Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 199 - 21. oktober 2003 Nr. 199 - 21. oktober 2003 37 UMMÆLI Símun Johannesen Í sjónleikarhúsinum verður »Álvaleikur« eftir H.A. Djurhuus í løtuni framførd- ur. Tað hevur altíð verið mær ein stór gleði at verið til sjónleik. Tað gevur eina størri kenslu av undirhaldi, tá leikararnir eru av kjøti og blóði. Teir standa sjáldan meira enn fáar metrar frá tær, mótvegis leikarunum í tí sterila biosalinum. Í bio- salinum tosa leikararnir flest allir enskt ella annað útlendskt tungumál, og hava ikki møguleika fyri at gera nakran sjarmerandi smáfeil, sum kann bjargast við improvisatión, tí films- leikararnir eru komnir í fastan ævigan sjónvarps- form, sum ikki kann broyt- ast. Álvaleikur er eftir mín- um tykki ein væleydnaður leikur. Tað er sera hugnaligt at sita í forhøllini áðrenn dyrnar lata upp, so byrjar ein ungur maður knappliga at spæla á klaverið, sum stendur har. Eftir klaver- tónarnar í forhøllini bjóða Blíðir klavertónar tær innar í álvaholuna. Pallurin fyri fyrsta part tykist mær at vera serstakliga væl eydn- aður. Tað er ein sonn frægd at sita har í káma ljósinum áðrenn leikurin byrjar og stara at einum palli, ið minnir um eitt listaverk meðan klavertónar spæla. Tað er eitt sindur hugaligari enn at sita í myrkri og hyggja at einum tjaldi, sum vanliga hongur fyri pallin áðrenn leikur skal fara fram. Søgan í leikinum, sum inniheldur bæði gaman og álvara, nertur við nøkur av teimum endaleysu temaum upp gjøgnum tíðirnar. Kær- leikin millum Sigmund og Ingu er ikki nakað nýtt tema. Happingin/kúganin av Maluni er heldur ikki nakað nýtt. Leikurin hevur, sum heit- ið gevur ábending um, funnið íblástur úr gand- heiminum. Álvarnir ganda Sigmund og Sjúrð, sum villast í mjørkanum. Sjúrð- ur verður gandaður, so hann gerst forelskaður í Maluni, sum er ein 55 ára gomul genta. Sigmund fær gull og aðrar dýrgripir frá álvunum, sum síðan geva honum dirvi til at biðja um gentuna, hann er góður við. Aðrir, sum fella undir gandinum eru løgtings- menninir, sum missa málið og byrja at gala sum hanar, ístaðin fyri at práta. Í hesum leiki, har álvar- nir ganda menniskjuni fyri at undirhalda sær sjálvum, er møguleiki fyri at frøast um kærleikan millum Sig- mund og Ingu. Somuleiðis er møguleiki fyri at taka synd í Maluni, sum verður illa viðfarin av fólkinum í bygdini. Eisini er møgu- leiki at flenna at neyðar Sjúrði og løgtingsmonnum, sum eru gandaðir av álv- unum. Alt í alt er »Álva- leikur« ein væl eydnaður leikur, og vil eg mæla fólki til at hyggja at honum. Álvaleikur Hómi kámt pallin Ljósini tendrast Listarverkið vaknar fær lív og fer til gongu gandur lagar lív fyri kærleikanum ið fanst áðrenn eins og vónin gandur ger kærleika sum ikki eigur framtíð siti í hesum heimi og hyggi at teimum ið siga seg eiga sannleikan gala sum hanar »Nógv at síggja og nógv at vinna« í sjónleikarhúsinum í Havn Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða Sólgerð og Erika Hjartaliga tillukku við 14 og 5 ára døg- unum tann 19. og 21. okt. Alt gott í fram- tíðini. Mamma og babba Góði Johnabbon Tillukku við 70 ára degnum 14. okt. Stuttligt at vera heima at vita ommuna og tje. Vónandi síggjast vit á jólum. Niklas, Markus og Natasja Góða stórasystir Hjartaliga tillukku á 14 ára føðingardegnum 19. okt. Ynskir Poul Góða lítlasystir Hjartaliga tillukku við 5 ára føðingardegnum tann 21. okt. Ynskir Poul Skjótt rennur tíðin. Í dag 21. okt. fyllir hendan fitta gentan á myndini fimmti ár. Góða lítlasystir, hjartaliga tillukku. Ynskja vit øll Góði elskaði Hákun Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum tann 20. okt. Ynskja omma og abbi Hjartaliga takka vit øll- um tykkum, sum á ym- iskan hátt gjørdu hjúna- bandsdag okkara tann 6. sept. ógloym- andi. Sigga og Thorvald Góði Hákun Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Muss og klemm Mostir Góða dóttir og stórasystir Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 7 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini. Nú mást tú vera so røsk í skúlanum. Heilsan mamma, babba og Allan Góða fitta Linda Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 7 ára degnum 4. okt. Jesus pápi signi framtíð tína. Heilsan omma, abbi og mostir Góði fitti Hákun Hjartaliga tillukku á 3 ára degnum. Ynskja langomma og langabbi Her eru tit deiligir. Góði Heðin. Hjartaliga til lukku við 1 ára degnum. Mamma, babba og stóribeiggi, Martin, elska teg ordiliga nógv C M Y K 37 36 Teldur HYGG HER! Nøkur spøl til Playstation til sølu. Tlf. 322567 KANN NAKAR selja mær »Resident Evil 3« til Playstation ella »Hitman 2« til Playstation II. Kanska eisini eitt Memory Card til Playstation II. Tlf. 212605 NINTENDO 64 YNSKIST TIL KEYPS og 2 joystick, Zelda-spæl og Super Mario Smash Brothers. Vit tosa um prísin. Daniel, 317364 TIL SØLU Pirates of Caribbean, American Conquest, Wolfenstein, Praetorians, Cossacks, Medieval/Shogun total war, Delta Force, Age of Empires, Commandos 2, + 10 spøl, nýggjur brennari 48x24x48. Alt fyri bert 1000 kr. Tlf. 515242 PLAYSTATIONSPØL TIL SØLU Ratt og spøl til Playstation bíliga til sølu. Tlf. 317364, Daniel HYGG HER! Góð telda við ymiskum tilhoyri til sølu fyri 5.500,- Ring og fá meir at vita á tlf. 322567 TELDA TIL SØLU 1.4 Ghz AMD Ge-Force ti4200, 128 Mb ram, grafikkort, 256 mb DDR- Ram, Canon printari og scannari og 2 17" skermar og spøl. Til sølu fyri 7.800 kr. Ring á tlf. 216226 XBOX SPØL Fifa Football 2003, 400 kr. NBA kurvabóltur 2003, 400 kr. Nýprísur pr. stk. uml. 600 kr. Tlf. 448106 - 508096 Tónleikur TRUMMUSETT TIL SØLU av merkinum Tama swingstar, 5 trummur. Paiste soundformule hi- hat, crash, splash og ride. Tama trummustólur, liturin er svartur, sum nýtt. Tlf. 262522 ELEKTR. KEYBOARD Yamaha PSR-GX76. Prísin tosa vit um. Tlf. 313975 KEYBOARD Casio CTK-541 lítið brúkt til sølu. Tlf. 317593 DJ PACKAGE TIL SØLU 2X turntables, 1 scratch mixari +oyrafonir, nálir og káplar. Bert 1000 kr. Ring ella sms´a til 507102, Pætur - switch KEYBOARD Gamalt Yamaha Keyboard PSR50 við innbygdum hátalarum, rytmuboks, midistik o.a. selist fyri 600 kr. Ring 517376 ella 317376 TAMA SWINGSTAR trummusett til sølu, 5 trummur. Paiste soundformula hi-hat, crash, splash, ride. Litur svart, sum nýtt, Tama trummustólur. Tlf. 443131-262522 Út- & Sjónvarp TIL SØLU Eitt sera gott Philips 720 radio frá 1973, er sum nýtt. Ring Tlf. 519613 Ymiskt NMT 450 Ein lítið brúkt NMT 450 telefon Nokia 550 við løðara til sølu fyri 1500,- Tlf. 353000 DIGITALT MYNDATÓL 5.2 MP Eitt 4 mðr. digitalt Olympus E20p myndatól við speglreflex, 5,2 megapixel. Við í keypinum eru 2 sett av battaríum + ladari, fjarstýring, 2 linsur 28 mm-200 mm zoom, 64 MB kort og taska. Nýprísur: 20.000 til sølu fyri 12.000,- Tlf. 210202 FILMAR TIL SØLU 160 kr. stk. Um tú vilt vita meir, so ring tlf. 507603 PFAFF SEYMIMASKINA til sølu. Áhugað kunnu ringja á tlf. 224026/322248 NÝGGJ MAHOGNY ÚTHURÐ við bogaðum rúti til sølu vegna feilkeyp fyri 6.500 kr. Tlf. 316249 RÓGVIMASKINA til sølu fyri 300,- fungerar. Tlf. 210560 TIL SØLU 1 sett av rulluskoytum nr. 37. Tlf. 257941 TIL SØLU 1 frystidiskur við glasloki við kurvum til ísar, 1 frystidiskur, bogað glaslok við kurvum, 2 bommstativ, 1 pylsukókari. Tlf. 257941 FARTELEFON TIL SØLU Ein Sony Ericsson T610 v/ litskermi (65000 litir) og digitalt myndatól. Hevur bluetooth 32 polyfoniskar ringitónar, modem, og m.a. Battaríið heldur í eina viku. 1 1/2 mðr. gomul, selist bíliga. Tlf. 224311 GRUNDSTYKKI Í SØRVÁGI 1370 fermetra grundstykki við sera góðum útsýni í Húsadali í Sørvági til sølu. Stykkið kann deilast í tvær byggigrundir. Tlf. 332614/225090 NOKIA 3650 TIL SØLU fyri 2.700 kr. Nýprísur 3.995 kr. Hevur digitalt kamera, Real One Player o.m.a. Tlf. 250537 best eftir kl. 18 YNSKIST Spoli til teir gomlu bandavspælararnar ynskist og ein hátalari við teim gomlu stikkunum. Tlf. 213199 NOKIA 8310 TIL SØLU fyri 2.000 kr. Nýprísur 4.360 kr. Hevur útvarp o.a. Cover og ein taska fylgir við. Tlf. 224023 best eftir kl. 17 PENSIONISTAFELAGIÐ HØFT á Tvøroyri hevur køkutombola fríggjadagin 24. oktober í Keypssamtøkuni. Limafundur verður aftur 5. nov. í Øravík. Nevndin BYRSA TIL SØLU Russisk Dublett yvir/undir við tveimum avtrekkjarum, uml. 2 ár, einans nýtt fáar ferðir, til sølu fyri 3.500 kr. Tlf. 263662 ÓBRÚKT ÚTHURÐ Swedoor við rúti, høgra út, til sølu. Tlf. 252677 NÝTT ALUMINIUM TAK 0,7 mm til sølu. 5 stk. á 5,47 m. og 20 stk. á 1,17 m. uml. 70 kvadratmetrar. Tlf. 211909 MODELSKIP TIL SØLU Eitt modelskip AWI 33 onki brúktur, til sølu .Tlf. 223267/257709 MÁLNINGUR TIL SØLU Um hóskandi boð fæst, selist málningur av H. J. Glerfoss, stødd 100 x 80 cm. Tlf. 514167 KÚLUPENNAR 50 ymiskir reklamu kúlupennar, flestir úr Danmark og uttan fyri Føroyar, til sølu fyri 200 kr. + frakt. Tlf. 004586428627 - 004526747474 HARMONIKUHURÐ ynskist til keyps. Stødd uml. 1,95x0,8 m. Tlf. 310751 - 257940