Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-01-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| á | | Ellibitin hjá Nr. 19 — 29. JANUAR 1997 tíðindablaðið Leivur Hansen borgarstjóra í Tórshavn Byráðsformaðurin nevnir im yvirskrift í Dimmalætt ing 25. jan. 1997, at målid i trætuni Tórshavnar komm unala Starvs- og tænastu mannafelag, og býráðið er vavt uppí ein ellubita Møguliga hevur hann rætt í hesum, men er tað so, er ellubitin skaptur av býráðn um, og so avgjørt ikki av TK.S.T. Vidari sigur Leivur at TK.S.T. vórðu ov seinir á sjóvarfallinum Hatta er ikki okkara á skoðan Vanlig mannagongd er at limirnir, ella álitisfólk teirra útfrá felagnum gera vart við, um viðurskifti teirra á arbeiðsplássinum ikki eru í lagi, og soleiðis var eisini á he sum sinn TKST gjørdi beinanveg í skrivi til býráðið vart við it lønarlag+0 hjá hesum lími ikki var í lagi um at fáa hesi viðurskifti rættaði sum skjótast Tað er nevniliga soleiðis, at sáttmálin millum partarn ar er galdandi, og skal hald ast, bæði tá tað rekur suður ella norður, bæði í viðráki og mótráki - tað vil siga í okkara før: líka til 1. juni 1997 Tað sum harmar okkum mest í hesum máli er, at bý ráðið heilt og aldeilis er far ið av kósini, tað er púra bur turvið, og sakini óviðkom andi, hverjar persónar málið og bíðið var Lesarabræv snýr seg um ella hvussu teir etta Vit ivast or limurin er dugnaligur, sum byrådsformadurin í samrød UM CISIM sigur, men sam stundis verður hesin limur okkara hóttur við at missa arbeiðið Um býráðið heldur, at TKST fer at góðtaka, at lim ir ið reisa mál fyri felagnum missa starvið, mistekur tað seg stórliga Ætlar Leivur við hesum at seta limirnar upp móti hverjum ðrum, ella vil hann biðja borgaran í Tórs havn siga sína hugsar. Nei Leivur: Kjarnin er sáttmálin Limur gå løtu í. at okkara avloysir limi í hægri starvi, sum er flokkað í 12. lønarflokki, og skal sjálvandi lønast sam svarandi hesum Vinarligast f. T.K.S.T Andreas Poulsen formadur Útróðrarfiskur gevur betri pris Víst verður til, at Sjónvarp Føroya fleiri ferðir seinasta mánaðin hevur ført fram, at góðskan á útróðrarfiski er so vánalig, at hesin fiskur verður seldur sum sekunda fiskur Vil tí fegin føra fram niðanfyri standandi: Áðrenn fiskbrin hjá okk- um varð seldur yvir eina uppboðsselu, var vanligt, at fiskur, sum kom til virkið í Klaksvík eftir kl. 17.00 um dagin, varð settur í kórum uttan fyri virkið, fiskurin varð ikki ísaður, og heldur ikki vórðu tiltøk gjørd, so fuglur og annað ikki slapp fram at fiskinum. Hesir kassar stóðu so har í upp til 14-15 tímar, áðrenn teir vórðu vigaðir og koyrdir inn á virkið Prísurin, sum virkið læt fyri henda fiskin, var tann sami, sum vit fingu fyri tann fiskin, vit avreiddu bein- leiðis úr båtinum, og sum bert var fáar tímar gamal. Um fiskurin var koyrdur beint frá rulluni í ísvatn, so var prísurin eisini tann sami Um fiskurin var vaskaður ella óvaskaður, so var prís- urin eisini tann sami. Um fiskurin var blóðgað- ur og kruvdur beint frå rulluni, ella um fiskurin ikki var kruvdur fyrr enn siglt varð inn, so var prísurin ersint tann sami Hetta var sum nevnt, áðrenn uppbodssølan kom, og virkið sjálvt kundi áseta prísin Nú verður allur fiskur seldur á uppbodssølu, og vísir tað seg, at prísurin hjá okkum er betri í mun til annan fisk. Men enn fæst ikki betri prísur, um fiskur- in hevur ligið í ísvatni, er blóðgaður og kruvdur bein- anvegin, ella er væl vaskað- ur Flestu bátar sortera fiskin eftir stødd, men hevur hetta heldur ikki givið betri pris; kann vera, at hann kvinkast uppeitir, um farið verður at sortera eftir vekt, men hetta verður ómeguligt at gera umborð Annars kunnu vit vísa til, at vit hava sent nakað av fiski á útlendskan marknað, har hava vit fingið væl betri rís, og hava fingið at vita, at fiskurin er prima vera. Tá hevur hann mangan verið seldur 7-10 dagar gamal Spell verður, um hetta verður vegurin, vit noyðast at ganga, fyri at fáa tann prísin, sum fiskurin er verd- ur Norðdepil 25. jan. 1997 Essa Petersen Útróðrarfiskur / Útróðrarmenn Eftir áhaldandi skuldseting ar ímóti útróðrarmonnum í Sjónvarpi Føroya frå åvis- um fiskakeyparum ta sein- astu tíðina, blivu skuldset ingarnar ov grovar og kunnu ikki fara ósvaraðar aftur við borðinum Handan mannin frá Kósa virkinum kenni eg ikki, men tað fara ivaleyst nordoying- ar at svara fyri. Men tå myndin av fiskakeypara av Strondum kemur á skíggj- an ferð eftir ferð, hvar hann verður endurgivin um út róðrarfisk, vil eg biðja Kára Hansen ansa sær, tí hansara máti at hagreiða fisk uppá frá útróðrarbátum líkist púrt ongum Ogur vóru nakrir út- róðrarbátar, sum avreiddu til Kára Hansen seinasta vár í mars norðuri á Eiði. Har bleiv fiskurin hivadur av bili í netum uppá 700 pund stykkið og síðan styrtaður í 2000 pund kassar. Síðan koyrdur = til Strendur Hvussu tann góðskan hevur verið tá, kann ein bert hugsa sær. Tað var so eitt. Ta næstu skarnsgerðina, tú gjørdi ímóti okkum var at lækka prisin 50 oyru pr/kg, tá ið vit skuldu til at landa, og onki annað val høvdu uttan at landa tær fiskin. Síðan trekti tå kassaleigu - koyring og is, sum tú ikki hevði rætt til, tí tú keypti fiskin á kaikantinum frá okkum. Er tað íkki bein- leiðis stuldur frá okkum! Eg haldi, at viðferðin, eftir at fiskurin er komin upp á land, er uttan iva so - sum so Sen herferðin frå letrt og Co. grundar nokk í, at íslendingar eru komnir á føroyska marknaðin og vilja gjalda rímuligan prís fyri fiskin, so nú kunnu tit ikki útnytta okkum sum tykkum lystir, tí tit verða ikki nøgdir, fyrr enn tit fáa hann innpakkaðan og fyri onki Eg vil heita á teg um at ringja til onkran fiskakeyp- ara her suðuri um avtaluna ímillum teir og útróðrar- menninar í desember 1996 So um tú óttast at íslend- ingar fara avstað við øllum útróðrarfiskinum, tí tað fer neyvan nakar suðuroyingur at landa til tín við tað góða. Tá ið lógin um hagreið- ing av fiski kom í gildi í fjør vår, broyttu ogur dekk og keyptu isoleradar kass- ar fyri nógvar túsund krón ur, og hvat er vunnið fyri okkum! Botnprísur frá tykkum. Men tíbetur koma aðrir til, so vónandi er tað til tað betra. Um ikki, so er bert eittans at gera hjá út- róðrarmonnum, og tað er at sláa seg saman og senda all- an fiskin av landinum, og tað hevur verið umhugsað av leiðsluni í Meginfelag Útróðrarmanna. P.S. Kári, myndir eru nokk til taks á Heilsufrødiligu Starvsstovuni av móttøku av fiski hjá tær norðuri á Eiði mars 96. Vinarliga, Martin J. Strøm 15 Årsadalfundur Ársaðalfundur Havnar Arbeidskvinnu- felags verður 15. februar, kl. 14.00 Skrå sambært lógunum Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum NEVNDIN Foroya Musikkskúli sekir til komandi skúlaár eftir lærarum til hesi ljóðfori: FIOL (helst ein bratschspælara) - FLOYTU — KLARINETT/SAXOFON — MESSING Undirvíst verður bæði á byrjunar- og á framkomnum stødi. Fióllærarin skal helst eisini hava serkunnleika til småbarna- undirvísing. Royndir í ella førleiki til bólk- undirvísing er í ollum forum ein fyrimun- ur, og í onkrum forum er ynskiligt við orkestur/kórleiðarum. Setanarfortreytir: Konservatorii- ella onn- ur tilsvarandi útbúgving. Undirvísingartíð: 20 klokkutímar um vik- una. Mánaðarlon: 16.779 — 19.052 kr. alt eftir starvsaldri. Møguleikar til egið spæl: Musikklærarar- nir mynda mestapartin av Føroya Sym- foniorkestri, sum tó onki hevur við sjålvt lærarastarvið at gera. Hinvegin gevur musikkskulin møguleika til ávíst lærara- samanspæl við skulakonsertum fyri eygað. Samsyningin fyri hetta arbeiði er longd summarfrítíð. Lærarar, sum koma uttanlands, fáa ferðaseðil endurgoldnan og upp til 4.000 kr. til farmagjald. Sama verður latið til ferðina avstað aftur eftir minst 2 ára virk- semi í musikkskúlanum. Skattur verður roknaður av hesum upphæddum. Umsóknarfreist: 7. mars 1997. FØROYA MUSIKKSKÚLI Falkavegur 6 - FR-100 Tórshavn Tlf. 16462 (skrivstovan) ella Tlf. 11819 (musikkskúlaleiðarin Ólavur Hátún heima) Fax 18555 Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvort hóskvold frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 å morgni.