mikudagur 22. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 200 - 22. oktober 2003
Nr. 200 - 22. oktober 2003
11
Sunnudagin 19. oktober var altjóða barna-
hjálpardagur. Í hesum sambandi hevði ST
heitt á øll heimsins lond um at gera eitt muna-
gott átak til tess at tryggja øllum heimsins
børnum skúlagongd. Milliónir av børnum í
Triðja og Fjórða heiminum sleppa als ikki í
skúla ella fáa bert eitt eiti av skúlagongd. Í
grannalondum okkara var nógv gjørt burturúr
við innsavningum og almennum játtanum til
teir altjóða grunnar, ið virka fyri at tryggja
børnum í fátæka partinum av heiminum eitt
minstamát av skúlagongd. Grannalond okkara
seta stórar upphæddir av burtur av teirra játt-
anum til menningarhjálp.
Tað var í hesum sambandi sera áhugavert, at
útvarpið í síðstu viku setti fokus á okkara
menningarhjálp. Víst varð á, at hóast Føroyar
skjalprógvað er ríkasta land í Norðurlondum
lata vit ikki meira enn 6 krónur fyri hvønn
føroying í menningarhjálp. Upp í móti hesum
varð settur tann beiski veruleiki, at sviar lata
1400 kr. pr. Danir lata yvir 2000 kr. Hesi
viðurskifti áttu at givið okkum øllum nakað at
hugsa um.
Hvar standa vit sostatt í mun til okkara grann-
ar, tá um menningarhjálp ræður? Vit hava á
okkara fíggjarlóg 300.000 kr. og hetta svarar
sum longu nevnt til, at hvør føroyingur letur
seks krónur og trýati oyru um árið í menn-
ingarhjálp. Er hetta ein sømilig upphædd fyri
ríkasta land í Norðurlondum? Svarið kenna
øll. Vit hava áður víst á, at okkara ríkidømi er
ójavnt býtt millum føroyiingar. Vit kunnu nú
leggja afturat, at hetta ríkidømi er enn meira
ójavnt býtt millum okkum "ríku" og heimsins
fátøku fólk. Ikki bert løgmaður, sum umsitur
menningarhjálp, eigur at hugsa um hesi
viðurskifti. Vit eiga øll at hugsa um hesi
viðurskifti og serstakliga tey, sum í hesum
døgum sita og viðgera fíggjarlógina fyri 2004.
Tá um privata hjálp til neyðstødd ræður, eru
føroyingar í fremstu røð. Hví so ikki eisini, tá
talan er um almenna menningarhjálp? Okkara
almenna menningarhjálp er á so lágum støði,
at tað beinleiðis er skomm. Men enn eru tíð og
høvi at bøta um hetta, og eiga vit tá vit fara
undir at bøta um skommina at hava børnini í
fátæka partinum av heiminum fremst í huga.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvar standa vit?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Birgir Hansen
PS. Biggi í Havnini
Bløðini og útvarpini og
sjónvarpini í Føroyum við-
gera dagligu hvørvisjónir, í
tíðindum og aktuellum, ið
er komandi og farandi, ið
fólki skjótt gloymir, ið
fellur í gloymskunar hav.
Eg eygleiði, filosoferi,
granski, lesi, alt av áhuga,
og fái síðan samanfata tað,
ið ein sær og hoyrir og
kennir á sær, hvat fer at
henda uttanlands/heima, ið
rakar allar føroyingar.
Tað er ótrúligt dagliga at
síggja og uppliva øll gerast
dølsk, sløv og tá hesi ikki
læra seg at lurta eftir, hvat
ið sagt verður við tey, ið
ikki nýta sítt umhugsni,
áðrenn tey vilja svara aftur.
Tað er væl einki at siga
til, tá ið øll eru fjøtrað,
heiladálkað,
vaskað,
indoktrinerað í sinnalag-
num, ið skapar fortreytir/
grundarlagi fyri vrang-
fatanir, hugsanir hjá føroy-
ingum.
Tað er fakfólkið innan
barnaansing,
uppaling,
frálæru, undirvísing, barna-
garðar, frískúlar, hægri
skúlar, lærustovnar, ið er
høvuðsupprunin til alt ið
ein greiðir frá.
Tað er alt grundleggjandi
skeivt og órættvíst skipað
úti í øllum kommunum, og
soleiðis sum føroyingar í
síni heild liva og virka sum
programeraðir robottar hjá
valdsharrum v. fl.
Øll egoistisk og matrial-
istisk hugsandi og líkasælu
mótvegis teim brekaðu,
menningartarnaðu, gomlu,
sjúku, veiku í samfelags-
høpi, eru einki øðrvísi enn
øll omanfyri nevndu.
Tað er gott at ein kennir
øll síni medmenniskju og
kennir teirra uppruna ið ein
sær og hoyrir og kennir á
sær og fær avvápna øll ið
vilja lata sína misnøgdir
raka ein í Havnini.
Undirhaldið í bløðum,
útvarpum,
sjónvarpum,
setir ikki nakað fjøltátta
virksemi ígongd, ið gevur
føroyska búskapin í dag
fleiri bein at standa á, tá ið
talan er um mentan og list.
Tað er troyttandi við
øllum endurtøkum í bløð-
um, útvarpum, sjónvarpum,
í diskrimineraða viðskifta-
fólkið, ið ikki vera eins við-
farin av blað- og fjølmiðla-
stjórum og fólkum í dag.
Eg haldi ikki útgangs-
støðið hjá bløðum, útvarp-
um, sjónvarpum og fólki ið
arbeiða, starva innan hesi
er tað rætta, tá ið tað ikki
tekur støði út frá livikorum
arbeiðandi verkafólki.
Tað er ein rættulig koll-
velting hend síðani ein av
fyrstan tíð bleiv digin av
bløðum, síðan útvarp og
sjónvarp og hvørs ein hevur
møtt nógva mótstøðu frá
teim her í Havnini.
Eg havi eisini ligið undir
brot á donsku grundlógina
§77 um tali- og skrivifrælsi
undir ábyrgd av dómstólum
og fyribyrgjandi reglur og
sensur ið hesi hava framt
ímóti mær.
Eg verið viðfarin øðrvísi
av teim, tað bæði sær og
upplivir ein jú dagliga, tá ið
einum verður sett øðrvísi
treytir, enn tá ið talan er um
onnur skrivandi og talandi
føroyingar í dag.
Tað kann ikki sigast at
bløðini, útvarpini, sjón-
varpini eru frí og fræls ið
stýrd vera av stórkapital-
istum og ikki av teimum ið
gjalda fyri bløðini, útvarp-
ini, sjónvarpini í Havnini.
Dagligu fjølmiðlahvørvisjónir í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Nú kvøldini gerast myrk og
long, er høvi hjá einstak-
lingum og feløgum í Tórs-
havnar kommunu at íðka
ítrótt ella renna sær ein túr
á niðara vølli í Gundadali.
Frá mánakvøldinum 20.
oktober 2003 eru ljósini á
vøllinum tendraði til kl.
22.00.
Tórshavnar
kommuna
ætlar at hava ljósini tendr-
aði hvørt gerandiskvøld í
vetur.
TÍÐINDASKRIV
Týskvøldið 28. oktober kl.
19.30 verður bókakvøld á
Klaksvíkar bókasavni við
rithøvundinum
Oddvør
Johansen.
Oddvør Johansen fer
hetta kvøldið at tosa um
skaldskap sín. Hon hevur
givið fleiri skaldsøgur og
stuttsøgusøvn út og er
millum teir mest lisnu rit-
høvundarnar í Føroyum.
Oddvør Johansen spennir
víða í sínum skaldsøgum. Í
skaldsøguni "Í morgin er
aftur ein dagur" er tað
Havnin fyrst í 20 øld, ið
verður viðgjørd, meðan tað
í skaldsøguni "Tá ið eg havi
málað summarhúsið" eru
avleiðingarnar av kreppuni
fyrst í 1990’inum í verða
viðgjørdar. Eisini hoyra vit
í hesi skaldsøguni um rús-
evnistrupulleikar, - eitt
evnið, ið ikki hevur verið
frammi fyrr í føroyskum
skaldskapi.
Oddvør Johansen hevur
fingið fleiri virðislønir,
millum annað fekk hon í
2001 M. A. Jacobsens
Bókmentavirðislønina fyri
bókina "Tá ið eg havi mál-
að summarhúsið".
Á bókakvøldinum verður
eisini høvi hjá áhoyrarun-
um at seta høvundinum
spurningar. Eisini verður
kaffi við onkrum góðum
afturvið at fáa.
Ljós í Gundadali
Oddvør Johansen á Klaksvíkar bókasavni
Á konsertini 26.
oktober fer Føroya
Symfoniorkestur at
framføra stórsta
verkið, sum nakrantíð
hevur verið á skránni
hesi tjúgu árini,
orkestrið hevur verið
til. Framførd verður
Symfoni nr. 5 í e-
moll, opus 64 av Pjotr
Tschaikowsky
KONSERT
Tíðindaskriv
Pjotr Tschaikowsky hevur
skrivað 6 symfoniir og
verður roknaður sum ein av
teim stóru symfonikarun-
um. Føroya Symfoniorkest-
ur hevur hesa ferð sett sær
fyri at framføra 5. symfoni
í e-moll, opus 64, av hesum
stóra tónaskaldi, og er hetta
ivaleyst størsta avbjóðing-
in, orkestrið higartil hevur
sett sær, og er helst eisini
størsta symfoniska verk
nakrantíð, framført her á
landi.
Helst hevur Tschaikow-
sky møtt Grieg í Leipzig
1888, tá hann fær hugskot-
ið til hesa symfoni. Hann
hevði annars ikki skrivað
nakra symfoni seinastu 11
árini, so hann helt, at hann
hevði ikki fleiri hugskot og
var »úttømdur«, sum hann
tók til. Men fyrsta hugskot-
ið stavar frá hesi tíðini, tá
teir
báðir
møtast,
og
Tschaikowsky sigur, at tað
finnast leivdir av Grieg í
hesi symfoni - tí hann hev-
ur á munni, at »vakrari enn
Grieg dugir eingin at
syngja«.
Mest spælt
Hóast symfoniin ikki hevði
serliga
góða
móttøku,
fyrstu ferð hon varð fram-
førd í St. Pætursborg, so er
hon í dag hansara best um-
tókta og mest spælda. Sym-
foniin hevur fýra satsir og
byrjar við einum tema í
klarinettini
saman
við
djúpu strúkarunum. Hetta
er tað sonevnda »lagnu-
temaið«, sum, eins og í
Lagnusymfoni Beethovens,
kennist aftur í øllum sats-
unum og at enda íseinasta
satsi verður broytt úr moll í
dur.
Eftir inngangin kemur
Allegro con anina, eitt syn-
koperað, eitt sindur dreiv-
andi tema, sum er høvuðs-
temaið í satsinum. Sum
mótsetningur koma aftur
nøkur synkoperaði huga-
rensl í valstakt, men satsur-
in endar við høvuðsteman-
um, heldur dartandi ella
fjáltruskotið.
Annar satsur Andante
cantabile er eitt av vakrastu
løgunum fyri waldhorn í
symfoniska litteraturinum.
Her sýnir Tschaikowsky
sínar serligu melodiskap-
andi gávur; ein kærleikans
elegi, sum onkur tónaum-
mælari hevur tikið til.
Drongur syngur
Triði satsur er ein yndislig-
ur valsur, Allegro mode-
rato, sum lutvís byggir á
eitt vísulag, sum Tschai-
kowsky hoyrdi ein 10-12
ára gamlan drong syngja í
einari av gøtunum í Firenze
í Italiu. Eisini her hoyrtist
»lagnutemaið«, hóast veik-
ari og ikki so hóttandi, men
mest sum ein færri.
Fjórði satsur, Inngangur,
Andante maestoso, við
»lagnutemanum« í dur og
umgjørt, so lurtarin hevur
eina kenslu av einum russ-
iskum sálmi. Hetta verður
brotið av einum Allegro
vivace, sum næstan kann
nevnast sum ein russiskur
fólkadansur. Men tað er
hetta broytta lagnutemaið,
sum merkist gjøgnum allan
satsin, sum endar í triumf
ellar sigursælu.
Umframt Tschaikowsky,
verður
eisini
framførd
Festouvertura og Klaver-
konsert nr. 2 av Dimitri
Schostakowitsch. Solistur
er Jóhannes Andreasen og
dirigentur
er
Bernhard
Wilkinson.
Verið vælkomin í Norð-
urlandahúsið í Føroyum til
eina áhugaverda musik-
alska uppliving við Føroya
Symfoniorkestri
sunnu-
dagin 26. oktober klokkan
16:00 2003
Katrin Petersen hevur
gjørt av at fara úr
starvi sínum í
Sjónvarpi Føroya frá
1. november. Mest av
persónligum
orsøkum, sigur hon
STARV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Frá 1. november er Katrin
Petersen ikki longur eitt av
starvsfólkunum í Sjónvarpi
Føroya. Hon hevur gjørt av
at fara úr starvi sínum sum
virkandi mentanarleiðari á
stovninum.
– Tað er mest av persón-
ligum orsøkum. Eg vil hava
meiri frælsi yvir mína egnu
tíð, sigur Katrin, sum nú
hevur ætlanir um at satsa
meira upp á free-lanse
arbeiði.
– Og so fái eg eisini betri
stundir til at vera saman við
soni mínum, og samstundis
ráði eg sjálv fyri míni egnu
tíð, sigur hon.
Hon leggur dent á, at hon
ikki er ónøgd við nakað í
sjónvarpinum ella nakað.
– Eg eri helst nakað
impulsiv. So tá eg taki eina
avgerð, so er tað her og nú,
sigur hon.
Katrin røkti starvið sum
mentanarleiðari fyri Ivan
Niclasen, sum er í farloyvi.
Men hann kemur aftur í tað
starvið tann 1. november, tá
Katrin fer.
Fyri framman hjá Katrini
liggur sum sagt ikki nakað
fast. Hon vil bara sleppa at
royna seg sum free-lansari,
og hon vísir samstundis á,
at tað gera fleiri og fleiri
fjølmiðlafólk í dag.
Katrin Petersen sagt seg úr starvi
Størsta verkið hjá
Føroya Symfoniorkestri
Katrin Petersen hevur sagt
seg úr starvi sum virkandi
mentanarleiðari í Sjónvarpi
Føroya
Solistur er Jóhannes Andreasen og dirigentur er Bernhard Wilkinson
C
M
Y
K
11
10