso
eru løgd út á
Alnótina (Internetið). Orka
blaðeigararnir ikki at fíggja
hetta tiltak, má landið gera
tað, so vanligt fólk fær fulla
atgongd til alt blaðtilfar frá
farnu øld!
Men tíanverri vóru nógv-
ar hendingar, sum aldri
komu í bløðini; bløðini
kunnu sjálvsagt heldur ikki
so væl tolka ta hatsku
atmosferuna,
sum
var
nógva staðni kring landið.
Á veljarafundum var við-
hvørt so ódámligt, at tað var
beinleiðis lynch-stemning-
ur! Ofta hoyrdust á almenn-
ari gøtu grovar hóttanir
móti sambandsfólki um
repressaliir og hevnd! Hetta
kom heldur ikki altíð í
bløðini. Lat meg nevnda
onnur viðurskifti, sum ikki
komu í bløðini:
Tað var rættiliga vanligt,
at menn vóru politiskt trýst-
ir við ómenniskjansligari
fíggjarligari kúging. Raskir
trolaramenn,
sum
ikki
duldu fyri, at teir vóru
javnaðarmenn, vóru frá
hond koyrdir í land eftir
boðum frá útgerðarmonn-
um úr loysingarflokkinum.
Dømi eru um, at menn, sum
ikki áttu sýru í vegg, fingu
næstan óavmarkað lán í
Sjóvinnubankanum, bert tí
teir vóru limir í loysing-
arflokkinum, meðan sam-
bandsmenn, hóast teir vóru
kredittverdir, fingu kortanei
til lánveiting! Teir seinnu
fingu tó góðar sømdir í
hinum bankanum, Føroya
banka! Slíkur yvirgangur
kom sjáldan á prent, tíverri!
Fyri at fáa nærri og
grundigari upplýsingar um
hesi viðurskifti mugu tit
fara at tosa við tey eldru
ættarliðini, sum enn eru á
lívi og eru fús at vitna; –
best er at tosa við tey, sum í
dag eru farin um 70 ella 75
ár – tit mugu geva tykkum
góða tíð, hava bandupptak-
ara við og so lata tey eldru
fortelja og minnast. Gera tit
hetta arbeiði, sum søgu-
menn langt líðani áttu at
gjørt, varðveita tit gott
keldutilfar av eygleiðingum
og vitnisføstum frágreið-
ingum, sum fullveldismenn
og núverandi fjølmiðlaliðið
ætla at feia langt inn undir
tað søguliga gólvteppið!
Helst skulu allir pínligir
upplýsingar um loysingar-
rørsluna fara undir flag.
Hetta er fjalda dagsskráin!
Tað hastar við at fáa tey
søguligu
krúnvitnini
at
úttala seg, áðrenn ov seint
er!
Illusiónin um kúging
Íslendingar
hava
eisini
leingi havt eina forfalskaða
søgu, og hjá teimum eins og
hjá okkum ráddi um at
byggja upp eina mytu um,
at teir vóru kúgaðir av
dønum, tí annars kundi ikki
framalast ein loysingarvilji
í fólkinum. Í dag eru fleiri
ungir íslendskir søgumenn,
sum tora at taka upp henda
táttin um danskaratíðina,
har teir júst hava ávíst, at
tað ongantíð var nøkur
donsk kúging í Íslandi –
tvørturímóti,
so
vardu
danskir embætirmenn oftast
íslendsku almúguna móti
yvirgangi frá teirra egnu
landsmonnum,
teimum
ráðandi stórættunum. Dømi
eru um, at íslendingar fingu
send
fólk
niður
til
tvangsarbeiði og revsingar á
Bremarhólmi í Danmark
langt aftaná, at danir vóru
givnir við slíkari revsing.
Tað var tí, at íslendingar
vildu sleppa sær undan hes-
um »besverligu« lands-
monnum. Sum ikki einaferð
mátti
Danmark
verja
íslendingar móti øðrum
íslendingum!
Tað er ikki væl dámt av
øllum í Íslandi, at henda
søguliga avdúking verður
gjørd! Men slíkt arbeiði má
gerast – tá ið íslendskir
søgumenn tora, máttu okk-
ara søgumenn eisini tort.
Vit høvdu ein, sum tordi –
John Davidsen – hann er
tíverri farin!
Støðan hevur nevniliga
verið næstan tann sama í
Føroyum. Tað skuldi skap-
ast ein myta og ein para-
noidur tvangstanki um, at
danir
ella
Gabelsmenn
høvdu kúgað okkum, sjálvt
um tað lættliga tvørsøgu-
liga kann ávísast, at føroy-
ingar høvdu tað betri bæði í
17. og 18. øld enn danskir
bøndur um somu tíð.
Bara í danska býnum
Køge, sum hevði minni
fólkatal enn Føroyar, vórðu
brendar 26 kvinnur á heksa-
báli. Ikki ein tann einasta
kvinna
varð
brend
í
Føroyum,
tí
skilagóðir
danskir embætismenn ikki
vildu rætta seg eftir nøkrum
slatri, túnatosi ella lynch-
stemningi.
Hjá okkum vardu danskir
embætismenn ofta føroyska
smámannin móti kongs-
bøndrum, eitt nú tí sjálv-
søkna Nólsoyar Pálli, sum
kúgaði vanligar føroyingar.
Í dag royna loysingarmenn
at gera Nólsoyar Páll til
eina hetju, hóast søgukøn
fólk væl vita, at hann bara
arbeiddi fyri seg sjálvan og
eitt lítið lið av stórbøndrum,
sum hann nevndi føroy-
ingar, meðan hann gjørdist
púra hysteriskur um tað, at
Løbner fekk skipað fyri, at
fátækir havnarmenn (vóru
teir ikki føroyingar?) fingu
jørð til traðir frá Kirkju-
bíggjargarðinum, so at teir
kundu velta og fáa sær
kúgv. Tað var sanniliga
frælsi fyri hesar smámenn
og teirra børn at fáa ein
mjólksopa. Hetta kallaði
superegoisturin Nólsoyar
Páll
kúging.
Hesin
óbeskedni maðurin, sum í tí
søgufalskandi Fuglakvæð-
inum ger seg sjálvan til
hetju, meðan Løbner og
aðrir danir verða gjørdir til
bølmenni – heilt
uttan
søguliga kjølfestu!
Tá ið eg gekk í skúla vóru
tíbetri nógvir føroyskir
lærarar, sum vóru sam-
vitskufullir, og sum vóru
nóg gamlir til sum krúnvitni
at minnast nógv av yvir-
ganginum, sum hevur verið
í føroyskum sonevndum
fullveldispolitikki.
Hesir
menn tordu og syrgdu fyri,
at vit fingu eina nuanceraða
vitan um roktíðina undan
krígnum, undir krígnum og
beint eftir kríggið. Og hesir
lærarar
vóru
ein
góð
kontravekt móti teimum
frelstu loysingarlærarum,
sum tíanverri eisini vóru tá
– teir loysingarprofetar,
sum royndu at intoktrinera
og manipulera okkum við
politiskum daddusøgum!
Ungdómur,
sum
fær
avbalanceraða holla vitan
um søgutilburðir, er væl
vaccineraður móti ábyrgd-
arleysum
fantastum
og
dagdroymarum. Tað er ein
óupplýstur og lítið vitandi
ungdómur ikki! Fremsti
forútsetningur fyri at sleppa
undan manipulatión og
politiskari indoktrinering er
holl
informatión
og
ócensureraði tíðindi. Tað er
tí av lívsneyðugum týdn-
ingi, at føroyskur skúlaung-
dómur í dag fær alt keldu-
tilfar á borðið! Kenna søgu-
menn og fróðskaparsetrið
ikki vitjunartíð sína, ella
eru teir ov ræddir, mugu
fólk sjálvi av sínum einting-
um fara og savna inn
neyðugt
keldutilfar
–
ongantíð ov skjótt!
Ódámliga føroyska søgufalskingin
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
39
38
Týsdagin
21.10. kl. 1830
Týsdagin
21.10. kl. 2030
Mikudagin
22.10. kl. 1830
Mikudagin
22.10. kl. 2030
Hósdagin
23.10. kl. 1830
Hósdagin
23.10. kl. 2030
Týsdagin
21.10. kl. 1915
Týsdagin
21.10. kl. 2230
Mikudagin
22.10. kl. 1915
Mikudagin
22.10. kl. 2230
Hósdagin
23.10. kl. 1915
Hósdagin
23.10. kl. 2230
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Týsdagin
21.10. kl. 2215
Mikudagin
22.10. kl. 2215
Hósdagin
23.10. kl. 2215
– Seinasta sýning
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
KOMANDI FILMAR
Frumsýning
Fríggjadagin 24.10. kl. 1900
Fríggjadagin 24.10. kl. 2115
Frumsýning
Fríggjadagin 24.10. kl. 2015
Fríggjadagin 24.10. kl. 2330