mikudagur 29. januar 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Ályrgdarhlaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi:
| Jan Miller | Randi Jacobsen
| Fyritaksstjóri: | Blaðfólk:
| Krisjan Dahl | Aki Bertholdsen,
Lýsingar og sola: | Eirikur Lindenskov,
Marjun Dalsgaard Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Magnus Dam
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
Alment innlit
og Nólsoyar Páll
Oddagrein
HARMASGGAN um Nólsoyar Páll er syrgi-
lig, samstundis sum hon avdúkar nøkur
gagnlig samfelagsvidurskifti.
TAD er harmiligt, at ein almennur stovnur
og landsstyrid keypa eitt skip uttan at vita,
hvørjum standi skipiå var i.
AFTURÍMÓTI mugu vit ásanna, at tað er
gagnligt fyri fjølmiðlar og tí eisini almenn-
ingin, at tað er lættari at fáa upplýsingar um
almenn mál í dag enn bara fyri trimum árum
síðani, tá vit fingu lógina um alment innlit
og fyrisitingarlógina.
NÚ ber til, vísandi til hesa lóg, at biðja um
skjalainnlit í ávísum málum, og landsins
myndugleikar og tíðindafólk eru nú komin
væl áleiðis at brúka henda møguleika.
FÁIR upplýsingar um foroysku bankageluna
høvdu sæð dagsins ljós uttan hesa lóg, og
vit hevdu heldur ikki fingið bankamálið kann-
að uttan hesar avdúkingar.
TAÐ sama kann sigast um málið um Nóls-
oyar Páll. Fleiri upplýsingar eru fingnir til
vega við at biðja um skjalainnlit, og nakrir
upplýsingar afturat erukomnir í ljósmála í
skjølum, sum fylgja við svarinum hjá lands-
stýrismanninum John Petersen til logtings-
mannin Birna á Heygum, sum setti lands-
stýrismanninum átta spurningar.
SKJØLINI visa, at ikki bara stjórin á Vaktar-
og Bjargingartænastuni fór út um sínar heim-
ildir, men at skiparin helst eisini hevur gjørt
nakað, sum hann íkki átti at havt gjørt við
tað at hann metti, at alt var í lagi og legði frá
landi við skipinum.
SKIPASÝNIÐ kravdi ábetur á viðurskifti, sum
ikki vóru fingin í rættlag. Skipasýnið gav tí
ikki siglingarloyvi. Áður er sagt, at stjórin á
Vaktar- og Bjargingartænastuni gav sigling-
arloyvi í samráð við landsstýrið, men í upp-
riti, sum fylgir við svarinum, sæst, at lands-
stýrisfyrisitingin heldur seg ikki hava heimild
at skriva um siglingarloyvi, og einki sæst til,
at loyvið er undirskrivað í samráð við lands-
stýrið
Nú verðurbíðað eftir eini óheftari kanning
um sjálvt skipið, og hvussu nógv tað fer at
kosta, um skipið skal gerast siglingarklárt,
og somuleiðis verður bíðað eftir, hvat løg-
froðiliga hendir við teimum stigum, sum
stjórin og skiparin tóku, tá skipið varð siglt
heim
GOTT vit fingu lógina um alment innlit. Bara
spell, at tað gingu 15 ár frá tí at Foroya
Blaðmannafelag fyrstu ferð reisti málið um
at fáa eina siika lóg á fundi við skrivstovu-
stjóran í Tinganesi, og at eini 10-12 ár gingu
frå ti at sama felag legði eitt fullfiggjað upp-
skot til lóg um alment innlit fyri landsstýrið,
uttan at landsstýrið gjørdi nakað við málið.
HEVÐI henda lógin verið komin fyrr, hevði
kanska okkurt sæð ødrvisi út í Føroyum í
dag. Sostalurin
Útgevari, uppseting og prent:
Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
jalur é olivant fo
Ålitiskreppa i føroyska samfelagnum
einki ålit millum Danmkar og Føroyar
Tann politiska stødan i okk-
ara samfelag kann sammet-
ast við eitt strid, har øll berj-
ast móti llum
Størsti trupulleikin er íkki
fyri ella ímóti Fiskavirking
ella Framtaksgrunninum
Nei, stærsti trupulleikin er,
at eingin hevur álit á hver)-
um ødrum. Og tað er kanska
av góðum orsøkum
Danir hava ikki álit á før-
oyingum. Ikki álit á, at vit
vilja ella kunna greiða okk-
ara samfelagsvidskiftir á
skjótast og á besta hátt. Tí
blanda teir seg upp í loysn-
irnar og vilja ávirka gongd-
ina í búskaparkreppuni her
Teir eru okkara høvuds-
kreditorur
Amboðini hjá dønum í
Føroyum sýnast at vera
Figgingargrunnurin, Føroya
Banki, Framtaksgrunnurin
og kanska onkur annar
Flestu føroyingar halda,
at okkara ráðandi fólk i
1993 lótu seg lumpa av døn-
um tå yvirtøkan av Føroya-
bankapartabrøvunum fóru
fram. Danir kroystu føroy-
ingar til ta loysnina, og okk-
ara fremstu politikarar - tó
at summir av teimum áttu
at vita betri - vóru nakað
bláoygdir, umframt at vera
í einari fíggjarliga og polit-
iskt sera tilspíssaðari støðu
fyri Føroyar
Ídag spyrja vit, var tað tað
besta fyri Føroyar, sum tá
hendi? Ella var tað tað
besta fyri onkran annan?
Ein bankakanning er í
gongd, sum eingin veit, hvat
hon gevur, men áliuð mill
um Danmark og Føroyar -
millum føroyingar og danir
hevur ligið eitt álvarsamt
knekk. sum tað verður sera
torført at bóta aftur upp á
stutta tíð
Hartil vita v't, at Figging
argrunnurin sveik sítt lyfti
sum formaðurin gav okkara
politikarum, í samband við
Føroya Fiskavirking, tå
hettar kom i 1993
Føroya Fiskavirking bleiv
als ikki tað lokomotivið, tað
skuldi blíva. Tvørturim6ti,
og tað er farið fallit. Hin-
vegin kann tað vera, at okk-
urt av tí sokallaðu framtaks-
loysnini er nýtiligt, men hví
skulu vit trúgva teimum
hesaferð? Fara teir ikki sum
frálíður at koma við undan-
førslum og gera beint ímóti
ti, sum teir lova í dag? Figg-
ingargrunnurin og Fram-
taksgrunnurin eru fíggjaðir
og stýridir úr Danmark fyrst
og fremst
Er tann sokallada fram-
taksloysnin tann besta fyri
okkum førovingar og Før-
oyar? Ella er hon tann
besta fyri onkran annan?
Sjóvinnubankin og Føroya
Banki vóru bjargaðir við
millum 2 og 3 milliardum
donskum krónum, sum vit
féroyingar hava blett og
fara at blaða fyri at gjalda
aftur við rentu og renturs
rentu. Í hvussu er fyriliggur
einki annað í løtuni. Eg
vænti mær lítið burtur úr
sokallaðu bankakanningini,
men vónandi kemur okkurt
burturúr til okkara fyrimun-
ar
Urslitid av bankabjarg-
ingunum er monopolbank-
in, Føroya Banki. Bara
navnið vekir mótvilja hjá
nógvum føroyingum. Figg-
ingargrunnurin setti dansk-
an stjóra og danskan kredit
chef at stýra bankanum um-
framt nevndina, sum er
hålvdonsk. Hettar vóru utt
an iva fakliga dugnalig fólk
men tey skiltu hvørkt okk
ara mál. okkara mentalitet
ella okkara hugsunarhát
Hettar kostaði bankanum
óneyðuga - nógvar kundar
síðan 1993. Nógvir før0y-
ingar vilja ikki samskifta
við bankan ella seta sín fót
har aftur. Tað er spell. Fyri
eina forrætning, sum hvert
hálva ár síðan 1993 hevur
mist kundar - mist innskot
og útlán - er tað ikki heppið
Har er okurt galið, og tað
nyttar einki at geva kund
unum skyldina?
Hartil kemur, at vit før
oyingar, sum hava bjargað
hesi fyritøku vid nógvum
peningi, vit halda, at bankin
higartil hevur gjørt ov lítið
fyri at fáa gongd aftur á
samfelagið - er ov trekur at
vilja fíggja, er ov trekur at
vilja taka nakra risiko. Uttan
risiko frá fleiri síðum, kem-
ur einki vinnuliv ígongd aft-
ur.
Og vit ivast við hvert, um
bankin tekur tær bestu
loysnirnar fyri okkum
feroyingar og Føroyar?
Ella fyri onkran annan?
Ein oljuvinna er við at hóm-
ast fyri framman í Føroyum
Leingi bardust vit føroying
ar fyri rættinum til undir-
grundina, men danir søgdu
kortanei. Men bráddliga so
forerdu teir okkum rættin til
undirgrundina uttan sverð
slag. Idag vit vit hví
Tað var íkki tí, at tað var
besta loysnin fyri Feroy-
ar? Nei, tað var tí tað
kundi blíva besta loysnin
fyri onkran annan?
Og hver hevur buktina og
báðar endarnar í oljumálin
um í dag í Føroyum? Er tað
føroyingar?
Tað var danska figgjareft
irlitid, sum tók búskaparliga
teppið undan Føroyum í
1992. Síðan hava danir hild
ið okkum føroyingum í ein
um jarnringi. Er tað fyri
okkara besta? Vónandi! Alt
annað harmar meg, men eg
må vidganga, eg 1vis:
Sum endabresturin er nú
stór álitiskreppa millum
Føroya Løgting - okkara
gamla lógevandi ting, og
Føroya løgmann. Ti løg
tingið ivast i, um løgmaður
- saman við danska forsæt
ísmálaráðharranum - hevur
tikið ta réttu loysnina - sum
er best fyri Føroyar ella
onnur? Løgmaður - sum er
valdur av løgtinginum, styr
ir beint móti Løgtingsins
v ilja >
Tað er javnan at hoyra
fyri opnari mikrofon ella
opnum skermi, at løgmaður
og hesin ella hasin lands-
stýrismaðurin ákæra hvønn
annan fyri misbrot av
ymiskum slagi, og hótta
hvønn annan við uppsøgn
Eingin hevur ålit å nøkr
um i Føroyum idag. Øll
misteinkja hvønn annan fyri
bæði líkt og ólíkt. Teir styr-
andi ganga undan, og onnur
fylgja aftaná
Vit vanligu føroyingar ot
ast um støduna og yvir
gongdina í samfelagnum
Tað má broyting koma í
her má takast annað skinn
um bak. Tað má ruddast
upp. Ongantíð ov skjótt
Birgir Mohr
Føstulåvint á Tvøroyri
A Tveryri verður altíð nóv
gjørt burtur úr føstulåvint
Fólk plaga at ganga hús
úr húsi og sláa tunnu, og um
kveldið børnini
grylu
Stóra føstulåvintstiltak10
hesu ferð verður í høllini í
Trongisvågi, har Jens Lis
berg og vinmenn fara at
spæla ul grýludans. Vakr
asta grýlan fær ein góðan
vinning
Tunnan verður fylt við
nógvum góðum góðgæti
Eisini verður tunnuslámg
á skránni, og kattakongurin
fær eisini ein góðan vinn
ing
ganga
Bólkurin Jens Lisberg og
vinmenn er samansettur av
fyrrverandi frontmonnun
um í Sputnik. Marner Lis-
berg, Jens Johannesen og
Jens Lisberg. Sputnik var
teimum kendastu
tónleikabólkunum í 80
arunum
em av
og teir hava spælt
nógvar landaplágur
Væntandi verður væl av
fólki í høllin: í Trongisvági
leygarkvøldid 8. februar
Aldursmarkið verður 18 år