mikudagur 5. februar 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Nr. 24 — 5. FEBRUAR 1997
Sálvstýrismenn avsanna leysatíðindi:
Nei - vit eru
ikki í ferð Við
at pakka saman |
— Samfelagið missur meiri vid at verða lagt lamið í
einum valstýrið, enn tað missur við einum stýrið
sum hesum, sigur Edvard Hermansen, formaður í
landsfelag sjálvstýrisfelag
Aki BERTHOLDSEN
Nei, vit eru ikki í ferð vid
at pakka saman. Vit slíta
ikk: samgonguna uppá mål,
sum hest
Sigur Edvard Hermansen,
formaður í landsfelag Sjálv-
stýrisfloksins
Við hesum avsannar hann
leysatíðindini um, at sjálv-
stýrisflokkurin er á veg úr
samgonguni
Hann sigur, at nevndin i
landsfelagnum hevur javn-
an arbeidslagid i samgong-
uni tilk viðgerðar. Men fyri-
bils er nidurstødan tann, at
flokkurin eigur at verða ver-
andi í Tinganesi.
Hann leggur afturat, at tað
stendur fyrst og fremst til
tingmanningina og lands-
styrismannin at gera av um
tey verða verandi í sam-
gonguni, ella ikki, hóast tey
sjálvandi fáa tilmæli frá
landsnevndini.
Men tad er fyrst og fremst
latið upp í hendurnar á
umboðum okkara á tingi, og
í landsstýrið, at gera av, hvat
tey kunnu liva við -ella ikki
Ikki uppá slík mál
Tað var annars landsstýr-
ismaður floksins, Sámal
Petur í Grund, sum fyrst í
árinum sáddi ivan um fram-
tíð floksins í Tinganesi, tá
ið hann kunngjørdi í Sosi-
alinum, at hann væntaði ný-
val tí samgongan varð so
illa slitin, at hann dugdi ikki
at síggja, hvussu hon kundi
halda fram.
Síðani hava aftur saman-
brestir verið ímillum Sámal
Petur í Grund og løgmann
Og tað setti ferð á leysa-
tíðindini um, at nú var ov-
boði hjá sjálvsstýrisflokk-
inum og hann var í ferð við
at pakka saman.
Men formaðurin í lands-
felagnum avsannar, at so er
Men eftir, hvat skilst á
Edvardi Hermansen, er tað
ikki eitt brennandi, politiskt
ynski, sum fer flokkin at
verða verandi í samgong-
uni.
— Tað einasta, sum heldur
okkum frá at slíta er, at eitt
løgtingsval tænir ongum
endamålid nu. Samfelagid
missur meiri við at verða
lagt fullkomiliga lamið í
mánaðir í sambandi við eitt
nýval, enn tað missur við
við einum stýri, hóast stevið
er so vánaligt, sum hjá hesu-
m stýrinum, sigur Edvard
Hermansen.
Hann sigur, at stórmál eru
fyri framman at loysa og at
flokkurin mynstrar ikki av
nú.
Hann vísir eisini á skatta-
lóg og onnur stórmál, sum
standa í hálvum gekki, og
sum mugu gerast liðug.,
— Tí fara vit ikki at slíta
samgonguna uppá ósemjur,
sum tær, ið hava verið
frammi higartil, sigur Ed-
vard Hermansen.
— Men hvat annað kann
fáa bikarid at flóta yvir, veit
eg ikki, leggur hann afturat.
Formaðurin í landsnevnd-
ini viðgongur tó, at hann
ivast í, um hann sjálvur
hevði latið sær tað lyndad,
sum landsstýrismaðurin fyri
flokkin, Sámal Petur í
Grund, hevur tolt.
— Hatta hevði eg ,, neyvan
staðið model til“ sigur for-
maðurin í landsfelag Sjálv-
stýrisfloksins
Skomm fyri
Annars heldur Edvard
Hermansen, at tað sum er
farið fram í samgonguni er
stór skomm.
- Tað er stór skomm, at
løgmaður ikki kennur sínar
avmarkingar ov veit, hvørji
mál, hann hevur við at gera,
og hverji hann einki hevur
við at gera.
— Og tað er stór skomm
fyri hann, at tað ikki er heilt
greitt, hvussu målsøkini eru
býtt ímillum landsstýris-
menninar so at teir vita av
hvørjum ødrum
— Tad er eisini heilt greitt,
at tá ið stevið í samgonguni
er vánaligt, er tað eingin,
sum hevur skyldina av tí,
uttan sjálvur leiðarin.
— Tað, sum er farið fram
Helena Dam á
Neystabø og
Sámal Petur í
Grund gera
sjálvi av, hvat
tey kunnu liva
við. Men eg
haldi, at hetta er
stór skomm og
sjálvur heyði eg
neyvan „staðið
model“ til løg-
mann, sigur
formaðurin í
landsfelag Sjálv-
stýrisfloksins,
Edvard Her-
mansen
hesa seinastu tíðina, vísir
bara, hvussu frustreraðir
menn er. Og eg haldi ikki,
at hann maktar at hava
leiðsluna í Tinganesi, sigur
Edvard Hermansen
Nú letur
aftur eitt |
nýtt virki
upp í Vag
ÁKI BERTHOLDSE!
Nú letur aftur eitt nýtt virki
upp suður! í Vági
Gongst sum ætlað fer
Palm Seafood
leiðslu í komandi viku
Virkið keypti fyri nókrum
døgum síðani eitt sindur av
fiski á uppiboðsseluni fyri
at vita, hvussu maskinurnar
riggaðu
Petur Joahnnesen, sum er
stjóri á virkinum, sigur, at
maskinurnar riggaðu ikki
heilt, sum tær skuldu, og at
tað er enydugt at stilla tær
undir iram
betur
Men hann sigur Í
ætlað, fram
leiðslan tíkin upp í komandi
viku
Afturat honum eru tað
beiggi hansara, André Joh
annesen, umframt Leivur
Lindenskov og Johannus
Joensen, sum eiga virkið
Virkið er 612 fermetrar,
men tað kostar íkki meir!
enn 1,8 millión, sum tað
stendur
Tað kemest av, at teir
hava gjørt sum mest sjálvur,
fyri at halda prísinum niðri
at gzongst
sum verður
+
Mest feskan fisk
Petur Johannesen sigur, at
virki er fyrst og fremst ætl-
að at arbeida feskan fisk
I prinsippinum er virkið
ætlað at arbeiða allan fisk,
alt eftir, hvussu marknaðar-
vidurskiftini eru, og, havt
marknaðurin vil hava .
Mest verdur hugsad um
at skera djupvatnsfisk,
stinglaks o.a. og til tað er
eitt hondskeribord sett upp
á virkinum.
Men á virkinum er eisint
ein linja at skera tosk við.
— Ætlanin er, at vit skulu
verða so liðiligir sum møgu-
ligt í framleidsluni.
Petur Johannesen roknar
við, at tann fyrsti mánaðin
fer til at finna rætta stevið,
tað rætta arbeiðslagið og tey
røttu sølu sambondini.
Tað er ringt at siga,
hvussu nógv fólk fara at ar-
beiða á virkinum, tí tað
veldst um, hvussu tað fer at
gangast
Men hann væntar, at brúk
Gongur sum ætlað, letur
aftur eitt virki upp í Vági
í komandi viku. Í fyrstu
syftu verður helst brúk
fyri 10-15 fólkum. Seinni
verða tey helst fleiri
verður fyri 10-15 fólkum í
fyrstuni og so fer tíðin at
vísa, hvat tað verður til
seinni
Men røknad verður við
at tað verða eitt sindur fleiri
tá ið framleiðslan er komin
í rættlag
Petur Johannesen sigur
teir skuldu helst arbeitt et
1000-1500 tons av fiski un
árið
Virkið er lóggildað
lýkur bæði all ES- krøv í
oll onnur krøv, sum verða
sett einum virki. sum hes
um
Petur Johannesen dvyliu
ikki fyri, at teir hugsa eitt
sindur um, hvussu verður
vorðið, tá ið Fiskavirking er
komið fyrr seg aftur aftaná
saneringina
Tað verður eitt sera
sterkt felag, sum tað verður
trupult at kappast við, sigur
hann
Hann heldur eisini, attað
er einki serligt, at:tað al
menna skal ganga undan at
avlaga kappingina, soleiðis,
sum gjørt er í hesum føri
Tað er Suðuroyar Spari-
kassi, sum fíggjar Palm
Seafood í Vági