Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 22. oktober 2003 17 Nr. 200 • mikudagur • 22. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo - Eg havi bara sagt mína meining. Meira er tað ikki, sigur álopsmaðurin, sum ikki ber nakran ótta fyri viðari revsing frá FCK. SKAÐI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur Todi Jónsson í donsku bløðunum givið ilt av sær, tí hann ikki tykist fáa nóg skjóta við- gerð frá læknasektorinum í FCK. Serliga er tað tað, at hann nú skal bíða í 10 dagar eftir eini scanning upp á skaðan í lærkrikan- um, sum hevur fingið ilt í leikaran. Ein bíðitíð, sum undir øllum umstøðum tykist leingja fráveru hansara frá besta liðnum. Mánakvøldið fingu vit orðið á Toda, og hann tóktist á ongan hátt at vera bangin fyri at standa inni fyri tí, sum BT hevði bor- ið fram. Heldur ikki, hó- ast slíkar útsagnir ofta hava fingið ilt í ítróttar- stjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm. – Eg dugi ikki at síggja, at hetta skal kosta mær nakað í so máta, um tú hugsar um revsing av nøkrum slag. Fyri mítt viðkomandi er tað nóg stór revsing, at eg ikki fái tikið lut í dystunum hjá felagnum. Eg havi sagt mína hugsan um, at tað kundi gingið eitt sindur skjótari við hesum, og tað er so tað. Og í aðrar mát- ar, so plaga vit vanliga at greiða slíkt innanhýsis, so eg trúgvi ikki, at talan verður um nakað rok hes- um viðvíkjandi, sigur Todi. Í samrøðuni við BT róði Todi eisini uppundir, at tað fyri honum tykist, sum vil felagið ikki gjalda fyri at framskunda kann- ingina. FCK er annars utt- an nakra samanbergin rík- asta felagið í Danmark. Plaga teir ikki vanliga at rinda tað, sum tað kostar, tá leikarar skulu kannast fyri skaðar? – Tað veldst sjávlandi um, hvat slag av skaða talan er um, og hvør metingin hjá læknunum er. Í mínum føri kenni eg meg bara eitt sindur frustreraðan í løtuni. Fysioterapeutarnir hava staðfest, at talan ikki er um nakran skaða í vøddunum. Tí hava teir so spælt bóltin víðari til læknan, sum eisini hevur bílagt eina scanning. Men eg dugi ikki at skilja, hví eg so skal bíða í 10 dagar eftir hesari. Sum er fái eg ikki vant nakað serligt, og fyri hvønn dag sum gong- ur, gerst venjingarstøðan verri, soleiðis at eg førki meg alsamt longri frá besta liðnum. Tað er í øll- um førum ein lítið huga- lig støða. Ikki minst tá tað annars hevur gingist so- mikið væl seinastu longu tíðina. Tá talan er um skaðar í lærkrikanum, so munnu tað vera fáir, sum hava havt fleiri trupulleikar við hesum enn júst Todi Jónsson. Tíðina í Lyngby og fyri ein part eisini í FCK var hann leingi plág- aður av slíkum skaða. Er tað kanska óttin fyri eini endurtøku av hesum, sum eisini spøkir í høvdinum á Toda nú? – Sjálvandi hugsar man eisini tann tankan, men vónandi er talan ikki um sama slag av skaða. Tann skaðan varð eg seinast skurðviðgjørdur fyri í 1997, so í so máta eri eg ikki so bangin fyri júst tí. Tað einasta eg vil, er at sleppa í dyst aftur fyri felagið hjá mær, so skjótt tað yvir høvur er gjørligt, staðfestir ein hugtungur Todi Jónsson at enda. Men fyribils er ikki stórt annað at gera enn at bíða. Venjingarnar í FCK fær føroyski leikarin ikki tikið serligan lut í, annað enn at renna eitt sindur. Og í aðrar mátar vísa tol. Men nú er tolið tó um at vera uppi, skilst. Todi stendur við orðini Rundur føðingardagur í Hvalba Í morgin fyllir bólt- felagið Royn 80 ár og í Hvalba hava tey nógv at hátíðarhalda í ár. Og tað gera tey við veitslu í Roynhúsin- um leygarkvøldið FØÐINGARDAGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í hesum døgum hátíðar- halda tey rundan føðingar- dag í Hvalba. Tað er tann savnandi megin í bygdini, bóltfelag- ið Royn, sum fyllir 80 ár í morgin og tað hátíðarhalda tey við stórari veitslu í Roynhøllini leygarkvøldið. Tekningarlistar liggja við Bakkhús og á Posthúsinum, men seinasta freist at tekna seg til veitsluna, er í kvøld. Og tey hava nógv at há- tíðarhalda. Umframt at felagið fyllir 80, eru tað eisini í morgin 30 ár síðani at Roynhøllin varð tikin í brúk. Tað hevði leingi verið arbeitt við eini ætlan um at byggja eina høll í bygdini og tað skerst ikki burtur, at tað var ein kollvelting fyri felagið og bygdina, tá ið hon var liðug. Á ítróttarliga økinum hevur felagið eisini nógv at hátíðarhalda: Besta liðið hjá felagnum vann 3. deild ógvuliga sannførandi. Liðið misti bara fimm stig í allari landskappingini við tað, at tað bara tapti ein dyst og spældi ein javnan. Sostatt fekk Royn heili 49 stig í ár og so vítt vit vita, er hetta tað mesta, nakað lið í vaksnamannadeildini hevur fingið. Samstundis gjørdust 5. deild hjá Royn eisini Før- oyameistarar við at vinna 3-0 í finaluni. Finalusigurin smakkaði ikki verri av tí, at hann júst var á arvafíggindanum av Tvøroyri, TB. Somuleiðis vunnu vunnu smádreingirnir silvur í kappingini á hálvum vølli. Fyri fyrstu ferð, hevur Royn eisini havt eitt gentu- lið í kappingini í ár. Tað vóru gentur, sum eisini fingu rættiliga góð úrslit, eitt nú vunnu tær steypið í økiskappingini. Góðar vónir Sum tann gløggi lesarin longu hevur roknað út, varð Royn sostatt stovnað í 1923. Nógv størsti denturin hevur verið lagdur á fót- bóltin, men eitt stutt skifti undir krígnum hevði Royn eisini hondbóltslið í kvinnudeildini. Royn hevur eisini kapp- róðrarbát, sum tað eina árið lá heilt frammi í oddinum, men seinastu árini hevur tað verið so sum so við áhuganum fyri kappróðri og báturin hevur fyri tað mesta verið lántur út til onnur felag, men nógvar gentur úr Hvalba hava hin- vegin róð við bátum av Tvøroyri. Sostatt er tað enn fót- bólturin, sum er miðdepilin í felagnum og har eru framtíðarvónirnar bjartar. Onkuntíð hevur verið soltið við fólki, men í ár hevur liðið verið væl mann- að við tað, at einir 24-25 mans hava mannað 3. deild í ár. Leiðslan í felagnum sig- ur, at teir allarflestu verða verandi í felagnum næsta ár, men at tað verður eisini umhugsað at fáa onkran leikara til felagið, sum veruliga kann styrkja hóp- in, nú liðið skal royna seg í 2. deild, har kappingin er munandi harðari. Í næstum verður eisini søkt eftir venjara til felagið fyri at brynja seg so væl sum gjørligt til næsta kapp- ingarár. Samstundis umhugsa Royn og TB eitt samstarv um eitt unglingalið næsta kappingarár og tað hevði ikki verið verrið fyri tey bæði feløgini. 5. deild hjá Royn var Føroya- meistari við at vinna sannførandi 3-0 á arvafíggindanum TB í finaluni Í 3. deild vann Royn ógvuliga sannførandi í ár. Liðið fekk heili 49 stig og tað, vit vita, er hetta tað mesta, nakað lið í vaksnamannadeildini hevur fingið. Sostatt flytir Royn upp í 2. deild næsta kappingarár. Mitt í rúgvuni stendur roynari nummar eitt, Mortan á Hòlalagnum, í ulpu. Hann hevur verið felagnum ein dyggur stuðul í ein mansaldur, bæði sum spælari og formaður. Nú er hann sjálvsagt heiðurslimur í felagnum og áhugin fyri felagnum er ikki minkaður Málaraarbeiði Alt málaraarbeiði verður gjørt, bæði innan- og uttandura. Tilboð verða givin av fakmanni,sera bíliga um alt landið. Málarafirma v/ Egil Frederiksberg málarameistari 490 Strendur Tlf. 223296 Vága Javnaðarfelag Útsetti aðalfundurin verður í húsinum hjá Miðvágs Arbeiðarafelag mánadagin 3. november kl. 21.00. Nevndin Lesið Sosialin Saltað seyðaskinn Vit taka ímóti saltaðum og ílignum seyðaskinnum frá mánadegnum tann 20. oktober til tann 01. desember 2003. Móttøkustaður: Búnaðardepilin, Kollafjørður. Gerandisdagar frá kl. 09.00 til kl. 17.00 Leygardagar frá kl. 09.00 til kl. 12.00. Búnaðardepilin FO-410 Kollafjørður Tlf.479000 · Telefaks 479030 C M Y K 17 16