mikudagur 22. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 200 - 22. oktober 2003
Nr. 200 - 22. oktober 2003
7
Konsertbrak í fullsettari kirkju
Í farnu viku var árliga
sangskeiðið hjá
Heimamissiónini
hildið í Leguhúsinum
í Nesvík. Um 200
sangarar, børn og
vaksin, vóru eina
heila viku stødd í
Leguhúsinum, har tey
vandu ymsar sangir,
sum síðani skuldu
syngjast til eina stóra
konsert í Fríðriks-
kirkjuni fyri almenn-
inginum
SANGSKEIDID
Henny Olsen
Myndir: Maria Olsen
Heimamissiónin, sum í
farnu viku skipaði fyri
árliga sangskeiðinum á
leguhúsinum
í
Nesvík,
hevði syrgt fyri góðum
endabresti í Fríðrikskirkj-
uni á Toftum.
Konsertin,
ið
vardi
knappar tveir tímar, var øll,
sum hon varð, sera góð og
gjøgnumhugsað. Heima-
missiónin hevði í ár fingið
fatur á norska Ole Lotterud
at stjórna kórinum, og ikki
kann sigast annað enn, at
hann kom væl frá upp-
gávuni.
Fríðrikskirkjan var full-
sett, og fólk vóru biðin um
at seta seg tættari enn van-
ligt, tá konsertin byrjaði.
Nøkur vóru tó so óheppin
at standa alla konsertina,
men kanska gjørdi hetta
ikki mun. Lagið var gott
undan konsertini, og tað
gjørdist ikki verri, tá
konsertin var liðug.
Børnini løgdu fyri
Fyrst á skránni var barna-
kórið, sum eisini hevði
verið á sangskeiðinum.
Ein av teimum
mongu, sum luttóku í
Sangskeiðinum hjá
Heimamissiónini, var
17 ára gamla Birna
Jacobsen úr Syðru-
gøtu. Hetta er fyrstu
ferð, at hon luttekur,
men sum hon sigur,
so er tað avgjørt ikki
síðstu ferð
SANGSKEIÐIÐ
Henny Olsen
– Eg fór sum so einsamøll á
sangskeiðið, men eg føldi
meg sera væl kortini mill-
um hini. Øll vóru líka fitt
og positiv, og eg fekk eisini
nógvar nýggjar vinir.
Soleiðis greiðir Birna
Jacobsen frá. Hon hevur í
farnu viku verið á sang-
skeiðnum hjá Heimamissi-
ónini í Nesvík, og henni
dámdi avbera væl. Hon
sigur seg hava fingið nógv
burturúr, bæði andaliga og
tónleikaliga.
– Skeiðið var sera læru-
ríkt. Vit lærdu sangirnar
skjótt, tí vit fóru skjótt
ígjøgnum teir.
Jon Lotterud, norski kór-
leiðarin, dugdi eisini sera
væl at læra frá sær.
– Samstundis, sum eg
fekk nógv við tónleikaliga,
so var skeiðið eisini gott
andaliga.
Við upp á alt
Birna hevur bert positiv
ting at bera fram um norska
kórleiðaran Jon Lotterud.
Henni dámdi hann ómeta-
liga væl.
– Jon var sera stuttligur,
og hann var altíð við uppá
alt. Hann fekk alla tíðina
lív í, og kundu standa leingi
og fortelja krønikur. Hon-
um dámdi eisini so væl í
Føroyum, og helt, at føroy-
ingar vóru av besta fólka-
slagið. Tó var hann eitt
sindur bangin um tað før-
oyska málið. Eitt, sum
Birna legði til merkis, var,
hvussu væl fyriskipað,
sangskeiðið var.
– Tú komst har, og síðani
fylgdi tú eini skrá alla
tíðina. Eingi ivamál vóru,
og tú hevði alla tíðina
okkurt at gera.
Birna Jacobsen dámdi
sangskeiðið sum heild sera
væl. Konsertin í Fríðriks-
kirkjuni gekk avbera væl,
bæði hjá henni og øllum
kórinum. Spurd, um hon
ætlar sær aftur næstu ferð,
ivast hon ikki.
– Tað er heilt sikkurt. Eg
havi fingið avbera nógv
burturúr hesa ferð, og eg
kann næstan ikki bíða til
næstu ferð. Øllum teimum,
sum ikki hava verið á sang-
skeiðinum, vil eg heita
inniliga á, um at fara næstu
ferð. Eg havi ikki angrað
tað, og tað fara tit heldur
ikki.
– Eg fekk nógv
burturúr
Tummas Pauli Mýri og
Hans Michael í Mittúni
høvdu í ár fingið uppgáv-
una at leiða barnakórið. Tey
sungu tríggjar vakrar sang-
ir, og ein saman við teimum
vaksnu. Til allar sangirnar
vóru solo-sangarar, og hetta
vísir bara, at vit eiga her
heima á klettunum nakrar
ungar og dugnaligar sang-
arar og tónleikarar, sum vit
við árunum kanska fara at
hoyra meir til. Barnakórið
taldi íalt um 70 børn.
Seinni kom so størra kór-
ið út at framføra. Tey høvdu
vant ikki minni enn 14
sangir til konsertina. Nakrir
av hesum sangum vóru
heldur serligari enn hinir.
Talan er um teir fimm:
Mannamúgvan stúgvað er,
He heals the brokenhearted,
Síðsta ferð um fjørð, Sigur-
in og Syng Gudi lov. Hesir
hava fyrr verið á skránni, tá
sangskeið hava verið hild-
in. Nú høvdu tey so tikið
hesar fimm og viðgjørt teir
sum evni. Tey hava havt
fimm bíbliutímar um hesar
sangir, so tey rættiliga
kundu skilja teir og veru-
liga vita, hvat tað var, tey
sungu um. Hesir sangir
vóru settir mitt í skránna,
kanska so kórið fekk hita
eitt sindur upp til høvið.
Til næstan hvønn sang
vóru solo- sangarar, sum
veruliga dugdu sítt. Ole
Lotterud, kórleiðarin, dugdi
eisini at fáa rættiligt lív í.
Hann stóð frammanfyri
kórinum og livdi seg inní
sangirnar, líka sum alt
kórið. Hann gekk síðani út
millum áhoyrararnar, og
vildi hava tey at syngja við
til tann eina sangin. Hann
fekk til endans áhoyrarar-
nar at stilla seg upp og
syngja við av hjartans
gleði. Hetta fekk veruliga
lív í áhoyrararnar, sum
kortini vóru við uppá alt frá
byrjan av, og tað merktist
væl, at kirkjan var á tremur
av væl fornøjaðum gestum.
Jubileum
Heimamissiónin
hevði
gjørt nógv burturúr sang-
skeiðinum hesa ferð, væl
merkt av tí, at hetta var
25unda ferðin. Luttakara-
talið var á leið tað saman
sum í fjør, og hetta er bert
at fegnast yvir. Kórið, sum
taldi um 140 sangarar,
dugdi sera væl at framføra,
og man leggur til merkis, at
hetta er okkurt, sum kemur
úr hjartanum. At man tá
hevur ein fantastiskan kór-
leiðara, ger tað absolutt
ikki verri, tvørturímóti.
Lagt er upp til eina líka
góða konsert næstu ferð tað
verður. Nakrir av sangarun-
um eru til sangskeiðið
hvørt ár, og tískil verður
kórið royndari fyri hvørja
ferð. At ungfólk koma uppí
er eitt pluss. Hesi duga at
læra av teimum meira eldru
og royndu sangarunum, og
samstundis, at man hevur
góðan kórleiðara, sum hev-
ur holla kenning til kór-
venjing og sang, og kanska
dugir væl at læra frá sær.
Tað 25unda sangskeiðið
hjá Heimamissiónini er nú
farið aftur um bak. Eftir er
bert hjá sangarunum at
gleða seg til næstu ferð, og
somuleiðis
hjá
øllum
vælnøgdu áhoyrarunum.
Fríðrikskirkjan var fullsett, og fólk vóru biðin um at seta seg
tættari enn vanligt, tá konsertin byrjaði. Nøkur vóru tó so
óheppin at standa alla konsertina, men kanska gjørdi hetta
ikki mun. Lagið var gott undan konsertini, og tað gjørdist ikki
verri, tá konsertin var liðug
C
M
Y
K
7
6