Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 22. oktober 2003 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Góðu omma og abbi, eg vil her nýta høvi til at ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við føðingardøg- unum 22. juli 2003 og 22. oktober 2003. Eg vil takka tykkum fyri, at tit tóku meg til tykkum og fyri at hava givið mær eina góða uppaling við tryggum rammum. Takk fyri alt ið tit hava lært meg um kristindóm og um lívið. Tað havi eg havt nógv gagn av á mínari ferð. Eg kann minnast á mang- ar góðar løtur frá mínum barnaárum – eg kann nevna, at tá eg sum barn var biltúr við tykkum, og tit sungu sangir fyri mær. So hugnaligt tað var. Tað vóru heimsins bestu biltúrar. Eg átti serliga nógvar løtur í bussinum saman við tær, abbi, tað var so stuttligt at koyra skopunarbørnini heim og í skúla. Tá var niðurlagið »Abbin svinga«. Tað var bara stuttligt. Tit bæði hava verið mínar fyrimyndir og eru tað enn. Saman eru tit bæði mín klettur. Eg vil enn einaferð ynskja tykkum tillukku, og mítt ynski skal vera, at tit fáa nógv góð ár saman framyvir við gleðistundum. Takk fyri alt tit hava verið og eru fyri meg. Takk fyri tykkara kærleika og góðsku til mín og mína familju. Beinta Mikudagin 22. oktober fyllir Petrina Dam 70 ár. Petrina er dóttir Katrinu, f. Joensen, og Carl Reynheim, úti á Reyni. 15. juni 1955 giftist hon við Frank Dam, tey eiga seks børn, fimtan ommu- og abbabørn, og tvey langommu- og lang- abbabørn, øll búsit- andi í Havn. Petrinu hevur gjøg- num árini starvast sum reingerðings- fólk, m.a. í Havnar Kirkju í 17 ár, í býráðssalinum í 20 ár og í Tórshavnar Kommunuskúla í 38 ár, har hon framvegis er. Góða mamma, tú sum ert miðpunktið í familjuni, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum og mong góð ár framyvir. Børnini Mikudagin 22. oktober fyllir Sólvit Simonsen á Sandi 70 ár. Sólvit er fødd- ur og uppvaksin á Sandi. Hann fór sum ungur til skips, bert 14 ára gamal í 1947. Hann tók skiparaprógv í 1954 og longdina í 1956. Eina tíð arbeiddi hann við at leggja SEV linjur av Skarvanesi til Dals. Hann var stjóri á Bilstøðuni á Sandi frá 1971-79 og skip- ari á Sildberanum frá 1979 til 2000. Í 1957 giftist hann við Elinborg Hentze av Sandi, tey eiga børnini: Unn Petersen, 1956, Emy Niclasen, 1958, Evald Sól- vitson, 1960, og Sigrid Nolsøe, 1963. Umframt børnini eiga tey 11 ommu- og abbabørn og 6 lang- ommu- og langabbabørn. Elinborg og Sólvit hava havt matvøruhandil á Sandi síðan 1986. Tey hava umboð fyri Restorffs Bryggjarí í Sandoynni, selja fóður fyri MBM og salta seyðaskinn fyri alla Sandoynna. Sólvit var í nevndini í ungmannafelagnum,Virk- inum, frá 1970-85, har hann var formaður frá 1975-85. Hann var við til at stovna dansifelagi, Leikum Fagurt, og er hann í nevndini enn. Eisini hevur hann verið í nevndini í Sands fornminnisfelag, sat í Sands kommunu frá 1996- 2000. Hann er formaður í ferðaráðnum í Sandoyar sýslu. Hann hevur havt ruskinn- savningna á Sandi um hendi í umleið 25 ár, hann gavst fyri umleið tveimum árum síðan. Sólvit hevur skrivað nógv lesarabrøv helst um viðiskiftir í Sandoynni, og er hann íðin viðhaldsmaður hjá B71. Hann fæst nú mest við at hjálpa konuni at handla, so hevur hann eisini heimaseyð og dunnur. Petrina Dam 70 ár Sólvit Simonsen 70 ár Sámal Petur Petersen »Piddi« f. 05.12.1942 – d. 03.10.2003 Júst sum teir fyrstu heystardagarnir komu og mintu okkum á, at tann ljósa tíðin er farin at halla, varð merkið aftur vundið á hálva stong. Aftur ein rødd er tagnað, og aftur stendur ein tómur sessur í lítlu bygd- ini, Oyri. Hesaferð vóru boðini eftir Pidda. Hesin prúði, fryntligi og ættkæri maður við síni egnu meining og hugsan er farin um sýn fyri ongantíð at venda aftur. Piddi var sjómaður og skipari tað mesta av síni tíð her á fold. Hevði og vísti stóra ábyrgd umborð, har hann visti, hvat hann var settur til. Ikki man altíð hava verið slætt undir fóti, og mangan man hann hava staðið fram í rútin og skimast eftir teimum blágrønu bylgjum, ið hótt hava skip og manning bæði á nátt og á degi. Mangan hevur hann sannað orðini í sálminum »mítt lívsfar lítið og veiktbygt er«. Ótroyttiliga heystaði hann havsins ríkidømi, og fleiri munnu túrarnir hava verið, ið til tíðir kundu takast upp aftur og tosast um, soleiðis sum ein og hvør vildi gjørt tað. Piddi hevur siglt sín seinasta fjórðing á heimsins høvum, og nú er kósin sett móti tí himmalski strond við lívsins træi og teim ævigu bústaðum. Tann langa ferðin er byrja, ævinleikin og sorgfría havnin er fyri framman. Deyðin leggur eftir seg slóðir av sorg og sakni og svár er tíðin eftir skilnað. Soleiðis er á Oyri í hesum døgum, hóast tað hómast eitt ljós í havsbrúnni við vón um at møtast aftur, tað vón hevði hann ið farin er. Vinarlag er ein dýrgripur og tí er tað við takksemi vit gleðast um tær løtur tit komu á gátt, og tá vit hittust. Góða Maria, Elinor, Sunbjørt, Elmar og Katrin. Tað er við sorg í hjartað tankarnir leita vestur til tykkara í hesi løtu. Máttið Jesus Pápi verið hjá tykkum og stiðja í komandi tíð. Fátækslig eru orð í hesu stund, ríkari eru minnini. Lat ljóða lovsong himna hátt, og syng hvør sál av makt og mátt; vær lovum tær, o, Harri kær, alt, sum tú gerst, er gott. Hvíl í friði, góði vinur. Josias Til ommu og abba á 65 og 70 ára døgunum Ein føðingardagsheilsan Dagurin 22. oktober. Cordula var ein av teimum 11000 moyggjunum. 15 14 Nr. 200 - 22. oktober 2003 Mohammad al-Fayed vil nú vera við, at Philip prinsur hótti Dianu prinsessu, og at hann vildi hava hana av vegnum BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Bretar eru skelkaðir av tíð- indunum, sum Mohammad al-Fayed kemur við í einari samrøðu við blaðið The Sun. - Einaferð vit vóru og hildu frí í Suðurfraklandi, segði Diana við meg: Hendir nakað mær, so mást tú lova mær, at tey, sum hava ábyrgdina, verða av- dúkað. Tað er Philip, prins- ur, sum stendur aftan fyri hóttanina ímóti mær. Soleiðis sigur Moham- mad al-Fayad við The Sun, og hann heldur fram: - Kongshúsið vildi hava Dianu av vegnum, so Charles, prinsur kundi gifta seg aftur. Diana segði mær, at ein ólukka fór at henda henni, annaðhvørt tá hon var í einari tyrlu ella einum bili. Kongshúsið góðtók ikki, at hon og sonur mín vóru væl, og hóttanirnar gjørdust eisini fleiri, tá hon kom saman við Dodi. Samrøðan í Suðurfrak- landi var tíggju mánaðir undan vanlukkuni í París, tá Diana og Dodi al-Fayed doyðu. At Diana hevði var- hugan av, hvat fór at henda sær, sæst eisini í einari bók, sum fyrrverandi tænari hennara, Paul Burrel, hevur skrivað. Í bókini er eitt bræv, sum Diana skrivaði tænaranum. "Tey ætla at gera okkurt við bilin hjá mær, kanska bremsurnar, so tey kunnu rudda slóð fyri, at Charles kann gifta seg aftur", skrivar Diana í brævinum, sum hon skrivaði í oktober í 1996. Tíggju mánaðir seinni doyði hon. UTTAN ÚR HEIMI Býta valdið Eftir drúgvar samráðingar eru teir stríðandi partarnir í Norðurírlandi vorðnir samdir um, hvussu valdið í landspartinum skal býtast millum katolikkar og protestantar. Ein partur av semjuni er at halda val tann 26. november, sigur BBC. Upprunaliga skuldu norðurírar á val fyri fimm mánaðum síðani, men sum ikki eina ferð vóru teir báðir partarnir so ósamdir, at valið mátti útsetast. Høvuðsorsøkin til at útseta valið var kortini óvissan um, hvørt tann forbodni írski republikanski herurin, IRA, var sinnaður at gevast við sínum harðliga virksemi. Hesin spurningur tykist heldur ikki vera loystur enn, tí so seint sum mánadagin segði bretski ráðharrin í norðurírskum viðurskiftum, Paul Murphy, seg ikki vita, um IRA ætlar at gevast við sínum virksemi. Stríðið millum katolikkarnar og protestantarnar í Norðurírlandi hevur vart í 30 ár og hevur kravt umleið 3.600 mannalív. Eingin friður í bræði Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, væntar ikki, at tað verður friður í Miðeystri í bræði. Tvørturímóti heldur hann, at friðurin er longri burturi nú enn nakrantíð. Assad finst hvassliga at ísraelsku avgerðini at byggja ein múr millum Ísrael og Vestara Áarbakka, og hann leggur ísraelsku myndugleikarnar undir at kúga tað palestinska fólkið. Somu áskoðan hevur vara- forseti hansara, sum kortini tekur meiri harðliga til orðanna. Zuhair Mashaka, varaforseti, sigur Ariel Sharon, forsætisráðharra vera ein krígsbrotsmann, sum við amerikanskari verju sleppur at hóreiggja sær, sum honum lystir. Ísraelsmenn bumbaðu herfyri eina legu tætt við sýriska høvuðsstaðin Damaskus. Sambært ísraelsku myndugleikunum var hetta ein venjingarlega hjá yvirgangsmonnum, men tað avsanna sýrar. Teir siga, at talan var um eina flóttafólkalegu, men at eingin búði har longur. Vápnaðir biltjóvar Svenska løgreglan tók gjáramorgunin nakrar menn, sum stutt frammanundan høvdu skotið ein 71 ára gamlan mann í býnum Ockelbo. Menninir stjólu ein bil í býnum Søderhamn fyrra- kvøldið, og løgreglan fór aftan á teimum. Tað vísti seg, at menninir vóru vápnaðir, og teir loystu eisini tvey skot av eftir løgreglubilinum, sum koyrdi aftan á teimum. Nakað seinni steðgaðu biltjóvarnir uttan fyri eini hús. Teir fóru inn og kravdu at fáa bilin hjá manninum, sum búði í húsunum. Tá tann 71 ára gamli maðurin sýtti fyri at geva teimum billyklarnar, skutu teir hann. Maðurin varð so meint raktur, at hann doyði beinanvegin. Tað eydnaðist løgregluni at kringseta húsini, og tíðliga gjáramorgunin góvu biltjóvarnir seg yvir til løgregluna. Stríð um hítir Ósemja er íkomin millum ES og ta katólsku kirkjuna um, hvørt ein kann verja seg ímóti eyðkvæmi við at nýta hít undir samlegu. Stríðið kyknaði, tá kardinalurin Alfonso López Trujillo í samrøðu við tíðindastovuna AP í síðstu viku segði, at tað finnast eingi prógv fyri, at hítin ger nakra nyttu í stríðnum ímóti eyðkvæmi. Hetta fekk ES- kommiserin í granskingarmálum, Philippe Busquin, at gera vart við seg. Hann helt, at kardinalurin tosaði ímóti betri vitan, tí allar kanningar hava víst, at hítin er tann besta trygdin, um ein vil verja seg ímóti eyðkvæmi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Alfonso López Trujillo, kardinalur, hevur úttalað seg um týdningin av at nýta hít undir samlegu. Í einari samrøðu við BBC segði hann, at eyðkvæmisvirusið er so lítið, at tað kann treingja seg ígjøgnum eina hít. Ein kanning hjá ST vísir, at 16. hvør barnakona í syðra parti av Afrika doyr BARNSBURÐUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er stórur munur á at vera barnakona í londunum í sðyra parti av Afrika og at vera barnakona í teimum ríku londunum. Sambært einari nýggjari frágreiðing hjá heimsheilsustovninum WHO, er vandin fyri, at barnakonur í syðra parti av Afrika doyggja, heilar 175 ferðir størri enn í teimum ríku londunum. Carla Abouzahr hjá WHO sigur, at sjey av hvørjum hundrað barna- konum í syðra parti av Afrika doyggja. Til saman- beringar kann nevnast, at í Evropa, Norðuramerika, Australia og Asia doyr ein av 2800 barnakonum. Carla Abouzahr sigur, at tað er umráðandi at útvega barnakonunum í teimum fátæku londunum í Afrika størri hjálp. Eitt nú eru alt ov fáar jarðamøður har, sig- ur hon. Men hesir trupul- leikarnir eru ikki bara har suðuri í Afrika. Støðan í Afghanistan er einki mæt- ari, sigur Carla Abouzahr, sum hevur verið við til at skriva ta nýggju frágreið- ingina hjá WHO. Sambært WHO doyðu 529.000 kvinnur undir barnsburði í 2000. Nógvar barnakonur doyggja Philip prinsur vildi hava Dianu av vegnum Philip prinsur, sum er giftur við Elizabeth drotning, vildi hava Dianu prinsessu ruddaða av vegnum. Tað skal prinsessan sjálv hava sagt árið fyri, hon doyði í bilvanlukkuni í París Reuters C M Y K 14