mikudagur 22. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 200 - 22. oktober 2003
Nr. 200 - 22. oktober 2003
5
- Nógvar av teimum
kvinnum, ið venda
sær til okkara, eru í
djúpari neyð og vita
ikki síni livandi ráð,
sigur Bente Holm-
gaard, sálar- og
familjuviðgeri.
Í stívliga eitt ár hevur
hon verið leiðari á
fosturtøkutelefonini
hjá danska felags-
skapinum, "Retten til
livet".
Leygardagin helt hon
tríggjar fyrilestrar í
Mentanarhúsinum í
Fulgafirði, sum allir
viðgjørdu ráðgeving í
fosturtøkuspurn-
ingum
FOSTURTØKA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
- Er tað nakar, sum kann
siga mær, hvussu tit eru
komnar
gjøgnum
eina
fosturtøku, og hvussu tit
hava tað aftaná? Eg veit als
ikki, hvat eg skal gera. Eg
veit, at tað er skeivt av mær
at siga so, tá eg eigi tveir
deiligar synir, men gævi eg
kundi farið frá hesari jørð...
Við hesum orðum endar
ein ólukkulig mamma bræv
sítt, sum er at finna á
heimasíðuni,
NetDoktor.dk. Brævið er
skrivað 3. august í ár.
Eftir brævinum at døma,
er tað maðurin, sum móti
hennara vilja vil, at fostrið
skal takast.
Neyðarrópið frá hesi
navnleysu kvinnu er bert
eitt av mongum, frá tigandi
kvinnum í svárastu neyð.
Alt ov svárt at tosa um
Reyði tráðurin í fyrilestrun-
um hjá Bente Holmgaard
var at vísa á, hvussu neyð-
ugt tað er, at samfelagið
hevur nakað at bjóða teim-
um kvinnum, sum eru
vorðnar við barn í "ótíð".
Í samrøðu við Sosialin
sigur hon, at tá kvinnur
verða spurdar, hvat tær
høvdu gjørt, um tær bara
kundu ynskt tað, tær vildu,
er svarið næstan altíð, at
tær høvdu viljað føtt barn-
ið.
- Tær, ið veruliga ynskja
fosturtøku, kunnu teljast á
aðrari hondini, sigur hon.
- Vit hoyra lítið og einki
til hesar kvinnur, tí hetta er
alt ov svárt fyri tær at tosa
um, segði Bente Holm-
gaard í fyrilestri sínum í
Mentanarhúsinum leygar-
dagin.
Hon vísti á tann stóra
tørvin, kvinnur í slíkum
umstøðum hava á einum
staði at venda sær, har tær
kunnu fáa ráðgeving og
hjálp.
Í Føroyum er ikki frí
fosturtøka, men hóast tað,
finnast kvinnur her heima,
sum standa við júst somu
trupulleikum, sum kvinnan,
ið kærir sína neyð hjá
NetDoktor.
Sjálvboðin ráðgeving
Hóast ein samd trivnaðar-
nevnd í 1999 heitti á lands-
stýrið um at styrkja ráðgev-
andi partin í sambandi við
barnsburð, er einki hent á tí
økinum enn.
Kvinnur, sum eru í
trupulleikum orsaka av
barnsburði, kunnu tó venda
sær til felagsskapin, Føroya
Provita.
Undanfarin
ár
hevur
hesin felagsskapurin fingið
100.000
krónur
á
fíggjarlógini. Nú almanna-
mál og heilsumál eru skild
sundur, er ein konto at
finna undir familju- og
heilsumálum, sum eitt nú
skal stuðla hesum felags-
skapi.
Landsstýrismaðurin
roknar við, at Føroya Pro-
vita í minsta lagi fer at fáa
somu játtan, sum árini
frammanundan.
Provita er sjálvboðin
felagsskapur, sum bjóðar
seg fram og veitir ráð-
geving til kvinnur, ið eru
við barn og umhugsa fost-
urtøku.
Tað var Provita, sum
skipaði fyri evnisdegnum
leygardagin.
Føroya Provita hevur
tveir almennar fundir um
árið. Um várið er ársfund-
ur, og á hvørjum heysti
skipar felagið fyri evnis-
degi um viðkomandi evnir í
samband við fosturtøku.
Føroya Provita hevur um
230 limir. Ynskir tú at vita
meiri um felagsskapin,
kanst tú fara á heimasíðu
teirra, www.provita.fo ella
ringja á telefon 456340.
Um 50 - 60 fólk vóru í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði, har Bente Holmgaard
eisini gav áhoyrarunum góð
ráð í samband við ráðgev-
ing sum heild.
Norski rithøvundur-
in, Britt Karin Larsen,
ið serstakliga er kend
fyri bøkur sínar um
sigoynararnar í
Noregi, er ein av
teimum kvinnum, ið
hevur fingið fostur-
tøku. Britt Karin
hevur fingið fleiri
virðislønir fyri skald-
skap sín.
Bók hennara, "Du er
likevel til", er ein
opinskárað lýsing av
tí óvissu og sorg, sum
kemur í kjalarvørrin-
um á eini fosturtøku
BÓKAUMMÆLI
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nógv verður í hesum døg-
um kjakast um fosturtøku.
Summi vilja, at lóg skal
setast í gildi í Føroyum,
sum gevur kvinnum loyvi
at fáa fosturtøku, tá tær
ynskja tað.
Onnur stríðast hart ímóti
fríari fosturtøku.
Men sjáldan hoyra vit,
hvussu kvinnur hava tað,
sum koma í slíka støðu, at
tær gjørdu av at taka eitt
fostur.
Tómir armar
"Tað snýr seg um at steðga
einari lívsleið.
Summi nýta onnur orð
um tað.
Eg var við og gekk í
kravgongu fyri hesari lóg-
ini, sum skuldi geva mær
størri fríheit. Sum skuldi
geva mær møguleika at
sleppa frá einum barni,
sum ikki var ætlað - og
møguleikanum at føla ta
sorg, eg nú kenni."
Soleiðis skrivar Britt
Karin Larsen í bók síni,
"Du er likevel til".
Bókin er eitt bræv til
barn hennara, sum ongantíð
varð borið í heim.
Bókin byrjar við, at Britt
Karin er á ferð í Jerusalem.
Inni á skrivstovuni hjá
Palestinian Human Rigth,
situr hon og lesur deyðslist-
arnar:
"Imad Hamdi Abu Asi, 15
dagar, deyður av táragassi.
Fatheh Al - Quidri, 4
dagar, deyður av táragassi.
Við hvørjum rætti verða
hesi børn dripin? Enntá
ófødd børn láta lív undir
gassálopunum, skrivar hon
víðari.
Eg rópti eftir rættvísi fyri
hini.
Men hvønn møgu-
leika fekk tú?
Tað vóru ikki
hermenn og tára-
gassbumbur, ið
gjørdu enda á
tínum lívsljósi...
Vápnið var eitt
útfyllingarblað, eg
skrivaði undir
uppá.
Ein umsókn um
lógliga fostur-
tøku.
Hvønn ákæri
eg nú?"
Valið er títt
Sum so nógvar aðrar kvinn-
ur, fekk Britt Karin aftur og
aftur at vita, at valið var
hennara. Men í bókini kem-
ur týðiliga fram, at hon
varð trýst til fosturtøku av
vantandi stuðuli frá manni
sínum.
Bókin er skrivað eitt ár
eftir, at Britt Karin hevði
fingið fosturtøku, og rúmar
ófatiliga
stórari
sorg,
longsli og sálarkvøl.
Á donskum hevur bókin
heitið, "Du er alligevel til"
og er givin út á Hans
Reitzels Forlagi í 1990.
Bókin fæst til láns á
bókasavninum hjá Føroya
Provita, telefon, 455146.
Britt Karin Larsen hevur
fingið fleiri virðislønir fyri
skaldskap sín, eitt nú fekk
hon í 1993 Gyldendals
legatið.
Leygardagin helt Bente Holmgaard tríggjar fyrilestrar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði um ráðgeving í samband við fosturtøku.
- Tær kvinnur, ið veruliga ynskja fosturtøku, kunnu teljast á aðrari hondini, sigur hon
(Mynd: Maria Olsen)
Still
neyðarróp
frá tigandi
kvinnum
Tú ert til kortini
Bjørn á Heygum,
advokatur og fyrr-
verandi løgtingslim-
ur, ið var við til sam-
tykkja lógina um um-
legging av lánum,
heldur, at stóri
trupulleikin í málin-
um um Arctic Viking
liggur í lóggávuni og
ikki í leiklutinum hjá
reiðarínum. Hann
skilir ikki, at politikk-
ur er komin í málið, tí
P/F Líðin hevur hild-
ið lóggávuna. Reiðar-
in á Arctic Viking,
Jóhan Joensen, sten-
dur eisini spyrjandi
ARCTIC VIKING-
MÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Málið um útflaggingina hjá
rækjuskipinum, Arctic Vik-
ing, hevur aftur fingið
nýggj bein at ganga á. Í gjár
kom fram í SVF og ÚF, at
umstrídda málið skal nú
viðgerast
á
politiskum
stigi. Seinastu vikurnar
hevur mikil orðadráttur tik-
ið seg upp um umsóknina
hjá P/F Líðini um at sleppa
at flagga út undir litavisk-
um flaggi.
Ónøgd er um, at lands-
kassin í síni tíð veitti reið-
arínum eitt rentu- og av-
dráttarfrítt lán, so Arctic
Viking ikki fór av knóran-
um. Fá ár eftir lánið frá
landskassanum hava eigar-
arnir goldið sær sjálvum
vinningsbýti á góðar 2.
mio. krónur. Stórt spurnar-
tekin hevur verið sett við,
hvussu moralskt røtt av-
gerðin um vinningsbýtin-
um var.
Trýst varð lagt á politiska
myndugleikan at gera nak-
að við málið. Formaðurin í
Sjálvstýrisflokkinum, Kári
P. Højgaard, legði málið
fyri samgonguna. Lítla
samgonga umrøddi málið
fríggjadagin, og tá varð
avrátt, at málið um útflagg-
ingina skal viðgerast polit-
iskt.
Fiskimálaráðið
hevði
annars tikið støðu í málin-
um, og mælt til, at Arctic
Viking fekk loyvi at flagga
út í fyribils tvey ár. Um-
lagda avdráttar- og rentfría
lánið hjá skipinum skuldi
hesi árini standa í stað.
Skelkaður
Reiðarin á Arctic Viking,
Jóhan Joensen, stendur
fullkomiliga spyrjandi eftir,
at tað nú er greitt, at um-
sóknin um útflagging ikki
endaliga kann svarast fyrr,
enn hon er viðgjørd polit-
iskt.
– Vit hava hildið okkum
til galdandi lóggávu á økin-
um, og tí skelkar tað meg,
at málið nú skal á politiskt
stig. Eg ivist eisini stórliga
í, um mannagongdin hjá
samgonguni er loyvd. Vit
hava sett ein sakførara á
málið fyri at kanna um røtt
mannagongd er fylgd, sigur
Jóhan Joensen.
Spurdur, um hann metir,
at rættartrygdin er í vanda,
svarar reiðarin á Arctic
Viking, at hann í hesum
døgum setir stórt spurnar-
tekin við rættartrygdina, tí
reiðariíð hevur alla tíð
handlað innanfyri galdandi
lóggávu, sum hann málber
seg.
Samgongan er eftir øllum
at døma á einum máli um,
at lógin um umlegging av
lánum til fjarfiskiflotan
eigur at verða broytt. Løg-
tingslimir, ið vóru við til at
samtykkja lógina í 1997
hava alment boðað frá, at
lógin í sínari var gjørd í
skundi, og at hon átti at ver-
ið betri úr hondum greidd.
Lógin um umlegging av
lánum verður av nógvum
mett at vera ófullfíggjað.
Hon tekur millum annað
ikki hædd fyri útflagging,
og tí eru nógvar røddir
frammi um, at lógin treing-
ir harðliga til ábøtur.
Reiðarin á Arctic Viking,
Jóhan Joensen, sigur seg
ongar trupulleikar hava av,
at lógin verður broytt. Hann
leggur tó dent á, at um-
sóknin til útflagging hjá
Arctic Viking eigur eftir
hansara tykki at verða við-
gjørd eftir gomlu lóggáv-
uni, tí umsóknin varð send,
áðrenn samgongan metti, at
neyðugt var við nýggjari
lóggávu.
Lógin er trupulleikin
Bjørn á Heygum, advokat-
ur, var í síni tíð við til at
samtykkja lógina um um-
legging av lánum til fjar-
fiskiflotan. Hann stendur
eins og Jóhan Joensen
spyrjandi eftir, at politikkur
er komin upp í málið.
– Tað er eitt sindur løgið,
at málið um Arctic Viking
skuldi gerast ein politiskur
spurningur, tí eftir galdandi
lóggávu er tað er umsiting-
in í Fiskimálaráðnum, ið
eigur endaligu avgerðina í
málinum, sigur Bjørn á
Heygum.
Bjørn á Heygum hevur
alment víst á, at hann hel-
dur, at núverandi lóggáva
er stak óheppin, tí hon er
ófullfíggjað.
– Tað er einki at dylja
yvir, at núverandi lóg er
ófullfíggjað, og at hon ikki
tekur fyrilit fyri øllum økj-
unum. Eitt er útflagging, og
tí er møguligt, at lógin skal
endurskoðast og tiltrongdar
ábøtur fremjast, so hon
verður meira fullfíggjað,
greiðir Bjørn á Heygum
frá.
Fyrrverandi sambands-
tingmaðurin metir, at lógin
átti í nógv størri mun at
røkt áhugamálinum hjá
landskassanum, enn hon
ger í núverandi líki.
Bjørn á Heygum leggur
dent á, at stóri trupulleikin í
málinum um Arctic Viking
er lóggávan og ikki leiklut-
urin hjá reiðarínum, tí tað
hevur hildið seg til gald-
andi lóggávu.
- Feilurin liggur ikki hjá
Arctic Viking, men í sjálv-
ari lógini. Reiðaríið eigur
at disponera yvir núverandi
lóggávu, og eftir henni er
einki, ið forðar teimum at
flagga út. Hvørjar broyting-
ar
verða
framdar
við
nýggju lóggávuni er ilt at
meta um, men hugsast
kann, at møguleikarnir hjá
Arctic Viking verða skerdir
við nýggju lóggávuni, og
tað eigur ikki at koma fyri,
sigur Bjørn á Heygum.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum boðaði í
gjár frá, at væntandi verður
uppskotið um lógarbroyt-
ingina lagt fram í november
mánað. Úrskurðurin í løg-
tinginum fer eftir øllum at
døma at avgera lagnuna hjá
Arctic Viking í umstridda
málinum um útflagging.
Lóggávan er trupulleikin
Bæði Bjørn á Heygum, advokatur, og Jóhan Joensen, reiðari á Arctic Viking standa spyrjandi, nú politikkur er komin í málið um umstríddu útflaggingina. Bjørn á Heygum heldur, at stóri
trupulleikin er ófullfíggjaða lóggávan um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4