Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-02-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1997 Sjålvur skal eg vera tann fyrsti at fegnast um, at landsstyrid loksins er farid at kanna nærri tad, almennu stjórarnir gera, nú vantar bert at eisini verður hugt at tí, somu stjórar ikki gera. Men fagnaðurin í sambandi við stjórajagstranina sein- astu tíðina fánar nokk so nógv burtur, tí ein hevur varhugan av, at jagstranin ikki hevur til endamál at gera umsitingina av landin- um betri. Nei, ein hevur var- hugan av, at landsstýris- menn og ráðgevarar teirra skunda sær at gera stjórar- nar til syndabukkar, áðrenn teir sjálvir verða tað Nú havi eg langt frá inn lit nokk til at gera dagar í millum, um teir stjórarnir, sum eru vorðnir koyrdir úr starvi sinum, eru so nógv verri enn teir, sum sita eftir Men eg veit tó so mikið, at tað framvegis finnast ódugnaligir stjórar, men at tað so sanniliga eisini finn- ast lítið dugnaligir rådgev- arar úti í Landsstýrinum. Evnini hjá landsstýrismonn- um skal eg ikki viðgera á hesum sinni. Samstundis skal verða lagt afturat, at almennu stjórarnir — helst eingin und- antikin — hava ótrúliga truplar fyri ikki at siga 6- møguligar treytir at arbeiða undir. Haldi tað í Føroyum er mest sum ómeguligt at gerast ein góður almennur stjóri Treytirnar ein almennur stjóri hevur at virka undir eru, at hann og hansara sjálv skulu orða arbeiðsekið. Játt- anin á fíggjarlógini svarar ikki altíð til setningin og tørvin. Boðini eru einføld Tú skal halda teg innan fyri játtanina. Ger tú tað, so ert tíðindablaðið tú ein góður stjóri, og ger tú tað ikki, so ert tú ein vánaligur stjóri, sum skal úr starvi. Hugflog og visiGnir skal ein føroyskur almennur stjóri ikki vága sær at hava Sum onkur skilamaður hevur tikið til, so skal ein almennur stjóri bert og bert hugsa í bókhalds- og grann- skoðanarterminologium Við ødrum orðum skal ein almennur stjóri hugsa aftur- eftir og bert aftureftir. Ødrvisi treytir Eg haldi, at okkara politik- arar skuldu sett seg niður og endurmett støðuna við- víkjandi landsumsitingini. Ein slík endurmeting hevði vónandi vidført, at tey. sum arbeiða í landsumsitingini høvdu fingið ødrvisi treytir at arbeitt undir. Treytirnar eiga sjálvandi at verða tær, at tað er eitt veruleikakent samband millum upphædd- ina, sum verður játtað stovninum, og so tað, politikararnir vilja hava afturfyri. Treytirnar eiga somuleiðis at blíva tær, at stovnurin verður dømdur fyri fakliga avrikid, og ikki um 80% av tíðini bleiv nýtt til bókhald og endurskoð an. Treytirnar hjá einum al mennum stjóra skulu fyrst og fremst vera, at hann skal grundgeva fyri hvat og hví hann ætlar at gera í einum ávísum tíðarskeiði, og hann eigur fyrst at verða dómdur út frá hesi grundgeving Hann skal ikki dømast fyri, at landsstýrið ella onnur hava gjørt tað ómeguligt at arbeiða. Treytirnar skulu sanniliga eisini vera tær, at ikki bert stjórin einsamall- ur skal standa til svars, tá tað gerst øllum greitt, at stovnurin ikki kann rekast undir teimum treytum, sum politikarin gevur honum at virka undir. Vilja politikarar ikki geva stjórum og stovnum hesar treytir, so eiga teir at leggja raksturin av stovnunum undir Føroya Gjaldstovu og Grannskoðaradeild Lands- kassans og samstundis taka av allar stovnsleiðslur. Eis- ini eiga teir at broyta heitið ábyrgd landsstýrismanna til ábyrgd stjóranna. Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður Alment og privat — Nakrar reglur, um orðaskiftið, ið hvarv Í eini tíð, har sjálvt fak- feløgini i Danmark skipa fyri fundum um fyrimun- irnar við útlisitering, er umreðan av privatisering- um í Føroyum bert ein sig- andi tøgn. Feroyskir fjøl- miðlar, politikarar, fakfel- øg osfr., hava eina stóra ábyrgd av at kunna um fyrimunir og vansar í hes- um sambandi, tí tær re- aktiónir, eg havi fingið uppá greinar mínar, týða uppá eina manglandi vit- an um hesar spurningar. Sostalurin, ið skarar framúr í eitt nú síni seriøsu viðgerð av oljumålinum, var serliga tunnur í síni viðgerð. Ein asta tíðindablaðið hevdi at siga at høgraliberalir konservativir = vinnulivs menn vid føstum sæti á flogfari, summarhúsum her og har, BMW og Mc rcedes ætla at sorla vælriknar al mennar stovnar. Hetta sigur helst meira um Sosialin enn um privatiseringar. Eg fari tí at heita á blaðið, um at taka spurningin í stórri ål ara og við eini greinargð lýsa fyri sínum lesarum royndirnar aðrastaðni við privatiseringum Var, Politikkur er at velja Sosialurin kundi millum annað greitt frá ætlanini hjá Københavns Kommune at gjalda nyggjar teldur til skúlarnar við at selja parta- brøv í fram-leidslufyritøk- um. Kommunan hevur - eft ir uppskoti frå skulaborg meistaranum Jens Johansen úr SF - avgjørt at selja parta brøvini i SAS Danmark A/ S og Junckers Industrier A/ S fyri 15 milliónir krónur, ið skulu fíggja meginpartin av 1.400 teldum, kommun an skal keypa i 1997. Ætlan in er at hava ein PC'ara fyri hverjar 7,5 næmingar í fólk askúlanum og ein fyri hverjar 5 í studentaskúlar um longu í 1998. Vert er at leggja til merkis, at henda sostalismunar håborg í Dan mark heldur vil eiga teldu enn partabrøv, heldur vil binda pengar í almennar tænastur enn vinnuliga framleiðslu Hetta var júst tað, eg vísti á í grein mini >Kann SEV privatiserast?<. Vit mugu tryggja okkara ungdómi teldukunnleika. Vit mugu vera djarvir og seta PC-arar á hvert borð í føroysku skúlunum. Gera vit ikki tað. kunnu vit tað sama lata okk ara børn skriva við gása fjødur. Vit mugu gera fløgur í internet og teldusamskifti heldur enn at binda almenn ar pengar í vøru og tænastu framleiðslu, sum eins væl kundi veri privat Almenni sektorurin Tær viðmerkingar, eg fekk, kundu týtt uppá ein vænt- andi kunnleika til hugtøkini alment og privat. Serliga vidmerkingin hjå Sosialin um um, at vælriknir al mennir stovnar skulu sorl- ast, vísir, at vit ikki tosa á somu bylgjulongd. Ætlanin er ikki at avtaka eitt nú SEV og selja turbinurnar sum eykalutir. Øll hesi almennu virki skulu halda fram, bert í privatum líki. Hvat viðvíkur vinnulívsmonnun- um í BMW bilum, má eg enn eina ferð minna á mun- Ætlað Sverra Midjord, byrådslimi og fyrrv. løgtingslimi Meg droymdi at Borgarknappur í nátt meðan hinir svóvu vit royndu á Suðuroyarbanka settu, kruvdu og drógu Hann teskaði mær í oyra bað teg leggja í minni tað kemur ein heystardagur tá mugu vit liggja inni Eg heilsi tær megnar maður snimma á Pålsmessumorgni Halt áfram ræðst ikki í íður tað rivar í eystri umsíður Heygsmaður YVIRLÝSING Landsfundurin hjá KFUM-skótunum í Føroyum, hildin í Leirvík tann Í februar 1997, mótmælir gongdini í málinum um eydnuspæl hjá DanskTips tjeneste í Føroyum Vist verður til, at Føroya Ungdómsráð í meira enn eitt ár, hevur hjá myndugleikum, sum varða ax gjørt vart við, at skipaðu barna- og ungdómsfel- agsskapirnir eisini mugu fáa lut í ágóðanum, ið kemur aftur til Føroya Vit vísa á, at í uppskotinum at býta urtøkuna, er einki rimiligt lutfall ímillum urtøkubytid til limatal og urtøkubytid til felagsskapir sum ISF og FUR Landsfundurin heitir á myndugleikar sum varða av, um hetta verður sett í verk í Føroyum, ikki bara at hugsa um ítróttina, men eisini at tryggja teimum skipaðu barna og ungdómsfelagsskapunum ein fastan og rættvísan part av tí ágóða, ið skuldi komið til landið Hetta verður kunngjørt Føroya Landsstýri, Føroya Løgtingi og fjølmidlunum Fyri landsfundin Jan Dam Vang, fundarsjóri Rúni Ziska, skrivari in millum liberalan og kon servativan politikk. Teir konservativu (fólkaflokkur in) verja við tollmúrum og studningi einstaka fram- leidaran, meðan vit liberalu verja marknaðin, ið skal tryggja brúkaranum bilig astu vørurnar. Eg legði júst dent á at tryggja ein breiðan eigaraskara, tryggja starvs fólkinum lut í vinninginum osfr. - ikki eitt orð um bilar ella summarhús Fyrimunurin Fyrimunurin við at privat isera sæst eina best við at hyggja at bretsku fíggjar lógini. Aðrenn farið varð undir privatiseringarnar vórðu játtaði £300 fyri hvønn breta í rakstrarískoyti til almennar undirskotsfyri- tókur. Í dag fáast £100 fyri hvønn breta í skattainntøk um frá hesum somu feløg um, sum í dag eru privat, veita eina munandi betri tænastu og eru millum heimsins fremstu hvør á sín- um øki. Fyri hvønn íbúgva eru sostatt 4.000 krónur fleiri tøkar á fíggjarlógini, áðrenn stóða er tikin til, um hetta skal brúkast til skatta- lætta, afturgjaldan av skuld ella hægri tænastustig. Vert er at leggja til merkis, at bretski javnadarflokkurin sum heild ikki ætlar at tjóð artaka privatiseraðu virkini aftur! Í Danmark vísa kanning ar, at kommunir og amtir vanliga spara omanfyri 15 uppá útlisiteringar Við at skilja ímillum hver skal gjalda og hver skal út føra arbeiðið, ber til at spara nógvar pengar - uttan at hetta gongur útyvir lønarlag ella tænastustødi Føroyskir fjølmiðlar gretta stórt sæð ikki um, at næstan øll heimsins lond frå Hollandi til Peru, frá Spania til New Zealands undir bæði vinstra-, mið- høgrastjornum hava framt privatiseringar. Vit áttu at lært av teirra royndum og gjøgnum eitt konstruktivt ordaskifti gera av, hvussu okkara almenna virksemi kann privatiserast og Johannes Martin Olsen Fólkatingslimur, sambandsflokkurin