mikudagur 5. februar 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 5. FEBRUAR 1997
tíðindablaðið
7
Dýping og útbygging í Klaksvík:
Vinnulivið skal
ava betri treytir
Í apríl mánaði verður hildið fram við dýpingini av vánni í Klaksvík,
og áðrenn árið er úti er ætlan gjórd um hvussu ein nýggj hóll skal
byggjast á vestara kaiøki
Tað fer at vera nógvur
aktivitetur á og við vestara
kaigkið í Klaksvík komandi
tíðina
Í apríl mánaði verður
hildið fram at:dýpa fram við
bryggjuna, og í ár skal øki0
á bryggjuni gerast klárt til
at byggja stóra hell til fiska
arbeiði av ymsum slag
Á býráðsfundi í síðstu
viku samtykti Klaksvíkar
býráð at halda fram við
dýpingini heim við vestara
kaigki. Her hevur verið dýpt
nakað heim, og nú skal dýp
ast heilt heim á sunnara
enda av bryggjuni, fram við
Roykivirkinum og Northern
Cold Storage
Tað verður JÆK Petersen
sum skal gera arbeiðið, og
tað fer at kosta 3,2 mió. kr
Fyrri parturin av arbeiðnum
var bíligari, kostaði 2,3 mió
kr., men tá varð meiri griv-
ið, nú skal mein spreingjast
Arbeiðið verður mett at taka
einar 2-3 mánaðir
Sum er sleppa stóru trol-
ararnir ikki heilt heim til
Northern Fish Cold Storage
sum landar fleim av teimum
og umstødurnar hjá virk
inum eru ti ikki tær bestu
Dypdin vid hendan partin
av bryggjumi er knappar
seks metrar, men nú skal
dýpst niður á í minsta lag
8,75 metrar
Tá virkið varð bygt, varð
ikki roknað við at stórir trol
arar skuldu liggja við hend-
an partin av bryggjuni, men
Northern Cold Storage
landar nógvar av teimum
stóru føroysku trolarunum
eins væl og onkrar útlendsk
af
Byggja stóra hell
Umframt at dypingin fer at
gera umstødurnar hjá virkj-
unum á sunnara parti av kai-
økinum betri, verður arbeið
ið eisini gjørt fyri at stóru
trolararnir kunnu leggja at
har heimi, og ikki fara at
verða í vegin, tá nýggj. stór
hell skal byggjast á norðara
økinum
Hendan ætlanin er nýggj,
men er komin so langt, at
nú stendur tað á kommun
uni at fáa arbeiðið í gongd
Vit ætla at byggja eima
stóra hell við vestara kaiøki,
og leiga tað út til áhugað
vinnulívsfólk og virki. Tað
fer at gera umstødurnar hjá
fleiri virkjum nógv betri
sigur Jógvan við Keldu, bý
ráðsformaður í Klaksvík
Eitt nú hevði tað gjørt
umstødurnar hjá Uppboðs-
søluni og Eystlaks betri um
tey vóru longri úti á bryggj
uni, men fleiri onnur eru
eisini áhuga at leiga seg inn
í høllina
Onkur hevur bjóðar sær
til at byggja høllina fyri
okkum, men tað verður
helst so, at tað verður
kommunan, sum kemur at
gera arbeiðið, og so fara vit
at lata virki og vinnulívsfólk
leiga seg inn, sigur býráðs-
formaðurin í Klaksvík
Nær arbeiðið við nýggju
høllini fer í gongd er ikki
greitt enn, men innan eitt
hålvt ár verður ætlanin løgd
Vit ætla at byggja eina
stóra hell við vestara
kaiøki, og leiga tað út til
áhugað vinnulívsfólk og
virki. Tað fer at gera
umstødurnar hjá fleiri
virkjum nógv betri, sigur
Jógvan við Keldu, by
ráðsformaður í Klaksvík
fast, og áðrenn árið er úti
skal arbeiðið at gera ekið,
sum er 6000 kvadratmetrar
stórt, klárt at byggja á
Í løtuni stendur tað á
okkum at fáa arbeiðið í
gongd, vit eru ikki so væl
mannað, men innan kom-
andi hálva árið, hava vit
eina ætlan, um hvussu og
nær skal byggjast, klára,
sigur Jógvan við Keldu
Klaksvíkar kommuna
ætlar í framtíðini eisini at
fara undir havnaútbygging
norður í Ánunum, og tað er
við framtíðarvinnum í huga
ek
Nýtt foroyskt flagg
Í nýggjari ferðabók fyri Føroyar, sum kemur út i 45.000 eintókum á donskum og
enskum, er óheppið mistak gjørt vid føroyska flagginum
Nei, tað eru ikki norðmenn,
sum aftur nú eru uppá spæl!
Tað eru okkara frændur í
útnyrðingini, íslendararnir,
sum hava gjørt pinligt mis-
tak, tá teir tóku Merkið við
í nýggja, umfatandi ferða-
bók (guide) fyri Føroyar
Føroyska flaggið hevur í
bókini, sum á donskum
kallast Færøerne på kryds
og tværs 1997, framvegis
hvítan dúk, men bláu og
reyðu litirnir í krossinum,
eru býttir um, so flaggið
hvorki er fuglur ella fiskur,
hvørki føroyskt, íslendskt
ella norskt
Ferðabókin er 82 síður,
og er prentað í 45.000 ein-
tøkum å bædi donskum og
enskum. Tað er Nesutgåfan
í Íslandi, sum stendur fyrr
bókini og gevur hana út,
men millum annað føroyska
ferðaráðið hevur havt hand-
ritið til rættlestur, uttan at
mistakið varð rætta
— Orsøkin til tað, er at vit
lósu eitt eintak, sum var sent
til okkara við telefaxi, og tí
var svart og hvítt. Har sóust
litirnir á flagginum ikki, sig-
ur Jan Mortensen, stjóri á
Ferðaráðnum
- Mistakið er sera óhepp-
ið, og íslendarar eru Ogvu-
liga harmir um tað
Fáir feilir
Ferðaráðið hevur sjálvt bið-
ið íslendarar um at taka
Merkið við í bókina, sum
kemur út á hverjum ári, og
hetta er fyrstu ferð at tað er
við, ella rættari sagt, skuldi
vera við
- Hugsar tú um síðutalið
og allar upplýsingarnar,
sum eru í hesi bókini, eru
ómetaliga fáir feilir í henni
annars, men hetta er ein ødi-
liga keðiligur feilur
Men sum tá telefonverkið
á sinni gjørdi sín brølara við
Minum í telefonbókin, er
'MOTTØKA
Í sambandi vid 40-ára
stovningardag útvarpsins
verður almenn mótteka í
útvarpshúsinum hósdagin
6. februar frá kl. 16 til 18.
Kom
Oll
heimkomið
Troyggjur
Skjúrtur
o.m.a.
KLÆDNABUDIN
Skálavík
og ge KVETTIÐ!
utsøluvøra
enn meira
nidursett!
'NYTT & SMART
til føstulåvint!
td: Rulamsjakkar
Jakkar v. belti
Strekkbuksur
Trompetbuksur
VEST MÓTI
Vestmanna TIf.
+
Er
| Vælkomin
men |
1187 Utvarp
24407
61134
Lif
Bílig foroysk
konfirmatiónskort
í heilsolu
G. J. Heinesen
umboð & heilsøla
Tlf. 11644 - 16226
ikki komið uppá tal at
prenta ferðabókina umaftur,
fyri at fáa føroyska flaggið
rætt. Tað hevði verið alt ov
kostnaðarmikið, og tí má
standa fyri í ár, og so verða
rættað næsta ár
— Tað hevur verið tosað
um, at Ferðaráðið skuldi
yvirtaka arbeiðið at gera
bókina, men tað er ikki gjørt
enn, og mistakið heyði
neyvan komið fyri, høvdu
vit havt allan rættlesturin
um hendi, sigur Jan Morten-
sen.
Annars kunnu vit ugga
føroyingar við, at flaggið í
ferðabókina als ikki er so
ljótt
Tað er bara pínligt!
ek