mikudagur 22. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 - 22. oktober 2003
Nr. 200 - 22. oktober 2003
13
Arni reisti seg. Hann stóð
skinklandi á egnum beinum
eina løtu. Hesi bein, sum
slett ikki høvdu borið hann
í fýra mánaðar, vóru nú
sterk. Veiku vøddarnir vóru
nóg sterkir til at halda hon-
um uppi. Hann datt ikki,
hóast mong av okkum
krympaðu tær, bitu okkum
í undirvørrina og høvdu
hug at ilkast inn á evangel-
istin, tí hann soleiðis píndi
ein gamlan mann.
GAKK SO!!!!!!!
Arne stendur á beinunum.
Koyristólurin er aftanfyri
og evangelisturin Christian
Hedegaard frammanfyri.
Christian er týðuliga pøst-
ur, fyrst av eini langari præ-
diku um orðið og makt
orðsins og síðan av grøð-
ingini, íð eru orð søgd í
trúgv á Jesus. Men hann
ivast ikki eina løtu. Arne
skal ganga. Framman fyri
sær hevur hann ein mann
sum trýr og orð søgd í trúgv
til ein trúgvandi grøða. Tað
er ein sannroynd hjá krist-
num.
Fylg mær, sigur Christ-
ian, so Arne fer spakuliga
eftir honum. Tað stendur
nógv á, tað sæst á andlitin-
um, men meðan hann
snerkir og gongur, so hóma
vit eitt lítið og vónríkt smíl
undir tí vælklipta Don Juan
yvirskegginum. Og tað
gongur framá. Teir fara
niðan við norðaru síðuni av
Læraraskúlahøllini.
Tað
gongur ikki skjótt, men tað
gongur framá og tað gong-
ur skjótari fyri hvørt fet.
Arni er eitt sindur lágmælt-
ur og eitt sindur ristur á
málinum og tað er ikki altíð
at Christian skilir hann.
Gakk, Gakk, sigur Christ-
ian avgjørdur og Arni hevur
hug at mutla okkurt í móti.
Hvat sigur tú, spur Christ-
ian og stendur tætt framm-
an fyri honum. Eg fái ikki
gingið fyri tær, tú stendur
so tætt frammanfyri meg,
tú má flyta teg, sigur Arni
og tekur dik á seg. Arni
gongur fram við stólunum
og oman aftur eftir mið-
gongini. Hann veit, hetta er
bara byrjanin, hann fer at
ganga aftur.
Blandingsmeistari
Arne hevur eitt langt lív at
líta aftur á. Hann giftist við
Michalu úr Streymnesi og
tey fyrstu 20 árini búðu tey
í Streymnesi og høvdu jørð
har.
- Vit hittust í vaskarínum
í Króki, hjá Peturi í Króki,
sigur Arne við einum smíli.
Gomul fólk fáa eitt serligt
fjálgt eygnabrá, tá tey for-
telja um forelskilsir.
- Vit fingur eitt ríkt lív
saman. Hon fór heim fyri
10 árum síðan. Vit fingu
fýra børn. Michala var eitt
sindur meira útatvent og
hon vitnaði ofta í Evan-
geliihúsinum, sum er anda-
ligi heimstaður okkara. Eg
havi onkuntíð vitnað í
Grønlandi, har eg arbeiddi
nógv fyri donsk byggi-
feløg. Eg arbeiddi eisini á
einum bóndagarði í Suður-
grønlandi, svágrarnir hjá
mær vóru har. Tað var ein
góð tíð. Eitt skiftið í
fimmtiárunum sigldi eg úti
við donskum dampara og
kom so langt sum til Indiu,
sigur Arne.
Arne býr tætt við Norð-
urlandahúsið og Útvarps-
húsið, sum hann var við til
at byggja. Hann arbeiddi tá
hjá Danberg og Sørensen
og hann hevur í mong ár
passa stórar blandimaskin-
ur hjá ymiskum donskum
byggifeløgum.
- Tað var eitt undur sum
hendi sunnukvøldið og eg
fari at ganga aftur, tað er
heilt vist, eg skal bara gera
mítt og verða íðin í venjing-
ini. Kanska fara tit at síggja
meg á gøtuni aftur spáka
mær ein túr, sigur Arne og
skoytir at koyristólinum
sum í dag ikki hevur tænt
til annað enn órudd í vøkru
stovuni.
Koyristólurin og gangi-
stativið standa lið um lið
frammanfyri Arna. Tey eru
óttafull, tey vita, at teirra
dagar eru taldir.
80 ára gamli Arne
Tausen úr Havn
hevur ikki staðið
leysur seinastu
mongu mánaðarnar.
Hann hevur verið
bundin at einum
koyristóli. Men
sunnukvøldið kom
megin aftur í beinini.
Hetta hendi framman
fyri evangilistinum
Christian Hedegaard,
sum legði hond á
hann, og var millum-
lið millum Jesus og
Arna
UNDUR
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
- Eg veit ikki hvat í hendi,
men eg veit hvør gjørdi
undrið. Tað var Jesus, sigur
Arne Tausen, sum situr í
stovuni heima í Heinagøtu
1. í Gundadali og hugsar
um hendingina í gjár, tá
hann fekk megi aftur í bein-
ini.
- Eg føldi einki, tá
evangelisturin legði hond-
ina á meg, men eg fekk
megi. Eg kundi reisa meg,
eg kundi ganga sjálvur. Og
tað havi eg ikki kunnað
gjørt í longri tíð. Hetta er
fantastiskt at blíva vælsign-
aður á hendan hátt, sigur
hann.
Gamal fótbóltsskaði
Søgan um vánaliga gongu-
lagið hjá Arna Tausen er
gomul. Vit skulu heilt aftur
til dagarnar eftir seinna
heimsbardaga
á
einum
bóndagarði á Eyðafjørðin-
um á Norðurlandinum í
Íslandi, tætt við Akureyri.
Arne arbeiddi eitt skifti á
hesum garði og hann stóð
ikki aftanfyri tey ungu í
leiki. Tann eina dagin var
hann óheppin. Teir leiktu
fótbólt, og hann var áhalsin.
Knæðið fór úr lið. Tað
rættaði seg ongantíð heilt
aftur. Hann kom undir
skurð, tá hann kom heim
aftur, og skurðviðgerðin
miseydnaðist. Síðan hevur
hann drigist við vánaliga
knæið. Ikki soleiðis at hann
hevur verið óarbeiðsførur,
hann arbeiddi til hann var
um tey seksti, men síðan
hevur heilsan verið so
vánaligu í beinunum, at
hann at kalla hevur verið
rørslutarnaður.
Seinasta
árið hevur verið út av lagi
vánaligt, hann hevur flutt
um við einum stativi inni
og seinastu mánaðarnar
hevur hann sitið bundin í
koyristóli.
Trúgv
- Eg havi verið niðri í
kjallaranum í dag. Tað er
langt síðan seinast. Eg havi
sjálvur gingið trappurnar.
Eg havi eisini verið úti á
altanini og givið gæsnum.
Havi altíð fingist við
kríatúr, dámi tað so væl. Nú
kann eg aftur fara at passa
gæsnar, sigur Arni meðan
hesi leskiligi flogfenaður
rópar í samfeldum kóri
uttanfyri.
Arne er hovbingur og har
suðuri elska tey gæs, turrar
gásakroppar, dillandi feitar
stoktar gæs á jólum, gæs í
heilatikið og hendan sið
hevur Arne tikið við sær til
Havnar.
- Eg orki ikki hesar gæsn-
ar meira, nú verða tær
tiknar av, sigur dóttirin
Elin, sum er um pápan
hvønn dag. Kundi heldur
hugsað mær eina kettu.
Pápin hyggur eitt sindur
álvarsamur á dóttrina. Men
nú eri eg also frískur, so eg
skal nokk taka mær av
gæsnum, sigur hann
- Eg kann reisa meg
sjálvur í dag, og eg kann
ganga runt í húsinum. Men
hetta er bara byrjanin. Eg
fari at gerast heilt frískur í
beinunum. Eg havi Parkin-
son eisini. Men beinini
verða í ordan aftur. Evan-
gelisturin segði, at eg skal
flyta meg meira og eg havi
gingið allan dag, fyri at
venja beinini, sigur Arne og
strálar av nýggjum treysti.
Enn meira trúgv
Stemmningurin er ógvuliga
tættur úti í Læraraskúla-
høllini. Fleiri eru grødd fyri
álvarslig brek, og vit vera
eins og flutt aftur til Jesusar
dagar við Generaretvatnið,
har túsundtals fólk vóru
grødd um dagin av Jesusi
og hansara lærusveinum.
- Tað eru orð sum grøða.
Orð søgu í trúgv á Jesus
grøða. Tað er ikki eg sum
grøði, men orð søgd í trúgv.
Ver frísk, tak song tína og
gakk, far út illi andi. Alt
hetta eru orð sum gera fólk
frísk. Tað hevur ongantíð
verið Guds ætlan, at fólk
skulu vera sjúk, men sjúkan
er devulsins verk, sum kom
í heimin við syndafallinum.
Jesus hevur eisini bøtt fyri
syndafallið við sínum egna
lívi, og tí ber til at reka
sjúku burtur úr píndum
fólki við orðum søgd í
trúgv,
segði
Christian
Hedegaard.
Veikir vøddar fingu
megi
Nógv blivu grødd, og und-
irritaði fekk ikki eyguni av
Arna, har hann sat fremst í
koyristólinum, eitt sindur
boygdur. Havi altíð havt ein
serligan tokka til tey rørslu-
tarnaðu, sum Jesus grøddi.
Orðini í setninginum: Tak
song tína og gakk, eru eld-
uga sterk, um tann rørslu-
tarnaði reisir seg og fer av
stað við songini. Men Arne
fekk frið og í mínum eyg-
um var hann tað mest sjón-
liga dømi um ein, sum
hevði tørv á at blíva grødd-
ur. Men hansara tími var
ikki komin enn. Mitt undir
drúgva møtinum, sum vardi
í fleiri tímar fór bleiv Arne
koyrdur út. Eg hugsaði, so
verður hann ikki grøddur í
kvøld. Eg var eitt sindur
vónbrotin.
- Møtið bleiv so drúgvt,
og eg mátti kasta mær á
vatninum. Men eg var
komin fyri at blíva grøddur
og hevði ongar ætlanir um
at fara av møtinum. Tá eg
var liðugur á vesinum, kom
eg inn aftur við fullari vissu
um, at eg fór at ganga í
kvøld, sigur Arne dagin
eftir.
Millum tey síðstu sum
blivu grødd hetta kvøldið
var Arne Tausen. Tað gekk
harðliga fyri seg. Ein illur
andi skuldi út og hann
hevði ikki júst ætlað sær at
forláta fjálga bústaðin í
hovbinginum Arna Tausen.
Christian Hedegaard rópti
hart og hann ákallaði Gud í
bøn. So bað hann Arna um
at reisa seg og hvat hendi?
Slepti koyristólinum og gekk
Forsíðan á Sosialinum í gjár
Arne hevur við trúgv reist seg aftur.
Her stendur hann viðsíðuna av
koyristólinum í stovuni. Undrið
hendi sunnukvøldið í Læraskúla-
høllini
Arne kundi ikki havt gjørt annað enn tosa við fjølmiðlar, tað erfardu vit, tá Sosialurin
vitjaði hann mánadagin. Hóast vánaliga heilsu í mong ár er hann takksamur fyri lívið og
nú fer hann aftur at passa gæsnar, sum hann hevur í urtagarðinum uttanfyri.
C
M
Y
K
13
12