Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 200 - 22. oktober 2003 Nr. 200 - 22. oktober 2003 3 Uppgerð í Páll Finnur Páll Oddamenninir í Páll Finnur Páll og tveir tilkomnir trubadurar hittast í øðrum um- fari av singer/song- writer 2003 kapp- ingini, sum verður hildin í Hafnia Lounge TÓNLEIKAKAPPING Tíðindaskriv Leygarkvøldið klokkan 21 byrjar annað umfar av sing- er/songwriter 2003 kapp- ingini hjá Hotel Hafnia. Kappingin varð sera væl móttikin fyri tveimum vik- um síðani. Fýra luttakarar bjóða seg fram hesuferð. Andaligur skopun- ingur 47 ára gamli Pól Hentze fer at spæla andaligan fólka- tónleik leygarkvøldi. Tón- listarligu røturnar hjá hon- um finna vit í samkomuni Betania í Skopun, haðani Pól er ættaður. Í løtuni er hansara borgarliga starv lærari í Hoyvíkar skúla, men tónleikurin hevur altíð hingið við, og hann spælir kanska meira nú enn nakr- antíð. Pól heldur, at fólk, sum spæla andaligan tón- leik, eiga at stíða fram til tí- lík høvi. – Tey trúgvandi eiga onga orsøk at isolera seg. Tú nýtist ikki at umskylda, at tú er til, sigur Pól. Bólkinum Hermann og Gigga spældi Pól við í sjeytiárunum, men annars hevur hann ikki verið við til nakra útgávu. Hann flutti til Havnar fyri sjey árum síðani, og familjulívið er stóra inspiratiónin til sang- irnar hjá honum. Leygarkvøldið fer Pól at spæla trý løg hjá sær sjálv- um, og tað er øll rættiliga nýggj. Onkur sangur er ikki heilt liðugur enn, men tað verður klárt leygarkvøldið, lovar Pól. Forelskaður sjón- leikari Finnur Jensen er 21 ára gamal og havnarmaður. Tónleikaliga uppvøksturin eigur hann í Tórshavnar musikskúla. Har spældi hann serliga saksofon, men er seinni vorðin meira kendur sum popptónleikari. Í bólkinum Páll Finnur Páll er Finnur oddamaður sam- an við Páll Oddur Rubek- sen, ið eisini er við í hesum undanumfarinum av sing- er/songwriter 2003. Ì løtuni liggja Páll Finnur Páll ovast á 15 teimum bestu við sanginum hjá Finni, "For- elskaður Sjónleikari". – Eg eri kanska ein for- elskaður sjónleikari sum sangari og yrkjari. Míni sangir hava altíð eina søgu. Men tað týdningarmesta er at sleppa at geva út og spæla fyri fólkið, tí annars hópast alt ov nógv upp inn- anborða, sigur Finnur Jen- sen. Hann fer at spæla tríggjar føroyskar sangir leygar- kvøldið. Blandaðar persónlig- heit Hin oddamaðurin í Páll Finnur Páll er ein av tveim- um Pállum í bólkinum. Við eftirnavninum Rubeksen hevur Páll Oddur skrivað helmingin av sangunum og løgunum hjá bólkinum. 21 ára gamli Páll Oddur byrjaði at spæla gittar sum fjúrtan ára gamal og hevur ikki verið til at steðga síðani. – Eg geri bæði sangir til Páll Finnur Páll og til mín sjálvan, men ongar ætlanir eru um at fara solo. Havi bara nógvan tónleik, sum eg fegin vil sleppa at spæla, og so er hetta høvi jú frálíkt, sigur Páll Oddur. Sjálvur rópar Páll Oddur sangirnir, hann fer at spæla leygarkvøldið, fyri melidi- øsar og friðarligar. Og evn- ið er persónligheitir - ymsar persónligheitir hjá ymsum fólkum. Fjøllbroyttur lista- maður Elsti luttakarin í singer/- songwriter í ár er Tønnes Mikkelsen. Hann er fjøl- broyttur listamaður á Langasandi, sum bæð fæst at yrkja, gera løg og træ- skurðir. Árini eru vorðin 56 ár, og Tønnes hevur ikki hug at siga stórt meira um seg sjálvan. Hann sigur kortini, at hann kann bólkast sum vísusangari - ein stovuyrkj- ari. Tey, sum vilja vita meira um Tønnes, mugu hyggja framvið Hafnia Lounge leygarkvøldið fyri at hoyra hann og hinar lut- takararnar. Páll Finnur Páll liggja ovast á 15 teimum bestu í hesum døgum. Leygarkvøldið skulu tveir av tónleikarunum í bólkinum kappast ímóti hvørjum øðrum Mánakvøldið 20. oktober var móttøka á føroysku/donsku sendistovuni í Lond- on í samband við ensku útgávuna av bókini hjá Gunnari Hoydal, »Undir suð- urstjørnum«. Bókin hevur fingið heitið »Under Southern Stars«, og er tað enska forlagið Mare‚s West, ið sendir bókina á enska marknaðin. BØKUR Tíðindaskriv Móttøkan byrjaði við, at danski sendiharrin, Tom R. Jensen, beyð vælkomin. Hann ynskti Gunnari Hoy- dal tillukku við útgávuni og greiddi frá skránni hetta kvøldið. Hann gav síðani orðið til Fay Weldon, ið var boðin at siga nøkur orð um Gunnar Hoydal og um bókina. Gunnar Hoydal og Fay Weldon Fay Weldon greiddi frá, at hon og maðurin á ferð í Føroyum í summar høvdu hitt Gunnar Hoydal, og at tað var her, hon fyrstu ferð kom í samband við rithøv- undan. Enski rithøvundurin segði, at bókin er so ómeta- liga væl skrivað, at um møguleikin hevði verið til staðar, og rættvísi var til, hevði hon kunnað vunnið the Booker Prize, ið er ein tann størsta viðurkenning- in, ein høvundur kann fáa. Fay Weldon endaði við at siga: – This book is as good as they get. Føroyskt og enskt Gestirnir fingu høvi at hoyra brot úr skaldsøguni - bæði á føroyskum og ensk- um. Annika Hoydal las fyrst eitt brot á føroyskum, og síðani helt Jill Burrows fram á enskum. Jill Bur- rows arbeiðir á enska for- lagnum og hevur verið við til at umseta bókina til enskt. Tónleikaliga undirhald- inum stóð Annika Hoydal fyri. Hon sang eina før- oyska vøgguvísu hjá Gunn- ari Hoydal, bæði á føroysk- um og á enskum. Áhoyrar- arnir hoyrdu fyrst eitt vers á føroyskum, og síðani eina enska umseting av somu vísu. At enda segði Gunnar Hoydal nøkur orð. Hann takkaði øllum, ið høvdu ar- beitt við útgávuni og greiddi frá, at tað kendist løgið at lesa síni egnu orð á einum øðrum máli. Hann segði hetta vera ein stóran dag fyri seg persónliga, men eisini fyri føroyskan skaldskap. Vónandi fáa fleiri før- oyskir rithøvundar møgu- leikan at lesa síni egnu orð á enskum. Tøkk Fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma og omma Lena Lamhauge andaðist og varð jarðað.Tøkk til prestar, sangarar, kirkjutænarar, og øll tey, ið hjálptu so væl við øllum í sambandi við jarðarferðina. Eisini tøkk til øll tey mongu, ið fylgdu og sum sendu blómur, kransar og peningagávur til Bønhúsið í Søldarfirði. Familjunnar vegna Petur Alberg og Eyðfinn Føroysk bókaútgáva í London - Eingin selir óvirk - aðan fisk av landin- um til stuttleikar. Vit eiga tí at fáa allar bindingar á keyps-og sølusíðuni burtur eins og ómoralin úr vinnuni. Latið vinn- una standa á egnum beinum, tí hon er sum vatn og tillagar seg sjálv eftir marknað- inum. Tað er blóð- skeivt, at tey fiski- loyvi, sum nógv reiða- ríir hava í dag, eru fingin frá landinum fyri einki, sigur Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelag- num FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri kjakaðust formað- urin í Ráfiskaseljarafelag- num, Árni Joensen og stjór- in í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, í sending í SvF um ráfiskin, sum fer óvirkaður av land- inum. Meðan Meinhard Jacob- sen helt, at allur fiskur, sum føroysk skip veiða, eigur at fara um føroyskan bryggju- kant, helt Árni Joensen, at rættast er at loysa keyps-og sølusíðuna av fiski úr øllum bindingum. Tá ið so Sosialurin í oddagrein skrivaði, at "tey reiðarí, ið hava fiskiloyvi í dag, hava fingið hesi fyri einki frá landinum", helt Árni, at nú var ovboðið. - Tað er í lagi, at blaðið gevur Meinhardi Jacobsen rætt í øllum tí, hann førdi fram í sendingini. Men eg haldi, at oddagreinin var rættiliga subjektiv, og eg skilji ikki, at hon slapp ígjøgnum nálareygað. Skulu fjølmiðlarnir vera "moralens vogter", er eisini neyðugt, at teir eru objek- tivir og lýsa viðurskiftini frá báðum síðum. Árni vísir á, at tað er ein deyður fiskur, sum ikki svimur móti streyminum. Ikki ókeypis Árni Joensen, sum umframt at vera nýggjur formaður í Ráfiskaseljarafelagnum, til dagligt tekur sær av søluni hjá reiðararínum, Vestur- vón, vísir á, at tað als ikki er rætt, at fiskiloyvir sum heild eru fingin fyri einki frá landinum. - Nógv ísfiskaskip eru keypt og seld minst eina- ferð, og tað eru nógv reiðaríir, sum í dag hava keypt bæði skip og loyvi. Hann vísir á, at P/F Vesturvón soleiðis hevur keypt fýra trolarar, sum í dag eita Akranes, Draga- sund, Vesturleiki og Vestur- søki. Hetta eru fyrrverandi Sardis, Topas, Polarhav og Stjørnan. - Tað er blóðskeivt at siga, at øll hesi fiskiloyvi eru fingin frá landinum fyri einki, leggur Árni dent á. Bindingarnar burtur Formaðurin í Ráfiskaselj- arafelagnum er sannførdur um, at myndugleikarnir eiga at taka allar bindingar á keyps- og sølusíðuni burt- ur, og síðan eiga vit eisini at miðja eftir at fáa ómoralin úr vinnuni. - Latið vinnuna standa á egnum beinum, tí hon er sum vatn og tillagar seg sjálv eftir marknaðinum. Árni sigur, at eingin selir feskan, óvirkaðan fisk av landinum til stuttleikar. - Hetta verður ikki gjørt uttan so, at menn meta, at tað loysir seg betur enn at selja fiskin í Føroyum. At onkur bummsøla er av og á, hoyrir jú bara til hendan partin av vinnuni. Soleiðis er tað nú einaferð, tá ið tú fæst við fisk og fiskasølu. Virkini útflyta Formaðurin í Ráfiskaselj- arafelagnum sigur, at tað als ikki bara eru skipini, sum selja feskan fisk av landinum. - Virkini rópa upp um hendan fiskin, sum ikki fer um føroyskan bryggjukant. Men tað er ein sannroynd, at fleiri føroysk virkir eisini senda feskan fisk við flutn- ingsskipi niður til Scrabst- er. Hesi eru full av óvirk- aðum fiski. Árni heldur, at her er talan um ómoral – fyrst at finnast at skipum, sum sigla niður við fiski og síð- an sjálvi senda feskan og óvirkaðan fisk av landin- um. - Eg veit ikki, hvussu stór hesi tøl eru, men eg veit, at tey eru ikki smá. Hann vísir á, at tá ið virkir og virkisleiðslur rópa upp um, at allur fiskur, sum føroysk skip veiða, skal um føroyskan bryggjukant, so eiga hesi so sanniliga eisini at verða eitt fyridømi í so máta – og ikki sjálvi senda fisk óvirkaðan av landin- um. - Eg síggi onga meining í, at fiskurin bara kemur uppá bryggjukantin at venda, sigur Árni. Ov fáir keyparar - Trupulleikin hjá okkum er, at tá ið nógvur fiskur kemur uppá land, eru ov fáir keyparar í landinum. Kann hesin fiskur tá seljast uttanlands fyri ein væl betri prís, er tað heilt burtur við og beinleiðis tápuligt, at hann partú skal um før- oyskan bryggjukant. Árni er sannførdur um, at myndugleikarnir eiga at skipa so fyri, at allar bind- ingar á keyps- og sølusíð- uni eiga at takast burtur, soleiðis at veruligu markn- aðarkreftirnar sleppa at ráða. - Vit eiga at lata vinnuna standa á egnum beinum, tí hon skal nokk laga seg til veruligu marknaðarstøð- una, sigur formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen. Virkini selja óvirkaðan fisk av landinum - Eru lágir fiskaprísir í Føroyum og góðir prísir uttanlands, er tað púra burtur við og beinleiðis tápuligt, at fiskurin partú skal um føroyskan bryggjukant, sigur Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelagnum Tað eru ikki bara skipini, sum selja fisk óvirkaðan fisk av landinum; tað gera virkini eisini. - Virkini senda nógvan óvirkaðan fisk niður til Scrabster, sigur formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum. Myndin er tilvildarlig C M Y K 3 2