mikudagur 22. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 200 - 22. oktober 2003
Nr. 200 - 22. oktober 2003
9
Løgtingsmaðurin
Poul Michelsen glopp-
ar dyrnar og bjóðar
Javnaðarflokkinum
inn í hitan. Tíðin er
komin at finna eina
semju í sjálvstýristil-
gongdini, heldur
hann, og staðið at
finna semjuna er
Grundlógarnevndin.
Fæst ein semja fer at
bera til at føra polit-
ikk í Føroyum, har
breiðar semjur eru
grundarlagið undir
politikkinum
SJÁLVSTÝRI
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tíðin er komin at fáa Javn-
aðarflokkin inn aftur í hitan.
Tað heldur løgtingsmað-
urin hjá Fólkaflokkinum,
Poul Michelsen, sum eisini
er limur í Grundlógar-
nevndini. Hann undirstrik-
ar, at hetta ikki er viðgjørt í
Fólkaflokkinum, men hann
heldur tíðina vera búnað til,
at í minsta lagið Fólka-
flokkurin, Javnaðarflokkur-
in og Tjóðveldisflokkurin
finna eina breiða semju í
sjálvstýristilgongdini.
Javnaðarflokkurin hevur
gingið oyðimarkargongd í
føroyskum politikki í sjey
ár, og tað er óhoyrt fyri
flokkin. Líka síðan fullveld-
islandsstýrið tók við í 1998
hevur tann breiða semjan
verið eftirlýst í tjóðskapar-
málinum, men so leingi
Javnaðarflokkurin
hevur
verið uttanfyri, hevur meiri-
lutin fyri fullveldi verið tep-
ur. Landsstýrið hevur gjørt
fleiri miseydnaðar royndir at
fáa Javnaðarflokkin við. Eitt
nú varð samráðingarupp-
leggið broytt, so tað líktist
sjálvstýrisleistinum
hjá
Javnaðarflokkinum,
men
líka lítið hjálpti.
Hví skal tað so bera til
nú?, spyrja vit Poul Michel-
sen. Hann vísir til síðsta út-
spælið hjá Javnaðarflokk-
inum
við
yvirskriftini
»Tjóðskaparlig semja í
sjálvstýrismálinum«.
– Eg taki hetta sum eitt
tekin frá Javnaðarflokkinum
um, at flokkurin er til reiðar
at endursamráðast um eina
møguliga felags niðurstøðu.
Javnaðarflokkurin er í eini
lyklastøðu, og tað hevur
verið ótrúliga lítil munur á
honum og okkum. Útspælið
hjá flokkinum hevur eitt
skap, sum vísir, at vit í allari
fordragiligheit eiga at finna
eina tjóðskaparliga semju í
eini tíð, tá onnur realpolitisk
mál rópa eftir at vera loyst,
sigur Poul Michelsen.
Semja í nevnd
Sjónarmiðini
hjá
Poul
Michelsen eru áhugaverd, tí
hann er sannførdur full-
veldismaður, og kortini
heldur hann tað bera til at
gera semju við flokkin,
sum hevur stríðst harðliga
ímóti fullveldisætlanini hjá
landsstýrinum.
Staðið at finna semjuna
er Grundlógarnevndin, har
allir politisku flokkarnir
eru umboðaðir, heldur Poul
Michelsen. Tíðin hevur
longu mýkt partarnar nógv,
og í Grundlógarnevndini er
góð fatan millum partarnar.
Javnaðarflokkurin hevur
longu sett Grundlógar-
nevndini stólin fyri hurð-
ina. Er eingin tjóðskaparlig
semja orðað í nevndini
innan 1. januar 2004, so
tekur flokkurin seg úr
nevndini. Poul Michelsen
heldur tað eigur at bera til.
Fólkaflokkurin og Javn-
aðarflokkurin eru hugaðir
at finna eina semju, Tjóð-
veldisflokkurin
noyðist
eisini at spæla við, um alt
ikki skal detta á gólvið,
men
Sambandsflokkin
heldur hann ikki vera
áhugaverdan,
tí
hann
grundar allan sín politikk á
danskan stuðul.
– Sjálvstýrisneistin kódn-
ar ongantíð, og hann heldur
fram at nørast. Tað mugu
vit gera okkum greitt. Í
Javnaðarflokkinum
eru
fólk, sum leggja trýst á
leiðsluna um, at hon finnur
eina loysn í tjóðskapar-
málinum, ið peikar fram-
eftir. Onnur fólk vilja ikki
hava broytingar. Vit eru í
somu støðu í Fólkaflokkin-
um. Tjóðveldisflokkurin vil
hava fullveldi, og onkurs-
vegna mugu vit samansjóða
øll tey sjónarmiðini, so vit
kunnu frígeva orku at fara
undir stórar realpolitiskar
uppgávur í Føroyum, sigur
Poul Michelsen.
Lykilin til eina semju
liggur í Grundlógarráð-
stevnuni,
heldur
Poul
Michelsen, har Hans Pauli
Strøm, skrivari í Javnaðar-
flokkinum, gjørdi seg til
talsmann fyri einari tví-
býttari loysn.
Í stuttum snýr tað seg um
at gera ein sáttmála, sum
staðfestir, hvussu vit virka í
einum felagsskapi við Dan-
mark, og hevur greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
føroyingar taka fullveldi.
Sostatt skal ein partur
snúgva seg, hvussu vit
virka í verandi støðu, og ein
partur skal snúgva seg um,
hvussu vit bera okkum at,
tá vit fara úr ríkinum.
Sáttmálin skal fráboðast
ST, so tað er greitt, at
danski staturin stuðlar før-
oyska leistinum. Eisini um
vit velja fullveldi.
Smáir flokkar valda
Tá
tjóðskaparmálið
er
loyst, verður lættari at føra
politikk í Føroyum, heldur
Poul Michelsen. Hann sig-
ur, at fíggjarlógarviðgerðin
avdúkaði, at samgongan
hevur selt seg ov dýrt við at
geva teimum smáu flokk-
unum so stórt vald.
– Hvør maður er averandi
atkvøðan hjá samgonguni,
og tí ber til í tíð og ótíð at
hótta við at taka sín stuðul
aftur. Fíggjarlógin var tað
bera møsn og kegl, har
serliga teir smáu flokkarnir
hóttu við sliti, um teir ikki
fingu sín vilja. Tað forðar
fyri einum breiðum før-
oyskum
konsensuspolit-
ikki. Fáa vit frið í tjóðskap-
armálinum, so verður tíðin
búgvin at gera semjur, sigur
Poul Michelsen.
Hann sær tvær myndir
fyri sær, tá ein tjóðskapar-
semja er fingin. Onnur er, at
Fólkaflokkurin, Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin skipa eina breiða
samgongu, ið skal virka fyri
at gera Føroyar sjálvbjargn-
ar. Hin er ein minniluta-
stjórn millum Fólkaflokkin
og Javnaðarflokkin, har
Tjóðveldisflokkurin er stuð-
ulsflokkur. Men tað er alt
gitingar, viðgongur hann.
– Kjarnin er, at vit fáa
frið í Føroyum at føra polit-
ikk. Tað gerst bara við
semju í tjóðskaparspurn-
inginum. Vil Javnaðar-
flokkurin upp í aftur, so má
hann eisini vísa sín vilja í
verki og ikki bara krevja
sítt. Eg havi onki ímóti at
rætta
teimum
hondina,
sigur Poul Michelsen.
Hurðin gloppar fyri semju
Poul Michelsen, limur í
Grundlógarnevndini, er
sinnaður at taka Javnaðar-
flokkin upp á orðið og brúka
útspælið hjá flokkinum til at
finna eina semju í tjóð-
skaparmálinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Útspæl Javnaðarfloksins:
Semja skal gerast við Danmark um ein politiskan
sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond, ið viður-
kenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum
felagsskapi – ríkisfelagsskapi, samveldi ella fræls-
um felagsskapi.
Sáttmálin staðfestir, at føroyinar eru tjóð við
sjálvsavgerðarrætitt, og Føroya løgting og lands-
stýrið eru hægsti myndugleiki í Føroyum.
Sáttmálin ásetir ávísa mannagongd, um Føroyar
vilja taka seg úr samveldinum. Hann skal fráboð-
ast ST, so hann fær altjóðarættarligt gildi.
Fakta
Sama uppskot sum í 2000
Høgni Hoydal fegnast
um, at Javnaðarflokk-
urin hevur sett sær
nýggj mið á sjálvstýr-
isleið. Hann heldur, at
ætlanin hjá Javnaðar-
flokkinum við einum
sjálvstýrissáttmála
millum Danmark og
Føroyar líkist nógv
uppskotinum, sum
samgongan longu
samráddist við danir
um í 2000
UPPSKOTIÐ HJÁ JAVN-
AÐARFLOKKINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins, Høgni Hoydal, fegnast
um, at Javnaðarflokkurin
hevur sett sær nýggj mið á
sjálvsstýrisleið. Í farnu
viku kom eitt skriv frá
Javnaðarflokkinum um, at
flokkurin
ynskir
eina
breiða
tjóðaskaparliga
semju í sjálvstýrismálinum.
Javnaðarflokkurin
rør
frammundir, at Heimastýr-
islógin er ikki longur nøkt-
andi, og skipanin átti at ver-
ið skift út við ein so-
nevndan sjálvstýrissáttmála
millum Føroyar og Dan-
mark. Høgni Hoydal, ið
meir enn nakar annar hevur
gingið undan í fullveldis-
málinum, heldur, at skrivið
hjá Javnaðarflokkinum er
eitt stórt framstig, tí higartil
hevur verið torført at funn-
ið eina semju við Javnaðar-
flokkin um sjálvstýris-
málið, men møguliga eru
glottar fyri framman.
Sama ætlan
Høgni Hoydal heldur kort-
ini ikki, at ætlanin hjá Javn-
aðarflokkinum
kann
fremjast í verki.
– Ætlanin hjá Javnaðar-
flokkinum er ikki annað
enn uppskotið, vit sam-
ráddust við danir um í
2000. Vit tosaðu eisini um
ein frælsan felagsskap við
tveimum javnbjóðis pørt-
um, men tað eydnaðist ikki
at finna nakra semju við
donsku myndugleikarnar,
og tí haldi eg, at tað vildi
verið órealistiskt, at danir
høvdu góðtikið somu ætlan
í dag, sigur Høgni Hoydal
Høgni Hoydal, sum í
løtuni er staddur í Íslandi,
har hann luttekur á einari
KT-ráðstevnu, sigur, at tað
er ein sannroynd, at ætlanin
frá 2000 ikki bar á mál, og
tí var neyðugt, at samgong-
an vendi tilgongdin í sjálv-
stýrismálinum.
Hann vísir á, at danir ikki
eru áhugaðir í, at føroyingar
fáa fullveldið, og tískil valdi
samgongan at leggja seg
eftir at fáa praktisku forð-
ingarnar av vegnum. Her
sipar formaðurin í Tjóðveld-
isflokkinum til, at blokk-
stuðulin er minkaður við
einum triðingi í ár og at
samgongan arbeiðir í løtuni
við at tøma Heimastýrislóg-
ina, sum hann málberð seg.
Ansa okkum
Høgni Hoydal hevur javnan
víst á, at tað er ómetaliga
týdningarmikið, at føroy-
ingar ikki binda seg til
nakran sáttmála við danir,
har tað endaliga verður
staðfest, at vit ikki hava
evsta vald í Føroyum, tí tað
kann hava ræðandi avleið-
ingar við sær. Ætlanin hjá
Javnaðarflokkinum fevnir
um, at Danmark og Føroyar
gera ein sjálvsstýrissátt-
mála, ið skal fráboðast í ST.
– Vit mugu fyri alt ikki
binda okkum til ein sátt-
mála, har ivi kann vera
sáddur um, hvør hevur
evsta vald í Føroyum, tí so
verður enn torførari at
røkka á mál í sjálvstýris-
málum. Vit hava eisini
ásannað, at ST er ikki til at
spæla við (Norðuratlants-
bólkurin verið í New York
herfyri, blðm), greiðir løg-
málaráðharrin frá.
Breiða semjan
Spurdur, um møguleikin
fyri breiðu semjuni um
sjálvstýrismálið er betraður,
nú Javnaðarflokkurin hevur
flutt seg í málinum, svarar
Høgni, at samgongan sjálv-
sagt er áhugað í at fáa so
breiða semju sum gjørligt
um sjálvsstýrismálið.
– Vit høvdu fleiri fundir
við Javnaðarflokkin í 2000
um ein semju, áðrenn vit
fóru til samráðingar við
danir, men tað gekk ikki.
Núverandi
arbeiðið
í
grundlógarnevndini er ein
goður møguleiki fyri at
finna eina semju millum
samgonguna og andstøðuna
um tað ríkisrættarliga, og
tað vóna vit sjálvsagt hend-
ir, sigur Høgni Hoydal at
enda.
Høgni Hoydal fegnast um, at
Javnaðarflokkurin hevur sett
sær nýggj mið á sjálvstýris-
leið. Hann heldur, at ætlanin
hjá Javnaðarflokkinum við
einum sjálvstýrissáttmála
millum Danmark og Føroyar
líkist nógv uppskotinum, sum
samgongan samráddist við
danir um í 2000.
Mynd: Savnsmynd
Mánadagin kom fløgan við
sangunum frá Nósabarna-
prixnum 2003 út á fløgu.
Tað eru finalistarnir frá
kappingini, sum framføra
sínar sangir á fløguni
Tey sum syngja á fløguni
eru: Durita Mohr Jacobsen,
Rebekka Rafael Petersen,
Manja Johansen, Terji Høj-
gaard, Ansa Højgaard, Dur-
ita Djurhuus, Jóna Poulsen,
Soffía Lind Rasmussen,
Súsanna Samró, og Konni
Kass Jacobsen, sum gjørd-
ist vinnari av kappingini
við lagnum »Syngja sama
lag«.
Eisini er eitt nýtt »Nósa-
lag«, sum James Olsen
syngur, og hetta lag hevur
ivaleyst møguleika at verða
nógv spælt í næstum.
Fløgan og tiltakið er
stuðlað av Føroya Banka,
og fløgan fæst til keyps um
alt landið.
TÍÐINDASKRIV
Fríggjakvøldið 24. okto-
ber kl. 19:30 skipa Sam-
bandsflokkurin og Vinnu-
húsið
fyri
almennum
fundi í Útvarpshøllini um
ES.
Fríggjakvøldið
24.
oktober kl. 19:30 skipa
Sambandsflokkurin
og
Vinnuhúsið fyri almenn-
um fundi í Útvarpshøllini
um ES.
Á fundinum fer Evr-
opapolitiski stjórin hjá
Dansk Industri, Lykke
Friis, at halda ein fyrilest-
ur um ES við heitinum
"Stormester eller skakmat
- EU’s forfatningstraktat".
Lykke Friis er 33 ára
gomul, og hevur holla
vitan um ES. Hon er út-
búgvin cand.scient.pol. í
1993 og varð ph.d. í 1997.
Hon hevur skrivað nógvar
bøkur og greinar um ES,
og hevur m.a. arbeitt í
danska Vinnumálaráðn-
um og sum granskingar-
stjóri í danska Uttanríkis-
politiska stovninum.
Á fundinum verður
møguleiki at seta henni
spurningar um ES.
Almennur
fyrilestur
um ES
Barnaprixið á fløgu
C
M
Y
K
9
8